týsdagur 24. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 182 - 24. september 2002
Strandferðslan av Eystaru bryggju
Við nýggju Norrønu á
Eystaru bryggju í
Havn, verður ikki
pláss fyri Farmaleið-
um hjá Strandferðsl-
uni. Væntandi noyð-
ast farmaleiðir at
flyta niðan á Hjalla.
Hetta er sera óheppið,
sigur Heini á Borg,
farmaflutningsleiðari
hjá Strandferðsluni
UMSKIPAN
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Álvur Haraldsen
Komandi ár byrjar nýggja
Norrøna at sigla. Hetta fer
at merkjast og síggjast.
Ongastaðni meira enn hjá
Tórshavnar havn.
Nýggja Norrøna kann
taka fleiri enn áttahundrað
bilar. Sostatt mugu tey
klóku høvdini hjá Tórs-
havnar havn til at finna
útav, hvussu verður við øll-
um teimum mongu bilun-
um, sum skulu framvið
Eystaru bryggju, áðrenn
teir verða lovaðir umborð
nýggjastu
útgávuna
av
Norrønu.
Millum fylgjurnar er, at
bygningurin, har Farma-
leiðir halda til, verður rivin
niður. Tað er saman bygn-
ingur, sum Farstøðin eisini
húsast í, men hesin parturin
av bygninginum verður
verandi órørdur. Tað merkir
so, at tann parturin av
bygninginum, sum verður
nýttur til transithøll verður
mestsum óbroyttur og fer at
verða nýttur stórt sæð sum
nú.
1300 m2
Økið, sum Farmaleiðir hava
á Eystaru bryggju, er 1.300
fermetrar til støddar. Heini
á Borg, farmaflutningsleið-
ari hjá Strandferðsluni,
kallar ætlaða stigið fyri sera
óheppið fyri teir.
Strandferðslan og Farma-
leiðir hava virkað á Eystaru
bryggju í nógv ár, men nú
sær tað altso út til, at tann
tíðin er farin.
Strandferðslan er upp-
søgd til hálvan desember, tá
teir skulu vera úti úr bygn-
inginum. Farmaleiðir, ið
nýta teir 1.300 fermetrar-
nar, er partur av Strand-
ferðsluni, men hevur ser-
skildan roknskap fyri seg.
Farmaleiðir taka sær av
flutningi innanoyggja hjá
Starndferðsluni. Sambært
Heina á Borg so javnvigar
roknskapurin hjá felagnum
í løtuni, og teir eru ikki í
beinleiðis
kapping
við
nakran.
Heini á Borg sigur, at teir
hava gjørt íløgur fyri einar
tvær milliónir í bygningin
hjá Farmaleiðum. Leigu-
málið við Tórshavnar havn
er tó fyri fleiri ár fram.
Heini á Borg roknar í hes-
um sambandi við, at teir fáa
eitt ávíst endurgjald útgold-
ið frá Tórshavnar havn.
Á Hjalla
Í staðin fyri hølini við Far-
støðini hevur Strandferðsl-
an fingið innivist í gamla
pakkhúsinum hjá Eimskip.
Talan er tó um eitt munandi
minni øki. 460 fermetrar
verða tøkir hjá Farmaleið-
um at nýta, men hetta verð-
ur bert í eitt avmarkað tíð-
arskeið.
—Vit hava fingið at vita,
at vit kunnu bert nýta tey
hølini til endan av 2003, og
eftir hetta hava vit onga-
staðni at vera á Eystaru
bryggju. Eisini noyðast vit
at gera íløgur í hesi høli, og
vit hava ongar pengar sett
av til endamálið, sigur
Heini á Borg.
Hin partin av bygningi-
num skal Smyril Line nýta.
Eftir 2003 er mest sannlíkt,
sambært havnafútanum, at
Smyril fer at nýta allan tann
bygningin, t.e. eisini tann
partin, ið Farmaleiðir hava
fingið ávíst sum er.
Eftir 2003 er tað væl
hugsandi, at Farmaleiðir
fara at halda til á Sandvík-
arhjalla í Havn. Økið verð-
ur sum nú nýtt til ídnaðar-
økið, og Tórshavnar býráð
hevur samtykt at gera fleiri
og umfatandi útstykkingar
til ídnaðin.
—Tað ber til hjá okkum
at broyta mynstrið, soleiðis
at vit kunnu halda til á
Hjalla, sigur Heini á Borg.
Hann vísir á, at teir flestu
eindirnar hjá teimum eru
mobilar, soleiðis at tað
kann ber til at virka á
Hjalla, men hann vildi nú
heldur hildið til á Eystaru
bryggju. Sjálvur heldur
hann eisini ikki, at allar
súðir eru syftar enn.
—Vit mugu royna at
tingast við myndugleikar-
nar, sigur Heini á Borg.
Umskipast
Jónsvein Lamhauge, havn-
arfúti hjá Tórshavnar havn,
sigur, at alt hetta við at ríva
bygningin niður og flyta
Strandferðsluna er partur
av einari umskipanarætlan,
sum skal setast í verk fyri
betri at kunna hýsa øllum –
eisini nýggju Norrønu og
nýggja Smyrli.
—Vit høvdu sera fegin
viljað hýst teimum, um vit
høvdu plássið, sigur Jón-
svein Lamhauge, tá spurt
verður, um viðferðin móti
Strandferðsluni og Farma-
leiðum kann tykjast órætt-
vís.
—Vit verða noyddir at
raðfesta, og vit meta, at
Farmaleiðir kunnu klára
seg við at halda til aðra-
staðni, sigur Jónsvein Lam-
hauge.
Málið hevur, sambært
Jónsveini, verið fyri í havn-
anevndini hjá Tórshavnar
býráð, og har er semja um
at fremja ætlaðu umskipan-
inar.
Eftir ætlan verður alt øk-
ið vestanfyri verandi pakk-
hús hjá Eimskip og Skipa-
felagnum bert nýtt til ferða-
fólk í framtíðini.
Tað var í 1991, at bygn-
ingurin, sum nú hýsir
Farmaleiðum og Farstøðini,
byrjaði at hýsa sínum nú-
verandi endamálið. Sum
sagt verður ein stórur part-
ur rivin niður fyri at skapa
meira pláss. Í framtíðini
koma bussarnir og fólk, ið
skulu setast av við farstøð-
ina, at steðga eystanfyri
bygningin – heldur enn
vestanfyri sum nú. Hetta
ger, at munandi meira pláss
verður fyri bilum til skip-
ini. 250 pláss verða eftir
ætlan á bryggjuni til bilar.
Hetta eru eini hundrað
fleiri enn í dag, men fram-
vegis eini sekshundrað
færri enn Norrøna kann
taka umborð. Á myndunum
á síðuni sæst, hvussu ætl-
aða umskipan verða framd í
verki.
Í framtíðini verður eisini
eitt pláss í bygninginum til
farm. Talan verður um 250
fermetrar, sum Farmaleiðir
fáa møguleikan at leiga,
sigur Jónsvein Lamhauge.
Økta plássið til bilarnar,
ið skulu við skipunum, gev-
ur eisini størri rúm til av-
greiðslu (check-in), soleið-
is at gongur skjótari, tá
skipini skulu lastast við bil-
um. Spurdur, um hetta nú er
nóg mikið av plássi, svarar
Jónsvein Lamhauge, at tað
er ringt at siga, hvat er nóg
mikið.
Økið við Farstøðina á Eystaru bryggju, sum tað sær út í dag. Í framtíðini skal alt økið við støðini, sum sæst á myndini, nýtast til
bilarøðini til nýggju Norrønu og nýggja Smyril.
Soleiðis fer økið á Eystaru
bryggju at síggja út í
framtíðini eftir umskipanina.
Leggi til merkis, at
innkoyringin verður sum nú,
men ferðafólk og onnur, ið
skulu við ella eftir fólki í
bussunum skulu parkera
eystanfyri bygningin, ístaðin
fyri vestanfyri sum nú. Alt
økið vestanfyri verður nýtt til
bilrøðirnar til Smyril og
Norrønu. At ein bygningur
verður rivin niður gevur
eisini munandi meira pláss
til avgreiðslu av bilunum,
sum skulu við skipunum.
Tekning: Tórshavnar havn
C
M
Y
K
16
Nr. 182 • týsdagur • 23. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Lesið eisini:
Skytte
á veg til HB
síða 24
Kurt gevst í Klaksvík
Sambært KÍ for-
mannin, so syrgir
bæði felagið og býur-
in um, at Kurt Mørk-
øre – í øllum góðum
við KÍ – hevur gjørt
av at flyta aftur til
Noregs at búgva
KÍ VENJARIN
Jákup Mørk og
Jóannes Hansen
Klaksvíkin
og
felagið
syrgja. Hann helt sjálvur, at
tað var kanska at taka í so
rívan til at siga soleiðis,
men tað var ikki at fara
skeivur av. KÍ formaðurin,
Gestur Hovgaard og KÍ
harmast um, at tað nú er
greitt, at Kurt Mørkøre flyt-
ir aftur til Noregs at búgva.
– Og øll, sum eg havi tos-
að við, og sum eru áhugað í
fótbólti, harmast um, at
Kurt nú hevur tikið avgerð-
ina at flyta. Tað er heldur
ikki so undarligt, tí Kurt
hevur gjørt eitt megnararb-
eiði, síðani hann kom higar.
Hann hevur givið spælar-
unum trúgv uppá, at tað ber
til, og hann hevur megnað
at skrúvað eitt gott og breitt
lið saman, staðfestir KÍ for-
maðurin, sum samstundis
ynskir Kurt Mørkøre alt tað
besta í Noregi.
Nær verður tað greitt,
hvør skal venja KÍ komandi
ár?
– Vit hava bíðað eftir
Kurt, og nú hevur hann tik-
ið støðu. Vit eru longu farn-
ir undir arbeiðið at fáa
nýggjan venjara. Eg vóni,
at tað arbeiðið verður liðugt
um einar tvær vikur. Nýggi
venjarin skal helst vera við
til at fyrireika nýggja kapp-
ingarárið, so tað leypur
eingin tíð av.
Eru tit í tíðarneyð?
– Tað haldi eg ikki. Vit
hava ta fatan, at fleiri eru
áhugaðir í at koma henda
vegin, og vit ætla at gera so
skjótt av, sum tað ber til,
sigur KÍ formaðurin.
Torført
Í síðstu viku skrivaðu vit, at
Kurt skuldi gera upp við
seg sjálvan, um hann fór at
halda fram ella ikki. Eftir
stórsigurin ímóti GÍ boðaði
Kurt Mørkøre frá avgerð-
ini, sum hann hevði tikið,
og hon var, at hann eftir eitt
ára venjaraarbeiði í barn-
dómsfelagnum fer at flyta
aftur til Noregs.
- Tað sigur seg sjálvt, at
talan var um eina torføra
avgerð. Ikki minst nú tað
hevur gingist so væl hjá
okkum í seinastuni. Men nú
er avgerðin tikin, og tá teir
báðir seinastu landskapp-
ingardystirnir eru farnir
aftur um bak, fari eg aftur
til Noregs, segði Kurt
Mørkøre, tá vit mánamorg-
unin hittu hann á máli.
Tung hugburðs-
broyting
Stigatalvan
sigur
sína
greiðu søgu um, at tað hev-
ur gingist væl hjá KÍ sein-
astu nógvu umførini. Eftir
eina sera soltna byrjan, har
liðið millum annað ikki
megnaði at koma víðari úr
bólkaspælinum
steypa-
kappingini, og har fýra teir
fyrstu dystirnir í lands-
kappingini bert góvu trý
stig, hevur tað bara gingið
ein veg. Somikið væl hevur
gingist, at KÍ ikki hevur
tapt á føroyskari grund síð-
ani í fjórða umfarinum í
landskappingini.
Sum vera man, so er Kurt
fegin um, at tað hevur
eydnast at vent tungu
gongdini,
sum
felagið
hevur verið í seinastu árini.
- Sum tú sigur, so var
byrjanin alt annað enn góð,
men sjálvur haldi eg, at
fyrstu
dystirnir
vórðu
brúktir til at fáa leivdirnar
frá vánaligu árunum burtur.
Spælararnir skuldu fáa
rætta hugburðin, og tað tek-
ur tíð at fáa sovorðið upp á
pláss. Tað skuldi bara vera
so, at tað tók nakrar dystir,
áðrenn hetta varð rættað,
men síðani hevur tað gingið
sera væl, og tað eri eg fegin
um.
Men tá tit nú bara eru
tvey stig frá oddasessinum,
eru tað so ikki ein ella tveir
dystir, sum tú nú kanst
peika á og siga, at har og
har mistu vit gullmerkini?
- Nei, soleiðis haldi eg
ikki, at tú kanst venda tí.
Sjálvandi eru tað dystir, har
vit iðra okkum um, at tað
ikki gekk betri, men hin-
vegin hava vit eisini havt
hepnið við okkum onkra
aðru ferð, so alt í alt hevur
tað helst gingið nøkun-
lunda upp, heldur venjarin.
Heldur fram
Sum sagt, so fer Kurt til
Noregs, nú kappingin end-
ar, men áðrenn vit sleppa
honum heilt, verður spurn-
ingurin sjálvandi settur,
hvørt royndirnar í ár hjá KÍ
hava givið honum mót uppá
at halda fram sum venjari.
- Heilt avgjørt. Nú er
hetta so nýtt, so eg havi als
ikki havt samband við
nakran yvir í Noreg, men
eg ætli mær so at vita, um
eg ikki kann fáa onkran
møguleika har yvir eisini,
sigur Kurt Mørkøre at
enda.
- Sjálvur haldi eg, at fyrstu
dystirnir vóru brúktir til at
fáa leivdirnar frá ringu
árunum burtur, sigur Kurt
millum annað um
kappingarárið, har KÍ í
løtuni er tvey stig frá
oddaliðnum
17