týsdagur 24. september 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2002
25
høvdu teir ikki tað, so sá
tað av álvara svart út, bert
lítlan minutt seinni. Skála
gav bóltin upp og spældi
aftur til rumenan, sum tókt-
ist hava góða tíð við bólt-
inum, Andrew av Fløtum
gjørdi skjótt av. Alt fyri eitt
var hann á miðvallaranum,
og eftir at hava vunnið bólt-
in gjørdi hann ikki mætari
enn at seta beina kós oman
móti mállinu. Eftir eina
draging slapp hann inn um
verjuna, og við fløtum skoti
sendi toppskjúttin í deildini
bóltin inn um stólpan.
Tómgongd
Skjóta tvey-mála leiðslan
tók mest sum alla luftina úr
dystinum, longu áðrenn
hann var byrjaður. Gaman í
var lagið á áskoðarapláss-
unum av tí allarbesta, har
áskoðararnir longu vóru
farnir undir síni »Hååå-
Beee«, men á vøllinum var
tað eyðsæð, at her skuldi
HB ikki gera stórt annað
enn at koyra sigurin heim.
Uttan at teir á nakran hátt
overvaðu seg, varð bólturin
fyri tað mesta hildin burtur
av vandaleið, og tó at nakrir
heilt
góðir
møguleikar
spurdust burturúr, so var
tað ongan tíð so, at HB
spenti seg út til tess at
vinna nakran stórsigur.
Kanska kundi støðan
verið øðrvísi, um Jonhard
Frederiksbert fekk brots-
sparkið, sum hann av røtt-
um átti á hálva tímanum, tá
Jan Dam sópaði beinini
undan honum, men ta
ferðina tagdi floytan, og
burtur sæð frá eini góðari
roynd frá Paula Hansen, so
var hetta eisini tað, sum
Skála hevði at bjóða fyri
steðgin.
Og tá so HB kom upp á
3-0 stutt fyri steðgin,
mundi seinasta luftin eisini
fara úr gestunum. Málið
var kanska eitt sindur
margháttligt, tí helst var tað
ætlað sum ein sending, tá
Rúni Nolsøe mest sum av
baklinjuni smekkaði flatt
inn í málteigin, men onk-
ursvegna sneiddi bólturin
sær kortini inn um nærm-
ara stólpan.
Í seinna hálvleiki helt
tómgongdin sum so fram,
men hevði HB havt stóra
yvirvág fyri steðgin, so var
talan nú um totalan domi-
nans. Stútt og støðugt var
bólturin
spældur
kring
Skála brotsteigin, har inn-
skifti Heini Kristiansen
hevði úr at gera við at fáa
hendur á innleggunum, og
fyri tað mesta, so eydnaðist
hetta eisini hjá unga mál-
verjanum, men tá HB
seinasta hálva tíman økti
tvær reisur, var ungi mál-
verjin prísgivin.
Í fyrru atløgu var talan
um eitt sjáldsama vakurt
mál, tá Rógvi Jacobsen
lyfti inn um verjuna, har
Andrew av Fløtum í ferð
tamdi bóltin við bringuni,
áðrenn hann smekkaði flatt
í handara síðunet. Seinnu
ferðina var talan um gjøg-
numbrot í høgru, har Tór-
Ingar Akselsen at enda
sendi flatt innfyri, og við
handara stólpa skuldi Eyð-
un Samuelsen ikki gera
stórt annað enn at seta
innaru síðuna á bóltin, so
hann kundi beinasta sein-
asta pettið í kassan.
Spenningurin er í
botninum
Við sigrinum syrgdi HB
mest sum fyri, at tann
seinasti ferðilin av spenn-
ingi, sum enn er í kapp-
ingini, fór sín veg. Vónin
hjá KÍ og NSÍ var helst, at
havnarliðið skuldi hoykna
undir trýstinum, nú gull-
merkini eru somikið nær,
men eingi tekin vóru um
hetta sunnudgain. Eftir
skjótu leiðsluna var talan
snøgt sagt um professionelt
arbeiði, har tað fyrst og
fremst ráddi um at varð-
veita leiðsluna, og har leik-
ararnir ikki komu í støður,
sum kundu kosta kort ella
skaðar.
At talan so kortini gjørd-
ist um stórsigur, komst
fyrst og fremst av, at Skála
hevði somikið lítið at bjóða
uppá. Mest av øllum tóktist
tað so, at teir bara vildu
sleppa inn aftur í Eystur-
oynna, og tað sluppu teir so
eisini eftir eina 90 minuttir
langa eyðmýking, sum so
ruddiliga – og kanska ov
týðiliga – staðfesti munin á
oddi og botni í føroysku
fyrstu deild.
Nú er talan sjálvandi um
eina fullkomuliga øðrvísi
uppgávu komandi viku-
skifit, tá Skála fær vitjan av
TB, og kanska rúmaði
hendan eins nógv í høvd-
inum sunnudagin, sum HB-
dytsurin gjørdi. Men tað
stendur so púrasta víst, at
um hugburðurin til upp-
gávuna ikki er ein heilt
annar til ta tíð, so fáa teir
hjá Skála meira enn trupult
við at endurnýggja tilver-
una í bestu deildini.
HB-Skála 5-0 (3-0)
1-0: Jón Rói Jacobsen 6
2-0: Andrew av Fløtum 7
3-0: Rúni Nolsøe 43
4-0: Andrew av Fløtum 67
5-0: Eyðun Samuelsen 78
Dómari: Jens Petur Bratta-
líð: Hevði ein sera friðar-
ligan seinnapart.
HB: Bárður Johannesen –
Hans á Lag, Jóhannis
Joensen, Jan C. Dam, Janus
M.
Joensen
–
Rújni
Nolsøe, Hallur Danielsen,
Rógvi Jacobsen – Jón Rói
Jacobsen, Nocko Jokovic,
Andrew av Fløtum
Skála: Eugen Voda – Ronni
Hansen, Pauli Poulsen,
Bent Djurhuus, Áki Peter-
sen – Hanus Thorleifsson,
Rúni Rasmussen, Gheorg-
he Callo, Pauli Hansen,
Kári Nielsen – Jonhard
Frederiksberg
Jóannes Jakobsen er
ikki spurdur, men
hann sigur seg hava
ta fatan, at felagið
hevur gjørt avtalu
við annan venjara. Í
HB leiðsluni vilja
teir ikki vátta
tíðindini um, at
avtala er gjørd við
annan venjara
MEISTARAVENJARI
Jákup Mørk og Jóannes
Hansen
Frank
Skytte
verður
venjari hjá HB komandi
kappingarár. Leiðslan í
HB vil ikki vátta tíðindini,
men sera álítandi keldur
siga, at avtala hóskvøldið
varð gjørd millum HB og
Frank Skytte, sum fór av
landinum
fríggjadagin,
eftir at hann mánadagin í
síðstu viku varð uppsagd-
ur í B68.
Væl vitandi keldur siga,
at tað er avrátt, at Frank
Skytte skal koma aftur til
Føroya 15. januar kom-
andi ár. Alt bendir á, at
hann fer at fáa ábyrgdina
av einum meistaraliði,
sum umframt at stríðast
fyri at verja FM heitið og
at vinna løgmanssteypið
eisini skal spæla í Europa
Cup fyri meistaralið.
Jóannes áhugaður
Saman við Kára Nielsen
hevur Jóannes Jakobsen
havt ábyrgdina av HB lið-
num, síðani Ion Geolgau
varð sagdur úr starvinum.
Kári
hevði
framman-
undan
verið
hjálpar-
venjari hjá Ion Geolgau.
Jóannes hevur áður
verið venjari í Vági, hjá
HB, í Klaksvík og á Toft-
um. Tá tað nú hevur
gingið sum eftir ánni,
síðani hann kom afturat
Kára Nielsen, hevði tað
kanska verið upplagt, at
HB leiðslan spurdi Jóann-
es, um hann var áhugaður
í at halda fram sum venj-
ari. Men sambært Jó-
annesi sjálvum, so er hann
ikki spurdur, og hann
hevur meiri at leggja
afturat:
– Eingin í HB leiðsluni
hevur heitt á meg um at
halda fram sum venjari.
Men tað tykist vera greitt,
at HB longu hevur gjørt
avtalu við ein annan venj-
ara fyri komandi kapp-
ingarár. Úrslitini, sum vit
hava fingið, haldi eg áttu
at verið grundarlag fyri at
HB spurdi seg fyri um
møguligarnar fyri fram-
haldandi samstarvi, men
eg eri ikki spurdur, og tað
man vera tí, at HB hevur
bundið seg til annan
venjara.
Ert tú vónbrotin?
– Eg sigi hetta bara sum
eina staðfesting av veru-
leikanum. Eg eri ikki vón-
brotin. Saman við Kára
Nielsen varð eg settur at
taka mær av liðnum tey
seinastu seks umførini í
landskappingini. Vit skulu
loysa eina ávísa uppgávu,
og tað royna vit at gera.
Vit taka ein dyst í senn.
Nú hugsa vit um EB/
Streym dystin. Spælarar-
nir hava víst fyrimyndar-
ligan hugburð, sum av-
gjørt hevur verið væl
betri, enn hann var fyrr í
summar. Tað eri eg ser-
stakliga væl nøgdur við.
Um tað fer at bera við sær,
at vit annan leygardag
vinna FM, tað fáa vit at
síggja. Men vit hava fokus
á komandi sunnudegi og
heimadystinum ímóti EB/
Streymi.
Men hevði tú verið
áhugaður, um tú fekst ein
fyrispurning frá HB?
– Vit hava vunnið fýra
dystir, og tað hevur gingið
væl. Eg skal ikki dylja, at
eg hevði verið áhugaður
at hildið fram, um treyt-
irnar voru nóg góðar. So-
leiðis sum gongdin hevur
verið síðani í summar, so
hevði alt annað verið
undarligt, sigur Jóannes
Jakobsen.
Skytte spøkir
Steinfinn Mittelstein er
stjóri í Havnar Fótbólti.
Hann vil ikki vátta, at
Frank Skytte skal venja
HB komandi kappingarár,
og hann vil ikki vátta tað,
sum Jóannes Jakobsen
sigur um, at avtala longu
er gjørd við ein annan
venjara.
- Sjálvandi er venjara-
spurningurin nakað, sum
vit umrøða, men fyrst og
fremst vilja vit nýta ork-
una til komandi dystirnar.
Tað einasta, sum eg kann
siga, er, at vit enn ikki
hava gjørt nakra avtalu
við nakran venjara fyri
komandi kappingarár. Vit
hava tosað við nakrar
persónar, men enn er so
einki skjal undirskriva, og
tá tað verður gjørt, skulu
vit nokk geva boð um
hetta.
Hetta eru viðmerking-
arnar frá stjóranum, og tá
vit seinni spurdu for-
mannin í felagnum, Birgir
Enghamar, um viðmerk-
ingar til málið, vóru
orðini neyvt tey somu. Og
so kann leggjast afturat, at
Jóannes Jakobsen er ikki
millum teir venjararnar,
sum HB hevur tosað við.
Skytte søgan gongur
annars væl upp í tað, sum
hevur gingið fyri seg í
B68 og HB. Eftir at HB
11. august tapti fyri
grannunum úr B36, gingu
tað bert fáir dagar, áðrenn
Ion Geolgau varð sagdur
úr starvi. Og tað kann
tykjast, sum teir hava
borið skjótt at fyri at
tryggja sær venjara kom-
andi
kappingarár.
22.
august
boðaði
Frank
Skytte í Ítróttarsosialinum
frá, at hann ikki fór at
vera venjari á Toftum
komandi kappingarár.
– Eg og Tofta ítróttar-
felag hóska ikki saman,
var niðurstøðan hjá Frank
Skytte, sum síðani ikki
hevur avvíst, at hann
kundi hugsað sær at hildið
fram sum venjari í Før-
oyum.
Skytte er á veg til HB
- Enn havi eg so
ikki fingið nakra
áheitan frá
nevndini um at
halda fram, og
eftir øllum at
døma hava teir
longu gjørt
avtalu við annan
venjara fyri
komandi
kappingarár,
sigur Jóannes
Jakobsen, sum
eftir øllum at
døma fær sítt
fyrsta FM-heitið
sum venjari um
tvær vikur
Tað hevur leingi
ljóðað, at Frank
Skytte verður
nýggjur venjari í
HB, og hóast
hetta verður
avvíst av
nevndini í
felagnum, so
tykjast
brikkarnir í tí
puslispælinum
onkursvegna at
hóska sera væl
saman
25
24
Nr. 182 - 24. september 2002
Skála megnaði
ongantíð at hótta
oddaliðið, sum nú
hevur sett fulla ferð á
móti heiðurs-
merkjunum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir øllum at døma var
talan
um
avgerðina
í
gullstríðnum, anno 2002, tá
HB í farna vikuskifti vann
oddadystin í Runavík. Enn
er kjaftbandið tó ikki bund-
ið fullkomuliga um, og tað
var fyrst og fremst fyrsta
stigið í hesum, sum var
setningurin hjá HB, tá teir
sunnudagin
tóku
ímóti
Skála.
Úrslitið boðar frá einum
tryggum heiamsigri, so í so
máta eydnaðist fyrsta stigið
á tý-trins rakettini hjá HB,
sum skal senda teir seinasta
pettið til FM-heitið, og skal
mestast einsamalt eftir hes-
um avrikinum, so er einki
at ivast í, at tey í HB longu
nú kunnu fara at fyrireika
seg til gullveitsluna, sum
helst verður í tveimum.
Fyrru
ferð
umborð
á
Smyrli, tá HB skal ferðast
heim frá seinasta dystinum,
og seinnu ferðina í HB-
húsinum, har ársveitslan er
á skránni tann 26. oktober.
Eingin ivi
Tað var nevnliga ongan tíð
soleiðis sunnudgain, at HB
sýndi tekin um tey væl-
kendu gummibeinini. Frá
fyrsta bríksli vóru tað teir,
sum sótu á dystinum, men
tað skal eisini leggjast
afturat, at Skála ikki tóktist
gera stórvegis, til tess at
forða fyri yvirvágini.
Teir appelsingulu vóru
heilt víst komnir á vøllin
við tí fyri eyga at dyrgja
eftir javnleikinum, men
hugburðurin til uppgávuna
tóktist kortini benda á, at
vónin um hetta var evarska
lítil.
Alt fyri eitt hevði HB
onkrar hamupigar naskar
royndir – uttan at talan
kortini var um upplagdar
kjansir – og tá knappir sjey
minuttir vóru farnir, lá
bólturin fyri fyrstu ferð í
Skála málinum. Gheorghe
Callo fekk fatur á einum
leysum bólti á Skála-hálv-
uni, men hann nølaði dekan
ov leingi við bóltinum,
heldur enn at senda burtur.
Endin av øllum varð, at
Nocko Jokovic vann bóltin
av honum, snaraði eina
hálva ferð runt og prikaði
inn um verjuna, har Jón Rói
Jacobsen var ískaldur og
lyfti bóltin framvið mál-
verjanum, sum var komin
ímóti.
Skála
ella
Gheorghe
Callo mundu longu nú hava
mist alla vón um stig, og
HB-Skála 5-0 (3-0):
Við fullari ferð móti FM
Eingin ivi. Eyðun Samuelsen
hevur við seinasta málinum í
dystinum staðfest HB-
sigurin. Gleðin á leikarunum
er sjónlig, og nú munnu
heldur ikki teir vera í iva um,
at gullmerkini mest sum eru
fingin til høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyri tað mesta hevði HB-
miðvøllurin óvanliga lætt
spæl, og eitt nú kundi Rógvi
Jacobsen fyri tað mesta dusa
sær í øllum plássinum, sum
Skála gav teimum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24