týsdagur 24. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
B71 ella ÍF skulu
spæla í uppflytingar-
umfari. Tað sær heilt
svart út hjá HB, og
møguleiki er fyri at
Sumba skal spæla fyri
at sleppa undan
niðurflyting
2. DEILD SAMANUM
Jóannes Hansen
Ongantíð áður er tað komið
fyri, at ein kapping hevur
verið so tøtt og spennandi,
sum tann í næstbestu
deildini er, nú tað bara
restar eitt umfar. Beinleiðis
uppflytingin er langt síðani
avgjørd. FS Vágar flytir
aftur í 1. deild, sum teir
fluttu niður úr í fjør. Annars
er sera spennandi.
B71 og ÍF skulu leygar-
dagin stríðast fyri at vinna
rættin til endaumfar um
uppflyting. B36, KÍ og VB,
sum ikki kunnu flyta upp, tí
tey frammanundan eru um-
boðað í bestu deildini, eru
við í stríðnum um heiðurs-
merkini. B36 er sloppið
undan niðurflytingarhótt-
anini, og tað er KÍ eisini, tí
Sumba og NSÍ, sum bæði
eru niðanfyri teir, skulu
spæla í síðsta umfarinum.
VB og Sumba kunnu
enda í endaumfari um eitt
pláss í 2. deild. NSÍ kann
flyta beinleiðis niður. Tað
skal vilja heilt illa til, um
LÍF ikki er sloppið undan
niðurflytingini, sjálvt um
teir leygardagin á heima-
vølli taptu ímóti B71.
Tað stendur illa til hjá
HB, sum er aftast við átjan
stigum. HB skal leygar-
dagin spæla síðsta dystin í
Klaksvík. Eingin ivi er í, at
KÍ fer at spenna seg út fyri
at gera sítt til at vinna heið-
ursmerkini, og teir hava
neyvan nakað ímóti, at teir
næstbestu hjá HB flyta eitt
stig niður.
Men tað kann eisini
hugsast, at HB fer at gera
ein orduligan vørr, sum teir
gjørdu fyri góðari viku
síðani í Sumba. Hvørki hjá
KÍ ella HB er manningin
hvørja ferð tann sama. Tá
klaksvíkingar leygardagin
vóru á veg norður aftur úr
Vági við stórtapi í viðfør-
inum, styttu teir sær um
stundirnar við at telja,
hvussu nógv fólk teir
høvdu brúkt á næstbesta
liðnum í ár, og teir komu til
41 spælarar! HB talið man
neyvan vera langt við
síðuna av.
Treytirnar hjá HB eru
ikki lættar. Umframt at teir
skulu vinna í Klaksvík, so
skal Sumba vinna á NSÍ.
Tann dysturin verður í
Sumba.
At LÍF ikki er í so trong-
um skóm, sum stigatalvan
kundi boðað frá, kemst av,
at LÍF hevur vunnið báðar
dystirnar ímóti HB – 3–1
íLeirvík og 2–0 í Gunda-
dali. Sumba og HB hava
vunnið hvør sín dyst í
innanhýsis kappingini.
Spennandi í toppinum
Tað eru B71 og ÍF, sum
stríðast fyri at sleppa at
spæla um eitt pláss í bestu
deildini. Í B71 halda teir
seg ikki vera tunaðar til 1.
deildar fótbólt akkurát nú,
og tað eru teir í Fuglafirði
heldur
ikki.
Men
tá
møguleikin at spæla um
pláss í bestu deildini dagast
í havsbrúnni, so verður
sjálvandi tikið av.
Á pappírinum hevur ÍF
nógv torførari uppgávu enn
B71.
Fuglfirðingar
fáa
vitjan av FS Vágum, sum
ivaleyst vil siga farvæl við
2. deild við maner. B71
verður eisini á heimavølli.
Teir fáa vitjan av VB, sum
hevur staðið seg ógvuliga
væl síðani summarsteðgin.
Vágbingar
hava
síðstu
ferðirnar næstan sett næst-
besta liðið framum 1. deild-
arliðið, og aftur leygar-
dagin vunnu teir stórt.
Nú hevur VB lítlan
møguleika at vinna bronsu-
merkini. Tað ljóðar, at
ætlanin var at fáa styrk upp
úr Danmark, um tað fór at
standa á. Nú flytir VB ikki
beinleiðis niður, men teir
ætla framvegis at fáa styrk
úr Danmark til Sandoyar
ferðina.
B36, sum leingi
var
næstfremst,
eigur
heimadyst ímóti LÍF. Tí er
rættuliga sannlíkt, at B36 í
hvusu so er fer at vinna
bronsumerkini.
Við sigrinum á KÍ slapp VB
sær burtur úr bólkinum av
liðum, sum undan seinasta
umfarinum eru hótt av
niðurflytingini
Helmingurin er
framvegis í vanda
Nr. 182 - 24. september 2002
19
19
18
Nr. 182 - 24. september 2002
HB hevur í tveimum
teimum síðstu
umførunum ráð til at
missa tvey stig ímóti
botnliðunum og
kortini vinna
meistaraskapin. KÍ og
NSÍ avrikini hesa ferð
boðaðu frá, at tað er
gott í vantu, tá NSÍ í
síðsta umfarinum
skal til Klaksvíkar at
stríðast um
silvurmerkini
SAMANUM 16.
UMFAR
Jóannes Hansen
Tað var eingin slingur í
valsinum hjá HB, KÍ og
NSÍ. Tey vunnu øll stór-
sigrar. HB og NSÍ vunnu
ímóti botnliðunum, meðan
KÍ sigurin var meiri merk-
isverdur. At vinna 5–1
ímóti GÍ bendir á, at KÍ er
heilt væl fyri.
HB var sannførandi ímóti
Skála, og tað er einki, sum
bendir á, at teir fara at kiska
ímóti EB/Streymi í Gunda-
dali og TB á Tvøroyri.
Gamaní vann EB/Streymur
fyrr í summar 2–1 á HB á
Mølini, og gamaní megnaði
EB/Streymur sunnudagin
1–1 á heimavølli ímóti
B36. Men við tí hug-
burðinum, sum HB hevur
víst síðstu nógvu ferðirnar,
er tað rættuliga óhugsandi,
at teir skulu tapa á heima-
vølli. HB er so mikið væl
fyri, at teir hava ráð at
spæla annan dystin, sum
teir eiga á, javnan. TB
avrikið í Vági og ímóti NSÍ
boðar avgjørt ikki frá, at
tvørámenn
kunnu
gera
nakað við HB.
Tað eru fimm stig frá KÍ
og NSÍ og niður til GÍ og
B36. Harvið tykist tað mest
sum greitt, at KÍ fer at fáa
seinna UEFA Cup plássið.
Tað er longu greitt, at NSÍ
fær hitt. Tað tryggjaðu teir
sær í steypafinaluni ólav-
søkudag.
B36 og GÍ hava fram-
vegis teoretiskan møgu-
leika at hótta KÍ, sum eigur
NSÍ í síðsta umfarinum,
men møguleikin er ikki
serliga stórur. Hóast klaks-
víkingar – sum øll hini
liðini – altíð hava tað
torført í Vági, so løgdu
avrikini hjá VB á Toftum og
KÍ á heimavølli sunnudagin
upp til, at KÍ skal hava stig
við sær til hús aftur av
Vágseiði.
GÍ og B36 skulu dystast í
Gøtu sunnudagin. Tá fara
teir fyrst og fremst at spæla
um plássið í Intertoto Cup.
Fyri spælararnar er tað
hugaligt at sleppa út í
Europa at royna seg. Men
fíggjarliga er tað eingin
gloyibiti at vera við í
Intertoto. Tað kostar at
spæla íIntertoto Cup, og
tær útreiðslurnar skulu
takast av upphæddini, sum
UEFA letur feløgunum.
UEFA letur eisini feløg-
unum, sum ikki sleppa upp
í part í altjóða kappingun-
um, reiðan pening, og teir
pengarnir fara beinleiðis
niður í felags kassarnar.
Feløgini, sum taka lut í
UEFA Cup, fáa væl størri
upphæddir, enn felagið,
sum skal spæla í Intertoto
Cup. Men GÍ og B36 fara
neyvan at hava hetta fremst
í huganum, tá tey sunnu-
dagin fara á vøllin í
Serpigerði.
Avgerðirnar
Tað er møguleiki fyri, at
HB longu komandi sunnu-
dag verður meistari. Treytin
er, at teir fara at vinna á
EB/Streymi, sum sunnu-
dagin endaliga slapp undan
øllum niðurflytingarfjasin-
um, og at KÍ og NSÍ í
hvussu so er hálvkiksa. KÍ
skal til Vágs, og NSÍ eigur
torføra uppgávu á heima-
vølli. Teir skulu spæla ímóti
B68.
Men kortini er tað mest
sannlíkt, at KÍ og NSÍ í
síðsta umfarinum fara at
spæla um silvurmerkini.
Um bæði liðini vinna kom-
andi sunnudag, so verður
treytin hjá NSÍ, at teir skulu
vinna í Klaksvík. KÍ vann
1–0 í Runavík fyrr í
summar.
Eftir nógva turbolensin
heima á landi og ikki minst
í Ekstrablaðnum í síðstu
viku, tá B68 segði venjar-
anum úr starvi, fótaði B68
sær orduliga ímóti VB.
Vágbingar tóktust vera
sinniliga farnir í vetrarfrí,
men tað var týðuligt, at B68
var betri fyri, enn teir hava
verið leingi. Hetta er eisini
tað, sum Øssur Hansen
staðfestir aðra staðni í
blaðnum í dag.
Beinleiðis niðurflytingin
verður ivaleyst avgjørd
sunnudagin.
Tá
bresta
Skála og TB saman á Skála.
Skálamenn vóru sunnu-
dagin í Gundadali alt annað
enn sannførandi. TB kom
eitt sindur afturíaftur, eftir
at NSÍ hevði gjørt tað, sum
teir skuldu gera á Sevmýri.
Í síðsta umfarinum fer
TB neyvan at fáa nakað frá
HB, og um B68 vísir sama
hugburð, sum teir gjørdu
sunnudagin, so fer Skála
heldur ikki at fáa nakað á
Svangaskarði. Tí verður
úrslitið á Skála sunnudagin
eftir øllum at døma alt
avgerandi fyri, um tað
verður Skála ella TB, sum
skal flyta beinleiðis niður.
Skála er eitt stig framman
fyri TB, og tískil er tað nóg
mikið hjá teimum at greiða
javnleik ímóti tvørámon-
num.
Tað er longu greitt, at
AB,
sum
sunnudagin
spældi 2–2 á heimavølli
ímóti B36, fer at spæla í 2.
deild komandi ár. B68, GÍ
og
Royn
kappast
um
næstfremsta plássið í 3.
deild, sum ber rætt við sær
at spæla um eitt pláss í 2.
deild.
Eins og í 2. deild so
verður síðsta umfarið í 3.
deild spælt komandi viku-
skifti. Tá verður spædl so-
leiðis í 3. deild: Royn–TB,
FS Vágar–B68, ÍF–B71 og
GÍ–B36. Sambært skránni
skal AB í Gundadali spæla
ímóti HB. Men sambært
heimasíðuni hjá HB, so
gjørdu teir undan vikuskift-
inum av at taka teirra lið úr
kappingini. Tá høvdu teir
tríggjar ferðir ikki verið
førir fyri at manna lið, og
ein av ferðunum var á
heimavølli!
Annan leygardag verður
síðsta umfarið í bestu
deildini, og so verður bara
stóra landsliðsferðin til
Litava og Týskaland eftir á
skránni í hesum kappingar-
árinum.
Sannførandi sigrar til oddaliðini
og B36 kiksaði
Gamaní vann EB/Streymur fyrr í summar 2–1 á HB á Mølini, og gamaní megnaði EB/Streymur sunnudagin 1–1 á heimavølli
ímóti B36. Men við tí hugburðinum, sum HB hevur víst síðstu nógvu ferðirnar, er tað rættuliga óhugsandi, at teir skulu tapa á
heimavølli
C
M
Y
K
18
Støðleiðari til Shell í Klaksvík
Í sambandi við at P/F Føroya Shell yvirtekur Shell Quick Service frá Dáva Joensen og at
avgreiðsluskrivstovan í Norðoyggjum samstundis verður flutt av Grótrætt inn á støðina,
verður við hesum søkt eftir leiðara.
Starvið:
Vit kunnu bjóða eitt sera spennandi starv, sum bæði fevnir um dagligu leiðsluna av Shell-
støðini, av øllum søluarbeiðinum, rakstrinum og av umsiting okkara í Norðoyggjum.
Samstundis umfatar starvið eisini ábyrgdina av gomsluni á Grótrætt.
Eginleikar:
Vit ímynda okkum at umsøkjarin
v hevur góð leiðsluevni
v er ein góður seljari
v er íðin og ágrýtin
v dugir at arbeiða sjálvstøðugt
v er miðvísur og framsøkin
v hevur staðkunnleika
v er fjølbroyttur og smidligur
v hevur ordanssans
v er dugnaligur í samstarvi við viðskiftafólk og starvsfelagar
v tekur undir við handilsmeginreglunum hjá Shell (sí www.shell.fo)
Løn:
Vit bjóða eina góða løn við eftirlønarskipan, ið verður ásett í samsvari við útbúgving og
royndir.
Umsóknir:
Áhugað kunnu senda umsókn við neyðugum skjølum og merkt ”Leiðari Klaksvík” til P/F
Føroya Shell, Viðarnes, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 30. sept. 2002. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði. Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum kunnu setast til Erling í Liða, sølu-
og marknaðarleiðara ella Hákun Djurhuus, stjóra á telefon 347400.
P/F Føroya Shell hevur deildir í Klaksvík, Suðuroy, Eysturoy og Tórhavn. Tað eru 10 Shell-støðir kring landið og
uml. 100 fólk starvast hjá Shell í Føroyum. Shell eigur og rekur eisini tangabátin ”MAGN”. Árliga umsetur Shell
fyri uml. 400-500 mio.kr. Virksemið hjá Shell í Føroyum hevur síðani 1973 verið í føroyskum partafelag, sum er
ein partur av Royal Dutch Shell.
www.shell.fo
team 85 • 358000