týsdagur 19. juni 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Abyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Bladfélk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jéhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Kurstapini
eiga ongan lut
i uttanlands-
skuldini
Í BLADNUM leygardagin gjørdi
formadur Føroya Javnadarfloks
viðmerkingar til búskaparligu
støduna og tað, sum formaðurin
í ráðgevandi nevndini segði í út-
varpinum fyri stuttum.
ATLI DAM vísti á, at gongdin júst
hevur verið tann, sum hann og
javnadarflokkurin hava spátt.
Hann visti eisini å, at rådgevandi
nevndin sigur júst tað sama um
orsøkirnar til ta skeivu gongdina,
sum javnadarflokkurin hevur sagt
hesi seinastu tvey årini.
Í GREININI metti Atli Dam, at utt-
anlandsskuldin við árslok i år
verður 33 milliardir krónur.
Roknað upp á hvønn føroying
svarar hetta til 73.000 kr. Til sam-
metingar kann verða nevnt, at um
danska uttanlandsskuldin verður
umroknað upp á hvfønn íbúgva, so
svarar hon til 35.000 kr. Norska
uttanlandsskuldin svarar til 25.000
kr
TÁ TALAN ER UM uttanlands-
skuldina, hava samgonguflokkar-
nir tvinnar umberingar. Onnur er
innflutningurin av skipum. Hin er
kurstapini av eldri uttanlandslán-
um. Tað vil siga, at teir geva inn-
flutninginum av skipum helmingin
av ábyrgdini fyri ta øktu uttan-
landsskuldina. Hin helmingin
skuldskriva teir undanfarnu sam-
gongu og undanfarna landsstýri.
Tað eru kurstapini av eldri uttan-
landslánum. So lætt halda hesir
menn, at teir kunnu sleppa sær
sjálvum undan ábyrgdini.
MEN HER VÍSTI Atli Dam á, at tey
fyrstu tvey árini, hendan sam-
gongan sat, vaks uttanlandsskuld-
in úr 870 mió kr. upp í 1700 mió kr.,
og at hetta hendi uttan at skip
vórðu innflutt. Her var talan um
ein vøkstur upp á stívar 800 mió
| oddagrein
kr. Av hesum vóru 300 mió kr.
kurstap. Orsøkin til kurstapini er
vøksturin í dollaravirðinum. Men
her er at hava í huga, at megin-
parturin av okkara
„áarturin av okkara útflutnings-
verum verður seldur í dollars, og at
vit harvið fáa kompensatión fyri
kurstapini.
VIT HAVA EIN nettofyrimun av
høgum dollaravirði. Hóast hetta
kostar okkum kurstap av lánum,
sum vit hava í dollars, og hóast
hetta førir hægri oljuprísir við sær,
so hava vit kortini ein nettofyri-
mun. Vit fáa nevniliga munandi
meira fyri okkara utflutningsvørur,
og hetta skuldi gjørt okkum førar
fyri at rinda kurstapini, sum
standast av einum hækkaðum
dollaravirði.
UM VIT HUGSA okkum, at doll-
aravirðið var óbroytt hesi seinastu
árini, so vóru mong kurstap. Men
so hevði føroyski utflutningurin
eisini verið hundraðtals milliónir
lægri. T. v. s., at tá dollarin hækkar,
fáa vit eina eykaútreiðslu, sum
eitur kurstap. Men vit fáa so
sanniliga eisini eina eykainntøku.
Og hendan er munandi stórri enn
eyka útreiðslan.
SOSTATT DUGA umberingarnar
hjá samgonguflokkunum íkki. Tær
hava ikki hald í veruleikanum.
Skipainnflutningurin eigur bert ein
part av vøkstrinum í uttanlands-
skuldini. Kurstapini eiga ongan lut
i hesum vøkstri. Tey hava vit
fingið fulla kompensatión fyri, við
tað at vit hava fingið munandi
meira fyri okkara utflutningsvørur.
ÁBYRGDINA AV vekstrinum i
uttanlandsskuldini hava teir
ráðandi í Tinganesi og á tingi.
Vøksturin stavar frá tørvandi
styring. Frå skeivum iløgum i skip.
Ella sum Atli Dam tók til: Tiltøk
verða ikki tíkin. Mál verða ikki
loyst, og avgerðir falla ikki. Hetta
hevur verið stødan í skjótt fýra ár.
Burtur og heima
Afturkomin av ferð uttan-
lands, var tað, sum eg
fekk ein vátan vett beint
frammanå, tá eg setti
fótin á klettarnar aftur og
las >Dagblaðið<
Men hinvegin var tað so
heimligt, ja, næstan líka
foroyskt burturav sum
ræstur fiskur og skerpi-
kjøt, einaferð enn at fáa
váttað ta fúlu rasismuna,
tað bralandi fremmand-
hatri3, ta trongskygdu
nalvaskoðandi chauvin-
ismuna; sum tykjast vera
so sermerkt fyri fólka-
flokkin.
Eg var sunnanfyri og
ferðaðist. Og hvat fann eg
har? Fremmandahatur?
Nesk álp á útlendingar?
Var nakar har, sum í blød-
unum legði meg undir líkt
og ólíkt? Var tað nakar
minnibegávaður politist-
ur. sum segði meg vera
njósnara?
Nei. Eg fann blíðskap
Eg fann eitt ótrúligt
gestablidni. Fólk vóru so
hjálpsom og fyrikomandi,
at eg stundum næstan var
heilt illa við. Og eg fann
vinfólk fyri lívið. Vinfólk,
sum hóast tey hava gingið
lítið og einki í skúla, eru
munandi meira at sær
komin enn summir fer-
oyskir blaðstjórar og pol-
itistar Vinfólk, sum
hyggja at hjartalagnum
og ikki eftir, um tú ert
foroyingur ella russari ella
amerikanari eila okkurt
heilt annað.
Gott at eingin í teimum
londunum dugir at lesa
Nr. 70 — 19. juni 1984
føroyskt. Ti so hevdi eg
skammast við at verið før-
oyingur
Rættiliga hugvekjandi,
at fólk í hesum londum,
sum bæði materielt og út-
búgvingarliga eru nógv
verri fyri enn føroyingar,
kortini í so nógvar mátar
eru so eðiliga nógv meira
upplýst enn ið hvussu er
summir føroyingar
Kanska åtti folkaflokk-
urin at skipað fyri einni
kanningarferð til hesi
loridini? Tað er jú Guðs
barn, ið batnar. Hver
veit, um oddafiskarnir í
fólkaflokkinum so íkki
komu sær úr tí andaligu
niðuni, teir tykjast at liva
,
i?
Ferðamaður
Vit taka afturiaftur
Tú skal altso einki fram-
leiða, tí framleiðsla træla-
bindur fólk.
Fyri fáum árum síðani
var alt væl, um konan var
heima og tók sær av ti
húsliga.
Hon hevði tað kanska
ikki altid so lætt, men tó
var hon sín egin. Tað ar-
beiði. hon gjørdi, var
henni sjálvari at gagni og
lå líkasum meira til hana
Hon var sín egni arbeiðs-
gevari, og lønin var vissu-
liga av ødrum og betri slag
enn pengar
Hon hevði eitt
frælsi
Men so gjørdi hon eitt
mistak: Hon ætlaði at
keypa sær eitt sindur
meira frælsi við at fara inn
í framleiðsluna. tí so
kundi hon kanska fara til
sólskinsstrendurnar o.t
Tað, sum hon gjerdi
var, at hon seldi sítt
frælsi
Urslitid er, at hear góðu
Harrans dagar standa
konurnar í bygdini í stúku
og longum ullintum undir-
buksum inni á
avist
hesum
keldu flakavirkjunum og
sleppa ongan veg
Imeðan koma onnur,
litt sum brandingar, smil-
andi heimaftur úr ymsum
ættum við alskyns góð-
gæti. Tey hava verið og
„slappað av«. Men minst
til: Tey arbeiða ikki í
framleiðsluni. Og tað skal
tú heldur ikki gera. Tú
skalt einki framleiða
Framtíðarpædagogurin
Við at skriva navn og bústað tygara á seðilin niðanfyri og senda
okkum hann, kunnu tygum fáa Tíðindablaðið SOSIALIN send-
andi triggjar ferðir um vikuna restina av ársfjórðinginum.
Tað er bert at lata seðilin niðanfyri í postkassan. Vit rinda post-
gjaldið.
5 fø
i !
HL 1
Sjålvandi taki eg av hesum
frálíka tilboði og tekni meg
sum haldara av Tíðinda-
blaðnum Sosialinum.
Bústaður:
l
OpostsB
SOSTALURIN
noder
posigjeldid
LI
Postbox 76 =
3800 Torshavn
Kannað posthúsinum
i ti >
| »Tj 1,4)
VEREIN ENA ALAIN TY Ti