Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 2. juni 1984 Eitt sindur um Damslektina á Oyrareingjum Bertel Bertelsen, Joen Bertelsen, Thomas Joensen, bóndi á Oyrareingjum bóndi á Oyrareingjum bóndi á Oyrareingjum Thomas Joensen var giftur við Maren Di- driksdatter, ið var dóttir Didrik Joensen, bónda við Sjógv í Kollafirði og Johanne Marie Bohm, sum hevði verið gift við presti- num Andreas Hansen Dam. Thomas Joensen og Maren Didriksdatter áttu sonin Jens Thomasen, sum tók sær navnið Dam. Jens Thomasen Dam, Ole Christian Dam, 1) Peder Mohr Dam bóndi á Oyrareingjum, bóndi á Oyrareingjum giftist við Johanne Marie Djurhuus, dóttir Johan Christian Frederik Djurhuus, bóndi við Sjógv í Kollafirði, Peder Mohr Dam festi Sjóvargarð ... Ole Christian Dam, Peter Mohr Dam, Atli P. Dam. 1834, 1866. Eitt sindur um Djurhuusslektina í Kollafirði Didrik Jensen, Jens Didriksen, Johanne Marie Jensdatter, bóndi við Sjógv í Kollafirði bóndi við Sjógv í Kollafirði gift við Jens Christian Djurhuus, sum festi Sjóvargarð var sonur Johan Christian Djurhuus, uppsit- Jens Christian Djurhuus 1797. ara á prestagarðinum á Nesi í Eysturoy og Marie Hansdatter Renning. Hann og Jo- hanne Marie Jensdatter áttu synirnar Jens Hendrik Djurhuus, sum festi hálvan Sjóvar- garð 6 merkur (Tinggarð) og Johan Chr. Fr. Djurhuus, sum festi hina helvtina av Sjóvargarði 1834. Johanne Marie Djurhuus, gift við Peder Mohr Dam av Oyrareingjum. 1) Peder Mohr Dam, Ole Christian Dam, Peder Mohr Dam, Atli P. Dam. Thomas Joensen, bónda á Oyrareingjum, sonur teirra, Jens Thomasen, sum eisini var góndi á Oyrareingjum, keypti sær rætt til at hava navnið Dam.< Hetta er ikki beint, Andreas Hansen Dam var ikki barnleysur, hann átti eina dóttur, sum giftist við Jógvani bónda á Homrum í Kollefirði. Eftir- komarar hennara eru »hin rætta Dam — slektin«. Hetta skrivar John Davidsen um í >Varðanum<, 33. bindi síðu 52. Hann skrivar eisini, at Oyrarcingja- maðurin ikki kann hava keypt sær navnið Dam, tí „fólk fingu ikki loyvi at keypa sær nýtt navn fyrr enn við lóg frá 22. april 1904.« Likamikid, hvussu Oyrareingja- maðurin hevur fingið navnið Dam, so er tað komið fyri at verða ver- andi, men hevði hann í staðin fyri navnið Dam, sum hann als ikki var skyldur við, fingið sær gentunavnið hjá ommuni, Bohm, hevdu allir Dammarnir í Feroyum í dag itið Bohm. Á Miðgerði A Miðgerði eru tveir bóndagarðar, hver er 4 merkur. Haðani er tað fólkið, sum verður kallað Miðgerðar- fólkið, dúgligt og sera handiligt fólk. Tað eru ikki fáir feroyingar, sum hava hug at reypa av at vera av Miðgerðarslagnum. Hamrar og Todnes Í Homrum eru tveir bóndagarðar, hver er 4 merkur, og í Todnesi er ein fest Sjóvargarð bóndagarður, sum eisini er 4 merkur. 1 Todnesi er einasta ognarmørkin í Kollafirði. Við Sjógv Við Sjógv var ein tólvmarkargarð- ur, og 1. november 1797 festi Jens Christian Djurhuus henda garð, hann var giftur við dóttur Jens Did- riksen, ið var sonur Didrik Jensen og Johanne Marie Dam (f. Bohm). Jens Christian Djurhuus var sonur Johan Christian Djurhuus, uppsitara å prestagardinum å Nesi og Marie Hansdatter Rønning. Hesin Johan Chr. Djurhuus var sonur Christen Jensen Djurhuus, tann fyrsta Djurhuus, id kom til Føroya, og sum 29. mars 1737 gjørdist hjålparprestur hjå presti- num Anders Lemvig å Nesi. Seinni gjørdist Christen Jensen Djurhuus fyrst prestur og síðani próstur. Marie Hansdatter Renning var norsk, hon hevði verið trúlovað við yngra bróður Johan Christian Djur- huus, Andreas Christensen Djurhuus og var komin til Feroya við honum, men pápin vildi ikki, at tey skuldu giftast, og so giftist hon bara við tí eldra beiggjanum Johan Christian. Tað var Jens Christian Djurhuus, tann fyrsti Djurhuus, sum kom til Kollafjarðar, ið yrkti »Ormin Langa«, »Lorvikspåll« og mangt annað, meðan tað var sonur hansara, Jens Henrik Djurhuus, sum yrkti »Gøtuskeggjar«. 1834 fór Sjóvargarður í helvt. Tveir synir Jens Chr. Djurhuus festu hver sínar 6 merkur, Johan Christian Fredrik Djurhuus búði í teimum niðaru húsunum við Sjógv, meðan hin bróðurin, Jens Henrik Djurhuus, búði í teimum ovaru húsunum, sum vórðu kallað í Ting- garðinum av tí, at gamal tingstaður fyri Norðstreym hevði verið har. Í Tinggarðinum er Djurhuus navnið framvegis, men í hin garðin kom eitt nýtt navn. Tað var Peder Mohr Dam, sum festi har 6. desember 1866. Peder Mohr Dam var sonur Ole Christian Dam, bónda á Oyrareingjum, hann var giftur við dóttur Johan Christian Fredrik Djurhuus við Sjógv. Inn gjøgnum Líðina vóru, fyrst ið eg minnist bara einstek hús. Nú er næstan samanbygt. A Heyggi A Heyggi eru 4 merkur. Sum eg havi nevnt fyrr, hevði Didrik Jensen aftrat Sjóvargarði eisini Heygsgarð, men meðan sonur Didrik Jensen, Jens Didriksen, festi Sjóvargarð 13. september 1770, so sat Didrik Jensen framvegis við Heygsgarði til 21. juli 1784, tá festir annar sonur hansara, Anders Didriksen, garðin. og 6. nov. 1797 festi sonur Anders Didriksen, Jens Nicolaj Andersen. Hann var seinasti festari á Heygs- garði, tí 26. juli 1852 varð garðurin gjørdur til embætisgarð hjá lands- læknanum í Feroyum. Eftir ta tíð vóru tað uppsitarar á garðinum. Anton Degn sigur í bókini »Færøske Kongsbønder«, hvussu tað bar til, at Heygsgarður i Kolla- firði kom at verða embætisgarður hjá landslæknunum í Føroyum: >Í brævi frá rentukamarinum (statskassanum), dagfest 11. juni 1826, fekk amtið loyvi til at lata menn festa kongsgarðar, tá ið kongsgarðar vóru leysir. 1831 sekti táverandi landslækni, Krebs, amtið um at fáa ein embætis- garð lagdan til landslæknaembætið, og í skrivi, dagfest 18. juni 1831, játtaði rentukamarið, at ein garður kundi verða lagdur til landslækna- embætið, tá ið hann var leysur, og eingin lógligur festari var til garðin. Eingin varður var leysur at fáa hjá landslæknanum tá, og tað var óvist, nær nakar fór at verða leysur. A garðinum >A Heyggi« í Kullafirði var ein festari, sum var meir enn seksti ár, og hann var barnleysur. Tað var tí avgjert, at »Heygsgardur« í Kollafirði skuldi verða embætisgarður hjá lands- læknunum. Hetta hendi sambart skriv frá innanríkisráðnum, dagfest 26. juli 1852, og Heygsgarður var embætisgarður hjá landslæknunum lika til mitt í 1900-og tretivuårun- um. Landslækni var fyrst nevndur bartskeri, sidan landkirurgur og fysikus og frå 21. april 1914 amts- lækni, og nú eitur tað vist landslækni. Oyrareingir Um Oyrareingir er ikki stórt annað at siga enn sagt varð undir umtaluni av Sjóvargarði. Annars sigur Jens Chr. Djurhuus frá hesari søgnini um Oyrareingir i Varðanum 14. bind síðu 189: »Oyrareingir ber orð fyri at vera ein tann elsti býlingur, sum er í Kollafirði. Sogn er um, hvussu hann varð til. Síða 11 Tað var í ti tidini, tá Kirkjubø bóndin átti norður til Gjónna í Gjáarbotni og í Stígaskarð (skarðið millum Skæling og Stall), og úr Stígaskarði í Hundsá, og Hundsá var mark lika í Dalánna í Kollfjarð- ardali. Fyri at verja hetta mark móti teimum norðanfyri setti Kirkjubo- bóndin ein húskall niður á Oyra- reingin, og afturfyri fekk hann haga frá Hundså og suður at Hórisgotu, og síðani niðan í Skeiðsá, og niðan við henni í Skúvsskarð, og so eftir fjallarødini. Oyrareingir komu so við tíðini at verða ein garður fyri seg. og eftir tað átti Kirkjubøbøndin norður at Hórisgetu. Oyrareingjagarðurin var tá komin at liggja ímillum tað gamla markið og Hórisgetu. Nú er Oyrareingjamarkið suður at Tíggj- ará, men tað er komið aftrat seinni í tidini.« Hatta var søgnin, sum Jens Chr. Djurhuus å Heyggi i Kollafirdi hevur sagt um Oyrareingir. Upp frå Oyrareingjum, eystantil undir Skælingsfjalli, er Hundsåar- botnur, og sunnast í honum er steinurin Hákunarborð. Søgnin sig- ur, at har skuldi herhøvdingin Håkun eta morgunmat framman- undan bardaganum i Mannafelsdali. Steinurin er klovnaður i helvt, og tvørtur um brestin lå Brynjumanna- hav. Sjålvur havi eg ongatid sæd Brynjumannaborð ella Brynjumann- ahav, men hetta er fråsøgn frá Joan Petur Gregoriussen, sum er at finna í Varðanum. 24. bind síðu 22. Annars sigur søgnin, sum Hamm- ershaimb hevur skrivað um >Bar- dagan i Mannfelsdali«, at norðan- menninir hildu veitslu við Brynju- mannaborð aftan á bardagan. Á Ovrareingjum er eitt 4 marka kongs- festi. Signabeur Signabøur er á suðursíðuni á Kolla- firði. og meðan hin síðan á firðinum liggur í livd fyri høgættini og tekur ímóti øllum sólarhitanum., so liggur Signabeur í sólarskugganum við andlitinum beint móti tí kalda landnyrðingi. Har norðuri í Kollafirði hava teir eitt stutt rím, sum sigur nakað um markið millum Signabø og Kaldbak, sum eisini er ein partur av markinum millum Noråstreym og Suður- streym, og rímið sigur eisini nakað um markið millum Signabøarhaga og Oyrareingjarhaga. Rímið ljóðar soleiðis: »Ur Jokilsgjógv í Kamb — í Tiggj- aráa sand — tað er Signabøarland.« Tað eru 6 kongsmerkur á Signabø. Frammi við Gjógv 1806 búsetti Jákup av Miðgerði seg „Frammi við Gjógv<. Hesin bústað- ur er í ein landnyrðing upp frá Leynarvatni og o.u. 6 km i útnyrð- ing frá Oyrareingjum í Kollafjarðar sókn. Menninir »Frammi við Gjonna« vóru tiltiknir hegnismenn, teir vóru bæði jarnsmidir og timbursmidir, óferir grótmenn og veltingarmenn. Nú býr eingin har meir. 1801 vóru um 150 fólk í Kolla- fjarðar sókn. og 1977 vóru 670 fólk í allari sóknini.