hósdagur 21. juni 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6 6 á
-
Síða 4
Ein nýggj fiskaalistød skjótt veruleiki:
Eysturlaks á
Norðtoftum
fingið tann
fyrsta laksin
Steðin fer at kosta einar 15
mill. kr. og fer, tá hon er
liðugt útbygd at framleiða
fyri einar 20 mill. kr.
ger
Nýggja fiskaalistødin á
Norðtoftum á Borðoynni,
EYSTURLAKS, sum i
løtuni er i gerå, hevur
fingið sín fyrsta laksa-
yngul. Hetta hendi í farna
mánað. Nkøur ker eru
longu sett upp. Keypt eru
50.000 laksayngul frá
Fiskaaling — bert sum ein
byrjan. Ætlanin er at fáa
sterri laksayngul seinni í
ár, soleiðis at til ber at
seta laksasmolt á sjógv
lengu í 1985
Tiðindablaðið Sosialur-
in hevur verið á Norð-
toftum, har vit hittu ein
av teimum, sum stílar fyri
arbeiðnum á stødini,
Ragnu Ziska. Ætlanin er,
at hon og systirin, Mai
Laksåfoss, skulu standa
fyri i stødini i byrian
n
Á skúla í Noregi
tagna hevur gingið á
skúla í Noregi í eitt hálvt
ár á v„Averoy videre-
gående skole<, har hon
hevur lært um fiskaaling.
Mai, sum hevur verið á
sama skúla í eitt ár.
kemur heim í næstu viku
at luttaka í arbeiðinum á
nýggju steðini.
Ragna greiðir frá, at ar-
beiðið er seinkað nakað.
men tey vóna at koma í
gongd av álvara til heyst-
ar. Eitt hús verður bygt á
økinum. Tað skal hýsa
kleking og startfóðring
umframt eina íbúð til
vaktarmann.
Talan er um eina
rættiliga stóra og kostn-
aðarmikla ætlan. Samlaða
ílegan er mett til einar 15
mill. kr. Men tá umfatar
stoðin flestu av teimum
meguleikum sum liggja í
alingini í dag. Fyri tað
skulu tey sjálvi
klekja rognini og start
fóðra Síðani
verða tey fóðrað vidari í
størri kørum uttanfyri. Tá
fyrsta
ynglinum.
tíðindablaðið
fiskurin er vorðin so mikið
stórur, at hann kann fara
á sjógv. verður hann
settur út í flotihyljar, sum
skulu liggja uttanfyri
stødina. T.v.s., at fisk-
urin frå ti at hann verður
klæktur til hann verður
dripin, er á stødini. Øll
framleidslan fer fram å
einum og sama stad.
300 tons um árið
Sjålv smoltsteðin hevur
eina framleiðsluorku uppá
000 smolt um árið.
Ætlanin er so at selja
umleið helvtina til aðrar
fiskaalarar. meðan stødin
skal brúka helvtina sjálv
at seta út har á staðnum
Fult útbygd fer stoðin at
hava einar 30 flótihyljar.
ið kunnu hava eina saml-
aða ársframleiðslu uppá
eini 300 tons
Ein av trupulleikunum í
Førovum vid at byggja
kleki- og smoltstødir er
torvurin á feskum vatni
A Nordtoftum eru fleiri
smærri áir. og vatn úr
hesum verður so flutt
gjøgnum leidingar til
stødina
Hvannasunds
kommuna gjørt
stort arbeidi
Tad er Hvannasunds
kommuna. sum hevur
leigað eitt oki til Eystur-
laks. ið P/f Vitin við
Trygva Laksáfoss i
Klaksvik eigur. Kommun-
an hevur stadid fyri vega-
gerð frá Nordtoftum og
suður um bøgardarnar
Har er so gjørt ein
rættiliga stór grótútfyll-
ing og síðani planering av
einum stórum eki. sum
alistødin leigar part av
Nr. 71 - 21. juni 1984
Skjótt verður vatnið ur hesi ánni brukt til laksaaling
tagna Ziska greiðir
víðari frá. at tey enn ikki
hava keypt flótihyljarnar
til stoðina Vit royna at
kanna. hverjir hyljar eru
teir bestu. ti tað hevur
alstóran týdning. at hava
nakað sum heldur væl.
Hon vísir á, at tað helst
er møguleiki at fáa hósk-
andi hyljar gjørdar í
Førovum
Tað er Landsbyggifel-
agið. sum stendur fyri
eftirlitinum við arbeiðin-
um av stødini.
Tungt tak
Tá stoðin er heilt liðug
verður har arbeiði til fleiri
fólk. Ragna Ziska sigur at
enda. at tað er at vóna, at
—
henda nýggja vinnan
fiskaaling. fer at gerast
munagott iskovti til sam
felagshúsarhaldið Hon
heldur. at vit eiga at
royna at troyta teir møgu-
leikar, sum eru.
Við stødini á Norð-
toftum eru vit so komin
eitt stig víðari og tað er at
vóna, at vit fara at megna
hetta tiltak
Hetta er eitt tungt tak
at fara undir og tað fara
helst at ganga nekur ár,
áðrenn vit fáa javnvåg i,
endar Ragna Ziska.
Jan
ET