Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69- 16. juni 1984 førdi sakir sinar sjålv. Sjålv skipadi hon fyr arbeiðinum á garði sínum. Hon bar orð fyri at vera herð móti arbeiðsfólkunum, men hon gav teimum góða løn og góðan mat. Trý ár áðrenn hon doyði, varð likkista hennara gjørd, soleiðis vildi hon hava tað, og i likkistuni, sum stóð framman fyri song hennara. goymdi hon ognir sínar, meðan hon vegna elli var seingjarliggjandi. Prestarnir í Norðstreym búgva á Kirkjuteigi í Kvívík, men prestar hava ikki altid búð har. Fyrr búðu teir á Kjalnesi í Kollafirði. Í bókini, J. P. Trap, 1968, XIII bind, sum er um Føroyar, stendur á síðu 265: »Præsten Jonas Mikkelsen (Færø) flyttede 1657 præstegården fra Kjalnes i Kollafjørdur sogn til Kvivik. Hesin Jonas Mikkelsen var sonur Mikkjal i Lamba og Magda- lenu. Av prestum, sum hava verið i Norðstreym, kann eg fyrst nevna Jørgen Jørgensen Landt, ið var prestur frå 1791 til 1798. Hann hevur skrivað >„Forseg til en Beskrivelse over Færøerne«, ið kom út í Keypmannahavn í árinum 1800. Um Jergen Landt sigur Niels Winther: >Denne forfatter, der har den Fortjeneste at være den forste, som har udgivet en nogenlunde fuld- stændig Beskrivelse om Færøerne, har forøvrigt ved denne og nogle andre Materiers Behandling hentet sine Meddelelser fra den Student Jens Svabo, der, efter hvad han siger i Fortalen, har givet nogle skrevne Efterretninger om Fær- øerne, uden hvis Gennemlæsning vistnok en eller anden Anmærkning vilde være sluppen hans Opmærk- somhed forbi<. Og Sørensen, próst- ur, tekur soleidis til: »Hr. Landst Forsøg til en Beskrivelse Færøerne vidner om en Mand af mange Kundskaber og hævder ham en hæderlig Plads blandt Danmarks statistiske Skribenter«. Jørgen Jørgensen Landt var giftur vi3 Anne Hedevig Djurhuus, hon var dóttir Johan Christian Djurhuus, uppsitara á prestagarð- inum á Nesi og Marie Hansdatter over Rønning, og hon var so statt systir Jens Christian Djurhuus, sum festi Sjóvargarð í Kollafirði 1. november 1797. yrkjaran, sum yrkti »Ormin Langa« o.m.a Hans Erichsen Leerbech var prestur í Norðstreym í 7 ár frá 1800 til 1807. Hann skrivaði ta fyrstu fólkateljingina har norðuri 1801. og tað var hann, sum 1803 kom við uppskoti um at byggja skúlar og seta skúlalærarar í øllum sóknun Feroyum, men táverandi Andreas Djurhuus var imóti hesu! Hana vísti á. hvussu neyðugt tað var at hava ein góðan danskar í Havn, og hann minti samstundis at uppskot um ferðalærarar høvdu verið fleiri ferðir. seinast var hanr sjálvur komin við einum tilikun uppskoti, men tað hevði vist seg at pro i vera Ogjørligt at fáa framt hetta Vencelaus Ulricus Hamm: haimb var prestur í Norðstreym i ár. frá 1855 til 1862. Hammershaimb kenna vit oll — tað hopi eg. Uppi yvir altarinum í Kvívíkar kirkju hongur — í staðin fyri altartalvu — eitt stórt krucifiks, t.e. Kristus á krossinum, sum er skorið í tíðindablaðið Leynar sandur við av myndaskerara Fridu á Hamri úr Kvivik. Í Kvívík var skaldið Jóan Petur Gregoriussen føddur 1845 og har doyði hann 1901. Blaða vit igjøgnum »Songbok Føroya Fólks< síggja vit nógvar av yrkingunum hjá Joan Petur Gregoriussen. Men hann skrivaði annað enn yrkingar, m.a. skrivaði hann 1896 „Uppskot til kenslubók (Geografi) fyri Norð- streymoy<. Handritið til hetta uppskot finna vit í »Vardanum«, 24. bindi, 1946 frá síðu 5 til síðu 23. Jóan Petur endar handritið við hesum hjartasuffi: „Allastaðni í Norðstreymoy eru fastir barnaskúlar. uttan bert í Kviviks søkn«. 1801 vóru 97 fólk i Kvivik, og 1977 var fólkatalið 296. Stykkið Stykkið er nýggj bygd. fólkateljingin har var 1834, og tå er henda viðmerking: »Opbygget og opdyrket uden for præstegården«. 1834 æt bygdin Solitude. Um navnið Solitude, sum merkir ein- semi. sigur Trap: >Navnet Solitude er af præsten Niels Lassen Holm givet tilet hus, han for egen regning på Stykkið til vinter- fyrsta lod opføre bolig « Niels Lassen Holm var prestur i Norðstreym frå 1807 til 1839. Hann var tvær ferðir giftur. fyrru ferð við Maren Hover úr Skvum í Danmark Við henni átti hann 2 synir og eina Dóttirin Mette Manelle He e Holm varð gift við kongs onda Johan Henrik Jacobsen í I ev Að i hann giftur við ioha Joensen av Hellu í Kvivik ; 1 nir og døtur, ein lot M Emilie Andriette Holn ir gift vid kongsbónda Hans I Wevl Eir ; ðru giftu var Peter Alberg Holm. hann var foddur in 18 Peter berg Holm var prestur i Danmark, fyrst i Vetterslev sidani i Dalum Gamtofte å Fjóni. har doyði hann 2. mai 1892 Peter Alberg Holm hevði stóran alsk til Førovar og hevði stóran r Hamb á Sælandi á Fjóni og at enda Síða 13 áhuga fyri foroyskum viðurskiftum. Hann var her og vitjaði á sumri 1844 og fleir ferðir seinni. Hann hevur skrivað bók, sum hann kallar »Skildringer og Sagn fra Færøerne«, ein bók, sum mundi vera væl umtókt, ti fyrsta útgáva kom 1856 og triðja útgáva 1887. Hartafturat hevur hann skrivað blaðgreinir um Føroyar í bløðunum »Fædrelandet«, »Berlingske Tidende< og »Dag bladet< 1834 vóru 18 fólk á Stykkinum, og 1977 var fólkatalið 26. Leynar Leynar er in gomul bygd, og hon er ein lítil bygd, tó er hon nakað vaksin í seinastuni. Tað er vakurt í Leynum, og tað ger nógv tann stóri, reini sandurin. Gjøgnum sandin ger Leynará ein stóran ósa. Har er gott at svimja, so leynningar nýtast ikki at gera svimjingarhyl. A flóð kunnu bátar- nir rogva langt niðan gjøgnum ósan. Tá ódnarveður er, og ættin liggur inná. er ófort í brimi Uppi yvir Leynum er høgur hamari, Navirnar, har eru enn at siggja »Fransaholur«, hvar tey krógvaðu seg fyri sjórænarum. Ganga vit frá Nøvunum niðaneftir. koma vit uppá Sátuna, id er 621 m høg. Leynarvatn er um 2 km í ein landnyrðing frá Leynum. og longur niðri í Kollfjarðardali eru tvey smá vøtn, ið nevnast Mjåuvøtn, men tey eru í Kollafjarðar sókn. Í |. og hagar koma Leynar- vatni eru nog nógvir silaveidumenn at fiska. kemur úr Leynar- vatni. er vatnrik. og tað var ikki Levnarå, sum altid lætt at sleppa tvørtur um hana, áðrenn brúgv varð gjørd, men fyri út imóti hundrað árum síðani lat Jacob Jacobsen, bóndi í Niðristovu. brúg gera tvertur um ánna. Brúgvin var o.u. 44 m long, hon var gjørd av plankum. sum lógu á stálspongum, sementaðum stabbum. stórarbeiði og eitt ið lógu á Hetta var valaarbeiði tá í tidini. Nú er onnur brúgv gjørd um Leynará I Leynum er skúli — hann var bygdur 1907 men har er eingin kirkja. so tá leyningar skulu brúka kirkju. fara teir til Kvívíkar. 12 kongsmerkur eru í Leynum, 2 festi 6 merkur hvert. Ognin er eingin. 1801 vóru 20 fólk í Leynum, 1977 var fólkatalið 72. Skælingur Skælingur er o.u. 2 km sunnan fyri Leynar og o.u. 6 km norðan fyri ; Dalsnipuna. Bygdin liggur niðri á bakkanum undir útnyrðingssíðuni á Skælingsfjalli. Har er høgur bakki og ikki meira undirlendi í fjøruni enn. at bátur kann standa um summarið, og ikki er at kalla lendandi uttan í kyrrasta veðri. Skælingsmenn hava ti havt bátar sínar standandi í Leynum og róð út haðani. A Skælingi eru 15 merkur kongs- jørd, eingin ogn. 1584 var eitt festi á Skælingi, men aftan á 1628 eru 2 festi við 7!/2 merk í hverjum, og soleiðis er enn. Fólkatalið 1801 var 19, 1977 vóru 14 fólk á Skælingi Endi Fara vit at kanna eftir, hvussu fólk hava livað í Norðstreym aftaná ár 1800 og væl inn í okkara old. serliga viðvíkir husavidurskiftun vilja vit siggja, at stór broyting hend. 1801 búðu 722 fólk í Norð streym. og húsarhaldini vóru 130. hetta verður umleið 5,5 fólk á húsarhaldið 1977 búðu 3235 folk í Norðsti og húsarhaldini vóru um 860, ta hvat siga um 3,7 uppá hvert husarl Hetta kann ikki tykjast at ver: stórur munur frá 1801. men hu vit um húsarúmdina, sum feroy ar hovdu fyri o.u. 200 árum si og húsarúmdina, vit hava i dag er munurin stórur, tá man hi verið trongligt innanhýsis manga staðni. Eg skal skoyta uppi. at húsavið urskiftini í Suðurstreym hava verið nokulunda tey somu sum í Norð streym. Hatta var tað, sum eg hevði at siga um Norðstreym. Onkur vil óivað við rettum — halda, at eg havi farið Framhald á síðu 15