týsdagur 24. september 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2002
27
Hóast yvirvág, so
fingu meistararnir
B36 bert javnleik á
Eiði, og nú er mest
sum greitt, at talan
ikki verður um
heiðursmerki hjá
teimum í ár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Vit skrivaðu í leygardags-
blaðnum, at fyri bæði EB/
Streym og B36 var gald-
andi, at teir sunnudagin
skuldu royna at fáa fót-
bóltslagið upp, eftir at
gongdin seinnu umførini
hevði verið eitt sindur tung
hjá báðum. Ikki minst hjá
B36, sum eftir øllum at
døma misti silvurið úr
eygsjón ta ferðina, og nú
sunnudagin mistu teir so
helst vónina fyri heiðurs-
merkjum yvirhøvur.
Talan gjørdist nevnliga
um javnleik á Eiði sunnu-
dagin, og tó at árstalsfe-
lagið aftur í dag man iðra
seg, so er tað máltalvan,
sum er avgerandi, tá úr-
tøkan fyri dystin skal gerast
upp.
Long yvirvág
Tað var nevnliga B36, sum
fyri tað allar mesta hevði
eina greiða yvirvág á Eiði
sunnudagin.
Frá
fyrsta
bríksli royndu teir at leggja
eitt stórt trýst oman móti
heimamálinum, og tó at
eingir
beinleiðis
opnir
møguleikar spurdust burt-
urúr, so lúrdi vandin alla
tíðina, og nógvu deyðbólt-
arnir við horna- og frí-
sparksstøður voldu heima-
liðnum alskyns trupulleikar
hesa løtuna.
Hinvegin var eisini greitt,
at hóast hetta, so royndu
tier hjá EB/Streymi alla tíð-
ina at liggja framvið, tá
møguleikin beyðst í kontra-
fasuni, og einar tvær ferðir
gjørdust teir eisini mest
sum leysir við Magnusi
Poulsen, sum hesa ferð
vardi málið hjá B36, uttan
at hetta gav úrslit.
Í seinna hálvleiki helt
greiða yvirvágin hjá gest-
unum fram, men leingi var
tó líkt til, at tað ikki skuldi
spyrjast nakað serligt burt-
urúr hesum. Ikki fyrr enn
eitt korter var eftir at spæla,
eydnaðist loksins at fáa hol.
Ein langur bóltur varð
sendur niðan móti John
Petersen, men verjan tóktist
tó at hava tamarhald á, tá
bólturin
skuldi
stútast
burtur. Hann kom tó ikki
longur enn til føturnar á
Kenneth Jacobsen, og mill-
um vínir og fíggindar fekk
hann skot á, so bólturin
fann vegin til meskarnar,
og mundu havnarmenninir
halda, at stigini vóru í
pottinum.
Lumpaðu við frísparki
Eftir málið royndi EB/
Streymur at umskipa liðið
nakað, fyri at fáa meira
álopsspæl í. Sorin Anghel
hevði alla tíðina verið ytsti
miðvallarin í vinstru, men
hann varð nú fluttur niðan,
og spakuliga fekst nakað
meira av tyngd í álopi,
hóast møguleikarnir ikki
gjørdust teir stóru.
B36 tóktist at hava tam-
arhald á støðuni, men
tríggjar minuttir fyri leik-
lok fekk EB/Streymur kort-
ini javnað. Fleiri ferðir í ár
hava teir sýnt stórt hegni í
fríspørksstøðum, har tað
serliga hevur verið ein ávíst
kombinatión, sum hevur
hepnast væl. Hendan varð
eisini roynd fyrr í dystinum
móti B36, og ivaleyst hildu
teir svørt hvítu, at hon
skuldi roynast aftur móti
dystarenda. Í øllum førum
tóktist múrurin at hugsa
nógv meira um Ronnie
Samuelsen enn bóltin, tá
Ronnie royndi at renna seg
leysan, og so smekkaði
Eyðfinn Joensen bara til.
Bólturin tók í múrin á
vegnum, og tó at málverjin
hevði hondina á, so var
hetta ikki nóg mikið at
forða útjavningini.
Mistu heiðursmerki
Eftir øllum at døma, so
bara javnleikurin við sær, at
B36 nú fer at standa uttan
heiðursmerki, tá árið er
liðugt. Fimm stig eru nú
upp til NSÍ og KÍ, og tað
skal vera løgið, um tey
bæði ikki fáa okkurt stigið
burtur úr teimum báðum
seinastu umførunum, og
hartil hava B36 sjálvir sera
trupla uppgávu, tá teir
komandi vikuskifti skulu
spæla í Gøtu.
EB/Streymur slapp sær
hinvegin enn eitt stig burtur
frá niðurflytingarvandan-
um, og tó at matematiska
óvissan enn er til staðar, so
skal tað vilja heilt illa til,
um teir skulu gerast partur í
nøkrum upp- og niður-
flytingardysti. Tað kann
neyvan roknast við, at
Skála ella TB skulu vinna
báðar dystirnar, sum eftir
eru, og í so máta er støðan
hjá EB/Streymi helst hin
sama, sum hon var undan
dystinum, men tá var hon
nú heldur ikki so galin.
Tilveran í deildini tykist í
øllum førum bjargað, og
tað var væl eisini tað, sum
teir á samansetta liðnum
ætlaðu, tá farið varð undir
fyrireikingarnar til árið.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur-B68
1-1 (0-0)
0-1: Kenneth Jacobsen 75
1-1: Eyðfinn Jacobsen 87
Dómari: Oddmar
Andreasen
EB/S: Gunnar á Steig –
Hallur
Jacobsen,
Knút
Vesturtún, Andrzej Pacek,
Eyðfinn Joensen – Marni
Djurhuus, Ronnie Samuel-
sen, Jákup Martin Joensen,
Sorin Anghel – Jón Sigurð
Gleðisheygg, Teitur Joen-
sen
B36:
Magnus Poulsen–
Arnbjørn Danielsen, Egil
Zachariasen, Jens Kristian
Hansen – Jákup á Borg,
Klæmint Matras, Julian
Johnsson, Kenneth Jacob-
sen – Bárður Mortansson,
John Petersen, Magni á
Lakjuni
VB tryggjaði sær
pláss í aðru deild
eitt ár aftrat, eftir
tryggan sigur á KÍ.
Birgir Jørgensen
skoraði heilar fýra
ferðir fyri VB.
2. DEILD
Bjartur Nolsøe
Tað sá onki út hjá VB tá
seinna hálva av kapping-
ini byrjaði í august. Tá lá
liðið aftast við 6 stigum,
4 upp til HB á næstaft-
asta plássið. Men síðani
hevur gingið javnt fram-
á, og í seinnu helvt eru
16 stig komin í hús.
Klaksvíkingar hava alt
ár ligið toluliga væl fyri,
og hava staðið seg væl á
heimavølli.
Eftir úrslitini leygar-
dagin hava bæði VB og
KÍ tryggjað sær pláss í
deildini aftur næsta ár.
Bæði liðini eru 4 stig
frammanfyri HB, og tá
Sumba og NSÍ skulu
møtast í seinasta dystin-
um næsta vikuskiftið,
kann bert tað eina av
hesum liðunum koma
uppá 22 stig.
Málríkur dystur
Dysturin í Vági gjørdist
málríkur og fekk eisini
tann rætta vinnaran. VB
var betra liðið so at siga
allan dystin, og í hálv-
leikinum var støðan 3-1
til heimaliðið. KÍ var
ikki so væl mannað
henda dagin sum onkran
av
teimum
seinastu
dystunum.
Robert
Cieslewicz
sum ikki hevur verið á 1.
deild seinastu dystirnir,
og hesaferð royndi seg á
næstbesta liðnum, legði
VB á odda miðskeiðis í
fyrra hálvleiki.. Hann
fylgdi upp uppá ein bólt
tá
Birgir
Jørgensen
hevði skallað á stongina.
Løtu seinni økti Birgir
Jørgensen til 2-0, tá
hann bleiv spældur leys-
ur av Robert. Men
minuttin eftir hetta, gav
veteranurin hjá KÍ Olgar
Danielsen, KÍ vónina
aftur tá hann minkaði
um munin til 2-1, eftir at
verjan hjá VB ikki fekk
bóltin burtur..
Henda støðan helt sær
til síðsta minuttin í fyrra
hálvleiki, tá vágbingar
aftur fingu mál og
løgdu seg á odda 3-1.
Aftur hesuferð var tað
Birgir Jørgensen sum
var á blettinum.
Avgerðin fellur
Vónin sum klaksvík-
ingar hava havt til at fáa
eitt úrslit við sær úr
Vági, bleiv sløkt tíðliga í
seinna hálvleiki. Longu
í fyrsta minutti skoraði
Birgir Jørgensen sítt
triðja mál til 4-1, og so
var ongin vegur aftur hjá
KÍ.
VB fekk trý mál aftrat
við stuttum millumbili,
og var eitt skifti á odda
7-1. Fyrst var tað Robert
Cieslewicz sum skeyt
mál til 5-1, Birgir Jørg-
ensen økti til 6-1 og
Sigmund
Mikkelsen
setti punktum fyri mál-
skjótingini hjá VB, tá
John William í KÍ-
málinum fór skeivur av
bóltinum, sum endaði
hjá Sigmund sum skeyt
hann inn í málið.
Fáar minuttir fyri leik-
lok fekk KÍ pyntað um
úrslitið, tá Marius Ny-
strøm fekk seinasta fótin
á bóltin.. Endaliga úr-
slitið gjørdist sostatt 7-2
til VB.
Í næstu viku skal VB
spæla á Sandi, meðan KÍ
tekur móti HB. Bæði VB
og KÍ eru sum sagt
tryggjaði eitt ár aftrat í
deildini. Hinvegin hava
bæði B71 og HB nógv at
spæla fyri, og kanska er
tað tí ein fyrimunur hjá
teimum, at ikki so nógv
stendur uppá spæl hjá
VB og KÍ.
Dysturin í tølum:
VB-KÍ 7-2(3-1)
1-0: Robert Cieslewicz
2-0: Birgir Jørgensen
2-1: Olgar Danielsen
3-1: Birgir Jørgensen
4-1: Birgir Jørgensen
5-1: Robert Cieslewicz
6-1: Birgir Jørgensen
7-1: Sigmund Mikkel-
sen
7-2: Marius Nystrøm
VB-KÍ 7-2 (3-1):
VB eitt ár aftrat
í 2. deild
EB/Streymur-B36 1-1 (0-0):
B36 misti vónina á Eiði
Tó at B36 hevði yvirvág, so
var tað at kalla bert í
deyðbóltunum, at verjna hjá
EB/Streymi hevði
trupulleikar av frákoyrdu
meistarunum
27
26
Nr. 182 - 24. september 2002
Tað vóru leirvíkingar,
sum byrjaðu betri,
men sum fráleið var
B71-yvirvágin alt
meira sjónlig, og teir
vunnu at enda ein
uppibornan sigur
2. DEILD
LÍF–B71
Tá leirvíkingar fyrr í
summar vóru á Sandi, fóru
teir til hús við 3–3 javn-
leiki. Ta ferðina kendu teir í
B71 seg snýttar. Teir hildu
ikki, at úrslitið samsvaraði
spælbýtið.
Leygardagin fóru sand-
oyingar úr Leirvík við øll-
um stigunum. Teir vunnu
2–1, og harvið styrktu teir
um møguleikarnar at vinna
silvurkrónurnar. Og sand-
oyingar høvdu onga orsøk
at halda, at teir høvdu fing-
ið nakað, sum teir ikki
høvdu uppiborið. Størsta
partin av tíðini vóru teir
leikliga omaná.
Men tað vóru teir á
heimaliðnum, sum løgdu
bragdligast fyri. Ferðin var
høg, og trýstið á B71 málið
var stórt. Eftir horna úr
vinstru og til handara stólpa
stútaði Omar Pálsson inn
fyri aftur, og Petur Sjúrð-
arberg var fyrstur á. Símun
Waag Høgnesen, sum hesar
seinastu ferðirnar hevur
verið í LÍF álopinum, var
um reppið at økja um
leiðsluna,
áðrenn
hann
noyddist út orsaka av fót-
liðsskaða.
So fór ferðin eitt sindur
niður. Leirvíkingarnir ork-
aðu ikki at halda guvuni
uppi, og B71 kom alt meiri
upp í part. Eli Hentze og
Torbjørn Jensen eru ikki
tað, sum teir vóru fyri
trettan árum síðani, men tá
teir fingu frið, so høvdu teir
takið á miðvøllinum saman
við Krzystof Radziemski í
høgru og skjóta og bólt-
trygga Símuni Hansen í
høgru.
B71 javnaði til 1–1, tá ein
stórur hálvur tími var farin.
Eftir innkast í høgru til B71
vóru leirkvíkingar døllutir.
Krzystof
Radziemski
smekkaði til úr 19 metrum,
og bólturin sigldi framvið
Karstini Joensen og í málið.
Serliga eftir hetta var
B71 greitt omaná, og í 2.
hálvleiki var tað bara ein
spurningur um tíð, nær teir
fóru at leggja seg á odda.
Serliga á miðvøllinum var
tað heilt galið við eftirans-
ingunum hjá LÍF, og harvið
varð verjan fleiri ferðir
rend um koll.
B71 hevði møguleikar,
eitt nú tá Eli Hentze tríggjar
ferðir slapp ígjøgnum í
vinstru og royndi seg, og
eina ferð var miðverjin
Ernst Løkjá akkurát ov
seinur, tá Eli Hentze úr
vinstru legði innfyri tómt
mál.
Jónsvein Thomsen mann-
aði B71 álopið saman við
Kristoffuri Vidtfelst, og tá
seinna umfarið var hálv-
runnið, skoraði Jónsvein
Thomsen sigursmálið. Tor-
bjørn Jensen sneiddi fram-
við tveimum í vinstru, og
Jónsvein heilfluktaði sera
hegnisliga í handara síðu-
netið.
LÍF-B71 1-2(1-1)
1-0: Petur Sjúrðarberg
1-1: Radzinski
1-2: Jónsvein Thomsen
Í B71 taka teir eina
uppgávu í senn, men
um tað skuldi komið
hartil, at B71 varð
annar parturin í
endaspæli, so hevði
formaðurin einki
havt ímóti, at Skála
varð mótstøðuliðið
UPPFLYTINGAR-
MØGULEIKI
Jóannes Hansen
Eftir sigurin í Leirvík leyg-
ardagin er góður møguleiki
fyri, at B71 fer at fáa
møguleikan at spæla um
plássið í bestu deildini, sum
teir mistu fyri einum ári
síðani. Ta ferðina taptu teir
endaspælið ímóti Skála,
sum fyri fyrstu ferð flutti
upp í bestu deildina.
– Vit hugsa ikki enn um
møguleikan at flyta upp.
Vit taka eina avbjóðing í
senn. Nú hevur tað lagað
seg soleiðis, at vit sjálvir
hava møguleika at avgera,
um vit skulu í endaumfar
um eitt pláss í bestu
deildini. Í síðsta umfarinum
skulu vit spæla ímóti VB.
Teir hava staðið seg heilt
væl síðani summarsteðgin,
og tað verður ivaleysa
strevið hjá okkum at vinna
øll stigini ímóti teimum.
Og um tað fer at eydnast, so
verður kappingarárið hjá
okkum longt meiri enn eina
viku og kanska tvær vikur.
Tað sigur Eli Hentze.
Umframt at vera álitið á
B71 miðvøllinum, so er
veteranurin eisini formaður
í B71. Formaðurin í B71
heldur, at tað hevði verið
hugaligt at spælt ímóti
Skála:
– Í fjør segði eg, at vit
vóru favorittar, tá vit
spældu endaumfar ímóti
Skála. Ta ferðina taptu vit.
Um vit koma so langt, og
um tað verður Skála, sum
vit fara at spæla ímóti, so
fari eg at siga, at Skála
verður favorittur. Útsøgnin
í fjør var grundað á, at vit
spældu í 1. deild og Skála í
2. deild. Sjálvandi eigur eitt
lið í bestu deildini at vera
favorittur ímóti einum liði
úr næstbestu deildini. Tí
sigi eg, at Skála verður
favorittur, um tað kemur
har til, at vit skulu spæla
ímóti teimum um eitt pláss
í bestu deildini, heldur Eli
Hentze.
Leggja øðrvísi upp
Í ár er Tom Saintfed úr
Belgia venjari hjá B71.
Hann er 30 ára gamalur, og
longu í 1996 royndi hann
seg sum spælari í Klaksvík.
Um hann verður venjari
komandi ár ella onkur
annar, hava teir á Sandi ikki
tikið støðu til. Teir ætla sær
at bíða við avgerðini, inntil
tað verður greitt, um teir
skulu spæla í 1. ella í 2.
deild.
– Tað er greitt, at vit
skulu leggja tað heilt
øðrvísi til rættis, um vit
megna at spæla okkum
aftur í 1. deild. Tað er stórur
munur á deildunum. Vit
mugu fáa fleiri spælarar
aðra staðni frá, og vit mugu
venja nógv meiri, enn vit
hava gjørt í ár. Páll á
Reynatúgvu er aftastur í
verjuni hjá okkum. Av
góðum grundum venur
hann als ikki. Tað hevði
neyvan borið til í 1. deild,
sigur Eli Hentze, sum
framvegis hevur hug at
spæla fótbólt á rímuliga
høgum støði.
– Eg havi verið seytjan ár
á besta liðnum hjá B71, og
eg havi framvegis hug at
spæla. Men skaðarnir hava
verið so nógvir í ár sum
ongantíð áður. Tað er
troyttandi.
Hvar skulu tit fáa nýggjar
spælarar frá?
– Tað er ikki sum at siga
tað. Um vit koma so mikið
langt, so skulu vit finna
fólk, ið eru sinnað at koma
henda vegin og at gera eitt
arbeiði undir teimum treyt-
um, sum vit liva undir. At
finna sovorðnar spælarar er
ikki sum at siga tað, heldur
B71 formaðurin, sum av
royndum er fullgreiður
yvir, at tað skulu nógv fleiri
pengar til at reka eitt 1.
deidlarlið, enn tað skulu til,
um besta liðið er í næst-
bestu deildini.
– Men nú stendur VB
avbjóðingin fyri framman.
Um tað eydnast at vinna á
teimum, so fara vit at
fegnast um silvurkrónurnar
í 2. deild, og so fara vit at
gera okkum klárar til enda-
spæl. Men komandi vikuna
fara vit bara at savna okk-
um um uppgávuna ímóti
VB.
B71-LÍF 1-2 (1-1):
B71 hevði størri hugflog og tyngd
Eli hevur
einki ímóti
at hitta Skála
– Í fjør segði eg, at vit vóru favorittar, tá vit spældu endaumfar ímóti Skála. Ta ferðina taptu
vit. Um vit koma so langt, og um tað verður Skála, sum vit fara at spæla ímóti, so fari eg at
siga, at Skála verður favorittur
C
M
Y
K
26