leygardagur 9. juni 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Landskappingin í fótbólti:
Seinasta umfar áðrenn
summarsteðgin
Sjeynda umfar av landskappingini í teimum trimum
fremstu deildunum verður spælt hetta vikuskiftið.
Åhugaverdasti dysturin er uttan iva »toppdysturin« i
Fuglafirði millum oddaliðini í 2. deild.
Sjeynda umfar í fótbólts-
landskappingini hjá teim-
um trimum fremstu deild-
unum verður spælt í dag.
Hetta er samstundis sein-
asta umfar áðrenn summ-
arsteðgin — seinasta um-
far av várhálvuni. Aftaná
hetta verða eingir lands-
kappingardystir aftur fyrr
enn í august mánað — ov
langur steðgur vilja mong
vera við.
Í sætta umfari var mest
snennandi dysturin mill-
um oddaliðini í 1. deild,
B68 og HB, og varð úr-
slitið jú, at B68 vann og
tryggjaði sær oddasessin
aftur.
Í hesum
stærsti
umfari er
spenningurin
Framhald av síðu 8
hildnir.
Orsakirnar til, at fólk
vendu sær móti ætlanini
vóru fleiri. M.a. tí at fleiri
urtagarðar við gomlum
treðum, einir niggju í tali,
partvíst rúka. Harafturat
vóru fleiri ímóti at leggja
eina hevuðsferðsluæðr
gjøgnum bygdina sum
framhald av landsvegi.
Íalt skal takast av 27
matrikkulnummurum.
Ætlanin at breiðka nið-
ara vegin í Fuglafirði er
sambært byggisamtykt-
ini, bygdarráðið lat gera í
1976 og sum landsstýrið
góðkendi í 1978. Seinri er
so eitt serstakt vega-
projekt gjørt.
Endaligu samtyktina
gjørdi ein stórur meiriluti í
bygdarráðnum seinasta
summar. Men klagur
komu inn um avgerðina og
málið endaði í landsstýr-
inum.
Skrivarin hjá Fugla-
fjarðar kommunu, Jákup
Frants Larsen, sigur, at
enn ber ikki til at siga, um
bygdarráðið fer at góð-
taka metingina
Hann upplýsir at
væntandi skuldi figgjar
nevndin halda fund um
metingina í hesi vikuni,
meðan tekniska nevndin
skal viðgera málið mána-
kveldið, soleiðis at bygd-
arráðið eftir ætlan kann
avgreiða málið um at
fremja vegagerðina týs-
kveldið í næstu viku.
jo-mo
knýttur at dysti í 2. deild
— at dystinum í Fugla-
firði í dag. Har hittast
oddaliðini bæði, ÍF og
Royn, og kann úrslitið av
dystinum meguliga geva
eina ábending um hvert
av hesum báðum liðum
man fara at vinna deildina
tá avtornar, tí lítið man
vera at ivast í, at annað av
hesum verður at tryggjað
sær uppflytan til 1. deild.
Í fjør dystaðust hesi
bæði liðini eisini um upp-
flytingina, men við kapp-
ingarárslok hevði NSI
»snytt« bæði fuglfirðingar
og hvalbingar og lagt seg
á odda.
Í ár verður neyvan
nakað lið at troðka seg
fram um ÍF og Royn.
Bæði liðini eru kend fyri
málsókna spæl teirra —
hava ávíkavist skotið 21
og 17 mál higartil — so
roknast kann við, at vit
áskoðarar fáa ein spenn-
andi dyst at síggja har
ferð er á álopsspælinum
allan dystin. Sum er, hava
bæði liðini tapt hver sítt
stig í seks dystum og hava
bæði víst seg at klára seg
eins væl á úti- sum heima-
velli, og er tí ongin
meguleiki fyri at skíra
nakað lið sum »favoritt«
at vinna. Dysturin er sera
»opin«, men eitt er givið:
Hann hevur allar fyri-
treytir fyri at gerast
spennandi og undirhald-
andi.
Meðan ÍF og Royn
liggja og kappast um upp-
flytingina, so liggur Fram
í hinum endanum av
deildini og berjist fyri at
sleppa undan niðurflyting
— sjálvt um hetta tykist
at vera hart stríð. Sum er
hevur Fram enn einki stig
tryggjað sær í ár og liggur
púra einsamalt í botnin-
um. Hetta vikuskiftið skal
Fram spæla móti MB, ið
liggur næstaftast, men tó
hevur tryggjað sær fýra
stig fýra fleiri enn
Fram. Fær Fram ikki
fyrstu stig síni í hesum
leikumfari, man lítið vera
at ivast í, at ikki slepst
undan niðurflyting.
Oddaliðið í 1. deild,
B68, skal eisini royna seg í
dag. Teir skulu á vellinum
í Leirvík hitta LÍF, ið
liggur næstaftast við
trimum stigum — sama
sum niðasta liðið B36 —
og tí uttan iva vil stríðast
av allari megi fyri at fáa
bæði stigini. Tey eru jú
eins týdingarmikil fyri
bæði liðini.
Um ein hevur steðuna í
huga, so má roknast við at
B68 vinnur, men tá dyst-
urin jú eisini er sokallað
»lokaluppgerå«, er torført
at spáa nakað um úrslitið
frammanundan.
Á vellinum í Getu skal
niðast stadda liðið, B36,
royna seg annan hvítu-
sunnudag. Ikki fyrr enn í
sætta umfari eydnaðist
B36 at fáa fyrsta sigur sín
í ár — og tað við tógvi
strið — so í morgin fæst
at vita, um hetta verður
ein »einsamøll svala«,
sum danir siga, ella um
B36 er við at fáa skil á leik
sín, såleidis at liðið klárar
at spæla veruligan fótbólt
í 90 min. og ikki bert
partar av einum dysti.
Í øllum førum verður
torført hjá B36 at fáa bæði
stigini í dysti móti kviku
GÍ'arunum, ið eisini hava
brúk fyri teimum fyri at
leggja sjógv millum seg
og niðurflytingarplássið.
Í Havn verður dystur
millum HB og NSÍ, og má
roknast við, at HB vinnur
dystin — sjálvt um NSÍ
hevur staðið seg avbera
væl í kappingini higartil.
Men HB hevur seinastu
tíðina spæit nakrar venj-
ingardystir, ið benda á, at
unga HB-liðið veruliga
hevur fingið skil á spæl
sítt.
Á Sevmýru á Tveroyri
verður dystur millum TB
og KÍ. Sum hesi bæði lið
hava roynst higartil í ár
ber ikki til at siga nakað
um dystin frammanund-
an. Í einstøkum dystum
hava bæði liðini spælt av-
bera góðan fótbólt, meðan
tey hava roynst vánalig í
eðrum, og tá ein sam-
stundis hevur í huga, at
KÍ-liðið mangan hevur
roynst avbera væl júst á
vellinum á Sevmýru, ber
ikki so væl til at tosa um
heimavallarfyrimun.
Hava bæði liðini ein
„góðan dag«, so kunnu á-
skoðararnir gleða seg til at
síggja veruliga góðan fót-
bóltsleik.
Fyri viku síðani legði
VB seg trygt á odda í 3.
deild. Liðið er málsóknast
av ellum teimum 24, ið
kappast í trimum teimum
fremstu deildunum, og
hevur prógvað, m.a. í
kappingini um Ísafjarðar-
súluna, at tað stendur seg
væl í dystum móti liðum
frá báðum teimum ovaru
deildunum, so lítið man
vera at ivast i, at VB
vinnur dystin heima á
Sandi móti B71 og sostatt
varðveitir oddasessin.
HB og B36 hava skifti-
vis verið á odda í 3. deild,
og hetta vikuskiftið hitt-
ast bæði liðini. Hesin
dystur kann koma at hava
stóran týdning fyri um
nakað av teimum báðum
framvegis megnar at vera
við í kappingini við VB.
Á Tveroyri verður dyst-
ur millum TB og KI.
Steðan hjá TB er eins
torfør og tann hjá Fram i
2. deild. TB hevur enn
einki stig fingið, og vinnur
liðið ikki systin í dag, so
má TB rokna við at hava
enn eitt lið í 4. deild
komandi leikár. Og spælir
liðið á sama hátt sum í
teimum seks undanfarnu
leikumferunum, so tapir
tað.
Fótbóltsskráin
9. juni:
1. deild
LIF — B68
2. deild
EB — B68
B71—VB
TB—KI
HB — B36
4. deild
B36a—TB
Royn—VB
Sumba— HB
ABa—SI
B36b—SIF
Streym a—MB
Streym b—KlIb
EB—IFb
ABb—GI
IFa— B68
Kla—LIF
SB—NSI
Dreingjadeildin
B68—VB
HBa—TB
HBb—GI
IF—Kla
B71 — Skála
MB — Streymur
NSI — SÍ
Smádreingjadeildin
AB—VB
HBa— B36a
Kla— B36b
HBb—NSIa
HBb—NSIa
HBc—GI
ÍF —KIÍb
NSÍb— Skála
MB — Streymur
SB—SI
B68—SIF
Piltadeildin
VB—TBb
Royn—Sumba
B36a—HBa
Fram—Kla
B68—B71
GI —IFa
B36b—KIb
NSI—AB
MB—-EB
SI—SIF
SÍF — HBc
Smápiltadeildin
VBa—TBb
VBb—TBa
AÍ-—MBa
SIF—MBb
HBa—IFa
Fram—NSÍa
B36a— HBb
HBc—Kla
B36b—GIa
Tit ringja
IFb—KIb
GIb—NSIb
Streymur—LIF
11. juni:
1. deild
TB—KI
HB—NSI
GÍ — B36
2. deild
MB — Fram
Unglingadeildin
NSI —IF
B68 — HB
TB — B36
VB—AB
Dreingjadeildin
IF — Skála
GI —HBb
NSI —MB
SÍF —KÍb
Smádreingjadeildin
VB—AB
Piltadeildin
B71 — B36a
HBc—LÍF
13. juni:
4. deild
SÍF — Fram
SÍ — B36b
MB—ABa
IFb— Skála
KÍb—EB
GIb—Streym b
LIF—Gla
B68— Kla
NSI—IFa
Kvinnur 17 år og eldri
Bólkur A:
9. juni
Sumba—TB
VB— B36
B71—NSI
Bólkur B
KI—IF
EB—LIF
MB—SIF
GI — B68
Gentur, 12—17 år
Bólkur A:
HBb—AB
VB — B36
B71—NSIb
Bolkur B:
KI — IF
EB—LIF
MB—SIF
GI —NSfla
— vit skriva
p,— — Ve telefon
EN 11820