Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 16. juni 1984 Frekleiki uttan sin lika at hervaldini meta Føroyar sum lim í NATO I rødu sini i Mjørkadali annan hvitusunnudag visti Bergur P. Dam å, at alt verdur vent å høvdid: — Svart verdur gjørt til hvítt. Tey, sum krevja lógligu samtyktir Løgtingsins verða settar í verk, verða skírd landssvíkjarar av teimum, sum vilja hava ólógligu hersetingina at halda fram! Mr. NATO! It should not be necessary to tell you, that you are NOT wellcome in this country. That we never have invited you to come here, and that we want you to leave our country. Í am sure you have some- body, who is able to trans- late our speeches, so Í will go on in Faroese. Segði Bergur Dam í innganginum í reðu síni í Mjerkadali, áðrenn friðar- gongan fór til gongu til Havnar. Reðan var so- ljédandi: — Ja, tað er veruliga óneyðugt at tosa enskt/- amerikanskt fyri at jass- arnir har inni skulu skilja okkum. Teir hava jú sagt frá, at teir fylgja við í tí, sum hendir í Feroyum — ansa eftir 5.kolonnu-virk- semi — so teir hava fólk at umseta fyri seg. Men tað tykist tó at vera neyðugt at halda fram við at fortelja teim- um, hvat vit halda um teirra »verju« av okkum. Hvat vit halda um teirra innliman av hesum landi í teirrra hernaðarfelag- skap. Hvat vit halda um at vera ein finna í teirra krigsfyrireikingartalvi. Løgtingssamtyktirnar eru greidar nokk. Lika frå 1940 hevur tað verið al- menna staðan hjá hesum landi, at Feroyar skulu haldast uttan fyri allar hernaðarsamgongur og alt stríð ímillum lond. Frekleiki uttan sín líka Og tað má tí sigast at vera ein frekleiki uttan líka, tá útlendsku stjórnar- og hervaldini láta sum onki og framhaldandi meta Føroyar sum lim í NATO, ein lim, ið bara skal halda kjaft og hysa hernadar- stoðum — hernadarstød- um, sum eru partur av eini ålopsætlan og eru uppløgd ålopsmål. Tó, hetta er ein fram- ferð, ið er so eyðkend imperialistisk, at øll átt at roknað við henni. Men ongin eigur at kenna seg tryggan. bert ti Legtingið ger eina sam- tykt — eina samtykt sum hjá fleiri tíverri er heldur lunkað. Hetta mál er jú stak -óbehagiligt< hjá løgtingsmonnum at róta i. Teir risikera at útstilla sína egnu ómegd. At blíva offur fyri eyðmýkjandi arrogansuni hjá herset- ingarvaldinum Ti er neyðugt at al- menningurin áhaldandi er á varðhaldi. At vit ongan- tíð lata politisku umboóðini fáa høvi at »gloyma« at her er nakað, sum bíðar eftir at verða framt í verki. Bert eitt áhaldandi fólksligt trýst kann minna Løgtingid á at fara undir hetta arbeiði við tí neyð- uga álvarseminum og teirri neyðugu styrkini. Tað er jú tað friðarynski — tað friðarkrav — sum altíð hevur búð í føroyska fólkinum, ið speglast í teimum Løgtingssam- tyktum vit i dag krevja settar i verk. Vit hava rættin å okk- ara síðu. Hernaðarút- byggingin er framd á ólógligari grund. Og teimum sum hava tann frekleika at siga, at Feroyar skulu blanda seg uttan um okkara egnu viðurskifti í hernaðarmál- um mugu vit seta spurn- ingin, ið hverjum rætti tey kunnu noyða og kúga okkum uppí ein krigsfe- lagsskap. Við hverjum rætti tey skulu gera okkum til ómyndugar fylgisneytar hjá eini sam- gongu, hvers leiðandi limur er so dálkaður av blóði frá hundraðtúsund- tals sivilum, sum bert ynsktu og ynskja frælsi og sjálvsavgerðarrætt. Danska stjórnin fremur brot á inter- nationalar avtalur Tá danska stjórnin sigur, at Feroyar ongan lógligan rætt hava at avgera, hvert vit skulu vera limir í NATO, við ti, sum harav fylgir, lýgur danska stjórnin. Danska stjórnin Bergur P. Dam heldur rødu í Mjørkadali hevur fólkarætsliga bund- ið seg til at ganga føroysku ynskjunum á meti. So seint sum í 1975 undirskrivaði danska stjórnin Helsinki-skjølini og bant seg harvið at ganga krevunum hjá ein- um fólkameiriluta í einum landi á meti. Og ongin kann nokta at Feroyar eru eitt serstakt land So tá danska stjórnin framvegis letur sum onki — og bert heldur á við síni hástóru noktan, fremur hon groft brot á inter- nationalar avtalur — fremur hon grovt brot á fólkarættin. Tað er eyðsæð. at danska stjórnin er greið yvir, at feroyski NATO- limaskapurin og herstød- irnar i Feroyum eru fólka- rætsliga ólóglig fyri- brigdi. Og ikki minst i hesum tidum, tå fridar- rørslan um allan heim gongur fram og noyðir stjórnirnar at víkja frá krigsleiðini og í staðin venda sær til friðarleiðina — til ta leiðina har sam- ráðingar og álit eru grund- arsteinarnir í samveruni millum londini, ikki minst nú er framhaldandi fer- oyska kravið nakað, sum kemur illa við. Danska stjórnin veit, at tað ikki i longdini ber til at nokta at seta legtingssamtyktirnar í verk. Krígsgreðingarnir økja fólkahatur og øsing Ti verdur av øllum alvi roynt at kveikja liv i aftur eitt av gomlu skrimslum Hóast ovedur í vit ein part, áðrenn farið varð til gongu krigsgreðinganna — kalda kriggið. Og tað í ein mun so tað skal eydnast at vekja fólkahatur og esing, sum skulu fera við sær, at Feroyar fráfalla krevun- um um hervald av landin- um, neutralitet og atom- våpnafritt umveldi Og tíverri má ásannast at NATO og krigshugs- anin hevur næstrafólk í Feroyum. Næstrafólk, sum glaðbeint fara til verka fyri at skerja veing- irnar á friðarrorsluni. Onkur av hesum næstra- fólkum hevur góðar meguleikar at flætta fing- rar við útlendsku valdini. Hesar kreftir kunnu kanska so mikið lættari fremja teirra skymaspæl, ti so nógv friðarfólk halda heilagu grovina vera væl varda. Vit halda ofta, at í Feroyum stendur væl til, ti vit hava jú Løgtings- samtyktirnar. Men júst tí er vandi fyri at friðarrerslan kann blíva tikin á bóli. Tað hevur fyrr eydnast at neyðtaka heil fólkaslog við øgiligum esingarorð- um, við at mála figginda- myndir og bera tær fram aftur og aftur. Við at skýra onnur fólkasleg bar- barar og undirmenniskju. Og tað eru eisini í Feroyum í dag kreftir, sum royna at sáa fólka- hatur fyri at slætta sjógv- in fyri framhaldandi og øktum føroyskum tilknýti at krigsfyrireikingini. Hesar royndir verða gjerdar á mongum ekjum: Pressan fyllir okkum við ræðslusegum. Handilsligt samband verður gjert til hersetingarvenjingar, vanlig turistmedferð verð- ur broytt til njósning. Og, Guð hjálpi okkum, verður nú ell edrúiligheit tveitt fyri borð í royndum at finna kavbátar — sum eru næstan sæddir, og sum heilt sikkurt (viss teir hava verið har) eru frá einum heilt ávísum landi. Royndir at gera NATO-limaskapin og herstødirnar lógligar Men eisini á eðrum stigi verða royndir gjørdar at broyta steðuna. Á Fólka- tingi verður settur fyri- spurningur, sum í penum orðum tosar um at sýna respekt fyri Legtingsins moralska rætti at hava eina meining, men sum í næsta andadrátti avdúk- ar, at endamálið er at gera NATO-limaskapin og her- naðarsteðirnar lógligar. Samstundis fer NATO undir ein sjarmuoffensiv og letur hurðina uppá glopp fyri Legtinginum. Og. jú, sanniliga, ein riðil av tingmonnum fara sum jarmandi seyðafylgi niðan at lata seg halda fyri gjøldur. Ímeðan sita mr. NATO og boðfretar hans í Føroyum og gniggja sær í lógvarnar Og alla tíðina skolar haturspropagandan inn yvir okkum. Um hopp- hevd og idiotar, lands- svíkjarar og 5.-kollonnu- fólk. Alt vent á høvdid Soleiðis verður alt vent á hovdið. Svart verður gjørt til hvítt. Tey, sum krevja at lógligu samtyktir Løg- tingsins verða settar í verk, verða skýrd lands- svíkjarar av teimum, sum vilja hava ólógligu her- setingina at halda fram. Krigshugsanin er ógvu- liga >smalsporað< — fyri at siga tað bart út. Hjá krigshugsarunum verður heimurin gjørdur upp sum ein fótbóltsdystur: Eru vit ikki limir í NATO, so kemur Warshawasam- gongan. Hesum svara friðarfólkini, at tað eru Legtingssam- tyktirnar, ið skulu setast í Síða 11 oru eini 80 folk savnað í Mjørkadali annan hvitusunnudag. Her síggja verk. T.v.s. at Føroyar skulu haldast uttan fyri allar hernaðarsamgongur. Altso: neutralitetur — tryggjaður av ellum sam- gongum og veldum. Brot á slíkan neutralitet vildi verið at fata sum álop á restina av heiminum. Partur av álopsstrategi Tann »verjan«, NATO bjóðar okkum í dag, byggir á, at vit eru partur av eini álopsstrategi — og harvið eru vit eisini álops- mál. Besta verjan, vit kunnu fáa, er ikki at vera partur av nakrari hóttan. Ti mugu vit strongja á, fyri at bera so í bandi, at ongin skal kunna gera Norðuratlantshavið til striðsvell. At Norðurat- lantshavið verður óheft og atomvápnafritt. Mugu strongja á Ein partur av hesum stríði, er stríð okkara fyri at fáa Løgtingssamtyktir- nar settar í verk. Hetta strid verður ikki lætt. Útlendsku stats- og hervaldini fara saman við vinum teirra í Feroyum at seta seg upp ímóti. Men vit stríða sama stríð, sum milliónir og aftur milliónir av fólkum um allan heim — og vit fara at sigra. Friðarviljin ikki køvdur Vit skulu visa NATO, donsku stjórnini og næstrafólkum NATO's í Feroyum, at friðarviljin ikki er kevdur og íkki kann kevast í Feroyum. Vit skulu vísa stóra úlv- inum, at friðarrerslan ikki kann blásast ella kveistr- ast út úr Feroyum. Tverturimóti: Tað sum skal út eru álopsmálini, tað er krigstankagongdin, tað er ótryggleikin. Her- valdið skal út.