Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nógvir fyrimunir vid farmarutu Feroyar—Belgia tíðindablaðið Fáa meira burtur úr útflutningi og gjalda minni fyri innflutning Vit hava her meguleikar at útflyta feskan fisk í smærri nøgdum, og vit kunnu fáa aðrar verur heim biligari og skjótari. Star Viking og Saga—båtaslagid er nýtt skipaslag, sum brúk er fyri aðrastaðni eisini Nakað herfyri varð nýggja farmaskipið Star Saga latið eigarunum, parts- reiðarínum Star-Line í Havn, sum frammanundan eigur systurskipið Star Viking. Við hesum báðum skip- unum eru meguleikarnir at flyta farm millum Fer- ovar og útlondini munandi betraðir. Eisini hómast nú nýggir meguleikar m.a. við at flyta fisk úr Før- oyum nærum beinleiðis til marknaðirnar í Týsklandi og Fraklandi. Tíðindablaðið Sosialurin vitjaði herfyri á skrivstovuni hjá Star Shipping í Havn, ið rekur Star-skipini, har hittu vit tveir av stjórunum, Kalle Østergaard og Helga Vestergaard. Teir báðir hava ma. arbeitt við nýggju rutuni millum Før ovar og Belgia Tað var tá Star Shipp- ing fekk nýggja farma- skipið Star Viking, at felagið fór undir at royna nýggju rutuna Belgia. Endamálið hesi rutu er at stytta um Førovar V ið tíðina og teinin frá tí at vera fer úr Feroyum og kemur á marknaðin og frá tí at vera fer av megin- landinum og kemur til Feroya. Bert við nýggja skipi- num, Star Viking var hetta gjørligt, tí skipið sigldi so mikið skjótt. Star Shipping gjørdi ti av at sigla til Ghent í Belgia 14. hvenn dag og hevur gjørt tað síðani. Ætlanin er meguliga í framtíðini at økja um hesa sigling við at flyta farm henda vegin eina ferð um vikuna. Styttri tíð Í dag gongur meginpart- urin av feroyska fiskaút- flutninginum, til Europa um Danmark og haðani víðari við bilum til tey ymsu keyparalondini. Við nýggju rutuni hjá Star Shipping til Belgia er meguligt at stytta um henda teinin og somuleiðis tíðina. Ti eru meguleikar- nir at flyta fiski feskan av munandi Star teirri hepnu stødu, at tað hevur fingið í lag eitt samarbeiði Line er í við eitt felag í havnaby- num Ghent, sum hevur atgongd til eitt stórt frystipakkhús. Her hevur Star Line meira enn 13.000 kvm. av goymslu- plássi. Kalle Østergaard sigur, at teir við hesi nýggju rutuni eru ferir fyri at flyta føroyskan fisk bæði skjótari og lættari til keypararnar í Europa. Tad er tí eisini ein stórur fyri- munur at hava slíkt frysti pakkhús fyri ikki at siga ein treyt. Nógv at spara Vit spurdu Kalle Øster- gaard, hverjir fyrimunir eru at flyta fiskin á hesi nýggju rutuni ístaðin fyri at flyta hann um Dan- mark Til tað sigur hann, at vit í meðal munnu spara einar 1000 kilometrar við at senda fiskin til Belgía heldur enn til Danmarkar fyrst. Ghent liggur ikki langt frá teimum stóru fiska- keyparunum, og hetta er ein stórur fyrimunur. Tad hevur so eisini eydnast Star Shipping at fáa eina sera góðan samstarvsfel aga í Belgia, ið flytur veruna víðari. Belgiskir bilførarar eru teir Orð og myndir: Jan Miiller bíligastu í Europa. Sam- anumtikið heldur Kalle Østergaard, at nógvur peningur kann sparast við at brúka hesa nýggju rutuna. — Hví hevur eingin tikið stig til eina tílíka rutu fyrr! — Hetta kemst helst av tí, at vit ikki hava havt tey rettu skipini fyrr enn nú. Star Viking og nú eisini Saga sigla so mikið skjótt, at tey kunnu klára ætlaðu rutuna. Um so var at skipini bert sigldu 12- 13 fjórðingar, so hevði tað ikki borið til. Sjålvur ivast Kalle Østergaard ikki i, at nyggja rutan fer at hava ta avleiðing fyri brúkar- arnar í Feroyum, at verur nar verða bíligari. - Ein stórur partur av teimum verum, sum vit innflyta, koma úi Hálandi, Belgia, Fraklandi og Týsklandi. Her er serliga talan um kolonialverur so sum epli o.l. Rutan hevur so eisini longu skapt eitt åvist samarbeiði millum førov- ingar ødrumegin og hålendingar og belgiarar hinumegin. Fleiri fyri- spurningar eru komnir frá framleidarum í Belgia, sum ynskja nærri sam- starv við feroyingar. Kalle Østergaard leggur aftrat, at tad hevur altid vist rutusam- bandid millum tvey ymisk plåss, so tekur ein handil seg upp millum hesi plås- sini. seg, at er Nyggja rutan kann ti broyta okkara vanliga handilsmynstur. Í dag keypa vit nærum allar verur gjøgnum danskar umboðsmenn. T.v.s. at her er talan um millumlið sum dýrka veruna. Við rutu millum Føroyar og sjálv keypara- londini sum eitt nú Belgia, slepst undan ov nógvum dýrkandi millumliðum. Sjålvur heldur Kalle Østergaard, at verur, sum førovingar keypa úr t.d. Belgia og flyta beinleiðis til Feroya, kunnu gerast 15-25% bíligari. Við hesi nýggju rutuni ber eisini betri til at til- rættaleggja síni innkeyp á meginlandinum. T.d. nær tað er best at keypa, í hvussu stórum negdum osfr. Feskur fiskur Hvat viðvíkur føroyska fiskaútflutninginum, so heldur Kalle Østergaard, at her liggja nógvir møgu- leikar. Av tí at tað verður siglt beinleiðis til Belgia, sum liggur rættiliga tætt við teir stóru marknaðir- nar so sum París, so ber til at fáa veruna fram rætti- liga feska, nakað, sum ikki hevur borið so væl til higartil við verandi rutum til Danmarkar. Hann vísir á, at tað ber til at senda feskan fisk úr Feroyum fríggjadag, sum longu kann vera á fiska- auktiónunum í París mánadag. Heili tvey sam- degur kunnu sparast við at senda fiskin til Belgia ístaðin fyri til Danmarkar. Teir hava longu flutt nakað av feskum fiski úr Feroyum. Her hevur so enn bert verið talan um royndir. Heldur tú tað liggja stórir moguleikar á hesi rutuni at útflyta feskan fisk úr Foroyum ? — Nú hava føroyingar ikki tradition fyri at selja fiskin feskan, so tad er ilt at meta um. Men heldur tu ikki, at áhugin verður storri fyri Nr. 70 — 19. juni 1984 hesum, nú tit hava sett hesa rutuna í gongd? — Tað fer tíðin at vísa. Greitt er, at útflutning- urin av feskum fiski eisini má hava samband við, hvussu nógv er at gera á flakavirkjunum. Tað er greitt, at tá til- gongdin av fiski til teir stóru > marknadirnar í Europa er lítil, tá kann tað løna seg at senda fisk feskan fisk úr Feroyum, tí tá fáast góðir prísir. Men eg rokni eisini við, at tað eru nógv fiskasleg, sum í dag lítið og einki verður gjørt við i Feroyum, sum kundu verið útflutt fesk. Kalle Østergaard leggur annars aftrat, at teir hava fingið fatan av, at føroy- skur fiskur hevur gott umdemi í Europa. — Vit eru sjálvandi ikki fiskafólk, men vit hava spurt, og vit hoyra hetta. Eisini er rættuliga stórur áhugi fyri at vita, hverjir meguleikar eru á hesum eki. Samanumtikið metir Kalle Østergaard, at eitt rutusamband beinleiðis inn á europeiska megin- landið gevur feroyingum nýggjar ótroyttar meguleikar at sleppa av við sín fisk. Somuleiðis gevur eitt slíkt samband okkum betri meguleikar at handla beinleiðis við seljaran. T.v.s. at vit kunnu fáa meira fyri okkara fisk og gjalda minni fyri tær brúksverur, vit innflyta. Annars eru eigararnir av teimum báðum nýggju Star-bátunum sera væl negdir við bátarnar. Teir hava eisini fingið sera góða umtalu í útlandinum. Talan er bæði um gott handverk, id er gjørt á Skála, og eisini um tey røttu skipini til slíka farmasigling. Stóran týdning fyri alda fiskin Føroya Fiskasøla, sum er størsti útflytarin av før- oyskum fiskavørum, hevur eisini gjørt royndir vid at senda fisk nyggju leidina til Ghent. Sjúrður Rasmussen á Fiskasøluni sigur, at nýggja rutan til Belgia í fleiri forum ger tað lættari at fáa fiskaveru fram til kundarnar í Europa. Serliga er talan um styttri koyring. Hann heldur annars, at stórir meguleikar liggja í útflutningi av feskum fiski henda vegin. Her vísir hann so serstakliga til aldan fisk so sum síl og laks. Tað hevur nógv at siga at kunna fáa tann alda fiskin fram til keypararnar í Paris og aðra- staðni so skjótt sum gjøgrligt. So hvat viðvíkur útflutninginum av okkara alda fiski, heldur Sjúrður Rasmussen, at her liggja stórir megu- leikar á nýggju rutuni millum Feroyar og Belgia.