týsdagur 5. juni 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
beiðaravernd og harav ar-
beiðseftirlit, varð sett á
stovn.
í ár, vóru tað meir enn ein
reðari ið eftirlýsti hesum
Síða 6
tíðindablaðið
Ábyrgdarblaðstjóri. Jan Muller
tíðindablaðið
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
roynir at
falsa
TAD ER ØLLUM kunnugt
at tey borgarligu blødini
Dagblaðið og Dimmalætt-
ing royna at fjala munin
ímillum kommunistar og
demokratiskar sosialistar.
TÅ HESI BLØD umrøda tey
kommunistisku londini,
nyta tey altid orðafellið
„tey sosialistisku londini«.
Hetta verður gjørt fyri at
gera demokratiskar sosial-
istar til kommunistar í
eygunum á lesarunum. Nú
ein dagin nýtti útvarpið
eisini orðafellið „tey sos-
ialistisku londini« í sam-
bandi við olympisku
summarleikirnar.
MUNURIN ÍMILLUM
kommunistar og demokr-
atiskar sosialistar er størri
enn munurin imillum høgr-
aflokkar i demokratiskum
londum og høgraflokkar i
høgravendum einaræðis-
londum. Javnaðarpolitikk-
ur byggir fyrst og mest av
øllum á fólkaræði. Hesin
politikkur byggir á sosialan
solidaritet og felagsskap.
T.v.s. at øll skulu liva trygt
í samfelagnum. At øll
skulu hava javnbjóðis
møguleikar. At øll skulu
eiga lut í ágóðanum. At øll
skulu hava javnbjóðis á-
virkan o.s.fr.
teimum
ROYNDIRNAR HAVA
sýnt, at besta og tryggasta
bolverkið ímóti kommun-
ismuni júst er tann sosial-
demokratiski politikkurin.
Javnaðarpolitikkurin hev-
ur broytt samfelggini í slík-
an mun, at fólk eru nøgd,
og harvið eru gróðrarlík-
indi hjá kommunistunum
heldur ikki til staðar. Vit
kunnu nevna nøkur lond
við sterkum javnaðar-
flokkum. T.d. Danmark,
Svøriki, Noreg, Finland,
Vesturtyskland, Bretland,
Eysturriki, Frakland o.s. fr.
Í hesum londum hava
kommunistisku flokkarnir
nærum onga undirtøku.
ØLL TEY LOND, sum í dag
eru kommunistisk, hava
verið stýrd av høgrapolit-
ikki, áðrenn tey komu
undir kommunistisku stýr-
isskipanina. Og í øllum
londum, har
møguleikin fyri kommun-
istiskari valdtøku er til
stadar i dag, sita høgra-
stjórnir.
taka
Suðuramerika.
onki dømi um at nakað
land við sterkari
demokratiskari ávirkan er
vorðið kommunistiskt.
Vit kunnu bara
Mið- og
Vit hava
londini í
sosial-
ROYNDIRMAR sýna júst
tað øvugta. Jú longri fólk
koma niður í
armóð,
longsulin eftir einum polit-
iskum streymskifti. Og tá
er vandi fyri, at skift verður
frá ytsta høgra til ytsta
vinstra.
sosialari
jå størri gerst
Skeid ella peikifingur
Nú er skjótt fleiri år síðan
eitt av hjartamálum ar-
beiðsfólksins, lógin um ar-
góða
virka.
Men so seint sum 1. mai
arbeiðseftirliti —
longdust eftir at tað fór at
Tað mesta vit hava
hoyrt um hetta eftirlit, er
at teir hava hildið nekur
skeið. Hetta er óiva eisini í
lagi men bara ikki nóg
mikið og minni enn so.
Nú hoyrdu vit stjóran á
hesum eftirliti í útvarpin-
um. Í samreðuni undir-
strikaði hann týdningin
av at halda skeið, og
skuldi upplýsing brúkast
sum tryggleiki, í staðin
fyri hin hevjaða peiki-
fingurin. Hetta ljóðar
kanska gott, men harra
Davidsen, menniskjuni
eru nú einaferð ikki eingl-
ar, og tí er sanniliga brúk
fyri hinum hevjada peik-
fingri á meir enn einum ar-
beiðsplássi
Hvussu halda tygum
bjargingarútgerðin hevði
sæð út umborð á skipum
okkara, um skipasýnið
ikki nýtti peikifingurin,
og hvussu hevdu brems-
urnar á bilum okkara verið
um ikki bilsýnið eisini
nýtti henda fingur.
Hetta er kanska ikki so
behagiligt, sum bert at
halda skeið, men tað er
hetta tygum fáa len fyri.
Tora tygum ikki at lyfta
fingurin, ella eru tygum
ov góður við arbeiðs-
gevararnar, tá eru tygum
ikki hin rætti maðurin fyri
okkum, tí eitt eftirlit ið
ikki treytaleyst er uppá
arbeiðsfólksins síðu, hava
vit ikki brúk fyri.
Munandi meira nyttu
hevdu tygum gjørt, við
sjálvur at komið ein túr á
Útferð
stilladsini, heldur enn at
vit síggja í bakenda tyg-
ara, á veg inn til stjóran í
Nr. 65 — 5. juni 1984
teir djúpu stólarnar.
1. Mei
Barnaútvarpið
Hvert týskveld er sum
kunnugt ein sending í
útvarpinum, sumkallast
Barnaútvarpið. Ikki kann
sigast annað, enn at hesar
sendingar yvirhevur hava
verið góðar. Tá ið ein
hevur í huga, hvussu nógv
fyrireikingararbeiði krevst
til eina sovorðna sending,
er tað undrunarvert, so
væl sum hetta tiltakið
hevur hepnast. Nógv gott
tilfar hevur verið nýtt, og
miðað hevur verið móti at
upplýsa bernini um mangt
og hvat, samstundis sum
sendingin hevur megnað
at havt eitt neyvt sam-
band við teir yngru lurt-
ararnar.
Næstseinasta týskveld
var tó nakað, ið mær ikki
dámdi. Tá fór Barnaút-
varpið undir ein útvarps-
leik, ið gjørdur er eftir
segu hjá Marionnu Debes
Dahl. Leikurin er ivaleyst
góður, men kortini gjerd-
ist eg skelkaður, tá ið eg
hoyrdi illbønir av barna-
munni.
Beint sum leikurin byrj-
ar, sigur eitt barn: PÍNA-
DOY! Og eitt annað barn
heldur fram: O, JESUS!
Eg haldi hetta vera
ræðuligt. Ikki tí, at eg
sjálvur eri so góður, at eg
ikki toli at hoyra slíkt.
Men hetta við at banna og
blóta, hetta er jú sovorðið,
ið bern frá fyrstu tíð læra,
at tey mega ikki gera.
Tess vegna haldi eg tað
vera óhugnaligt at hoyra
sovorðið í eini barna-
sending. Lat ikki tað
henda, at Barnaútvarpið
verður óhóskandi fyri
bern.
Steen Blicher
Christiansen
til Havnar
Kl. er 11 og Teistin leggur
at Havnar kai. Tað eru
nógv ferðafólk við. Teirra
millum eru 20 búfólk og
starvsfólk av Ellis- og
pleyguheiminum á Tver-
Hvar gongur leiðin? Jú,
fyrst verður farið niðan á
hotel Feroyar, har tey
skulu eta degverða.
Stjórin stendur sjálvur
brosandi í durunum og
býður teim vælkomnum.
Flestu av hesum búfólk-
um sita í koyristóli —
einaferð vóru tey frísk og
ferug, men stríðið fyri til-
veruni hjá teimum var so
hart; útslitin eru mong
teirra í dag, men tað veri
Suðuroynni til stóran
heiður, at hesi fólk fingu
eitt heim, sum vit suðr-
ingar eru glað og stolt av.
Tann, sum hevur ein av
sínum har, og sum vitjar
heimið, verður straks var-
ugur við, at her verður
einki spart hverki so ella
so, tá talan er um at lætta
um, har lítlar og ongar eru
kreftirnar eftir.
Tit hava eisini verið
sera heppin, tá talan er
um fyristeðukvinnu og
starvsfólk.
Ikki var tað nekur lett
uppgáva, tá tey settu sær
fyri — fyri nøkrum árum
síðani — at hesi fólk
skuldu sleppa at ferðast
og síggja sum mest av
vekru oyggjum okkara.
Tað hevdu ikki verið so
góðar umsteður at ferðast
í teirra yngri døgum. Nú
hava tit fleiri ferðir verið
nordanfjørås, og veit eg
við vissu, at búfólkini
hava verið ógvuliga glað
fyri hetta.
Fyri nøkrum árum síð-
ani vóru tit í Kirkjube, tá
segði Niclas Pedersen úr
Sandvík mær, at hetta var
fyrstu ferð, hann hevði
verið í Kirkjubø. Niclas
verður — um hann hevur
„lív og heilsuna til heystar
— 98 ár. Tað er ein fragd
at práta við hann og hoyra
hann greiða frá.
Tú hittir eisini ein
annan sera fryntliga og
fróðan mann Óla úr
Hvalba 88 ára gamlan.
Har er Olaus á Heyggi úr
Porkeri 89 ára gamal, eins
og ein kempa á at líta! Tað
var stuttligt at síggja
hesar 3 spáka sær úr
Útvarpshúsunum yvir til
grannan Norðurlandahús-
ið.
Tú hoyrir teir práta um
hesi prýðiligu húsini í
Havn. Tá tekur Óli til
orðanna og sigur: „Ja,
men okur eiga eitt so gott
og prýðiligt heim á Tver-
oyri — ellisheimið, sum er
ogra stoltleiki:«
Síðani spyr hann undir-
ritaðu: >Hoyr tú! Hevur
tú sæð skúlan og høllina í
Trongisvági? Har er so
vakurt, at eg við mínum
besta vilja ikki dugi at
skilja alla ta ljótu skriv-
ing, ið hevur verið. um
hesa hell. Skalt tú síggja
nakað vakurt og vælhild-
ið. skalt tú koma suður at
síggja høllina.«
So leggur hann aftrat
„Teir bygdu fyrst okum
gomlu eitt prýðiligt heim,
so bygdu teir ungdóm-
inum eina stásiliga hell —
og takk skulu teir eiga fyri
tað.“
Undirritaða vil hervið
veita starvsfólkunum eina
inniliga tekk fyri alt tað,
tit gera bæði dagliga og tá
onkur serlig tiltøk verða
gjørd. Marjun! Tað er
eyðsýnligt at búfólkini
seta stóran prís uppá tað,
tit gera — vit avvarandi
eru ikki minni takksom.
Mamma okkara, sum var
útslitin, hevur á ellsårum
fingið eitt so prýðiligt og
menniskjansligt umhvevi,
at tað tænir Suðuroynni
til stóran heiður, at hon og
oll tey, ið har búgva, fingu
lætt um í ellisárum, tá tær
likamligu kreftirnar gingu
undan.
Eg havi ell góð ysnkir
at bera starvsfólkunum nú
og í framtíðini. Eitt serligt
ynski havi eg, og tað er, at
tit fingu ein buss, sum var
egnaður til koyristólar —
ein við lyft —- soleiðis at
tit ikki skulu ovtaka
tykkum, tá koyristólfólk-
ini skulu lyftast úr og í.
Og tað er eisini nógv betri
fyri tey.
Øl góð ynski og takk
fyri ein ógloymandi dag
saman við tykkum.