týsdagur 24. september 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2002
23
Tvøramenn royndu
hvat teir kundu móti
NSÍ, men tað var ikki
fyrr enn í seinna
hálvleiki við støðuni
1-4 at TB megnaði at
trýsta runavíkingar.
NSÍ vann til síðst
uppiborið, og er
framvegis við í
stríðnum um
meistaraheitið
FÓTBÓLTUR
Bjartur Nolsøe
Tað hevur gingið illa hjá
TB seinastu umførini. Lið-
ið lá undan vikuskiftinum á
niðasta plássið eitt stig
aftanfyri Skála. Og mót-
støðuliðið
á
Sevmýru
sunnudagin var NSÍ, so tað
fór neyvan at verða lætt.
NSÍ hevur framvegis meist-
araheitið at berjast fyri, og
tí var lagt upp til ein spenn-
andi dyst. Og tað bleiv
eisini ein undirhaldandi
dystur við nógvum málum.
Fyrsta korterið gekk javnt á
og lítil og ongin munur var
at hóma.
Gjørdu skjótt av
Men so gjørdi runavíkingar
eitt veruligt hál, tá teir
skoraði trý mál uppá 5
minuttir. Fyrst var tað
Jónstein
Petersen
sum
spældi Óla Hansen púra
frían so hesin hevði lætt við
at seta bóltin í mál.
Tað bleiv 2-0 tá Sjúrður
Jacobsen spældi ein langan
bólt inn um verjuna hjá TB,
og har var Sonni L. Peter-
sen og skeyt bóltin framvið
Lars Muller í TB-málinum.
Tá so Gert Langgaard
skoraði til 3-0 eftir eitt
innlegg, trúðu flest øll at
tað fór at verða talan um
eitt veruligt skrædl. Men
tað kom stígur í eftir hetta
og sjálvt um onkrar royndir
vóru móti báðum málum,
kom onki mál aftur fyrr enn
5 minuttir restaðu av fyrra
hálvleiki. Aftur var tað NSÍ
sum fekk mál. Ian Høj-
gaard spældi við einari
góðari avlevering Jónstein
Petersen frían, sum rak
framvið Lars í málinum og
so var 4-0.
Hetta líktist einari av-
gerð, men TB svaraði aftur
beint fyri hálvleik. Dan
Mortensen sendi ein bólt
inn í brotsteigin hjá NSÍ,
verjan fekk ikki bóltin
burtur og so kundi Vladimir
Matijivic við einum góðum
skoti minkað um munin til
1-4.
TB fekk vónina aftur
NSÍ hevði verið betra liðið
í fyrra hálvleiki og trygga
leiðslan gjørdi, at onki sá út
hjá TB tá seinni hálvleikur
skuldi byrjað. Men tvøra-
menn komu út við einum
veruligum stríðsanda til
seinna hálvleik. Teir royndu
at flyta spælið fram á
vøllin, og sjálvt um teir ikki
fingu nakað burturúr fyrstu
løtuna av seinna hálvleiki,
mistu teir ikki mótið og
hildu fram við framsøkj-
andi spæli. Og endin var at
royndirnar frá TB góvu
úrslit, tá okkurt um 20
minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki.
Kaj Roest gjørdist leysur
móti málinum og tá Jens
Martin Knudsen kom út í
móti honum, sendi hann
bóltin framvið Jens Martin
og í mál.
Nú kom rættuligt lív í
dystin og væl hjálptir av
áskoðarunum,
royndi
heimaliðið at leggja eitt
síðsta trýst á NSÍ. Og tað
eydnaðist eisini og næstu
løtuna sat TB á dystinum.
Dan
Mortensen
fekk
møguleikan at minkað enn
meiri um munin, men hann
rakti ikki málið tá hann
kom at standa væl fyri.
Men sum so ofta hendir í
slíkum støðum, so fer hitt
liðið í mótálop. Tá eitt
korter var eftir fór tann
síðsta luftin úr tvøra-
monnum tá NSÍ fekk sítt
fimta mál. Verjan hjá TB
fekk ikki sparka bóltin
vekk, ein runavíkingur kom
í millum og endin var, at
Jónstein Petersen kundi
skjóta bóltin í mál til
endaliga úrslitið 5-2 til
NSÍ.
Við sigrinum varðveitti
NSÍ støðu sína í oddin-
um.Næsti dystur hjá NSÍ er
móti B68 í Runavík. TB
skal næsta vikuskiftið til
Skála og verður hetta er ein
rættuliga avgerandi dystur.
Dysturin í tølum:
TB-NSÍ 2-5(1-4)
0-1: Óli Hansen 17
0-2: Sonni L. Petersen 19
0-3: Gert Langgaard 20
0-4: Jónstein Petersen 37
1-4: Vladimir Matijevic 45
2-4: Kaj Roest 63
2-5: Jónstein Petersen 73
Dómari: Petur Skarðenni
TB: Lars Müller - Óli Jo-
hannesen, Nebosja Urtajl,
Vladimir Matijivic, Einar
Petersen, Olivur Abraham-
sen, Dan Mortensen, Bárð-
ur Dimon, Jón Johannesen,
Kaj Roest, Allan Michelsen
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Arnfinn Langgard, Djóni
N. Joensen, Ian Højgaard,
Gert Langgaard, Jónstein
Petersen, Sonni L. Peter-
sen, Óli HJansen, Pól
Thorsteinsson, Brynjolvur
Nielsen, Sjúrður Jacobsen
Teir næstbestu hjá HB
taptu týdningarmikla
heimadystin móti ÍF,
og hava nú bert ein
dyst eftir í roynd-
unum at halda sætið í
bestu mansdeildini
2. DEILD
Jákup Mørk
Støðan er heldur tvíbýtt hjá
HB í løtuni. Besta mans-
liðið liggur á odda í fyrstu
deild við greiðum útlitum
fyri einum meistaraheiti, og
tað er sjálvandi gleðiligt.
Men hinvegin dregur tað
nógv niður, at næstbesta
liðið í løtuni er í tungum
andróðuri. Seinastu vikur-
nar hevur liðið hildið til á
niðasta sessinum, og tað
sigur seg sjálvt, at tað ikki
er nakað serligt, um felagið
komandi ár skal leita niður
í triðju deild eftir eyka-
spælarum til besta liðið.
Panikkloysnir
Tí var tað av alstórum
týdningi, at trý stig fingust
burturúr, tá ÍF vitjaði
leygardagin, og tí var
vónbrotið eisini sera stórt,
tá tað var staðfest, at ÍF
streyk avstað við øllum
stigunum.
Fuglfirðingar høvdu í
sínum lagi eisini nógv at
stríðast fyri. At 1979 er
langt síðani, munnu flestu
fuglfirðingar hava ásannað,
og fyri fyrstu ferð var liðið
undan hesum umfarinum í
veruligum vanda fyri at
flyta niður í triðbestu
deildina.
Tí stóð nógv á hjá báðum
pørtum, tá farið varð undir
dystin sunnudagin, og tað
sást serliga í verjupartinum,
har talan ofta gjørdist um
panikkloysnir, tá bólturin
skuldi ruddast burtur. Á
miðvøllinum var stuttligt at
síggja, hvussu teir báðir
veteranarnir, Ingi Rasmus-
sen og Pauli Jarnskor, dyst-
aðust um yvirtakið, sum tað
tó ongan tíð eydnaðist
nøkrum partinum at fáa fult
og heilt.
Sum sagt, so var talan í
fleiri førum um ótrygt
verjuspæl, og tað var eisini
fyrst og fremst hetta, sum
skapti teir møguleikar, sum
vóru í dystinum. Undan
steðginum høvdu bæði
liðini einar tveir heilt góðar
møguleikar í part. Heini
Heinason var mest sum
leysur í vinstra borðið hjá
ÍF tað einu ferðina, og í
hinum
endanum
skeyt
Gunnar Mohr beint á
málverjan, eftir at hava
bandað seg ígjøgnum ÍF
vejruna.
Nærmast
við
mundi HB tó vera, tá Bjarni
Jørgensen sendi fríspark á
sjálva samankomingina, og
Heini Gaard síðani fluktaði
returin við síðuna av mál-
inum.
Yvirvág gav úrslit
Seinastu
løtuna
undan
steðginum var tað kanska
ÍF, sum hevði eina lítla
yvirvág, og stutt inn í
seinna hálvleik fingu teir so
tað, sum skuldi vísa seg at
vera avgerandi málið í
dystinum.
HB
verjuleikari
var
óskettin, tá bólturin var
spældur út móti borðinum,
og so streykt Heini avstað.
Hóast tveir leikarar vóru
fyri, so var kósin sett, og
eftir eina langa draging
smekkaði hann til, so
bólturin streyk inn um
nærmara stólpan.
Í løtunum eftir hetta
hevði ÍF eisini møguleika
at økja um leiðsluna, men
so við og við fullu teir
longur aftur á vøllin til tess
at verja um leiðsluna. Hetta
eydnaðist teimum eisini
uttan stórvegis trupulleikar,
og við sigrinum syrgdu teir
fyri, at niðurflytingarvand-
in eina feðr med alla varð
skúgvaður til viks, og nú er
tað ístaðin møguleikin fyri
heiðursmerkjum, sum tosað
verður um, men til tess
krevst ein sigur á FS
Vágum í seinasta dystinum,
og tann uppgávan er í øllum
førum ríkiliga stór.
Til stuttleikar kann nevn-
ast, at HB – sum altso er
niðast – er einasta liðið,
sum hevur bast vága-
monnunum í ár, men hetta
munnu ter reyð/svørtu ikki
hugsa so nógv um í løtuni.
Heldur er tað niðurflyt-
ingarvandin, sum nú er
heilt álvarsligur, sum spøk-
ir í tonkunum, og fyri teir er
tað nú altavgerandi, at ein
sigur fæst burturúr seinasta
dystinum, sum verður í
Klaksvík.
Dysturin í tølum
HB-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Heini Heinason
HB-ÍF 0-1 (0-0):
HB í botni
TB-NSÍ 2-5 (1-4):
Tvøramenn komu
ov seint í gongd
Allan Michelsen og liðfelagarnir í TB mistu alt á gólvið innan tríggjar minuttir í fyrra hálvleiki,
tá NSÍ broytti støðuna frá 0-0 til 0-3
Mynd: Áki Bertholdsen
23
22
Nr. 182 - 24. september 2002
Leygarmorgunin
klokkan tíggju fór
fyrsta innandura
rógvikappingin í
Føroyum nakrantíð av
bakkastokki. Róð varð
í fýra ymiskum
bólkum og nummar
eitt, tvey og trý fingu
heiðursmerki um-
framt, at vinnarin av
hvørjum bólki eisini
fekk ein kekk áljóð-
andi eitt túsund
krónur
KAPPRÓÐUR
Solby A. Eliasen
Upprunaliga vóru tað seks
bólkar at velja ímillum.
Gentur og dreingir undir 18
ár, kvinnur lættvekt og
tungvekt og menn lættvekt
og tungvekt.
Men tað bleiv bert róð í
fýra av hesum bólkum, tí at
tað vóru ikki nóg mikið av
kvinnum, sum høvdu tekn-
að seg til. Treytin fyri at tað
skuldi verða róð í bólkun-
um var, at í minsta lagi trý
fólk høvdu teknað seg. Og
so var ikki hjá kvinnunum.
Men í hinum fýra bólkun-
um var luttakaratalið oman-
fyri kravda talið.
Fyrsti bólkur, sum róði
vóru gentur undir 18 ár.
Kappingin bleiv skipað
soleiðis, at rógvararnir, í
hesum førinum, genturnar
fingu 20 minuttir at hita
upp í, áðrenn tær fóru í holt
við sjálvan róðurin. Ein
róði í senn. Hetta gjørdi so
tað, at kappingin bleiv
nakað drúgv, men tað varð
gjørt fyri at kunna hava
nágreiniligt
eftirlit
við
sjálvum róðrinum.
Genturnar, sum róðu,
vóru í aldrinum 13 til 16 ár.
Teinurin var 2.000 metrar
og tann við bestu tíðini
streyk avstað við sigrinum.
Tá allar fýra genturnar
høvdu róð, kundi staðfest-
ast, at 16 ára gamla Ebba
Mortensen úr Klaksvík
kundi skriva søgu, sum
fyrsti vinnarin av eini tí-
líkari rógvikapping í Før-
oyum. Vinnarar av hinum
trimum bólkunum gjørdust
hjá dreingjum, Kristian Ol-
sen úr Klaksvík, hjá monn-
um lættvekt Uni Oknadal
úr Klaksvík og hjá monn-
um Jón Rosenblad úr
Lamba.
Ikki nógvir áskoðarar
Kappingin byrjaði sum sagt
klokkan tíggju um morgun-
in, og klokkan mundi verða
farin av tvey seinnapartin,
áðrenn hon var liðug. Tí
kann spurnartekin setast
við, hvussu drúgt tað hevði
verðið, um fleiri luttakarar
vóru við. Til kappingina
leygardagin vóru einans
tvey eftirlitsfólk, tí tað varð
ikki mett at vera tørvur á
fleiri. Men um talan hevði
verið um fleiri luttakarar,
so høvdu fleiri eftirlitsfólk
helst verið, og tí hevði verið
møguligt at fleiri róðu í
senn.
Tað vóru ikki nógvir
áskoðarar í neystinum í
Klaksvík til hesa fyrstu
kappingina av sínum slagi,
men kortini var kappingar-
huglag í hølunum hendan
dagin. Serliga tá rógvarar-
nir nærkaðust endanum av
teininum, og kreftirnar
byrjaðu at ganga undan,
høvdu tey fáu, sum vóru til
staðar hug at eggja rógv-
aranum til at halda fram.
Fyri tey, sum ikki hava
roynt at rógva á maskin-
unum, kann tað tykjast at
ljóða lætt at rógva 2.000
metrar á eini maskinu. Men
tað sást á øllum rógvarun-
um, tá tey vóru liðug, at tað
sanniliga ikki er bert sum at
siga tað. Summi duttu stutt
sagt av maskinuni, tá tey
vóru liðug og vóru so
liggjandi á gólvinum eina
góða løtu, meðan tey
royndu at fáa luftina aftur
og so frætt at kreftum í
beinini, at hesi megnaðu at
bera tey.
Tá ein rør ein tein upp á
tíð, er tað sera krevjandi
kropsliga, tí ein nýtir allar
kreftir, sum ein hevur ta tíð,
tað tekur at rógva. Og tað
gongur serliga út yvir bein-
ini, sum allatíðina eru í
gongd. Har er ongin møgu-
leiki at steðga á og fáa sær
ein vatnsopa ella nakað
líknandi.
Concept 2
Maskinurnar, sum róð varð
á hendan dagin, eru tær
sonevndu Concept 2 ma-
skinurnar. Hesar maskinur-
nar verða eisini nýttar í al-
tjóða kappingum uttan-
landa, so her er talan um
ein gyltan møguleika hjá
føroyskum rógvarum at
luttaka á jøvnum føti við
onnur
uttanlanda.
Her
verður hugsað um, at tá
føroysku rógvararnir rógva
kapp á sjónum uttanlanda,
er tað við øðrum slagi av
báti enn tey dagliga rógva
við herheima. Eitt nú á
Scilly oyggjunum.
Men her hava tey møgu-
leika til at venja við
maskinum, sum eru líka
sum tær, ið útlendskir rógv-
arar venja við uttan at verða
noydd at læra seg ein annan
rógvi teknikk.
Tey seinastu árini hava alt
fleiri føroysk feløg útvegað
sær tílíkar maskinur. Tær
verða mettar at vera avbera
góðar fyri konditiónina,
hóast tað als ikki kann
sammetast við at rógva í tí
føroyska bátinum.
Og tí helt nevndin í
Klaksvíkar Róðrarfelag, at
tað kundi verið áhugavert at
skipað fyri eini tílíkari
kapping í Føroyum. Tey
byrjaðu at tosa um tað í
fjør, men tað bleiv ikki til
nakað. Tá so kappróðurin
byrjaði aftur í ár, tóku tey
prátið uppaftur, men fóru
eisini meiri miðvíst í gongd
við fyrireikingararbeiðið.
Millum annað spurdu tey
rógvarar úr øðrum feløgum
á stevnum, um tey hildu, at
tað var grundarlag fyri at
hava eina tílíka kapping
her, og útfrá áhuganum tá
og eisini út frá svarunum
upp á hendan spurningin á
heimasíðuni hjá felagnum,
bleiv avgjørt at hava eina
royndarkapping. Og henda
royndarkappingin var so
leygardagin.
FM kapping
Sosialurin
frættir
frá
Klaksvíkar Róðrarfelag, at
tey hava hugsað um at
skipa fyri eini Føroyameist-
arakapping í Concept 2,
men tey hava ikki gjørt
nakað ítøkiligt við tað enn.
Spurningurin er, nær tað
er best at hava eina tílíka
kapping. Í februar, tá rógv-
ararnir júst eru farnir í
gongd aftur við venjing-
arnar ella eftir Ólavssøku,
tá tey munnu metast at vera
best fyri.
Ein vansi við at hava eina
tílíka kapping beint eftir
Ólavssøku er, at møguliga
er hugurin til tess ikki so
góðir millum rógvarar, sum
vanliga eru sera troyttir av
kappróðri eftir Ólavssøk-
una. Hinvegin verður hon
hildin, áðrenn kappingar-
árið er byrjað, so er stórur
møguleiki fyri, at tíðirnar
ikki verða so góðar, sum
tær kundu verið seinni á
árinum.
Ein orsøk til, at undir-
tøkan fyri NS Open ikki var
so góð, kann nevniliga
vera, at tað enn er so stutt
fráliðið frá Ólavssøkuni, og
tí er tað ikki byrjað at kripla
í fingrunum hjá rógvarun-
um eftir at sleppa í gongd
aftur enn.
Sekstan fólk róðu teir
2.000 metrarnar í neystin-
um hjá Klaksvíkar Róðrar-
felag leygardagin, og eftir
lokna kapping, vórðu heið-
ursmerkir og kekkar hand-
að.
Tað er Norðoya Spari-
kassi, sum stuðlaði kapp-
ingini og lat vinningarnar
og heiðursmerkini.
Úrslit frá NS Open:
Gentur undir 18 ár:
1 Ebba Mortensen
8:50:70
2 Sunrid Mørkøre
9:15:40
3 Hellen Jacobsen
9:19:00
Dreingir undir 18 ár:
1 Kristian Olsen
6:42:50
2 Martin Berg
7:01:80
3 Sigfríð Hansen
7:16:10
Menn, lættvekt:
1 Uni Oknadal
6:42:80
2 Snorri Patursson
6:47:80
3 Mogens Petersen
7:22:80
Menn, tungvekt:
1 Jón Rosenblad
6:16:00
2 Bárður Brimvík
6:35:30
3 Símun M. Kerlok
6:42:70
NS Open:
Innandura kapping í rógving
Teir fýra vinnararnir frá fyrstu veruligi kappingini í rógvin á maskinum. Frá vinstru Kristian Olsen, Ebba Mortensen, Jón
Rosenblad og Uni Oknadal
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast talið av luttakarunum ikki var tað heilt stóra, so var spenningurin stórur hjá teimum,
sum tóku lut í kappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22