hósdagur 7. juni 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Muller
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Torshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ungdómur
og arbeiði
TAÐ, AT SKAPA arbeiði til
allar hendur á sjógvi og
landi hevur altíð verið
aðalmálið hjá javnaðar-
flokkinum. Tá flokkurin
tók við politisku leiðsluni í
1959 var stórt arbeiðsloysi
á sjógvi og landi. Bæði
millum ung og eldri. Men
tað bar til at fáa øll aftur í
vinnu.
TEY SEINASTU árini hava
vit varnast eitt ávíst ar-
beiðsloysi, serstakliga
millum tey ungu. Í javnað-
arflokkinum hava vit um-
hugsað loysnir, sum hava
til endamáls at fáa tey
ungu arbeiðsleysu í vinnu,
heldur enn at veita ar-
beiðsloysisstuðul. Sam-
gonguflokkarnir — ser-
stakliga sambandsflokkur-
in — halda, »at den hellige
grav er vel forvaret« nú
hjålp eftir forsorgarlågini
eisini kann veitast til teirra,
sum ikki hava arbeidi.
HETTA HELDUR javnaðar-
flokkurin ikki vera nakra
góða og varandi loysn.
Sum nevnt, hevur javnað-
arflokkurin umhugsað
aðra loysn, ið kann fáa tey
arbeiðsleysu og serstak-
liga tey ungu arbeiðsleysu í
vinnu. Hetta er sjálvandi
tann besta loysnin og eisini
tann loysnin, sum tey, ið
standa við ongum arbeiði,
vildu verið fegnast um.
Í FARNU VIKU frættu vit,
at svenska javnaðarstjórn-
in júst hevur framt eina
skipan, ið hevur til enda-
máls at fáa tey ungu ar-
beiðsleysu í vinnu. Skip-
anin er so háttað, at
kommunurnar fáa pening
úr ríkiskassanum, sum tær
skulu gjalda ungum ar-
beidsleysum løn við. Fyri
hesa løn skulu ungdómar-
nir so arbeiða ávíst tímatal
hvønn dag í arbeiði, sum
kommunan fyriskipar.
SLÍKA SKIPAN áttu vit
eisini at roynt í Føroyum.
Tó eigur hetta at verða
gjørt á tílíkan hátt, at fólk
ikki verða tikin úr tí fram-
leiðsluskapandi vinnuni til
annað arbeiði, men soleið-
is, at kommunurnar fyri-
skipa eitt hvort arbeiði til
teirra, sum pláss ikki er fyri
á ødrum arbeiðsplássum.
TALAN KANN verða um
ruddingararbeiði. Um at
planta og annars at fruðka
úti í kommununum. Gera
spæliplåss o.s.fr. Hug-
skotini verða helst fleiri.
Spurningurin er um tað
fæst politiskur meiriluti
fyri at royna tílíka skipan
og hvussu stóra upphædd
kunnu vit semjast um at
nýta til endamálið.
ONGIN IVI ER um, at tað er
vert at royna slíka skipan,
heldur enn bert at vísa
teimum ungu arbeiðsleysu
til lógina um almenna
forsorg.
Heilsan til skálafóik
Í sambandi við legtings-
valið í heyst fari eg at
biðja tykkum minnast til,
at Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin í blødum
sínum driva fólkahatur
móti tí sovjetiska fólk-
inum og móti teimum sov-
jetisku sjómonnunum,
sum arbeiða á Skála.
Hesir flokkar vilja hava
tey sovjetisku skipini
burtur. Teir vilja ofra
tykkum og tykkara sters-
ta arbeiðspláss fyri polit-
iskan letuvinning í heyst.
Minnist til hetta, tá tit
seta krossin!
Um fólkahatur veit
tann nýggjasta segan at
siga okkum, at jedahatrið
hjá teimum týsku høgra-
kreftunum ferdi til, at
seks milliónir jedar fingu
ein ræðuliga deyða í
gasskømrunum.
Í samreðum við russ-
ararnar á Skála havi eg
fingið at vita um tann
blíðskap og ta virðing,
sum tit sýna teimum. Teir
hava eisini bara alt gott at
bera skálafólki. Sovorðið
gott samband semir seg
mentafólki.
Tann meinigi maðurin
kann ikki straffast fyri
tað, sum teir ráðandi gera.
Men vit kunnu øll royna
at arbeiða fyri friði og
vinalagi millum øll heims-
ins fólk.
Fólkahaturs-propag-
andan í Dagblaðnum og
Dimmalætting má for-
dømast, og hatursflokkar-
nir mugu fáa hóskandi
svar frá veljarunum í
heyst.
G.L.
Nr. 66 — 7. juni 1984
Dagbladid og sannleikin
Dagblaðið fyri 25/5 1984
skrivar um sabotering av
fólkatingsarbeiðinum og
umbooði fólkafloksins, og
leggur Dagblaðið og Óli
Breckmann tann feroyska
javnaðarflokkin undir
hetta.
Hetta er ov bíligt, tá ið
blaðið illgitir og sam-
stundis leggur floksskriv-
aran hjá konservativa
flokkinum undir at hava
sagt, at telefontræðrirnir
gleða ímillum Feroyar og
Danmark, fyri at fáa Ola
Breckmann i ta stødu, at
hann skal verða noyddur
at atkvøda fyri borgarligu
donsku stjórnini i Dan-
mark.
Fólkatingsumboð fólka-
floksins hevur longu víst
kulør og hevur greitt sagt
frá stødu síni. Hann fer at
stemma fyri donsku borg-
arligu stjórnini eins og
hann og fólkaflokkurin í
Feroyum hava hildið lívið
í einum doyggjandi borg-
arligum alternativi í Fer-
oyum.
Prisin her heima kenna
vit ikki enn, men sambært
Hilmar Kass verður hann
ikki bíligur.
Ti hevur henda skriving
Dagblaðsins bert eina
uppgávu: at fjala útyvir
orðloysingarpolitikk
fólkafloksins, í hesum
føri, sum í so mongum
eðrum.
Við fólkatingsvalið segði
allur fólkaflokkurin klárt
og týðiliga, at teir, um teir
fingu umboðan, ikki vildu
vera við at luttaka í
donskum politikki, teir
fóru ikki at styðja nakra
danska stjórn. Teir skuldu
vera tann føroyska redd-
in.
Skrivingin í Dagblaðn-
um hevur bert eitt enda-
mál. Nú atkvoðast skal í
fólkatinginum, má uppá
forhond fjalast útyvir orð-
loysingina hjá fólkaflokk-
inum og umboði hansara
Herheima kenna sunn-
bingar orðhildin fólka-
floksmanna
Tað at fólkaflokkurin
ikki hevur luttikið í
donskum politikki er bert
brúkandi undir valstríðn-
um.
Tað at teir ikki fóru at
lata við seg koma, hvat
danskir politikarar gjer-
du, tað er gloymt
Forfylgjan av danska
fólkafloksmanninum Óla
Breckmann er óneyðug, tí
hann hevur longu sjálvur
avdúkað seg, tá hann í
donsku pressuni og
danska sjónvarpinum
hevur sagt, at tað er hans-
ara og floksins heilaga
plikt at forfylgja annar
leiðis hugsandi
Mær tykist at beinleiðis
ósannleiki ikki nýtist i
hesum tjaki. Fólkaflokk-
urin og Óli Breckmann
hava longu markerað seg
við-
merkingar
á ein slíkan hátt, at sjálvt
fólkafloksveljarar = mugu
øtast.
Í navni Guðs, sigur
hann seg vilja berja niður
sosialismuna. Lítið hevur
árinið frá fundum hansara
við „Kristus er svarið“
verið, har hann sambært
donsku bleðini eisini vísti
seg. Kanska tað var bert
fyri atkveður.
Ein av grundsetning-
unum i religiónini er >Tú
má ikki bera rangan vitn-
isburd«.
Hetta hevur fólkaflokk-
uin og umboð hansara
gloymt.
Ti tykist, at hesar
grundreglur eisini mugu
vera galdandi í ti politiska
lívinum.
Gallaríspæl Dagblads-
ins frítekur ikki Óla
Breckmann í tí hann
hevur gjørt og í ti hann
hevur sagt, og framvegis
fer at gera.
At siga eitt vid velj-
ararnar og aftanå valid at
gera beint ímóti ti, hann
er valdur uppá
Men hetta er jú fólka-
flokspolitikkur.
Sverre Midjord
Må eg spyrja?
Er Sosialurin vorðin so
elendigur, at ongin har
torir at siggja og at siga.
hvat stóð aftan fyri
skriving borgarapress-
unnar um russararnar í
Hoyvík og hver. id fær
gagn av hesum. Ella eru
Javnaðarflokkurin og Sos-
ialurin farin so langt til
høgru, at blaðið simpelt-
hen noktar at vera mál-
gagn fyri vinstra vend
fólk og fyri hugsjónum,
tey bera.
Var tað í veruleikanum
ikki nekur huldi sega?
. Segan handladi als ikki
um nakrar mishandlaðar
russarar ella um ein meira
ella minni kendan fer-
oyskan kommunist mis-
tonktan fyri njósning. Eg
haldi heldur, at hon
handlaði um ein hegra
minniluta, ið um aftur og
við sama lag fremur tað
virksemi at hótta feroy-
ingar við russiskari inva-
sion, at peika á og spilla
út alment eitt og hvert
fólk, ið er samfelagstil-
vitandi, ið ynskir eina
betri verð ella roynir at
vísa á, at mannarættindir
eru ikki vird, og at
stempla við lýsingarorð-
inum »reytt«, tey sum
tora at siga at tey eru
sosialistar, kommunistar,
frítonkjarar ella bara
vinstra venlig
Og hver fær gagn av
hesum hatri? Hver stend-
ur aftan fyri hetta virk-
semi?
Politiið kanska, við
Regin og onnur?. »—
Politiet har mange andre
opgaver, men der kan ikke
være tvivl om, at den
politiske opgave er den
vigtigste.« segði Ritt
Bjerregaard. Sjálvfylgi-
liga hava summir politist-
ar altið verið grammir eft-
ir meira makt og ynskt at
breidka teirra arbeidsøki
yvir á tað politiska ekið.
Tað er klárt at ein politi-
statur av mið-amerik-
ansku typuni hevði verið
gagnligur fyri nógvar av
teimum.
Man herurin ikki standa
aftan fyri eisini? Her, í
Feroyum, sum eitt spek-
ilsi í Mjørkadali, NATO,
trongir jú til at grundgeva
sina hjåveru. Teir vilja fåa
føroyingar at trúgva, at
teir hava part i konfliktini
millum stórveldini. (USA
og Sovjetsamveldið kun-
du saktaris barst við Ber-
ingssundið, um tey endi-
liga skuldu, har ið tey
hava felags mark). NATO
kann bara hava fyrimunir
av at halda fólkinum í
»reydu-rædslu« og soleiðis
krógva ta beru imperial-
istisku grundina til at
krøkja seg fast her (og i
Europa)
Hvat so við »kapital-
istum<, eigarum og leið-
arum av fyritøkum, virkj-
um, bankum og ødrum
Teir skulu ju verja sini
privilegium. Teir hava
kanska sterstu fyrimunir
burtur úr hesari kommun-
ismu-ræðsluni. Kemur so
ein at nevna ójavna í ogn
ella í rættindum, roynir
ein at beta uppá lógina, ið
skapar klassamunin í
rættinum, rópa teir at tað
er ein skandala og at
kommunisman hóttir.
Teir samanlíkna sovjet-
samveldið og stýrisskip-
anina, ið er har, við alt ið
eitur ella líkist javnaði ella
arbeidararørslu í Feroy-
um. So hótta teir við at
búskapur og demokrati
fara um koll. Tað er eitt
alt for nemt og naivt argu-
ment og eit: farligt amboð
í hondum teirra, ið bara
kunnu fera landið til tess,
teir hótta okkum við.
Eigur Sosialurin ikki at
vísa á hesa ótoluligu total-
itarismu og rasismu?
Hvat bíða tit eftir?, at
ný-nazistar ella fascistar
fara til verka við terror-