týsdagur 24. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2002
21
Enn eina ferð gjørdi
KÍ bonkurin um seg,
tá tað stóð á ímóti GÍ,
sum orduliga fór
niður við nakkanum,
tá teir mistu ein
mann
KÍ–GÍ
Jóannes Hansen
Tað var ein av teimum góðu
fótbóltsdøgunum í Klaks-
vík sunnudagin. Heima-
áskoðararnir fingu fult fyri
atgongugjaldið. Veðrið var
fagurt, og heimaliðið vann
stórsigur. Tá trúgvu KÍ
viðhaldsfólkini
fóru
at
húsum, mundu tey iðra seg
um, at skráin ikki er løgd
soleiðis, at teirra lið eigur
ein dyst eftir ímóti HB.
Men fyribils eru tað silvur-
merkini, sum tað snýr seg
um.
Sum so mangan áður á
heimavølli, so legði KÍ fyri
sum eitt ódnarveður. Jóan
Petur Olsen var neyðloysn í
GÍ verjuni, sum kom undir
stórt trýst fyrstu løtuna.
Bjarte Vettelstad var enn
eina ferð í KÍ álopinum.
Heðin á Lakjuni gjørdi
nógv um seg, og Allan
Mørkøre var fremstur á
miðvøllinum, har hann
hevði leysan leiklut og
ferðaðist úr borði og í borð.
Tá KÍ legði seg á odda,
átti Allan Mørkøre fríspæl-
ingina inn um verjuna.
Heðin á Lakjuni gjørdist
leysur og sendi framvið
Mortani Joensen, sum aftur
hesa ferð vardi GÍ málið.
Eftir leiðslumálið megn-
aði KÍ ikki at varðveita
trýstið. Spælið javnaðist út.
Góði GÍ miðvøllurin fekk
tak á. Tað varð ongantíð
ófantaligt, men tað vóru
nógir nærdystir, og upp-
løgdu
málmøguleikarnir
vóru ikki so nógvir.
Tá GÍ javnaði, høvdu teir
góða løtu verið væl við.
Innleggið kom úr vinstru,
og Súni Fríði Johannesen
var blankur, tá hann sendi
upp undir nettakið.
Klaksvíkingar svaraðu
aftur undan steðginum, og
umframt dygdirnar hjá KÍ,
so má málið skrivast á kiks
kontoina í GÍ verjuspæl-
inum.
Allan
Mørkøre
tveitta eitt av teimum heilt
longu
innkøstunum
úr
vinstru, og Hjalgrím Elttør
var púra leysur, tá hann við
handara stólpan fekk loyvi
at heilflukta dygst innan-
fyri handaru stólparótina.
Breiður bonkur
Meðan gøtumenn vóru
noyddir at taka til neyð-
loysn – Jóan Petur Olsen
hevur vant millum lítið og
einki í ár – tá Poul Ennigarð
ikki kundi vera í mið-
verjuni, so sótu fleiri væl
kvalifiseraðir KÍ spælarar á
beinkinum og trippaðu eftir
at sleppa upp í part. Tveir
teirra komu á vøllin, og
báðir áttu lut í málunum,
sum bóru trivaliga heima-
sigurin við sær.
Spælið hevði gingið javnt
á, tá KÍ tíðliga í 2. hálvleiki
økti um leiðsluna til 3–1.
Harley Bertholdsen hevði
avloyst Bjarte Vettelstad.
KÍ umskipaði, soleiðis at
Hjalgrím Elttør fór í álopið,
og Harley kom inn á
miðvøllin. Eftir diagonal-
sending úr vinstru tamdi
Harley í høgru bóltin fram
um seg, og so fluktaði hann
við vinstra beini. Bólturin
tók í ein verjuspælara og
sigldi í kassan.
KÍ sigurin tóktist í eyg-
sjón, og vánirnar styrktust
uppaftur meiri, tá GÍ lið-
formaðurin, Sámal Joen-
sen, sá reytt. Eftir fríspark
til KÍ, sum Bartal Eliasen
og Heðin á Lakjuni vóru
partar av, komu Allan
Mørkøre og Sámal Joensen
upp at tottast, og dómarin
vísti gøtumanninum, sum
kendi dómin heilt órímu-
ligan, reyða kortið.
KÍ yvirtakið øktist, tað
komu tvey mál afturat, og í
báðum førunum vóru ungu
KÍ spælararnir partar av
støðuni. Í tí fyrra førinum
spældi Símun Joensen, sum
hevði avloyst Jan Joensen,
Heðin á Lakjuni leysan til
skot, men Mortan Joensen
hálvbjargaði.
Bólturin
støkk til Allan Mørkøre í
høgru, sum legði flatt inn-
fyri, og Hjalgrím Elttør var
á rætta staðnum.
Í seinna førinum var tað
tryggi vongverjin í høgru
hjá KÍ, Atli Danielsen, sum
legði innfyri, og Símun
Joensen stútaði av brots-
sparksblettinum og niður í
málhornið.
Dysturin í tølum
KÍ-GÍ 5-1 (2-1)
1-0: Heðin á Lakjuni 2
1-1: Súni Fríði Johannesen
24
2-1: Hjalgrím Elttør 34
3-1: Harley Bertholdsen 64
4-1: Hjalgrím Elttør 67
5-1: Símun Joensen 90
Dómari: Páll Augustinus-
sen
KÍ: Meinhardt Joensen –
Atli Danielsen, Ove Ny-
sted, Alexander Djordjevic,
Rúni Elttør – Jan Joensen,
Allan
Mørkøre,
Allan
Joensen, Hjalgrím Elttør –
Bjarte Vettelstad, Heðin á
Lakjuni
GÍ: Mortan Joensen – Bar-
tal Eliasen, Jóan Petur
Olsen, Leivur Hansen –
Súni Olsen, Sámal Joensen,
Magni Jarnskor, Zdizlaw
Janik, Bárður á Lakjuni –
Súni Fríði Johannesen,
Krzystof Popczynski
KÍ-GÍ 5-1 (2-1):
Tað er ferð í
klaksvíkingum
Allan Mørkøre og KÍ hava sett fulla ferð á móti silvurmerkjunum, og um vikuskiftið gjørdist tað
til stórsigur á gøtumonnum
21
20
Nr. 182 - 24. september 2002
Hóast teir í ein lítlan
tíma vóru undir-
mannaðir, so vóru
toftamenn greitt
omaná ímóti gest-
unum úr Vági, sum
tóktust leingjast eftir
kappingarendanum
B68–VB
Jóannes Hansen
Eftir oyðimarkargongd í
seks dystum upp í slag
uttan sigur gjørdi B68 ein
orduligan vørr á heimavølli
í fyrstu royndini, eftir at
venjaraskiftið hevði verið.
B68 kom skjótt á odda, tá
Øssur Hansen við frágera
góðum høgrabeinsskoti úr
sekstan metrum og eitt lítið
sindur til høgru smekkaði
upp í nettakið. Uppspælið
byrjaði við innkasti á miðj-
uni í vinstru. Vágbingar
ansaðu illa, Jann Ingi Peter-
sen spældi Fróða Benja-
minsen, sum við góðari
sending spældi Øssur Han-
sen, sum kom við nógvari
ferð, púra leysan.
Harvið vóru lunnar lagd-
ir undir heimasigurin. Vág-
bingar vóru sera verju-
kendir frá fyrsta bríksli.
Teir vóru illa mannaðir, og
teir dyrgdu eftir javnleik-
inum. Hvussu dysturin
hevði myndast, um royndin
hjá Marek heilt tíðliga úr
24 metrum hevði farið í
málið í staðin fyri at taka
stólparótina, ber ikki til at
siga, men fyritreytirnar at
fáa stig høvdu sjálvandi
verið nógv betri.
VB var vandamikið í
onkrum snarálopi, og B68
málverjin var onkra ferðina
eyka aftasti maður. Jón
Pauli Olsen hevði góða
roynd úr vinstru, og Slo-
bodan Madzar royndi úr
spískum í høgru, men
Michal Kokoszanek vardi
væl fyri í hesum førunum,
og tá vágbingar onkra
ferðina í 2. hálvleiki komu
ígjøgnum.
VB tók ikki av
Stóri maðurin á heima-
liðnum var veteranurin og
fyrrverandi landsliðsmað-
urin, Øssur Hansen. Hesa
ferð var hann á miðvøll-
inum saman við Fróða
Benjaminsen og Jann Inga
Petersen. Tað bar tyngd við
sær í uppspæli, og Øssur
var meiri málsøkin, enn
hann hevur verið fyrr í ár,
tá hann hevur verið á
vinstra
veingi.
Álops-
hóttanin gjørdist ikki minni
av, at Predrag Zivkovic í
miðverjuni hjá VB var
meiri enn hálvskaddur, og
harvið var uppgávan hjá
Jacobsen
tvíburðunum
eyka stór.
VB fekk møguleikan at
koma afturíaftur, tá B68
fimm minuttir undan steðg-
inum misti Fríðin Ziskason,
sum sá gult fyri aðru ferð.
Men tað kiksaði fullkomu-
liga hjá vágbingunum, sum
eftir steðgin vóru sera lítið
mobilir, gjørdu eina rúgvu
av mistøkum og spiltu seg
burtur, tá teir fýra ferðir
vóru í góðum støðum at
gera mál. Manningin, tunni
bonkurin og avrikið í síni
heild bendi á, at VB hetta
vikuskiftið hevði priori-
terað næstbesta liðið fram-
um besta liðið, og at fleiri
av teimum, sum vóru á
Svangaskarði,
mest
av
øllum trongdu til vetrarfrí.
Annað lag
Øssur Hansen økti til 2–0
upp á brotsspark, tá seinna
umfarið var seks minuttir
gamalt. Fróði Benjaminsen
kom við ferð í brotsteigin
við bóltinum, ein verju-
spælari royndi at takla,
Fróði fór um koll, og dóm-
arin metti, at talan var um
brotsspark. Tað vóru vág-
bingar als ikki samdir við
honum í.
Tá Øssur seks minuttir
seinni økti til 3–0, var VB
verjan fullkomuliga burtur.
Fróði Benjaminsen vann
bóltin á miðjuni, og Jann
Ingi Petersen sendi púra
leysa Øssur Hansen avstað.
John Heri Dam staðfesti
størsta B68 sigurin í ár.
Eftir innlegg úr høgru frá
Marlon Jorge drønstútaði
hann úr tíggju metrum
dygst inn við handara
stólpanum.
– Vit sýndu nógv betri
hugburð, enn vit hava gjørt
nógvu tær seinastu ferð-
irnar. Avrikið vísti, at broyt-
ingarnar, sum vit høvdu
gjørt í spælskipan, mann-
ing
og
liðsamanseting
riggaðu væl, og vit fluttu
liðið nógv skjótari fram á
vøllin, enn vit hava gjørt
fyrr í ár, tá talan altíð hevur
verið um nógvar verju-
kendar bindingar, staðfesti
dagsins maður Øssur Han-
sen, sum gjørdi hattrikk,
eftir dystarenda.
Hvussu taklaðu tit støð-
una, tá tit høvdu mist ein
mann?
– Síðstu fimm minutt-
irnar undan steðginum lótu
vit sum einki. Í steðginum
gjørdu vit av at flyta Jann
Inga, Fróða og meg nærri
saman, men annars hildu
vit fram, sum vit høvdu
gjørt, burtursæð frá at John
Heri Dam kom inn í
vinstru.
Og hvussu verður tær
næstu ferðirnar?
– Eftir at vit hava mist so
nógv, mugu vit arbeiða fyri
at fáa sum frægast burturúr.
NSÍ í Runavík verður torfør
avbjóðing, men vit gleða
okkum, sigur Øssur Han-
sen.
Dysturin í tølum
B68-VB 4-0 (1-0)
1-0: Øssur Hansen 13
2-0: Øssur Hansen br. 51
3-0: Øssur Hansen 57
4-0: John Heri Dam 67
Dómari: Birgir Sondum
B68: Michal Kokoszanek –
Hans Fróði Hansen, Oleif
Joensen, Messias Perreira –
Marlon Jorge, Jann Ingi
Petersen, Fríðin Ziskason,
Fróði Benjaminsen, Øssur
Hansen – Anders Nygaard,
Øssur Jacobsen
VB: Bjarni Johansen –
Slobodan Madzar, Eyðun
Jacobsen, Predrag Zivko-
vic, Magni Jacobsen –
Mortan úr Hørg, Dan
Djurhuus, Palli Augustin-
ussen, Marek Vierzbicki,
Nenad Zivanovic – Jón
Pauli Olsen
Vágamenn fingu
lætt spæl í seinasta
heimadystinum, og
Sumba skal taka
sær um reiggj, um
hóttandi niður-
flytingin ikki skal
gerast veruleiki
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var spæl til eitt mál,
tá FS Vágar um viku-
skiftið leikti seinasta
heimadystinum á árin-
um.
Uppflytingina
hava
teir sum kunnugt langt
síðani rokkið, og móti
illa sperdu sumbingun-
um staðfestu teir enn
einaferð, at teir hava so
nógv tað besta liðið í 2.
deild.
Skal takast saman um
dystin í stuttum, so var
talan
um
einvegis
ferðslu úr enda í annan.
Kanska skaptu vága-
menninir ikki so øgiliga
nógvar upplagdar møgu-
leikar, men teir trýstu
alla tíðina og lógu alla
tíðina framvið, og fimm
ferðir eydnaðist teimum
eisini at finna vegin
fram til meskarnar í
sumbiar-málinum.
Í
endanum
vóru
sumbingar bert hend-
inga gestir, og at teir
valla
høvdu
nakran
veruligan málmøguleika
í samfullar 90 sigur
eisini nakað um, hvussu
einstáttað framførslan í
Vágunum var.
Sum nevnt, so var
talan kanska ikki um teir
heilt nógvu opnu mál-
møguleikarnar, men hin-
vegin var hóttanin har
alla tíðina, og eftir at
hava trýst eina løtu, fekk
heimaliðið hol á. Talan
var um fríspark úr
høgru, sum Jens Erik
Rasmussen sendi inn-
fyri, og við nærmaru
stong fekk Bjarni Prior
sett høvdið á.
Nakað seinni var aftur
galið í sumbiar-verjuni
við
deyðbóltsstøðu.
Hornaspark varð sent
høgt innyvir málið, og
við aftaru stogn stóð
Sjúður Ellefsen púra
leysur, og hann var
ískaldur, tá hann fyrst
tamdi
við
bringuni,
áðrenn hann smekkaði
upp undir nettakið.
Við tvey-mála leiðsl-
uni í rygginum, var
dysturin í roynd og veru
avgjørdur, og tað, sum
eftir var, ráddi um at hjá
vágamonnunum at fáa
krónutalið fyri mál-
partabrøvini so høgt
sum gjørligt.
Tað gjørdist talan um
trý mál afturat. Fyrst var
tað Ruslan Screlea sum
stóð púra leysur, eftir at
Vilva og Jack Johansen
høvdu leikt seg ígjøg-
num. Nakað seinni end-
aði ein langur bóltur inn
um verjuna við, at Jack
Johansen gjørdist leysur
við málverjanum, og at
enda var tað Kim Poul-
sen, sum átti seinasta
fótin eftir hornaspark og
klumpspæl.
Stendur nógv á
Soleiðis er alt nú klárt
hjá vágamonnum, áðr-
enn teir í seinasta um-
farinum fara til Fugla-
fjarðar eftir heiðurs-
krónum og steypi, men
hinvegin stendur heilt
nógv á hjá sumbingum.
Komandi
vikuskifti
skulu teir spæla móti
NSÍ, og tann dysturin
verður í øllum førum
avgerandi fyri, hvat lið
skal spæla um upp- og
niðurflyting
móti
tvey’aranum í triðju
deild, og um illa vil til,
kann taparin av dyst-
inum enda niðast í deild-
ini.
Dysturin í tølum
FS Vágar-Sumba
5-0 (2-0)
1-0: Bjarni Prior
2-0: Sjúrður Ellefsen
3-0: Ruslan Screlea
4-0: Sonni Johansen
5-0: Kim Poulsen
FS Vágar-Sumba 5-0 (2-0):
Eingin
mótstøða
B68-VB 4-0 (1-0):
B68 í nýggjari útgávu
vann stórt
Øssur Hansen gjørdi reint
hat-trick, tá B68 – við 10
monnum stóran part av
dystinum – vann stórsigur á
VB
C
M
Y
K
20