hósdagur 21. juni 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið |
Útgevari: p/f sosialurin'
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl .
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Lagkøkubytid
er broytt
til fyrimuns
fyri tey fåu
SEINASTU fyra årini er meira pen-
ingur tikin frå vanliga félkinum
enn nakrantíð. Skattatrýstið er
okt. innflutningsgjeldini eru
hækkað. Tað sama er at siga um
ymisk gjøld til tað almenna ella al-
mennar stovnar. Vit kunnu t.d.
nevna útvarpsgjaldið, sjónvarps-
gjaldið, telefongjøldini og ferða-
seðlarnar hjá strandferðsluni.
SAMSTUNDIS er prístalið ikki
hækkað í tann mun tað skuldi.
Hetta kemst av, at prístalið fyri
tveimum árum síðani varð sett
aftur til 100. Harvið hava lønar-
stættirnir ikki fingið ta kompensa-
tión fyri dýrtíðina, sum teir annars
høvdu fingið, um prístalið ikki varð
sett aftur til 100. Sum heild má
sigast, at teir, sum hava stjórnað
landinum hesi árini, hava noytt tað
vanliga fólkið til at spenna lívreim-
ina inn.
VIÐ SLÍKUM tiltøkum skuldi nytsl-
an og harvið eisini innflutningurin
natúrliga minka. Tað sama skuldi
hent við hallinum á handilsjavn- 1-
anum og við gjaldsjavnahallinum.:.
Men so er ikki. Nýtslan og inn-
flutningurin hava ongatíð verið
størri enn júst hesi árini. Í 1983
hevdu vit eitt gjaldsjavnahall upp
á stívar 500 mió kr., og í 1984
verður gjaldsjavnahallið væntandi
800 til 1000 mió kr.
HETTA VIL siga, at hóast keypi-
orkan hjá tí vanliga fólkinum, við
øktum skattatrýsti, hægri innflutn-
ingsgjøldum og størri almennum
gjøldum av ymiskum slag, er mun-
andi skerd, so er samlaða nýtslan
kortini stórri. Vit mugu ásanna, at
lagkøkan er vaksin. Men parturin
Rættingar
Í oddagreinini týsdag kom
eitt orð skeivt fyri og
broytir meiningina í ein-
hundraðtals
Men so hevði føroyski út-
flutningurin eisini
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76.
3800 Tórshavn
telefon 11820
oddagrein
hjá ti vanliga fólkinum er vorðin
minni. Hinvegin hava nøkur få
fingið allan vøksturin og nakað
væl út yvir tað.
STØDAN ER júst so, sum Atli Dam
lýsti hana i blaðnum leygardagin. .
Her er farin ein umfordeiling fram..
soleiðis at Pelleba slapp ikki at
brúka, meðan sokallaðu vinnulivs-
menninir — umsitararnir av sam-
felagsognini — hava okt nytsluna
við meira enn tí sum Palleba misti.
Og her er tað at vina— og kenn-
ingapolitikkurin hjá øllum trimum
samgonguflokkunum hevur gjørt
seg galdandi.
TAÐ MÁ VERA hugstoytt at
ásanna hjá teimum, sum hava
spent lívreimina inn, tí nú skuldi
sparast, at hóast tey hava latið
samfelagnum meira enn tey vóru
ment, og hóast tey hava sett sína
egnu nýtslu munandi niður, so er
almenna støda Føroya verri enn
nakratíð. Tølini, sum verða nevnd i
sambandi við uttanlandsskuld, hall
á handilsjavnanum og í sambandi
við gjaldsjavnahall, eru heilt
óhugnalig.
NIDURSTØDAN er, at lagkøkan —
bruttotjóðarframleiðslan — er
munandi størri, men nøkur fá hava
fingið allan vøksturin og nakað
væl út yvir tað. Burtur av tí størri
lagkøkuni fær tað vanliga fólkið
minni, enn tað fekk burtur av tí
lítlu lagkgkuni.
SOLEÐIS ER stødan, nú lagkøku-
rødarin frå 1. meidagshaldinum i
Havn á sinni hevur staðið á odda
fyri landsins stýri í skjótt fýra ár.
Men til heystar verður løgtingsval.
Tá hevur tað vanliga fólkið orðið.
Tá má vanstýrið fáa sín dóm.
Sjálvandi verða teir riknir á dyr. Alt
annað er óhugsandi.
Har skal standa: >Um
vit hugsa okkum, at
dollaravirðið var óbroytt
hesi
verið vóru eingi kurstap.«
milliónir
seinastu árini, so
Í greinini hjá Atla Dam
um reglubroti. Har stóð:
UM VIT HUGSA okkum,
at dollaravirðið var ó-
broytt hesi seinastu árini,
so vóru mong kurstap.
lægri. T.v.s., at tá doll-
arin hækkar, fáa vit eina
eykaútreiðslu, sum eitur
kurstap.
seinasta leygardag datt
eitt null burtur. Tað var
um ílegurnar til vatnorku-
útbygging. Har stóð 100
mió kr. Tað skuldi vera
1000 mió kr.
Nr. 71 - 21. juni 1984
Fyrispurningur til
Í tíðindablaðnum SOS-
IALINUM 16. í h. skrivar
tu, at >hugsjónunum um
at liva í felagskapi sum
tvær frælsar tjóðir á
jøvnum feti og við fullum
sjálvsavgerðarrætti mugu
vit ikki sleppa«.
»Felagsskapurin«, ið tú
her hugsar um, man vera
tann felagskapur, ið vit
hava við Danmørk. Sum
tú óivað veitst, dugi eg
ikki at síggja nakra »hug-
sjón< í hesum »felags-
skapi«, men kortini havi
eg hug at seta tær hesar
spurningar:
1. Er henda tin »hug-
sjon« um at liva í
felagsskapi sum tvær
frælsar tjóðir á jøvnum føi
og við fullum sjálvs-
avgerdarrætti« longu
veruleiki við teirri stødu,
ið vit hava í hesum »fel-
agsskapi< og annars við tí
politikki. ið javnaðar-
formann javnaðar-
floksins, Atla Dam
flokkurin higartil hevur
rikið?
2. Um so er ikki, hvussu
metir tá javnaðarflokk-
urin, at hesin felags-
skapur eigur at broytast,
soleiðis at henda »hug-
sjón< tin gerst veruleiki
og hverji stig javnaðar-
flokkurin ætlar tá skulu
takast til tess at rekka á
hetta mál?
Erlendur Patursson
ASOSIALURIN
Viðmerking til Sosialin
nr. 59, 19.5.1984
Í langa tid hevur ein
stórur partur av Sosial-
inum snúð seg um Fólka-
flokkin, Dagblaðið og
summar av temum per-
sónum, ið standa aftanfyri
omanfyri nevndu. Teig
upp og teig niður hevur
Sosialurin brúkt til at
meiggja Fólkaflokkin og
Dagblaðið út, og nú eri eg
farin at halda, at hetta
hevur havt ringa ávirkan
á sjlavan Sosialin. So
nógv hevur verið skrivað
um hetta sama evnið, at:
fyri tað fyrsta er stílurin í
Sosialinum farin at líkjast
ti í Dagblaðnum, og fyri
tað næsta eru fólk ikki
bert vorðin troytt av
Fólkaflokkinum og Dag-
blaðnum, sum ætlan Sos-
ialsins má hava verið, men
tey eru eisini troytt av
Sosialinum.
Nú henda dagin fór eg
sanniliga at ivast í, um
Fólkaflokkurin ikki gav
tvey blød út: sitt egna og
so Sosialin (i hvussu er nr
59, 19.5.1984)
Í seinastuni hevur nógv
verið skrivað um Mjerka-
dal og fyri at gloyma alt
tað, fann onkur upp á at
skriva um russar í Hoy-
vík, og so var alt á gosi.
Eftir einari nátt hvarv øll
skriving um Mjørkadal.
Undir hesum russaratjaki
havi eg fleiri ferðir i
Sosialinum lisið um per-
sónsjagstran í Feroyum,
at ávís fólk, ja og heilar
bygdir, fáa ikki frið fyri
ávísum blødum og blað-
monnum, — at einstakl-
ingurin í Feroyum er í
vanda.
Á Sosialinum havi eg
skilt, at tey har bera alla
virðing fyri blaðyrkinum,
og at tey vita. hvat blað-
etikkur er, og tí kunnu
loyva sær at læra onnur
blaðfólk, hvussu bleð
skulu skrivast og prýðast
við myndum.
Men hygg á síðu sjey í
omanfyrinevnda Sosiali.
Eitthundrað millimetr-
ar frá eini so positivari og
viðkomandi grein hjá Róki
Dalsgaard (legg til merk
is, at henda greinin er ikki
skrivað undir dulnevni)
hevur blaðleiðslan sett
eina innrammaða, dul-
nevnda >Kveðu til
kvødu?«, sum er so órein
og skitin, at hon líkist
teimum í Dagblaðnum, tá
ið tær eru verstar. Trúgv-
ið mær ella ei, eg leði blaði
saman og hugdi at blað-
hevdunum á forsiduni, tí
eg ivadist ikki í, at eg (av
misgávum) sat við einum
Dagblaði í hondini.
Eg ætli mær ikki at
nærlesa tekstin í hesi
»Kvødu«, men bara
spyrja, um tað er i tråd við
við stevnumið Javnaðar-
floksins, tí at tað er flokk-
urin, sum tá ið saman-
umkemur, ber ábyrgdina
av umredda innleggi, at
blanda privatlív og pol-
itiskar áskoðanir so dygg-
iliga saman, sum gjert
verður í hesu »Kvødu til
kveðu?<? Um so er, skilji
eg ikki rættiliga. hví tit
ikki heldur taka okkurt
annað demi um onkran,
sum stendur Javnaðar-
flokkinum nógv værri, ti
demini vanta ikki. Ella er
ætlanin í valtaktikki
tykkara. at gera sum
Dagblaðið og selja tykk-
um fyri biligasta pris, at
meta folk eftir persón-
ligum viðurskiftum. Er
tað virkuliga ætlan tykk-
ara at meta fólk eftir, um
tey eru gift inn í tær rettu
familjurnar, um tey hava
bygt sær nóg stór hús, um
tey eiga bil, um menn bera
skegg ella hverjum vit
fylgja til gravar, — so sigi
eg bara væl gagnist
tykkum!
Tað heilt láturliga við
hesum Sosialinum er tað,
at tú, í tveimum ødrum
greinum, kanst lesa,
hvussu blaðmenn á Sos-
ialinum rætta upp á aðrar
blaðmenn og siga t imum,
hvussu man ger eitt gott
blað. Annar blaðmaðurin
skrivar um óhumskujour
nalistikk Dagblaðsins. og
hin skrivar um anti
demokrati á 14.anda
mitt í ellum hesum lesur
tað grovasta
Og
tu so eitt
domið um personsjagstr
an og óhumskujournali
stikk eini dulnevndari
kvødu í sjálvum (a)Sosial
inum
Ju, við hesum hava tit
sanniliga víst. at Sosial
urin heldur lesarar sinar
vera býttlingar. Og tit
kunnu skriva við so
stórum stavum, tit vilja,
at »demckrati er m.a. at
loyva øllum at koma fra
við sínum sjónarmiðum, <
(Sosialurin nr. 59, s. 20,
1984.), uttan at tit fáa
meg at trúgva upp á
tykkara demokrati, har
huldumenn tykjast at
sleppa at liva og láta sum
teimum lystir.
»Kvøda til kvødu?« er
eitt dulnevnt innlegg. og
fyri hetta heftir tann, sum
er ábyrgdarblaðstjóri,
uttan mun til um hann
hevur virðing fyri blað-
etikki. journalistikki —
ella ikki. Eg ætli mær at
enda her við at gera orðini
hjá Jan Miller um Ola
Breckmann til mini og
sendi tey aftur til Jan við
vón um, at hann hugsar
meir um tey, ti: »at
skriving hansara hevur
sáðað split, mistreysti og
skapt vanvirðing millum
manna,« (Sosialurin nr.
annað ikki er prógvað,
haldi eg tað vera Jan
Miiller, ábyrgdarblað-
stjóra, ið skrivar huldu-
brov og -kveður í Sosial-
inum.
— Vissuliga hevur tú
rætt í tí, Jan: Soleiðis
byggja vit ikki land.
28.5.1984
Martin Næs
Svar til Martin
Undirritaði hevur ongan-
tíð skrivað dulnevnd les-
arabrev — og fer heldur
ikki at gera tað. Tað er
ímóti mini sannføring sum
Framhald å sidu 7