leygardagur 9. juni 1984síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 9. juni 1984
Ds
jettiskir sjómenn á Skála !
Vit ynskja
gott samstarv
við føroyingar
— Vit høvdu verið fegnir, um fleiri føroyingar vitjadu um borð
á okkara skipum á Skála, og um vit kundu komið meira í sam-
band við føroyingar og tykkara mentanar- og frítíðarvirksemi
á landi, siga sovjettiskir sjómenn um borð á einum trolara, ið
verður umvældur á Skála.
Skiparin á Grumant, Alexander Korsjonov, sigur soleiðis
við Sosialin um umvælingarnar 0. a.:
Flestum kunnugt er ein
såttmåli gjørdur millum
sovjettisk reidari og Skála
Skipasmiðju um at um-
væla sovjettisk skip. Í
hesum sáttmála er ná-
greiniliga ásett, at ein
partur av arbeiðinum skal
gerast av føroyingum og
ein partur av tí sovj-
ettisku manningini, sum
fylgir við skipunum.
— Hvat verður gjert
við skipini?
— Tað eru neyðugar
umvælingar, sum skulu
gerast av og á, sum verða
gjerdar umborð. Slíkar
tekniskar umvælingar,
sum vit ikki eru ferir fyri
at gera, verða gjerdar av
serkenum her á Skála.
Feroyingar umvæla m.a.
motorarnar, men vit mála,
skava rust 0.1.
Vidari sigur hann, at
fyri at kunna gera sovjett-
iska partin av arbeiðinum
hava teir eina fasta mann-
ing å Skåla, sum fevnir
um 52 mans. Reiðaríið
hann kemur frá umvælir 6
skip á Skála í ár av umleið
15—20, ið fara at koma
uppá tal, tá avtornar.
— Hvaðani koma skip-
ini?
— Tey koma beinleiðis
av einum túri og inn á
Skála. Tann manningin,
sum hevur verið við, fer
av, og fer heim til Mur-
mansk ct hvíla seg, meðan
umvælingarmanningin
tekur við umborð. Tá so
umvælingin er liðug, kem-
ur rætta manningin aftur
og tekur yvir skipið.
Skinið fer tá beinleiðis á
nýggjan fiskitúr.
Umvælingarmanningin
fer tá í gongd við næsta
skipið.
— Tað er ymiskt. Vit
komu her í februar og fara
avstaðaftur í juni, t.v.s.
vit eru her í umleið 4—5
mánaðir.
Teir verða so skiftir út av
og á.
Tá vit vóru á Skála vóru
tvær umvælingarmann-
ingar har, ein umborð á
einum skipi frá Murmansk
og hin umborð á einum
minni trolara úr Arkang-
elsk.
Loysti tað seg ikki,
so umvældu vit
heldur ikki her
Vit spurdu eisini skipar-
an, um hann heldur nakað
legið er í hesum at koma
heilt til Feroya at umvæla
slík skip, tá russar jú
sjálvir hava nógvar skipa-
smiðjur!
Til tað svarar hann, at
loysti tað seg ikki at gera
umvælingararbeiðini i
Føroyum, so høvdu teir
heldur ikki umvælt skipini
her. — Men tit liggja å
okkara siglingarleið og vit
meta at tað er passandi at
fara inn í Feroyum á
vegnum at umvæla skip-
ini. Skip okkara fiska
bæði í Atlantshavinum og
í Barentshavinum.
Grumant, sum vit vóru
umborð á er bygt í Dan-
mark. Tað var tað fyrsta
av nógvum skipum, sum
vórðu bygd hjá Burmeist-
er á Wain fyri 20 árum
síðani. Russar eru sera
væl negdir við hesi skip-
ini.
— Tað er eisini greitt,
at ein stórur partur av
teknisku útgerð okkara,
sigur skiparin, er donsk.
Vit hava sum so ikki
eykalutir og meguleikar
til at rekja hesa útgerðina
so væl í Sovjetsamveldin-
um sum her í konga-
ríkinum. Tað er serliga ein
spurningur um eykalutir,
nú vit liggja í Feroyum.
Her eru als eingir trupul-
leikar við at fáa teir neyð-
ugu eykalutirnar og aðra
røkt, sum henda útgerð
okkara krevur.
— Men hví íkki fara til
Danmarkar við skipunum.
— Har hava teir stórar
skipasmiðjur, sum hava
sterri og eðrvísi orku enn
tit i Føroyum. Eg rokni
ikki vid at hesi umvæling-
ararbeidini eins væl kundu
verðið gjørd har.
Ti halda vit, at i ti liki
og tann mun, sum hesar
umvælingar eru, so verða
tær best gjerdar á eini
slíkari skipasmiðju sum
henni á Skála.
— Hvat siga tey sovj-
Nakað av skriving — serstakliga dulnevndum lesarabrevum — um
sovjettisku skipaumvælingarnar á Skála, hevur verið at sæð í føroysku
bleðunum í seinastuni. Her verður gitt og illgitt um líkt og ólíkt.
Men hví eru hesi sovjettisku skipini í veruleikanum á Skála? Hver
hevur biðið um at fáa tey higar! Hvaðani koma skipini, og hvat verður
umvælt! Hví verða tey ikki umvæld í Sovjettsamveldinum! Hví ganga
fremmandu sjómenninir í bólki! Er talan um njósnaraskip! Um pro-
fessionellar sovjettiskar njósnarar!
Og hvat halda sovjettisku sjómenninir sjálvir um feroyingar! Um
okkara gestablídni, um feroyska fiskimannin, um okkara fiskiflota og
taðteroyska tógvið!!!!
Hetta eru nakrir av teimum spurningunum, sum vit settu sovjettisku
sjómonnunum, tá Sosialurin vitjaði um borð á trolaranum Grumant úr
Murmansk í farnu viku. -
Vit tosaðu við tann 38 ára gamla skiparan á Grumant, Alexander
Korsjonov.
Orð og myndir: Jan Miiller
ettisku reiðaríini, sum
hava fingið skip síni um-
væld í Feroyum, um tað
arbeiðið, sum er gjert tey
seinastu árini?
— Vit hava higartil ikki
havt nakað punkt at
grenja okkum um yvir fyri
Skála Skipasmiðju. Vit
hava verið væl negdir við
tað arbeiðið, sum er gjert
higartil.
Umvælingarnar hava
høgan kvalitet og øll
arbeiði verða gjørd til av-
talaða tið. So bæði eg sum
skipari og leiðslan í
okkara reidarii eru negd
við arbeiðið, sum verður
gjert í Feroyum.
— Hvussu trívast tit í
Føroyum?
— Eg må siga, at vit
kenna okkum væl, hóast
at tað hesa seinastu tíðina
hava verið nakrar keðilig-
ar hendingar.
Um lívið umborð sigur
skiparin víðari, at tað
kann gerast nakað eins-
ligt, tí teir koma bert fáa
staðni.
— Men hverjar hend-
ingar hava tit verið fyri í
seinastuni?
— Vit hava verið fyri
ljótum hendingum frá
fólki, sum ikki búgva her
á Skála, men sum eru
komin higar. Eg má enn
einaferð undirstrika, at
tað eru ikki fólk av Skála.
Skiparin á Grumant, Alexander Korsjunov, er 38 ára
gamal, giftur og hevur tvey bern
Skiparin leggur aftrat,
at tað eru fólk, sum koma
í bili og tey hava fingið ov
nógv at drekka.
Ein slík hending, sum
skiparin her sipar til, fór
fram á Skálafjarðarstevnu
herfyri. Nekur ung, sum
hevdu drukkið, komu
oman til bryggjuna, har
ein minni sovjettiskur
trolari lá og tey grýttu
trolaran undir í tómum øl-
fløskum.
— Halda tit, at hetta
bert eru tilvildarligar
fullamannagerðir, ella
kenna tit tað sum um, at
slíkar hendingar eru fyri-
skipaðar av ávísum fólk-
um?
— Talan er helst um
fullar unglingar, sum ikki
rættiliga hugsa um, hvat
teir gera. Eg sjálvur havi
ikki varhugan av, at ung
dómurin í Feroyum hevur
nakrar agressivar kenslur
ímóti okkum russum. Vit
vita, at hesin ungdómur
fyri tað fyrsta ikki kennir
russar, og fyri tað næsta
tí heldur ikki hevur nakra
grund til slíkar kenslur.
Skiparin leggur aftrat,
at russar, sum hava verið í
Feroyum, undrast á, at
her er brennivínsforboð
galdandi. — Vit hava sæð
so nógv full ungfólk, og
vit undrast á tað.
Unglingar klæddir
sum politi bóðu
um vodka
Vit spurdu skiparan, um
tað hava verið aðrar
keðiligar hendingar í sein-
astuni. Hann svarar:
— Nakað herfyri komu
tveir unglingar umborð,
sum vóru ílatnir sum leg-
reglumenn (hetta vóru
ikki teir somu, sum vóru í
sjónvarpinum). Teir
hevdu barnapistólar og
kravdu at fáa vodka.
— Fingu teir tað?
— Nei, teir fingu einki.
— Eru tað slíkar hend-
ingar, sum hava gjert, at
tit taka landgongina upp
um nåttina?
Tað er ongastaðni
siður at gera hetta, og vit
hava heldur ikki gjert tað
fyrr. Men nú í seinastuni
hava vit kortini verið
noyddir til at gera tað fyri
at fáa frið.
Vit spurdu síðani skip-
aran, um hann hevur
nakran varhuga av, at
fólk gera seg inn á russar,
tí ávís bleð hava skrivað
niðursetandi um teir.