Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hóast regn, vind og mjørka hætt- aðu 80 sær á Oyggjarvegin fyri at minna á logtings- samtyktirnar Í grønum, gulum, bláum og reyðum. Í gummistivl- um, lørift- og svartaskóm Í útsynningi, kolli og topphúgvu. Ella við regn- skjóli Hóast oysandi regn, vind og toku hættu eisini 80 friðarfólk sær á Ovggj- arvegin úr Mjerkadali til gongu til Havnar Onnur friðargongan varð hildin annan hvitu- sunnudag Endamálið: at minna á løgtingssamtyktirnar, at Føroyar skulu haldast uttan fyri allar hernaðar- samgongur og at einki hervald skal vera í Feroy- um. At vísa á ektu vápna- dubbingina. At krevja løgtingssamtyktirnar settar i verk. Og visa å, at Føroyar eru eitt ålopsmål! Tey flestu gingu allan vegin oman til Havnar. Onkur, sum ikki hevði brynjad seg nog væl ut, og sum ikki hevði turran trevil á kroppinum, fór heim at skifta. Okkurt barnið slapp sær kanska upp í ein bil, men onnur komu afturat, so tá gong- an kom oman í býin taldi hon nærum sama tal. Á vaglinum vóru eini 250 fólk samankomin. Fleiri hildu, at tað var nóg væl, at friðargongan kundi savna so nógv fólk ein slíkan óveðursdag. Og lítið er at ivast í, at undir- tekan hevði verið størri enn ifjør, tá eini 400 — 500 fólk vóru í Mjerkadali, um veðrið hevði verið til vild- ar. Tey felogini ella felags- skapirnir sum skipaðu fyri vóru: Fólk fyri Friði, Sos- ialistiskt Ungmannafelag, Unga Tjóðveldið, Suður- streymoyar Javnaðarfe- lag, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, Feroysk- ir Sosialistar og OFML. me | »Løgtingssamtyktirnariverk — Føroyar atomvápna frítt øki!« stóð á ti stóra dregilinum. Á tí minna stóð »Nato er ålopsmål« Hóast vind og regn løgdu 80 á Oyggjarvegin í friðargongu Kjartan Mørkøre: Nr 68 14. juní 1984 Myndir Johann Mortensen Nýggja løgtings- samtyktin tekin um at tað nyttar — Vit hava við legtings samtyktini vist ein góðan vilja, sum moralskt telur mikið millum aðrar tjóðir. Vit fara ikki at tiga um hetta við friði og avvápna, men taka legtingssam- tyktina sum eitt gott tek- in um, at tað nyttar, og sum eitt álit á okkum, ið virka fyri friði. Segði Kjartan Mørkøre m.a. í reðu síni á Vagl- inum, tá friðargongan var komin oman úr Mjerka- dali annan hvítusunnu- dag. Kjartan Merkere tók fram legtingssamtyktir- nar, um at Feroyar skulu haldast uttan fyri allar hernaðarspurningar mill- um og setir seg ímóti, at hernaðarútgerð verður sett upp á feroyskum eki, samstundis sum hann fagnaðist um legtings- samtyktina frá 24. februar í ár, sum lýsir Feroyar at vera kjarnorkuvápnafritt umveldi. Stóran týdning — Hetta stig, sum okkara løgting við einum reinum meiriluta hevur tikið, hev- ur stóran týdning, ja úti millum fremmand fólk verður tað virt meira enn vit vita av, segði Kjartan Mørkøre. — Nú kann onkur siga, at hetta hevur kortini ikki so stóran týdning, tá ið vit ikki ava meguleika til at føra hesa samtykt út í lívið. — Rætt er tað, at svar- ið frá danska forsætis- málaráðharranum á sam- ” uttan tyktina var hugstoytt, men var ivaleyst vænt- andi, ti Danmark hevur jå móti fólksins vilja og løg- tingssamtyktum ikki bara drigid okkum inn i NATO, men hevur eisini givið amerikumonnum loyvi til at seta krigsútgerð upp í okkara landi, og vil tí treyðugt vera við til at lýsa eitt slíkt eki kjarn- orkuvåpnafritt. Fora kjarnorku- våpnadubbing Kjartan Mørkøre visti å, at eftir ti uppskoti, sum friðarrerslur i Nordurlond- um hava gjørt um Noråur- lond sum kjarnorku- vápnaleys, og sum Fólk fyri Friði hevur verið við til at gera og endaliga undirskrivaði á fundi í Reykjavík í apríl 1983 verður dentur lagdur á (undir p. 2): „Endamálið við ti norð- urlendska umveldinum er at forða fyri kjarnorku- vápnadubbing í tí norður- lendska ekinum, og at seta á stovn eitt slíkt eki er fremst av øllum eitt sjálvsteðugt linna- og av- vápnarpolitiskt virksemi. Hetta skal vísa á megu- leikan fyri eðrum trygdar- politiskum loysnum, ið miða móti einum Europa kjarnorkuvápn. Málið er ein kjarnorku- vápnafríur heimur.“ Og eftir pkt. 4 verður lýsingin av kjarnorku- vápnum víðkað til at um- fata »tydningarmiklar innrættingar og útbúnað- ur sum kann vera til hjålpar i einum atomå- lopi.« — Hetta er júst tað, sum vit eftir ellum at dema hava her á landi bæði á Sornfelli og á Eiði, segði Kjartan Merkere. Við serkønari hjálp Kjartan Merkere kom eisini inn á útbyggingina á Sornfelli. Hann vísti á tað ólogiska í tí, at meðan løgtingi3 samtykti, at einki hervald skal vera i Feroyum, gevur býráðið i Tórshavn loyvi til at byggja hús til einar 50 mans, sum skulu út- byggja stødina. Hann helt ikki, at log- tingsmenn skuldu havt tikið av innbjóðingini at vitja í Mjerkadali aftaná stóru geluna um, at har hevur verið meira dult fyri foroyingum enn gott er. Hann segði, at í staðin fyri áttu legtingsmenn stutt og greitt kravt at fáa atgongd við serkenari hjálp, t.d. frá uttan- veltaða stovninum SIPRI til at fáa greiði á, um hasi stóru skrimslini niðan fyri radaran eru so meinaleys. Mannarættur sum verdur er at stríðast fyri Kjartan Mørkøre nevndi samreðuna, annað av fólkatingsumboðunum hevur havt við danskt dagblað, har hesin hevur hug at reypa av, at hann hevur jarðlagt alla friðar- rerslu í Feroyum: Kjartan Mørkøre heldur rødu á Vaglinum — Hvat sigur hann, nú steðan er tverturímóti tann, at vit hava fleir felog og friðarrerslur enn nakrantíð, sum virka við tí endamáli: at vit og okk- ara ungu kunnu fáa eina tryggari framtíð at líta fram ímóti. Tað má tá vera ein mannarættur, sum er verdur at stríðast fyri, sló Kjartan Merkere fast. Dr. Jacobsensgøta 11 Konsl. frå kl. 93-16 Tlf. 14796 V | DANICA — køkurin | P/f HELLA Tórfinsgeta 41 Tit 16477 Box 351 3800 Torshavn