týsdagur 24. september 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2002
29
Høvuðsstaðurin úr aftur skugganum
FCK er nýtt oddalið í
superliguni, har tað
tykist vera sera tor-
ført at rokna úrslitini
út. Tað sást eitt nú, tá
báðir uppflytararnir
komu úr Jyllandi og
aftur í høvuðsstaðin
við fullari úrtøku
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað gongur skjótt hvønn
vegin í donsku superliguni.
Fyri einari viku síðani vóru
tað bara felag uttanfyri
Keypmannahavn, sum vóru
á fýra teimum ovastu pláss-
unum. Eftir at níggjunda
umfarið er spælt, eru tað
við einum undantaki aftur
feløgini í Keypmannahavn,
sum eru á fremstu plássun-
um.
Óvanliga summarveðrið í
Danmark var burtur sunnu-
dagin, tá tað var rættuliga
heystligt við vindi og regni.
Mest óvæntaðu úrslitini
mundu vera, at tey bæði
uppflytaraliðini úr útjaðara-
num av Keypmannahavn
komu aftur úr Jyllandi við
fullari úrtøku.
Farum vann 3–1 í Aal-
borg. Mesta tosið um tann
dystin snúði seg um málið,
sum AaB skoraði heilt tíð-
liga, men sum hvørki dóm-
arin ella linjuverjin sóu. Á
sjónvarpsmyndunum
var
tað týðuligt, at bólturin
hevði verið væl og virðiliga
innanfyri málstrikuna.
Støðan er ikki ókend. Tað
kann Ulrik Balling, sum nú
er í NSÍ, skriva undir uppá.
Í einum dysti fyri Vejle í
vár, varð eitt mál hjá hon-
um burturdømt akkurát upp
á sama máta, sum tað var,
tá Allan Gaarde úr AaB
royndi við fløtum langskoti
ímóti
Farum
málinum.
Bólturin tók í ein lítlan
jarnsteyra, sum var boygd-
ur frá stólpanum og niður í
jarnstongina, sum gongur
aftur frá stólpanum. Dóm-
arin mundi halda, at bóltur-
in tók í stólpan og støkk
aftur í spæl, men sjónvarps-
myndirnar vístu, at hann
hevði verið innanfyri.
Tá málið hjá Ulrik Ball-
ing ikki vað góðkent í vár,
varð varskógvað um trupul-
leikan við jarnstongini, og
tá varð hon sagað burtur á
onkrum vølli. Í gjár fóru
teir til verka á øllum stadi-
on, har teir ikki høvdu fing-
ið trupulleikan av vegnum
tíðliga í ár.
Støðan var 0–0, tá AaB
var óheppið á heimavølli-
num.
Í Viborg mundi heimalið-
ið ikki taka avbjóðingina í
nóg stórum álvara ímóti
Køge, sum ikki hevur stað-
ið seg so væl higartil.
Næstseinasta
vikuskifti
vunnu teir í Viborg 6–0 á
Esbjerg, og so mundu teir
ikki rokna við, at botnliðið
fór at verða nakar trupul-
leiki.
Viborg legði seg á odda,
men so fóru gestirnir at
gera um seg. Teir takkaðu
fyri, tá eftiransingarnar ikki
vóru nóg nærlagdar, og
heimaliðið fekk eina lekti-
ón í, at øll liðini í superlig-
uni eru vandamikil, um tey
ikki verða tikin í stórum
álvara.
UEFA árinið
Eftir 4–1 avhølvingina hós-
kvøldið í Bulgaria var
væntandi, at teir í Brøndby
fóru at verða moyrir. Men
tað tóktist ikki bila, tí teir í
FCM vóru uppaftur moyr-
ari, eftir at teir hóskvøldið
høvdu vunnið 1–0 á heima-
vølli ímóti kroatiskum mót-
støðuliði í UEFA Cup.
Mesta tosið í sambandi
við 4–0 heimasigurin hjá
Brøndby snúði seg um Pet-
er Foldgast, sum skoraði
tvey mál, tá hann loysti Pet-
er Madsen av. Hesin seinni
lá í seingini, tí hann hevði
ilt í búkinum.
Ókendi
álopsmaðurin,
Peter Foldgast, fekk í
summar at vita frá Michael
Laudrup, at hann ikki var
nóg góður til a hópin, tí
Laudrup helt hann ikki vera
kropsliga nóg væl fyri. Tað
varð ungi maðurin sjálv-
andi vónbrotin av. Men fyri
tveimum vikum síðani varð
hann fluttur upp í besta
hópin, og sunnudagin takk-
aði hann so rudduliga fyri,
tá hann fekk møguleikan.
OB stríddist hóskvøldið
fyrimyndarliga í øllum
regninum í Celta Vigo í
Spania, har teir taptu 2–0 í
UEFA Cup kappingini.
Sunnudagin var OB í Es-
bjerg, og har sást klárt, at
teir úr Odense ikki høvdu
fingið møðina úr kroppi-
num og sinninum. Esbjereg
smurdi teir av 5–0. Tað
kann ikki sigast annað, enn
at tað hevur gingið upp og
niður hjá heimaliðnum.
Eftir 3–0 sigurin á heima-
vølli ímóti FCK, tapti Es-
bjerg næstsíðst 6–0 í Vi-
borg, og nú vunnu teir 5–0
á OB. Heimaliðið hevði
møguleikar at vinna upp-
aftur størri sigur.
Zidan avgjørdi
2–0 sigurin hjá FCK í Parkini
var tann triði upp í slag, har
heimaliðið bant fullkomuliga
fyri í verjupartinum.
Einar tíggju minuttir
burtur frá Parkini í bili varð
eisini spælt í superliguni. Í
Gladsaxe eru karmarnir
ikki so pompøsir, sum teir
eru í Parkini, og áhugin fyri
heimadystunum hjá AB er
ikki tann sami, sum hann er
fyri teimum hjá FCK. Tað
vóru millum seytjan og átj-
an túsund í Parkini, og tað
vóru millum seytjan og átj-
an hundrað í Gladsaxe.
Hesi fóru væl hýrd til hús,
tí heimaliðið vann 1–0 á
Silkeborg, sum nú er aftast.
Í donsku miðlunum verð-
ur gjørt burturúr, at tað var
Zidan hjá AB, sum skoraði
einasta málið. Hesin Zidan
eitur Mohammed til for-
navn. Hann er ættaður úr
Egyptalandi, og hann hevði
bara verið eitt hálvt minutt
á vøllinum, tá hann í 2.
hálvleiki skoraði einasta
málið.
Sigurin hjá FCK á AB var triði dysturin upp í slag, at FCK helt tætt í verjupartinum. Hetta
hava teir annars ikki gjørt síðani apríl mánað
Danska superligan
v
t
d
v - j
- t
mál
mál
+/-
stig
1
FCK
9
5 - 2 - 2
14
13
1
17
2
AaB
9
5 - 1 - 3
13
12
1
16
3
Farum
9
5 - 0 - 4
14
14
0
15
4
Brøndby (M) 9
4 - 2 - 3
19
11
8
14
5
Esbjerg
9
4 - 2 - 3
22
20
2
14
6
OB (S)
9
4 - 1 - 4
16
15
1
13
7
AGF
9
3 - 3 - 3
13
14
-1
12
8
AB
9
3 - 2 - 4
11
13
-2
11
9
FCM
9
3 - 2 - 4
13
16
-3
11
10
Viborg
9
2 - 4 - 3
17
18
-1
10
11
Køge
9
3 - 1 - 5
16
19
-3
10
12
Silkeborg
9
2 - 2 - 5
8
11
-3
8
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j
- t
mál
mál
+/-
stig
1
Randers F.
9
6 - 1 - 2
24
14
10
19
2
Herfølge
9
6 - 1 - 2
21
13
8
19
3
Vejle
9
5 - 2 - 2
14
9
5
17
4
Ølstykke
9
4 - 4 - 1
21
18
3
16
5
Frem
9
4 - 3 - 2
18
16
2
15
6
HFK Sønderj. 9
3 - 3 - 3
22
21
1
12
7
Brønshøj
9
3 - 3 - 3
11
10
1
12
8
Fredericia
9
3 - 3 - 3
11
12
-1
12
9
Skjold
8
3 - 2 - 3
11
9
2
11
10
B 1913
8
3 - 2 - 3
14
15
-1
11
11
B93
9
3 - 1 - 5
14
14
0
10
12
FC Aarhus
9
3 - 1 - 5
14
15
-1
10
13
AC Horsens
9
2 - 3 - 4
13
17
-4
9
14
Hvidovre
9
2 - 2 - 5
11
21
-10
8
15
B 1909
8
1 - 3 - 4
12
17
-5
6
16
HIK
8
2 - 0 - 6
5
15
-10
6
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja),
Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Norska tippeligan
v
t
d
v - j
- t
mál
mál
+/-
stig
1
Rosenborg (M)
22 14-
4 -
4
45
26
19
46
2
Lyn
22
14 - 3 - 5
31
22
9
45
3
Molde
22
13 - 4 - 5
37
19
18
43
4
Viking
22
9 - 10 - 3
39
25
14
37
5
Odd. Grenl.
22
11 - 3 - 8
32
26
6
36
6
Stabæk
22
10 - 5 - 7
35
27
8
35
7
Våleranga
22
6 - 10 - 6
31
25
6
28
8
Sogndal
22
8 - 3 - 11
30
41
-11
27
9
Lillestrøm
22
7 - 5 - 10
28
28
0
26
10
Bodø/Glimt
22
7 - 4 - 11
32
34
-2
25
11
Bryne
22
7 - 4 - 11
33
36
-3
25
12
Brann
22
7 - 3 - 12
29
41
-12
24
13
Moss
22
5 - 5 - 12
23
38
-15
20
14
Start
22
2 - 5 - 15
20
57
-37
11
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
29
28
Nr. 182 - 24. september 2002
Føroyskur Amagermeistari
Tríggir føroyingar
lógu alla kappingina í
oddinum, og loksins
varð Heini Olsen
tann stinnasti tá hann
ikki gjørdi mætari
enn at vinna Amager-
meistaraheitið
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Klaksvíkingurin Heini Ol-
sen, sum seinastu mongu
árini hevur havt bústað á
Amager, má kenna seg
heima á oyggjuni Amager.
Úrslitini í Amagermeistara-
heitinum hava nevnliga síð-
ani 1999 fløskað seg rætti-
liga væl hjá honum, og í ár
bardi Heini seg uppá sjálv-
an tindin. 50 telvarar lut-
tóku.
Stríðið í toppinum var í
fullum blóma innan sein-
asta umfar. Tveir danir lógu
fremstir við fimm stigum
av seks møguligum, meðan
Heini Olsen, saman við eitt
nú Carl Eli N. Samuelsen
og fýra øðrum telvarum,
hevði hálvtfimta stig. Eyð-
un Nolsøe og Arild Rime-
stad høvdu ávíkavist fýra
og hálvtfjórða stig undan
hesum veruliga finaluum-
fari.
Heini vann sítt talv móti
øðrum
oddamanninum
(Finn Nøhr, sum telvar við
Talvfelagnum Føroyar í ár),
og tá hin oddamaðurin
somuleiðis tapti endaði
Heini saman við tveimum
øðrum á fyrsta plássinum
við 5,5 stigum. Heini hevði
bestu
mótstøðustig,
og
vann tí officielt Amager-
meistaraheitið 2002.
Carl Eli hevði møguleika
at enda ovastur, men javn-
leikurin móti 67 ára gamla
veterananum Nils Nilsson
rakk ikki longur til enn eitt
fjórða pláss, hálvt stig
aftanfyri vinnarnar. Eyðun
fekk eins og Carl Eli fimm
stig, tá hann vann á Miriam
Olsen, meðan Arild endaði
við hálvumfjórða stigi.
Meting av føroysku
avrikunum
Av føroyingunum skaraði
Heini framúr. Ikki bert á
stigatalvuni, men telvingin
var bæði nærlagd og eitt vet
tryggari enn hjá hinum
landsmonnunum. Bert ein
svipsari var hjá Heina, tá
hann í sætta umfari tapti
ímóti Peter Larsen (2280),
men annars tykist fimm-
faldaði føroyameistarin at
vera í góðum formi, sum
vit best kenna hann.
Hin
klaksvíkingurin,
Eyðun, var heldur sving-
andi í sínari telving. Hann
legði út sum ein stormur
við fýra stigum av fýra
møguligum. Men í fimta og
sætta umfari mátti hann
lúta, móti eitt nú Heina, og
tá varð ov seint at venda
skútuni. Eyðun vann tó
sjeynda umfar, og fekk
fimm stig, sum var eitt petti
undir væntaðu skoruna.
Telving hansara varð merkt
av
góðum
vinnaravilja
(vann fimm, tapti tvey), og
onkuntíð hendir tað at ein
tá leypir nakað framav.
Greinskrivarin tapti einki
talv, men vann hinvegin
bert trý talv, og leikti heili
fýra javnleikir. Telving
hansara var kanska ov
trygg, men eitt vet rætta
vegin á føroyska rating-
listanum eftir kappingina
ger, at hesin hóast alt er
hampiliga nøgdur við av-
rikið. Arild snávaði í sein-
asta umfarinum móti lægri
styrkismettum telvara. Inn-
an hetta talv hevði Arild
eina hampiliga kapping.
Alt í alt góð føroysk av-
rik, har tríggir av føroying-
unum myndaðu toppin.
Havi í dag valt talvið
hjá mær móti Miri-
am Olsen at seta í
blaðið. Valið er fallið
á hetta talv vegna
undirhaldsvirðið.
Ikki tí, feilir eru at
finna hjá báðum
pørtum, men undir-
haldsvirðið er í øll-
um førum á hampi-
liga høgum støði,
hóast telvingin
kanska ikki er á
sama støði.
Miriam Olsen (1855) —
Carl Eli N. Samuelsen
(2127)
Amagermesterskabet (4),
17.09.2002
1.e4 c5 2.Rif3 e6 3.d4
cxd4 4.Rixd4 a6 5.Bc4
(ivasamt) Rif6 6.Ric3 b5
7.Bd3 [7.Bb3 b4 8.Ria4
Rixe4 er gott fyri svartan í
hesum frábrigdi] 7...Fc7
8.Fe2 d6 9.0-0 Bb7 10.f4
Ribd7
11.Kh1
Be7
12.Bd2 h5! (mótspæl er
neyðugt, eftirsum hvítur
hevur plan um at trýsta e5
fram) 13.g3? (sera iva-
samt, eftir sum b7 bispur-
in vaknar. Men hinvegin
er h4, h3 ringt at forða. 13.
h3 er heldur ikki heilt gott
vegna h4, Rih5) 13...Ric5
14.Rif3?
b4
15.Rid1
Ricxe4 16.Bxb4 h4 17.g4
Rig3+! 18.hxg3 hxg3+
19.Kg2 [19.Kg1 Fb6+
20.Fe3 Fxb4 21.g5 Rih5
er somuleiðis vinnandi
fyri svartan] 19...Rh2+
20.Kxg3 Rxe2 21.Bxe2
Rie4+
22.Kh3
Fxc2
23.Rid4 Rif2+ 24.Kg3
[24.Rxf2?? Fh7+ 25.Kg3
Fh4#] 24...Bh4+ (spæli
eitt sindur við eld, men
alskurin til hendan leik
var ov stórur_) 25.Kxh4
Fh7+
26.Kg3
Rih1+
27.Rxh1 Fxh1 28.Bf3
(Rif3 er drúgvari, men
Kd7 vinnur lættliga, tá
rókurin kemur við í leikin)
28...Fg1+ 29.Kh3 Kd7
30.Be1
Rh8+
31.Bh4
Rxh4+ 32.Kxh4 Fh2+
33.Kg5 Fh6# 0-1
Talvið hesa vikuna
Teir tríggir kapping-
arneytarnir hjá Toda
Jónsson gjørdu allir
um seg, tá AGF varð
sent til hús við 2–0
tapi
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Tað vóru teir tríggir, sum
kappast um álopsplássini á
FCK liðnum við Toda Jóns-
son, sum vórðu mest um-
røddir, eftir at FCK sunnu-
dagin vann 2–0 á AGF. Lið-
ið úr Århus hevði ikki nógv
at bjóða uppá í álopsparti-
num. Verjuspælið hjá FCK
tykist nú aftur vera, sum
tað var stórar partar av
seinasta kappingarári. Eftir
tveir 3–0 lúsingar í Aalborg
og Esbjerg tykist FCK
skútan at verða rættað væl
uppaftur, og nú stevnir hon
aftur ímóti meistaraskapi-
num, sum teir síðsta kapp-
ingarár mistu í evstu løtu.
Todi Jónsson var ikki
millum teir fyrstu ellivu.
Hann varð ikki skiftur inn,
fyrrenn tað restaðu tríggir
minuttir. Tá avloysti hann
Peter Møller, sum kundi
fara væl nøgdur undir brús-
una. Hann hevði skorað eitt
mál, og tað er tað, sum
hann fær løn fyri.
Zuma í borðinum
Seinastu vikurnar hevur
verið nógv tosað og skrivað
um, at vongspælið hjá FCK
hevur ikki verið nóg gott.
Hesa ferð gjørdi venjarin
eina nýggja roynd, og hon
eydnaðist væl.
Liðformaðurin, Christian
Lønstrup, var ikki tøkur.
Hann plagar at vera ytstur á
miðvøllinum í høgru. Hesa
ferð var Zuma fyri fyrstu
ferð nakrantíð í hesum
plássinum á FCK liðnum.
Zuma plagar annars at
spæla í hesum plássinum,
tá hann spælir á suðurafri-
kanska landsliðnum.
Royndin eydnaðist væl.
Zuma var væl upplagdur,
og hann var upphavi til
bæði málini í 2–0 heima-
sigrinum.
Bæði
málini
komu í løtuni kring steðgin.
Í tí fyrra førinum kom
kontra á, og Jörgen Petters-
son fekk við knænum bólt-
in um strikuna. Í seinna
førinum misti AGF mál-
verjin bóltin, eftir at Zuma
hevði roynt við skoti, og
Peter Møller fekk úr tveim-
um metrum bóltin um mál-
linjuna.
Eftir dystin varð mest
umrøtt, at tað endiliga í
níggjundu royndini hevði
eydnast Jörgen Pettersson
at skora mál, og svenski
álopsmaðurin hevði ikki
orð fyri, hvussu glaður
hann var fyri at spæla í
superliguni. Svenski álops-
maðurin hevði tveir aðrar
risamøguleikar at skora,
men hann var ikki nóg
neyvur, og hann ásannaði
sjálvur, at tað hevði tikið
longri tíð at koma á rætta
lagið, enn hann hevði rokn-
að við. Men nú segði hann
seg rokna við, at tað fór at
ganga væl. Og um hann
hevur rætt, so verður kapp-
ingin hjá Toda Jónsson
uppaftur størri.
FCK er aftur
á meistarakós
Vejle er væl við
Eftir at teir mitt í
vikuni komu víðari í
steypakappingini,
vunnu teir í Vejle
týdningarmiklan
útisigur sunnudagin
ímóti Suðurjyllandi
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Í Vejle hevur tað leingi ver-
ið buldraligt fíggjarliga.
Men á vøllinum hevur tað
gingið væl síðstu dagarnar,
og Christian Høgni Jacob-
sen hevur verið partur av
liðnum, sum tað hevur
gingið væl hjá.
Mitt í síðstu viku spældi
Vejle í steypakappingini á
útivølli ímóti FC Nordjyll-
and. Heimaliðið gjørdi
skjótt av og var á odda 2–0,
áðrenn Vejle hevði fótað
sær. Men so eydnaðist tað
at javna til 2–2. Einki mál
kom í longdu leiktíðini, og
so var neyðugt við brots-
sparkskapping. Endaliga
úrslitið var 7–6 til Vejle.
Christian Høgni Jacob-
sen varð skiftur inn í 69.
minutti.
Sunnudagin var Vejle aft-
ur á útivølli. Hesa ferð vóru
teir í hinum endanum av
Jyllandi, tí HFK Sønder-
jylland var mótstøðuliðið.
Christian Høgni Jacobsen
var allar 90 minuttirnar á
vongverjanum í høgru, og
tað fekk væl. Vejle vann
2–1, eftir at teir í steðginum
høvdu verið frammanfyri
1–0. Fyrra málið fingu teir
longu í 2. minutti og tað
seinna fingu teir, tá ein
hálvur tími var farin. 2.
hálvleikur var tríggjar min-
uttir gamal, tá heimaliðið
minkaði um munin.
Michael Blom skoraði
fyrra málið, og hann hevði
góðan møguleika beinan-
vegin aftaná at økja, eftir at
Christian Høgni Jacobsen
hevði spælt hann leysan.
Seinna málið skoraði Lasse
Lauth.
Freja framvegis fremst
Randers Freja hevur tikið
øll á bóli við at leggja seg á
odda og við at megna at
varðveita oddasessin. Hesa
ferð vóru teir í Århus, har
FC verður mett at vera tor-
ført
mótstøðulið.
Men
krúnjydarnir vunnu 2–1.
Herfølge vann triðja sig-
urin upp í slag. Teir sendu
B93 aftur til Keypmanna-
havnar við 1–0 tapi, og har-
við er Herfølge framvegis
næstfremst.
Ølstykke legði bragdliga
fyri í summar, og Frem
hevur verið roknað sum
møguligt uppflytaraevni.
Dysturin teirra millum í
Valby endaði 3–3.
NOREG
Jákup Mørk
Føroyski landsliðsmálverj-
in vardi aftur málið, næst
besta liðið hjá Molde
spældi
javnleik
móti
Strindheim
Í Noreg var friður í tippe-
liguni hetta vikuskiftið,
men tað merkti so ikki, at
Jákup Mikkelsen hevði frí.
Saman við hinum eyka-
monnunum hjá Molde var
hann fríggjakvøldið í dysti
í norsku 2. deildini, har teir
á heimavølli hittu Strind-
berg.
Her gjørdist úrslitið javn-
leikur, 1-1, og tað man nú
ikki vera so heilt galið hjá
Molde, eftir at Strindheim
seint í dystinum hevði lagt
seg á odda.
Molde javnaði 10 minutt-
ir fyri leiklok við máli, sum
Andre Schei Lindbæk skor-
aði.
Komandi
vikuskiftið
verða aftur dystir í norsku
tippeliguni, og er tað tá
fjórð seinasta umfarið er á
skránni.
Tá spælir Molde á úti-
vølli móti Válerenga, sum
er á sjeynda plássinum.
Oddaliðið, Rosenborg hev-
ur útidyst móti Bodø/-
Glimt, og Lyn, sum er á
øðrum plássi spælir úti
ímóti Sogndal.
Jákup fekk javnt
C
M
Y
K
28