Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 67 — 9. juni 1984 Kirkjan er úr viði innan. Hesin er lutaður eins og gólvini. Urgan er úr gomlu kirkjuni. Tað er kirkju- klakkan, ið nú ringir automatiskt, eisini. Hugsað er um tey, sum ikki hoyra væl. Í kirkj- uni er útbúnaður, ið ger, at fólk við hoyritólum hoyra væl, og fólk, sum ikki hoyra væl, hava møguleika at fáa sær eitt lítið tól inn í kirkjuna við, sum styrkir ljóðið. Hesin útbúnaður er sjáldsamur í Foroyum. Hon er vekur og hugtak- andi. Bæði innan og uttan — har hon stendur Á Heyggi, kritahvít á fer- oyskari grótlaðing. Innan andar hon av frískum, ný- vaskaðum viði — er ljós og einfald. Í morgin skal nýggja kirkjan í Fuglafirði víðast. Seinastu dagarnar er stórt arbeiði lagt í at gera alt liðugt og annars at fyri- reika henda hátíðardagin í Fuglafirði og hjá feroysk- um kirkjufólki yvirhevur. Tá Sosialurin vitjaði í Fuglafirði í vikuni laðaðu grótmenninir síðstu kant- arnar uttanfyri. El-menn- inir settur upp útiljós. Inni smíðaðu timburmenn seinastu listarnar og snikkarar festu vekru kirkjubeinkirnar -— - Elektrikkarar seta útiljós upp Nú kirkjan er liðug kostar hon umleið 7 mill. kr. Hon tekur 400 fólk í sjálvum skipinum. Eini hundrað kunnu sita í síðurúminum, ið er ætlað konfirmantum, tá teir ganga til. Harafturat kunnu stólar setast inn, so ialt verður pláss fyri 700 fólkum. Á sama stað Tankin at byggja eina nýggja kirkju í Fuglafirði er eini 15— 20 ára gamal. I fleiri ár er peningur savn- aður saman. Og fyri tveimum trimum árum síðani varð gamla kirkjan rivin niður. Tann nýggja kirkjan stendur á sama stað sum tann gamla kirkjan tíðindablaðið Vekur takandi. Orð og myndir Johann Mortensen Gamla kirkjan varð vygd í 1871. Hon var bæði ov lítil og í ringum standi. Hon var laðað úr gróti og pussað. Í fjørutunum varð bygt upp í hana og nýtt torn varð sett á. Føroyskt handverk Nýggja kirkjan, sum danski kirkju-arkitekturin Holger Jensen hevur teknað, er bygd av før- oyingum — meginpartur- in fuglfirðingar. Sveinbjørn á Horni hevur staðið fyri betong-, timbur- og kloakkarbeiðn- um. Snikkaravirkið á Kamsdali hevur gjert snikkararbeiðið. Tað fevn- ir millum um kirkjustól- arnar, ið eru góðir at sita 1 El-arbeiðið hava Poul J. Hansen og Johan Gaard gjørt. eee ) 44 AM MA. {it NI ÁN AN VYVS-arbeiðið hevur Gordon Petersen gjert. Múraraarbeiðið hevur Jørgen Kyster gjørt. Tað hevur m. a. verið at leggja føroyskt grót uppi við alt- arið og í gongini. Málaraarbeiðið hevur Jákup P. Joensen gjert. Niðanfyri kirkjuna og niðan við henni er stór grótlaðing. Hana hevur Adrian í Homrum saman við tveimum eðrum koll- firðingum gjert. Byggiharrin sjálvur, bygginevndin, hevur havt eftirlit og tað figgjarliga um hendi. Formaðurin í bygginevndini, Pætur Joensen, kommunuverk- frødingur i Fuglafirði, hevur havt dagliga eftir- litið, meðan Kristin Poul- sen hevur havt við alt tað fíggjarliga at gera. Hinir limirnir í byggi- nevndini eru Signar Han- sen, Egil Toftegaard og Dánjal Petur Eliassen. Eingin altartalva er í nýggju kirkjuni. Úr loftinum hongur ein krossur úr viði við gyllingum á. A bróstinum er ein sjeyarmaður ljósastaki. Hann sæst næstan ikki. Altarsilvurið er nýtt. Danski gullsmiðurin Bent Exner hevur gjørt tað Tvær milliónir í láni Tá kirkjan er liðug, fer kostnaðurin at liggja um sjey mill. kr. Ein triðingur av 6,4 mill. kr. er fingin sum studningur úr kirkju- grunninum. Feroya Sjóvátrygging hevur latið hálvaaðru million í láni, meðan Feroya Sparikassi hevur latið eina hálva. Restin er eginpeningur og gávur. M.a. hevur Í /F Havsbrún og A. P. Møller latið hver sínar 100.000 kr. Ur kongaligum grunn- um eru 30.000 kr. fingnar. Eginpeningur er fingin við innsavnan, burtur- luting og líknandi tiltøk- um. Við tað at tvey tey seinastu gjeldini av studninginum enn ikki eru fallin til gjaldingar, hevur Grótmenn laða seinastu kantarnar bygginevndin lænt hesi, 700.000 kr. i alt, úr Føroya Banka. Keypmannahavnar bispur til stadar Biskupurin fyri Keyp- mannahavnar bispadømi, Ole Bertelsen, verður við til kirkjuvigsluna i morg- in, eins og sóknarprestur- in, Torkil Beder og Eivind Vilhelm, varabispur, sum skal viga kirkjuna. Í samband við vígsluna hevur danska tónaskaldið, John Hejbye, gjert lag til eina kantatu, ið Alexand- er Kristiansen hevur yrkt. Hon skal framferast í nýggju kirkjuni í morg- in, hvítusunnudag, kl. fimm. Tónaskaldið skal sjálvur stjórna sangkórin- um í Fuglafirði. jo-mo