hósdagur 21. juni 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 21. juni 1984
við folkaflokkin!
Løgmadur sigur, at teir kunnu ikki vera á
báti saman,
tí teir, ið
stýra skulu
samfelagsskútuni, megu vera álítandi. Tað
eru samgongumenn ikki. Róðursmaðurin
hevur eftir ollum at døma fyri langari tíð
givið skarvin yvir. Tí rekst skútan fyri vág
og vind,
skrivar
Jergen
Thomsen,
tingmaður javanaðarfloksins m.a. í hesi
politisku viðmerkingini.
Tá ið krubban er tóm. tá
bitast hestarnir
Hetta er eitt sera bein-
rakið orðatak. og ógvuliga
hóskiligt sum yvirskrift til
ta blaðskriving. sum fer
fram imillum samgongu-
menn í hesum døgum
Tað er ikki smávegis
sum teir høgga hver eftir
eðrum í blødunum og
væntast henda orrusta at
harðna. tess nærri ið vit
koma valinum. Hetta
kemst av, at politikkurin
sum festur varð i sam-
gonguskialid er fullkomi-
liga miseydnadur, frå ødr-
um enda til annan.
Hetta kemur serliga
fram nú. eftir at »Det
rådgivende udvalg ved
rørende Færøerne«, er
komið við sínum dapra
dómi um stýrislagið. sum
sitandi samgonga hevur
nytt í figgiarmålum
Pauli Ellefsen sigur seg
at hava verið i dýrastu
neyð hesi árini. tí hann
hevur havt fólkaflokkin at
dragast við. og hesin
flokkur hevur tvinni árv-
arsom brek. sum gera. at
ikki ber til at flætta við
hesar menn. Hetta verður
sagt í grein í Dimmu nú
um dagarnar
lamaður vísir á. at
hesi brek eru ikki ókend
fyri Førova fólki og tað
serstakliga fyri teimum
sum hava verið uppi í for
ovskum politikki í seinri
árum. Hann sigur bart út
at fólkaflokkurin er óálít
andi. og rekur andstødu
politikk í síni egnu sam
gongu. við sínum
bi6dingarpolitikki
Hann visir å, at hesin
dómur varð feldur av
okkum. tá ið vit høvdu
samstarv við fólkaflokkin
Hesum vilja vit á ongum
sinni mótmæla
Tá ið seinasta
gonga varð slitin av fólka-
flokkinum. sum íkki vildi
standa við samgongu-
vvir-
sam
skjalið. hevði Pauli Ellef-
sen. formaður sambands-
floksins. sum nú er løg-
maður í Føroyum, eitt
annað skrivingarlag. Tá
varð dúgliga víst á, at tað
júst var javnaðarflokk-
urin, ið stakk halan imill-
um beinini fyri at sleppa
undan åbyrgdini
Síðan leyp sambands-
flokkurin við Paula Ellef-
sen á odda. um háls fólka-
floksins. eftir fyrsta sam-
ráðingarumfar um skipan
av landsstýri. Ti nú skuldi
rekast borgarligur polit-
ikkur saman við politiska
lítlabeiggja teirra. fólka-
flokkinum
Eftir at fólkaflokkurin
hevur slept síni egnu
stevnuskrá og sjálvstýris-
mevlinum, eru sambandið
og fólkaflokkurin teir
mest áteku flokkar á
tingi. Vert er at nevna, at
nú er fólkaflokkurin farin
at vejast uppi í innanhýsis
donskum politikki. og
harvið enn meiri átekur
sambandsflokkinum.
Rættiliga sjónskt er at
síggja á allari blaðskriv-
ing | dag. at nú royna allir
samgonguflokkarnir at
spjálka seg burtur úr
politiska rasshaftinum.
Kvittar sambandið
Formaður sjálvstýris-
floksins ger eisini sínar
royndir at komast leysur
av hesari flokjuni. Hetta
verður gjort í Tingakrossi
nú um dagarnar, har hann
í einum svari til løgmns
minnir hendan á. at tað er
sambandsflokkurin. sum
hevur strongt á, fyri at
ekja um peninganýtsluna
í hesum samfelag. Vist
verður eisini á. at pen-
inganvtslan ikki einans er
farin til iløgur. Hann sigur
greinini:
»Hesar øktu landsút-
reiðslur hava bæði verið
til nýtslu og ílegur. Tað er
veruleikin.«
Nú er tað ikki sjáldan.
at vit fáa at vita, at risa-
veksturin í landsútreiðs|-
unum, sum sitandi sam-
gonga hevur framt, einans
er farin til ílegur. Hesa
metan hevur formaður
sjálvstýrisfloksins ikki
sambært grein í Tinga-
krossi nr. 23 frá 8. juni í
ár. og tað so langt í frá.
Henda hansara áskoðan
fær viðhald frá fleiri
síðum.
Eitt demokratiskt sam-
felag verður stýrt við lóg-
gåvu, skal vend fáast i.
ella skal broyting fáast í
figgiarligu gongdina. ella
skal studningsskipanin
broytast, so hendir hetta
ikki av sær sjálvum. Men
so megu lógir broytast. so
megu lógir smidast. Hes-
um sleppur einki ábyrgd-
arstýri undan Lógar-
broytingar verða eins
neyðugar í teimum góðu
tíðum. sum í teimum
minni góðu tidunum
Sambært blaðskriving
samgongumanna og sam-
bært løgmann í Dimmu,
so hevur ikki verið giørligt
at stýra samfelagnum.
Lagmaður sigur. at teir
kunnu ikki vera á báti
saman. tí teir. ið stýra
skulu samfelagsskutuni,
megu vera ålitandi. Tað
eru samgongumenn ikki
Róðursmaðurin hevur eft-
ir øllum at døma fyri
langari tid givið skarvin
vvir. Ti rekst skútan fyri
vág og vind
Jergen Thomsen
virkin journalistur at
leggja dulnevni til huldu-
brev- og kveður.
Eg havi tó ábyrgd av
teimum brøvum, sum
verða prentað í Sosial-
inum undir dulnevni. Tað
hevur verið siður í Før-
oyum at prenta dulnevnd
lesarabrøv. Hetta hevur
eisini gjert, at mangir
lesarar aftra seg ikki fyri
at seta sínar meiningar á
prent. Tað hevur so sínar
fyrimunir og vansar. Fyri-
munir: tí tá tora fólk, sum
annars ikki ynskja at
koma í anglettin, at gera
vart við skeivleikar, ó-
rættvisi o.1. Vansar: tí tá
verður skrivingin oftani á
einum sera lágum stødi —
oftani útspillandi og per-
sónlig.
So Martin, eg trúgvi tú
manst vita eins væl og eg,
hvussu torført tað kann
vera at velja og vraka
millum tey mongu dul-
nevndu lesarabrøvini og
skyna á, hvar hárfína
markið er millum polit-
iskar/samfelagsligar
eðrumegin og reint per-
sónligar atfinningar ella
álop hinumegin.
Sum nýggjur í leiðsluni
her á blaðnum skal eg
eisini standa mínar roynd-
ir og harvið fylgja barna-
sjúkur.
Hvat viðvíkir hesum
innlegginum »Kvøda til
kvødu«, so skilii eg, at tú
ikki bert er vónsvikin av,
at vit hava tikið tað upp.
men tú ert vreiður og nær-
um hatskur — tá tú
samanber alt tað, sum
Sosialurin hevur staðið
fyri við óhumskuskriving
Dagblaðsins.
Har haldi eg tú ger eitt
mistak, men tað skal ikki
skilja okkum.
Vit gera øll mistøk —
eingin er fullkomin. Men
tað ger mær vissuliga ilt.
at tú út frá hesum eina
innleggi tekur grundar-
lagið undan ellum tí, sum
bæði eg sjálvur og onnur
hava skrivað í Sosialinum.
Í innlegginum tú sipar
til, verður giøldur gjørt
burtur úr einum ávísum
persóni og samfelagsliga/
politiska virksemi hans-
ara.
Tú skrivar, at hetta er
óreint og skitið gjort.
Eg eri ikki bangin fyri
at viðganga, at fleiri av
setningunum/orðunum í
hesi »Kvødu« eru i so per-
sónligar og samfelagsliga /
politiska virkseminum hjá
umredda persóni heilt 6-
viðkomandi. Eg havi tían-
verri ikki givið mær far
um, at tað var so per-
sónligt — skitið og óreint
— sum tú skrivar. Her
havi eg verið ov gáloysin
— viðgangi eg.
Nakrir av setningunum
ella orðunum áttu at verið
strikað ella broytt. soleið-
is, at »Kvødan« snúði seg
um sakina og ikki um per-
sónligar eginleikar.
Slíkur kritikkur sum tín
og annar við ger, at ein
vandar sær betri um eina
aðru ferð.
Men tað er so eisini
spurningurin um, hvussu
erkvisin ein kann vera.
Dulnevndi lesarin, sum
hevur skrivað »Kvøduna«
man halda okkum vera í
so erkvisnar, um vit ikki
tóku innlegg hansara upp
í heilum líki, tí ikki er
óvanligt, at persónar, sum
eru frammi í samfelags-
kjakinum og sjálvir mark-
era seg, standa fyri
skotum.
Men Martin, eg við-
gangi, at har varð farið ov
langt. Kortini haldi eg, at
tú sjálvur vaðar longri út
enn tú grynnir í tíni
rættiliga einvisu og á-
leypandi grein.
Tú ger ta nógvu skriv-
ing í Sosialinum — bæði
navngivnar og dulnevndar
greinir og lesarabrøv —
um hegrarákið og tess av-
leiðingar til einkis. Her
haldi eg tú fer skeivur.
Ella meinar tú, at leiðslan
á Sosialinum átti at sent
greinar og lesarabrøv, ið
eru vend ímóti Dag-
blaðnum og tí, sum har
stendur, aftur til av-
sendaran við svarinum,
at nú er nokk av hasum!!!
Sjálvandi skal ein ansa
eftir ikki at gera ov nógv
av. Men harafturimóti
skal ein eisini alla tíðina
byrgja upp fyri tí hetsi og
ágangi, teirri ósakligu og
óhevisku skriving, sum er
i ávísum blødum ímóti å-
visum fólkum, feløgum,
felagsskapum. flokkum og
hugsjónum. Tann, id teg-
ir, samtykkir. Og vilja vit
ikki samtykkja, so megu
vit heldur ikki tega.
Eg ætli mær so ikki at
geva teimum mongu les-
arunum av Sosialinum
munnkurv. Tvørturimoti
er tað mín uppgáva at
vera við til at skapa tað
forum, ið kann hýsa teirra
hugsanum og meiningum.
Tú hevur jú eisini hug
at gera gjeldur burtur úr
skriving míni um blað-
etikk. Eisini har haldi eg
tú er órættvísur, tí tú
generaliserar út frá einum
ávísum demi, har tú
sjálvur er meira ella minni
persónliga engageraður.
Tú skrivar niðurset-
andi, at vit á Sosialinum
loyva okkum at læra
onnur blaðfólk, hvussu
blød skulu skrivast og
prýðast við myndum.
Martin. hví skrivar tú
so! Sipar tú til grein mína
um Kirkjubemyndirnar,
30 haldi eg tú fer skeivur.
Má vidganga, at eg kenni
teg ikki aftur á teimum
greinum, sum tú annars
sjálvur mangan hevur
latið til Sosialin.
Eg ætli mær ikki at
læra aðrar blaðmenn,
hvussu blød skulu skriv-
ast ella prýðast við
myndum. Men fyri tað
havi eg loyvi til — eigi eg
— at gera vart við tað, tá
skrivifrælsið verður mið-
víst niðurbrotið, eitt nú
við at svína eina bygd og
tað fólk, har býr, út við
miðvíst útvaldum hálvum
myndum. So Martin, har
skilji eg ikki rættiliga, at
tú forhánisliga skal brúka
vendingina »vit vilja læra
onnur blaðfólk, hvussu
blød skulu prýðast við
myndum«.
At tå ger Sosialin til
Asosialin stendur fyri tina
egnu rokning.
Kritikkur skal til. Hann
er góður, sunnur og
neydugur, tå hann er
ætladur at vera upp-
byggjandi heldur enn nið-
urbrótandi.
Nakað av tínum kritikki
er beinrakin. Men tían-
verri gjerdi tú teg til dóm-
ara og demdi alt tað, sum
Sosialurin og tey fólk, ið
skriva í hetta blað standa
fyri — gav ti lorta-
spannina. Nú kunnu les-
ararnir so sjálvir meta um
skriving okkara.
Jan Miller
a
DANICA — køkurin
P/f HELLA
Tórfinsgeta 41
Tit 16477 Box 351
3800 Tórshavn
L