týsdagur 24. september 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2002
33
NSÍ-B36 1-1
(1-0):
Hvørgin
slapp
B36 misti eitt fet
í silvurdystinum,
og NSÍ livir enn í
vandanum fyri
beinleiðis niður-
flyting, eftir at
liðini býttu
stigini sínamill-
um leygardagin
2. DEILD
Jákup Mørk
Stantum verður ofta
tikið til, tá talan er
um javnleik í sjavs,
og tað man eisini
vera ein hóskandi
orðing, tá takast skal
samanum
dystin
millum NSÍ og B36 í
aðru deild hjá monn-
um.
Tað var nevnliga so
at hjá báðum pørtum
ráddi um at fáa trý
stig. Hjá B36 var tað
dysturin um silvurið,
sum taldi mest, með-
an tað hjá NSÍ ráddi
um at fáa ein sigur,
soleiðis at tað enda-
liga kundi staðfest-
ast, at liðið eisini er í
næst bestu deildini
komandi
kapping-
arár.
Hetta eydnaðist tó
hjá hvørjum av pørt-
unum, og saman við
úrslitunum í hinum
dystunum í deildini,
viðførdi
hetta,
at
støðan hjá báðum lið-
unum versnaði. B36
datt aftur á triðja
plássið, og skulu nú
vinna seinasta dystin
á LÍF, um teir skulu
hava heiðursmerki,
og hjá NSÍ er tað nú
avgerandi, at teir fáa
stig í Sumba, um teir
ikki skulu spæla um
upp- og niðurflyting,
ella í ringasta føri
flyta beinleiðis niður.
Hetta um NSÍ tapir
sín dyst í Sumba,
samstundis sum HB á
seinasta
leikdegi
vinnur á KÍ í Klaks-
vík.
Dysturin í tølum
NSÍ-B36 1-1 (1-0)
1-0: Andy Olsen
1-1: Jón Brekku
Fyrsti dysturin í
hondbóltsárinum
verður leiktur í
Hoyvíkshøllini, har
bæði H71 og KÍF hava
heimavøll, og
grannauppgerðin
millum Neistan og
Kyndil verður eisini í
fyrsta umfarinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Komandi vikuskifti verður
aftur lagt til brots í hond-
bóltslandskappingini. Ein
kapping, sum í mun til
fleiri aðrar ferðir byrjar,
áðrenn fótbólturin endar.
Hetta einamest orsakað av
landsdystunum, sum verða
á skránni komandi vár, og
sum í stóran mun fara at
leggja hondbóltslandskapp-
ingina stilla í nakrar vikur.
Tvær
grannauppgerðir
Og tað er ikki eiti á byrjan,
sum hondbóltsárið fær.
Longu í fyrsta umfarinum
verða
heilar
tríggjar
grannauppgerðir í Havn, tá
Neistin og Kyndil fara at
takast hjá bæði kvinnum og
monnum, eins og H71 og
KÍF spæla fyrsta almenna
dystin í nýggju Hoyvíks-
høllini, har bæði liðini nú
mugu sigast at hoyra til.
Føroyameistararnir
úr
VÍF skulu bæði hjá kvinn-
um og monnum royna seg
ímóti Tjaldri, og endaliga
verður dystur í Vági millum
kvinnuliðini hjá VB og
Stjørnuni, sum bæði tykjast
vera langt frá styrkini, sum
tey hava átt seinastu tvey-
trý kappingarárini.
Úrslit
av
Føroyameistaraskapi
í
einkultstarti hjá børnum.
Súkkling
Tíðindaskriv
F ø r o y a m e i s t a r a
kappingin í einkultstarti fór
fram í Havn. Teinurin, ið
súkklast skuldi gekk frá
Føroya Sparikassi Yvir við
Strond til tyrlupallin og
aftur. Dreingir 12-14 ár
súkklaðu teinin tvær ferðir,
meðan hini súkklaðu teinin
eina ferð. Teinurin frá
Sparikassanum
til
tyrlupallin og aftur er uml.
3 km.
Enn
einaferð
upplivdu
føroysku
súkklararnir gott veður, og
sera hugaligt var tí hjá
børnunum
at
súkkla
hóskvøldið.
Fýra meistarar
Fitt av børnum stillaðu til
FM-kappingina, har fýra
føroyameistarar
blivu
funnir.
Mest
spennandi
kappingin
var
hjá
dreingjum 12 til 14 ár.
Hesir skuldu koyra teinin
tvær ferðir, og áskoðararnir
fingu tí at vita hvussu
”landið lá” áðrenn hesir
skuldu út á seinna umfarið.
Tað var rættiliga tætt
ímillum teir tríggjar, Rúna,
Rana og Torkil, og tá teir
vendu lá Rúni 14 sekundir
framman fyri Rana, sum
eisini bert førdi við nøkrum
fáum sekundum framman
fyri Torkil Weyhe. Enn var
ov tíðliga at siga hvør fór
við sigrinum, men Rúni
megnaði at halda tørn og
vinna kappingina.
Kappingin millum júst
hesar tríggjar hevur verið
jøvn í ár. Teir hava havt
mangan harðan dystin, og
meðan
Rani
fór
við
sigrinum í Býarkoyring fyri
viku síðan, ja so átti Rúni
tørn nú, og kann nú eisini
kalla seg føroyameistara.
Ein
orsøk
til
framgongdina hjá Rúna er
sjálvandi fyrst og fremst at
hann hevur vant dúgliga,
men hóskvøldið royndi
hann eisini á fyrsta sinni at
koyra
kapp
á
einari
rættiligari kappsúkklu (eins
og Torkil og Rani hava).
Hetta gav úrslit, og Rúni
vann FM-kappingina við
11 sekundum.
Heiðursmerkir
vóru
sjálvandi til tríggjar teir
fremstu og steyp var eisini
til vinnaran í hvørjum
bólki. Tórshavnar Súkklu
Felag takkar stuðlinum í ár,
Føroya Bjór, fyri góða
stuðulin
gjøgnum
alt
kappingarárið.
Súkkluárið hjá børnum er
liðugt
fyri
í
ár.
Barnasúkkluvenjingin
byrjar aftur á vári 2003.
Dreingir 8 ár og yngri:
Nr.Navn
Tíð
1 Jógvan Mellemgaard
8.46
2 Ragnar Kruse
13.41.
3 Jákup Ólavson
16.12
Dreingir 9 til 11 ár:
1 Reidar Luid
7.21
2 Finnur Mellemgaard
7.30
3 Niels Christiansen
7.49
4 Christoffur Nielsen
7.52.
5 Sigmund Olsson
7.59
6 Atli Carlson
8.09
7 Jógvan Ólason
8.14
8 Kári Joensen
8.16
Dreingir 12 til 14 ár
1 Rúni Bláfoss
13.49
2 Rani G. Jakobsen
14.00
3 Torkil Weyhe
14.30
Gentur 9 til 11 ár:
1 Durita
F. Augustinussen
10.01
2 Rakul Á Jakobsen
10.16
3 Sólja Christiansen
10.37
4 Fjóla Luid
11.17
Skráin fyri fyrstu umførini av kappingini er
annars hendan.
1. deild kvinnur
29.09
14.30
Neistin-Kyndil
29.09
15.00
VB-Stjørnan
29.09
14.30
VÍF-Tjaldur
06.10
14.30
Kyndil-StÍF
06.10
15.00
Stjørnan-Neistin
06.10
15.00
VB-Tjaldur
13.10
15.00
Stjørnan-Kyndil
13.10
14.30
Tjaldur-StÍF
13.10
14.30
VÍF-Neistin
1. deild menn
28.09
16.00
H71-KÍF
29.09
16.00
Neistin-Kyndil
29.09
16.00
VÍF-Tjaldur
05.10
16.00
H71-Tjaldur
06.10
16.00
Kyndil-StÍF
06.10
16.00
KÍF-Neistin
09.10
16.00
H71-VÍF
09.10
16.00
StÍF-KÍF
13.10
16.00
Tjaldur-StÍF
13.10
16.00
VÍF-Neistin
16.10
16.00
Neistin-Tjaldur
16.10
16.00
KÍF-Kyndil
Byrja við grannauppgerðum
Longu í fyrsta umfarinum
verður grannauppgerð í
Havn, tá bæði kvinnur og
menn hjá Neistanum og
Kyndli hittast
Barnasúkkling
Ragnar Kruse, sum var yngsti súkklarin í kappingini, hevði
pápan við, soleiðis at trygdin var, sum hon eigur at vera
33
32
Nr. 182 - 24. september 2002
Bridge sambandið fer
nú undir undirvísing
fyri framhaldsdeild-
unum í trimum av
stóru skúlunum í
Tórshavn
BRIDGE
Tíðindaskriv frá FBS
Føroya Bridge Samband fer
í ár at undirvísa í bridge í
trimum skúlum í Tórshavn,
nevniliga Kommunuskúl-
anum, Eysturskúlanum og
Føroya Studentaskúla og
HF-Skeiði.
Mentamálastýrið stuðlar
fíggjarliga, soleiðis at und-
irvísing og undirvísingar-
tilfar verður ókeypis. Skúl-
arnir leggja høli til og
hjálpa við upplýsing um
tiltakið. Føroya Bridge
Samband útvegar lærarar
og
undirvísingartilfar.
Undirvísingartiltakið í ár er
ein roynd, og verður tað
væleydnað, verður hildið
fram á skúlum kring landið
komandi ár.
Royndir frá Kvøld- og
Ungdómsskúlanum (her fer
Arnbjørn
Sivertsen
at
undirvísa í vetur) vísa, at
undirvísingin hildnast best,
tá næmingarnir byrja um 14
ára aldur. Málbólkurin er tí
fyrst og fremst næmingar á
framhalds- ella studenta og
HF-skúlum. Tað eru tó
bæði yngri næmingar og
lærarar á skúlanum, sum
ynskja at luttaka, og tey eru
eisini hjartaliga vælkomin,
einasta treytin er, at við-
komandi hava hug at spæla
kort. Hevur ein ikki roynt
hetta áður so ein ivast, ber
til at meta seg eftir, um ein-
um dámar at loysa upp-
gávur: eitt bridgespæl er
ein meldiuppgáva og ein
spæliuppgáva, og kapping-
in snýr seg um at loysa
uppgávuna til hvørt spælið
best møguligt.
Undirvísingin er skipað
soleiðis:
Á Kommunuskúlanum í
Havn fer Fríðhild Petersen
at hava ábyrgdina.
Á Føroya Studentaskúli
og HF-Skeið verður tað Kaj
Alstrup.
Á Eysturskúlan verður
tað Heðin Mouritsen.
Ov fá ung
Hesir tríggir bridgelærarar-
nir — sum allir eru bridge-
spælarar við undirvísingar-
royndum — fáa síðani
hjálparfólk fyri t.d. at
tryggja móti forfalli og í
heila tikið at gera undir-
vísingina meira áhuga-
verda.
Seinri í heyst og helst eis-
ini til várs er ætlanin at gera
útferðir við næmingunum
soleiðis, at hesir kunnu
møta øðrum næmingum,
bæði í bridgekapping og í
øðrum høpi.Ætlanin var í
vár at savna allar næmingar
til eitt ”treff” í Vági, men
hetta datt niðurfyri av
ymiskum orsøkum, m.a.
EM í Italia. Tað hevði tí
verið hóskandi í staðin at
skipa fyri einum viku-
skiftistiltaki í Vági til
heystar. Hvar farið verður
til várs kann støða verða
tikin til, tá vit vita meira
um, hvar undirvíst verður
aðrastaðir og hvat næming-
arnir sjálvir vilja.Lagt skal
verða afturat, at eisini her
stuðlar
Mentamálastýrið
fíggjarliga (av veddingar-
peninginum).
Í Føroyum eru nógv fólk,
sum spæla bridge, og í
summar vístu vit, at vit ikki
smæða okkum burtur í
altjóða høpi, tí bæði mans-
liðið og kvinnuliðið vunnu
á heilt sterkum tjóðum.
Eisini unglingalandsliðini
hava havt góð úrslit í norð-
urlendskum
kappingum,
sjálvt um Norðurlond telj-
ast
millum
sterkastu
bridgetjóðirnar.
Í mun til í grannalondum
okkara eru alt ov fá ung í
Føroyum,
sum
spæla
bridge. Hetta er stórt spell,
tí bridge gevur so nógv
afturat av upplivingum,
vinskapi og spenningi. Har-
afturat er so nógv lættari at
fáa gott samband við fólk,
líkamikið hvar ein er í
heiminum, tí bridge verður
spælt kring allan knøttin —
ikki minst millum lesandi (í
Danmark er t.d. DM fyri
skúlanæmingar).
Annaðhvørt ár (tey ólíka)
verður skipað fyri NM í
bridge fyri unglingar (upp
til 25 ár) í ymsu Norður-
londunum.
Kappingin
verður í Føroyum 2007.
Nú eru okkara unglingar í
eldra lagi, og FBS ynskir at
hava eitt so sterkt ung-
lingalið sum gjørligt til ta
tíð. Harafturat verða eingi
evni til landsliðið, um ikki
byrjað verður á ungum
aldri, so møguleikarnir at
luttaka í landsliðshøpi eru
sera góðir, verður byrjað
nú.
Ein kann tekna seg til
undirvísingina á skúlanum,
men øll eru eisini vælkom-
in at seta spurningar ella
boða frá luttøku beinleiðis
til FBS: bridge@bridge.fo.
Sí eisini heimasíðuna hjá
Føroya Bridgesambandi:
www.bridge.fo
FM kapping
í Vági
Nú verður farið undir FM-kappingina í
bridge, og fyrsta kappingin í vetur verður í
Vági
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
Tann fyrsta FM kappingin í kappingarárinum 2002-03
verður suðuri í Vági komandi vikuskifti. Kappingin er
FM fyri feløg, har feløgini senda hvør sítt lið at dystast
móti hvør øðrum. Seks feløg hava boðað frá luttøku.
Havnar Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag, Bridgedeild
Kaggans,
Eysturoyar
Bridgefelag,
Tvøroyrar
Bridgefelag, og so vertirnir við sínum nýggja felag, ið nú
eitur Vágs Bridge- og Billiardfelag.
Spælt verður í hølunum hjá Vágs Bridge- og
Billiardfelag, og kappingin byrjar fríggjakvøldið kl
22.00, tá tað fyrsta av 5 umførum a 20 spøl verður spælt.
Leygarmorgunin kl. 10.00 heldur kappingin fram, og
hon endar leygarkvøldið umleið klokkan 22.
Í fjør var kappingin spæld vesturi í Vágunum, og tá
vann Bridgedeild Kaggans. Spælt verður um eitt
ferðasteyp.
Vinnarar FM fyri feløg:
2002-03:
?
2001-02:
Bridgedeild Kaggans
2000-01:
Havnar Bridgefelag
1999-00:
Bridgedeild Kaggans
1998-99:
Eysturoyar Bridgefelag
1997-98:
Eysturoyar Bridgefelag
1996-97:
Nýggja Bridgefelag
1995-96:
Vestmanna Bridgefelag
Pass er gott!
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen, spøl frá EM
Pass er eitt nógv undirmett meld í bridge. Í hesum
spælinum ímóti Grikkalandi (11-19) stóðu Hans Jacob
og Arnbjørn seg væl við bara at melda pass!
NR.
76543
N/A
1042
J10953
-
Q109
AK82
AQ5
K8763
K4
Q62
AQ1042
J
J
J9
A87
K987653
S
V
N
E
Arnbjørn
Aristidis
Hans J
Emmanouil
Sivertsen
Sapounakis
Petersen
Chadzidakis
-
-
pass
1hj
pass
2kl
pass
2ru
pass
2sp
pass
2ut
pass
3hj
pass
4hj
pass
4ut
pass
5hj
pass
6hj
pass
pass
pass
Sunnan kann verða freistaður at melda inn ella sperra í
kleyvara, men tað er litgóðskan alt ov vánalig til, og
hetta hevði lættliga kostað 800 ella 1100. Pass er gott!
Tá EV koma í 6hj, kann eisini vera freistandi hjá Norðan
at dupla — ein útspælsvegleiðandi dupling, sum í hesum
førinum hevði biðið makkaran spælt kleyvara út. Men
tíbetur tagdi Hans Jacob. Ein dupling hevði givið EV
møguleikan at flutt í 6ut, sum ikki kann setast.
Kontraktin varð sett. Arnbjørn tók ru A í útspælinum
og spældi síðan kleyvara, sum makkarin trumfaði. Í
hinum rúminum meldaðu Bogi og Rói 4hj, eftir at
Norðan hevði sperra í kleyvara, og fingu 12 stikk. 13
imp inn.
Bridge-undirvísing
fyri ungdóm
Hóast tað eru nógv, sum hvønn vetur fáast við bridge-spælið, so sóknast Bridge-Sambandið eftir fleiri ungum leikarum, sum
kunnu taka yvir komandi árini
C
M
Y
K
32