Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Rókur DAlsgaard, skrivar: „Russara- for- skrekk- ilsi« I seinastuni hevur eitt 6- hugnaligt fyribrigdi tik- ið seg upp í samfelag okkara, ein rersla, ið mest minnir um tað, ið fór fram niðri í Europa í 30-árunum, og sum var ein beinleiðis orsek til seinra heimsbardaga — varð í hvussu er brúkt til at rættvísgera hetta blóðbað. Har varð miåvist sett í gongd ein jagstran av ellum, ið teir ráðandi mettu vera »annarleid- is«. Hetta galt fyrst og fremst jødar, kommun- istar, suðurlendingar, eysturlendingar og ann- ars, sum tað hóvaði hinum lítla manninum við yvirskegginum. Har- afturat vóru øll tey hampafólk, ið dittaðu sær at mótmæla ella ikki vildu vera við í hesum villa leiki, eisini tikin við og steinað (gassað). Og sum altíð í eina- ræðislondum, so var pol- itiið skipað um, so tað kundi tæna åhugamål- um einaræðisharrans. Ljót samanbering Hetta var kanska ein heldur ljót samanbering, men tíverri ikki heilt burtuvid, um vit hava í huga at henda esing og jagstran varð sett í gongd av báðum teim størstu høgrahlødunum, sum samstundis bæði eru stjornarblød, og so- statt umboða tankar og gerðir teirra stýrandi. Her hjá okkum er henda jagstran vend móti nekrum russiskum sjómonnum, sum av púra náttúrligum grund- um eru staddir her á landi. Og øll vit, sum mótmæla, ella ikki vilja vera við í hesi skamm- iligu jagstran, vera í Dagblaðnum alt fyri eitt skýrd kommunistar, og av sjålvum løgmanni út- nevnd at vera hyster- iskir russaraverjar (sjá Dimmu 22. mai) Henda esing hevur tvinni stevnunið: 1. at sáa hatur og læra okkum at hata aðra tjóð: 2. at birta upp undir tann ótta fyri krigsvanda, sum vit oll bera eitt sindur av í barmi. Annars er alt hetta rættiliga óíatiligt, tí samskifti okkara við russar stavar heilt frá fyrst í 50-árunum, og tá sótu somu hegraflokkar við ræðið, sum í dag stýra hesum landi. Og hevur hetta samskifti alt síðan verið ekt og útbygt til vit í dag, fingið í lag av sitandi samgongu, í stóran mun gera skipasmíð fyri hitt velduga Sovjet. Utlendskir sjomenn Har útlendskir sjómenn i stórum tali hópast í fremmandari havn, er tað væl vanligt, at bæði líkt og ólíkt kann fara fram. Feroyar hava gjøgnum øldir verið vitj- aðar av útlendskum sjó- monnum í hópatali, og hava hesir ikki altid farið fram við mýkindum. Løgregla og sýslumenn munnu eiga tjúkkar journalir yvir herverk og ógerðir frá bretskum trolarmonnum, norskum linumonnum, ella donsk- um marinarum o.s. fr. Harfyri ganga vit ikki og læra hvenn annan at hata hesar tjóðir. Hví í víðu verð skulu vit so lærast at hata russar? Jú, veitst tú, teir sýna »løgnan atburð<. Hvat tað so annars er fyri nakað?? Tá so lítið ítekiligt er at siga um hesar menn, kann ein bert koma til ta niðursteðu at: Hesir eru friðaligastu og mest kurteisligu sjómenn, ið enn eru komnir higar til landa. Feringar, sum heims- ins mest siglandi fólk, áttu at verið teir fyrstu tíðindablaðið Á at havt í huga, at hjá sjómonnum í fremmand- ari havn hevur tíðin mangan fallið long og leidilig, og hevur tá verið vanligt at finna uppá okkurt at stytta sær stundir við. Og man hetta mangan, um viljin er til staðar, kunna út- leggjast sum »løgin at- burður<. Sjálvur havi eg eina- ferð ligið fyri akkeri, í 10 dagar út fyri Ceylon, av tí at verkfall var millum lossingarmenn har. Tíðin fall okkum long og eitt og hvat var at finna uppá. Ein dagin flotaðu vit motorjolluna, hon skuldi jú royndar- siglast av og á, og sigldu langa leið framvið Cey- lons pálmaklæddu sand- strondum. Legdu fleiri ferðir at landi, royndu at práta við fólk i små- bygdunum, tóku myndir av ellum, alt frá bidd- arum og til alvápnaðar løgreglumenn, ið annars vóru bæði blidir og týðir. Telegrafisturin hevði eitt frálíkt kykmyndatól, so hetta gjørdist ein heilur filmur. Og nú mundi eg gloymt tað týdningar- mesta: Vit hevdu eisini kumpass við á ferðini. Hóast Ceylon, eftir okkara samfelagsupp- fatan, var hálvur politi- statur at rokna, so var tað eingin, ið legði okkum undir at fremja njósnaravirksemi, ella sýna »løgnan atburð<. Um nú russiskir sjó- menn, ið her ganga og keða seg, høvdu farið ein líknandi túr t.d. kring eysturoy, tá høvdu teir, sum steðan er i Føroyum i dag, óivað verið hand- tiknir fyri »løgnan at- burå«. Kumpassin Eitt tað, sum mest hevur verið frammi í russarahetzinum, og sum skal prógva teirra »løgna atburð<, er, at teir eru sæddir berandi eina kumpass. Mundu ikki aðrar tjóðir hildið tað verið løgnan atburð, um tey sóu feringar drekka av kumpass, sum onnur drekka av koppi ella krússi?? Men hetta man hava verið ein sonn ganda- kumpass, tí hon fekk alt at fara á gos, so sjálvt sinniligir løgreglumenn sóu trell á ljósum degi — ella ljósari summarnátt — sama ger. Lúgv eina lygn Sjálvt um hendingin við kumpassini og russun- um í Hoyvík langt síðan er »uppklårad«, sum sakleys og fullkomiliga ókriminell, so hava øs- ingarbleðini hildið á við at illgita og roynt at givið hendingini ein 6- hugnaligan dám. Her eru vit aftur við eina gamla, men væl- kenda propagandafrasu: Lúgv eina lygn nógmikið ofta og fólk trúgva tí at enda. Beriposin Í tey umleið 30 ár, russar eru komnir higar til landa, hava teir javnan verið ilitonktir fyri at reka njósnaravirksemi. Um nakað hald er í hesum eri eg ikki førur at meta um, og dømini, ið nytt vera, eru ikki just yvirbevísandi. T.d. er stór esing um, at teir eru sæddir berandi ein beri- posa við feroyakorti á, hesir rekast sum kunn- ugt, í stórum tali, í okkara føgru náttúru. Um teir nýttu posan at fylla njósnaratilfar í, ella teir nýttu hann sum føroyakort, er tó ikki týðiliga komið fram. Men um russar í >virk- semi« teirra hava tørv á einum korti yvir fer- oyskt sjó- ella landeki, tá kunnu teir eins og tú og eg — fara í bóka- handilin. Verndarhondin Annars kenst tað rætti- liga logið, at hetta teirra »virksemi« ótarnað kann hava hildið fram i øll hesi år. Vit fáa jú dagliga floytað í oyruni, at vit hava einki at óttast. tí vit eru undir NATO's veldigu verndarhond. So at um nakað hald er í ill- gitingunum um russara- njósnan, má tað vera loyvt at spyrja: Hví er so ikki ein einasti russi handtikin ella sendur av landinum í ell hesi 30 ár?? Hetta kunnu NATO-ovastarnir i Mjørkadali og å Hoy- vikstjørn óivað greiða okkum frá. Kavbáturin Men ein dag linkaði esingin, tað tóktist sum at nú var ovboðið hjá fóiki, og mótmælini i blødunum fóru so smátt at vera við yvirlutan. Men øsararnir vóru ikki rådleysir: Skundisliga »uppfunnu« teir ein kav- båt å Skålafirdi — og so kundi hetzin halda fram. Hesin kavbåtur fær ein mest at hugsa um gamla orðatakið — »Mangur sigur frá Olavi Kongi, sum ikki hevur sæð hann.« Um eg nú geri onkrum órætt sum veruliga hev- ur sæð kavbátin: Hví fór so NATO-verjan við Feroyar ikki alt fyri eitt í holt við at jagstra henda jassin? Var tað: 1) Ti hann ikki var til? 2) Ti teir vistu, at hann ikki var russiskur, men heldur NATO-kavbátur, sum í samband við russara- søgurnar, var njósnara- ferð á Skálafirði? Í leiðaranum í Dimmu 2/6, verður roynt at slætta sjógv, og skava útyvir ta russarahetz, teir sjálvir hava sett í gongd. Hetta kundi týtt uppá, at menn, ið standa Dimmu nær, eru við at fáa politiskan fotakulda, og skuldi hetta heldur ikki verið so legið. Ti klókir og taktiskir polit- ikarar, duga sjálvandi at yvirskoða, at henda hetz móti einum av okkara týðandi handilspartnar- um, í ólukkumáta kann koma okkum aftur um brekkur. Um russar nú gerast Nr. 71 - 21. juni 1984 firtnir, sum ikki skuldi verið at undrast á, tá kemur nógv at leika hjá okkum, ikki bert fyri arbeiði á Skála, men so sanniliga kann hetta eisini koma at kosta okkum veiðirættindi á fjarleiðum. Hin beiski veruleikin Aðrar og óhugnaligari hendingar eru sam- stundis farnar fram, hendingar hvers orsek er tað óhugnaliga krigs- maskinariið í okkara friðarliga vesturheimi. Og eru hesar hendingar ein munandi ítekiligari hóttan enn hin heima- gjørdi russaravandin. T.d. kom manningin á einum feroyskum trolara út fyri ein sera álvars- sama hending — vórðu illa brendir av eitur- gassi, meðan teir rektu sítt friðarliga arbeiði á sjónum. Hetta eiturgass er, sum so mangt annað, ein leivd frá 2. heimsbar- daga, sekt til botns av nazi-bølmennunum, tå tap var i hendi. Eftir stríðslok gjørd- ust hesir somu týskarar á undurfullan hátt okk- ara sameindu, og eru í dag grundstuðulin, ið verja okkum skal móti eystanvandanum. Annars fekk henda syndarliga hending lítla umtalu í hegrapressuni — mundi tað koma av at ikki bar til at geva russum skuldina? Danskur útróðrarbát- ur verður rátt og brutalt drigin til botns og menn- inir sjólátast, meðan lagsbrødur teirra hjálpa- leysir hugdu at. Heldur íkki henda vanlukka fekk stórvegis pressuumtalu, men teir fingu tó kroyst inn í millum, at ein russiskur kavbátur var sæddur nærhendis t.v.s. 100 fjórðingar burtur. 2 tímar seinri kom týskur kavbátur (okkara sameindki) í danska havn. Han segði seg einki kenna til van- lukkuna. Seinri kom tó upp at hann ikki bert var hin seki, men eisini var rýmdur frá vanlukkuni, uttan so mikið sum at royna at veita hjálp. Hóast hesar vanlukk- ur, og hóast týskarar undir 2. heimsbardaga vóru fleiri hundrað før- oyskum sjómonnum at bana, so hata vit íkki, miðvíst, hin vanliga týskaran, fyri tað, sum pápar ella abbar teirra gjørdu móti okkum og fólki okkara. So má ein spyrja: Hvar er logikkurin, fyrst at invitera russar higar til handilssamarbeidi, og tínæst miðvíst læra Fer- oya fólk at leggja teir undir hatur og alskyns illtanka.