Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 19. juni 1984 Belgiarar um feskan fisk úr Føroyum: „Exellent quality »Exellent quality<= -- framúr góð géðska — var svarið Ísvirkið : Fuglafirði fekk frá keypara í Belgia, tá virkið herfyri sendi nakað av feskum fiski við Star Viking á rutuni millum Feroyar og Belgia Oddfríður Haraldsen stjóri á Ísvirkinum sigur, at hetta er fyrsta royndin á nýggju rutuni millum Feroya: og Belgia. Teir sendu nakað av havtaskuhalum, stein bíti, toskaflaki og reyð- tungu til keyparar í Bel gia. Veran kom fram og svarið, ið fuglfirðingar fingu, var sera positivt, nevniliga, at góðskan var framúr góð Oddfríður sigur víðari, at belgiarar hildu pris- l:ravid verða nakað høgt Vit hava lagt út við einum prískravi uppá 45 kr. kilo fyri havtaskuhal- ar. Hetta halda teir vera í hægra lagi. Men tá teir so samtíðis siga okkum, at teir eru sera væl negdir við góðskuna, so fer helst at bera til at fáa ein góðan prís kortini, heldur Odd- fríður fyri. Í dag frysta teir hesar halarnar og selja teir fyri umleið 30-32 kr. kilo. Sjálvur heldur Oddfríður, at tað liggja ávísir megu- teir hava gjørt leikar við at útflyta feskan fisk á hesi nýggju rutuni Men hann heldur ikki, at talan fer at vera um tær stóru negdirnar Vit mugu meta hetat sum ein alternativan møguleika til vanliga út flutningin, og tá verður so serliga talan um ávís fiskasleg. Serliga hent er at hava henda møguleik hava nógv at arbeiða undan — og kunnu á henda hátt fáa góðan prís fyri tað, so hevur tað stóran týdning fyri virkið Oddfríður sigur, at tað verða ikki tær stóru upp- hæddirnar virkið fer at vinna av hesum feska út- flutninginum, men alt ger mun Tað eru so eisini vansar við at útflyta fiskin feskan. Eitt nú kann vandi vera fyri, at fiskurin spillist á vegnum og tá er tann peningurin mistur Síðani er tað ein vansi, at hvenn an, tá vit rutan bert er 14 dag. Tí keyparnir ynskja at fáa fiskin hvenn dag. Hetta ger, at vit ongantíð kunnu vænta tann heilt stóra útflutn- ingin av feskum fiski endar Oddfríður Haralds- sen. jan. Havnin í Ghent liggur sera væl fyri, tá talan er um at flyta feskan fisk úr Feroyum til stóru marknaðirnar í Fraklandi og Týsklandi Føroyski handils- flotin kann út- byggjast enn meira — men bert til sigling millum onnur lond. Tað liggja stórir meguleikar við slíkum skipum, sum Star Line hevur fingið bygt á Skála. Tørvurin á farmaskipum at flyta farm millum Føroyar og útlandið er nøktadur. Møguliga er ein lítil yvirkapacitetur. Skipafelagið Star Shipp- ing arbeiðir við ætlanum um at útbyggja sín flota. Herfyri tók felagið ímóti einum nýggjum farma- skipi, sum er smíðað á Skála. Hetta er systurskip til Star Viking og hevur fingið navnið Star Saga. Kalle Østergaard, ein av oddamonnunum i Star shipping, id rekur hesi og onnur farmaskip, heldur fyri, at nå er tørvurin å skipum at flyta farm millum Føroyar og út- landið nøktadur. Sjålvur heldur hann, at talan meguliga er um ein lítlan yvrkapacitet. Umframt Star Shipping. so reka Traderline og Skipafelagið burtur av farmaflutning millum Feroyar og út- landið. Samtíðarskattur fer at steðga øking Gongdin higartil hevur vist ein stødugan vøkstur i innflutninginum til Før- oya. Hetta hava íkki minst farmaskipini havt gott av. — Eg vænti ikki, at henda øking fer at halda fram, sigur Pike Østergaard og vísir til samtidarskattin. — Eg vænti, at sam- tidarskatturin fer at stedga eina tilika øking, og vit fara ti at hava ein 6- broyttan innflutning í mun til frammanundan. Men samtíðarskatturin fer so ikki at steðga ætl- anunum hjá Star Shipp- ing. Har hava teir nevni- liga í umbúnað at fáa skip aftrat. Hvussu nógv vilja teir einki siga um. Men talan er um stórar megu- leikar í eðrum londum. — Vit í Feroyum hava Eitt av STar—skipunum fermir í Havn bygt upp eitt know how á hesum ávísa skipaflutn- ingsekinum — t.v.s. skip við siduportrum, sum teir ikki hava nógva aðra- staðni og sum stórur tervur er á. Hetta er lut- víst nýtt skipaslag, — eitt kombinerað frysti- og turrlastaskip. — Eg haldi, at tað er rætt, at útbyggja før- oyska handilsflotan enn meira. Men tá má henda útbygging grundast á sigling úti í stóru verð. Marknaðurin at flyta góðs millum Feroya og útland- ið er longu nøktadur. Ti mugu vit leita aðrar leiðir, heldur Kalle Østergaard fyri og visir her til, at føroyingar eiga folkini at føra hesi skip, og tað hevur stóran týdning. rættiliga jan