Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Óli Zachariassen, stjóri á Skála Skipasmiðju: Vit hava sjalvir biðið teir koma — og eg meti sáttmálan at vera góðan fyri skipasmiðjuna Framhald av síðu 13 hoyrt nakað um. Bera tit ótta fyri slíkum, so er jú einki annað at gera enn at kanna skipini. Keypa føroyskt tógv Hvat viðvíkir len so hevur hver matrósur rætt til at fáa 22,5 % av síni løn eyka fyri at vera her og útgold- ið. meðan hann er í Feroyum og brúka tað her. Hann kann eisini goyma tað til næstu havn. Hann kann eisini taka hesar pengarnar við heim og har fara í serligar handlar at keypa fyri. Vit spurdu eisini, hvat russar halda um prísirnir í Feroyum. Til tað sigur hann, at nógvar verur eru dýrari her enn í eðrum havnum. Kanska hetta skyldast flutningsútreiðs- lum. Tí er ein maður her um- borð noyddur til at húsast væl við pengunum, og finna fram til, hvat hann skal keypa í Feroyum. — Men keypa tit nógv í Feroyum? — Okkara fiskimenn dáma væl at keypa fer- oyskt tógv. Tit hava sera gott tógv og vit hava eisini = keypt nógvar troyggjur. Har haldi eg, at tykkara prísir eru rættiliga lágir. Tað vísir seg at hava % verið til stóra lukku heima at koma við hesum fer- oyska tógvinum og tá vit kunnu fáa slíkt, so spara vit ikki peningin. — Hvat er serliga gott við feroyska tógvinum. — Vit hava lagt til merki, at góðskan er sera heg. Serliga hvat viðvíkir tí at vísa vatn frá sær. Tað feroyska tógvið er eisini sera heitt at hava á sær tá tað er kalt. Russar eru eisini fegnir um at keypa barnaklæði úr ull og eðrum náttúlig- um tilfari. Hetta dámar teimum sera væl og keypa tað tí fegnir, hóast prís- irnir av og á eru í hægra lagi. — Vit gjalda fegnir nakrar krónur eyka fyri góðsku. Vit spurdu eisini skip- aran, hvat hann heldur um sáttmálan millum Skála Skipasmiðju og sovjettisk reidariir. — Eg haldi, at loysti hetta seg ikki hjá Skála Skipasmiðju, so hevði hon helst ikki gjert hetta arbeiði. Eg haldi eisini, at altíð tá tveir partar gera eina avtalu, so verður hon gjørd, ti at báðir partar halda seg fáa nakað burturúr. — Eiga vit at endur- nýggja og møguliga víðka um sáttmálan? — Eg haldi tað er beint, at vit halda fram við Um meguleiki er at ekja aðrar skipasmiðjur kundu gjert tað má vera ein spurningur sum báðir partar mugu taka stæðu til. — Hvat halda tit um føroyingar sum fiski- vinnutjóð? — Tit eru góðir fiski- menn. — Og fiskiflotin? — Eg havi t.d. sæð Reynsatind. Hetta er eitt nútímans skip, stórt og hevur hegan kapacitet og eg havi varhugan av, at hett er eitt sera gott skip. Skiparin heldur annars, at fiskivinnusamarbeiðið millum Sovjet og Feroyar er hent fyri báðar partar og heldur fyri, at eitt slíkt samarbeiði kann meguliga vidkast. Vit eru altíð fegnir um,. at handla við aðrar um felags mál, og vit vilja samhandla við øll lond uttan mun til, hverja politiska skipan tey hava. Tað er okkara støda og tí gera vit sáttmálar við lond, sum gagna báðum pertum. Vit eiga at byggja upp eitt samarbeiði í einum skilagóðum karmi, har báðir partar hava álit á hverjum eðrum, um eitt nú, at vit fiska tað vit hava loyvi til og ikki meira. Reynsatindur — fram úr gott skip — Sovjettisk skip hava annars verið legd undir at ovfiska fiskastovnar ymsa staðni! — Eftir mínum tykki er tað ikki rætt. Eg haldi hatta er ein propagnda, sum m. a. varð brúkt til at fáa framt 200 fjórðinga fiskimark. Vit fiska ong- antíð meira enn tær kvotur vit hava fingið loyvi til. T.d. tá okkara fiskiskip fiska við canad- isku ella peruviansku strendurnar, so eru umboð fyri myndugleikarnar um- borð á ellum skipunum. Hvat viðvíkir svart- kjaftinum á føroyskum eki, sum russar gera til matveru sigar skiparin, at tað ræður sjálvandi um at fáa sum mest burtur úr og tá talan er um slíkar av- markaðar negdir, so er rætt at fáa sum mest burtur úr t.v.s. at gera ymsan góðan mat burtur úr heldur enn at lata tað fara til mjøl. Hann leggur aftrat: — Vit hava sum sagt verið umborð á Reynsa- tindi og vóru vit ovfarnir at síggja, hvussu væl hann er útgjerdur. Hetta er nakað tað besta vit hava sæð av svartkjafta- virking. Vit vilja fegnir læra av feroyingum, har vit síggja, at tað er teknikkur á hægsta stigi. Eisini eru russar ovfarnir av teirri góðu trolútgerðini og teimum góðu spelunum umborð á Reynsatindi. Teir halda eisini, at tað er skilagott at gera slíka iløgu. — Hvørja meting hava tit av svartkjaftastovn- inum? — Sambært norskum visindamonnum, so er svartkjafturin í góðum standi. Tað er Skála Skipa- smiðja, sum sjálv hevur tikið stig til at fáa sovj- ettisk skip til umvælingar á Skála sigur stjórin har, Óli Zachariassen. Hann vísir á, at slík avtala eisini hevur samband við tær fiskivinnuavtalur, sum eru gjørdar millum Før- oyar og Sovjetsamveldið. 1 Skála Oli Zacl ariassen VISIT a at teir hevdu samráðingar við russar í 1980 og gjørdu tå av at gera eina roynd fyri fyrst við tveimum skipa- umvælingum galdandi fyri 1981, fyri at síggja. hvussu tað riggaði. Niðursteðan varð tann, at ein avtala varð gjørd fyri 1982 uppá 6 skip. So var aftur samráðst fyri 1983 og tá komu 12 skip. Samráðingarnar millum Skála Skipasmiðju og um- boð fyri sovjettisk reidari góvu sama úrslit fyri 1984, t.v.s. íalt 12 skip. Tó rokna teir við umleið 15 til 20 skipum, tá avtornar. Uppi í eru so eisini skip. sum royna undir Feroyum og javnan skulu hava gjørd umvæl- ingararbeidi. Sami såttmåli fyri 1985 — Hendir einki vanligt, so er møguleiki fyri, at vit endurnyggja avtaluna at galda fyri 1985 eisini, sigur Óli Zachariassen. Uppá fyrispurning, sum teir ikki eru ferir fyri at taka enn fleiri skip, sigur hann. at tað hevði megu- liga verið gjørligt, men tad er ikki gott at gera av- talu um ov nógv skip. Sum steðan er í dag, umvæla teir í meðal eitt skip um mánaðin. Óli heldur sjálvur, at avtalan við russar hevur nokkso stóran týdning fyri = skipasmiðjuna á Skála, tí hon m.a. gevur teimum javnt arbeiði, ikki minst tá lítið av eðrum umvælingararbeiði er. Sáttmálin snýr seg um arbeiði fyri millum 8 og 10 mill. kr. Hetta er ikki so lítið, tá hugsað verður um, at tað er umleið 1/3 av ellum umvælingarar- viðvíkir samlaða umsetninginum á beiðinum. Hvat Arbeiði til 20 mans Hevdu tit kunnað verið hesar umvælingar fyri- uttan? — Tað hevdu vit møgu- liga kunnað, men so skuldi har verið okkurt annað ístaðin. Óli Zachariassen sigur annars, at samarbeiðið við russar hevur riggað væl. Umleið 20 mans hava árs- arbeiði av hesum umvæl- ingum. Talan er um maskinhandverkarar, el- ektrikarar og bedingsfólk. — Arbeiðini snúgva seg serliga um umvæling av hevuðsmotori, at hava skipini í dokk, har tey verða botnvidgjørd, og har ventilar verða eftir- hugdir. Somuleiðis aksul- trekk og róðureftirlit. Vit spurdu eisini Óla Zachariassen, hví russar vilja gera sáttmála um at umvæla skip í Feroyum heldur enn heima. Til tað svarar hann, at tað er einki legið í hesum, tí tey flestu av skipunum eru bygd í vesturheiminum. Tað hevur tí nógv at siga, at ein føroysk skipa- smiðja skjótt og lætt kann skaffa teir neyðugu eyka- lutirnar, oftani úr Dan- mark. Ein stórur partur av arbeiðnum er júst at skaffa eykalutir. At enda spurdu vit stjóran á Skála skipa- smiðju, um ikki eisini aðr- ar føroyskar skipasmiðjur hevdu kunnað tikið sær av slíkum umvælingar- arbeiði. — Tað velst um, hverja orku tær hava. Tað krevst fyrst og fremst nógv bryggjupláss, eina dokk og síðani nógv av ymsari maskinorku so sum kran- ar 0.1. JAN ET + 4 | í