týsdagur 24. september 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 182 - 24. september 2002
Nr. 182 - 24. september 2002
35
Linjuformaður
søkist til Elfelagið
SEV í Suðuroy
Eitt starv sum linjuformaður í Suðuroy er leyst at
søkja í sambandi við, at ein av linjuformonnum
okkara fer úr starvi vegna aldur tann 1.januar 2003.
Starvið:
Starvið umfatar hald og nýgerð av býtisvirkjum hjá
SEV í Suðuroy, t.v.s. há- og lágspenningslinjur,
kaðalar og trafostøðir. Undir ábyrgd yvirfyri og í
samstarvi við kaðal- og linjumeistaran fyri Suður-
oynna skal linjuformaðurin arbeiða sum partur av -
og sum formaður fyri - arbeiðsholdum við linju-
monnum.
Førleikakrøv:
Vit kundi hugsað okkum, at umsøkjararnir hava el-
innleggjaraprógv ella aðra viðkomandi útbúgving,
t.d. maskinmeistari ella elektrikari. Aðrir við við-
komandi útbúgving so sum jarn- ella húsasmiður
við áhuga og evnum at seta seg inn í tøknibúnaðin
innan býtisvirkir okkara, kunnu eisini søkja.
Harafturat skal viðkomandi hava evnir at leiða og
býta dagliga arbeiðið ímillum linjumenninar.
Neyðugt er at hava koyrikort til vanligan persónbil.
Eisini er neyðugt at hava kroppsligan førleika til at
kunna luttaka aktivt í gravi- og linjubyggiarbeium,
bæði á sløttum og í fjøllum.
Lønin:
Lønin verður sambært 4. lønarflokk eftir sáttmála
millum SEV og Starvsmannafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan.
Byrjunar- og endaløn í nevnda lønarflokki er í
løtuni netto ávikavist kr. 18.527,- og kr. 20.855,- um
mánaðin.
Harafturat verður goldið í eftirlønargjaldi ávikavist
kr. 2.101,- og kr. 2.365,- um mánaðin.
Frá 1.mars 2003 hækkar bruttolønin 4%.Harafturat
hækkar eftirlønargjaldið við 1% av bruttolønini.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Mathias Lassen, kaðal- og linjumeistara á tlf.
373016 ella 210465.
Umsóknir:
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgulig-
um ummælum sendast til Elfelagið SEV, Box 319,
FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í sein-
asta lagi tann 1. november 2002.
Tórshavn, tann 20. september 2002.
Elfelagið
Postboks 319, 110 Tórshavn
Teloefon (0298) 311366
Telefax (+298) 310366, E-mail sev@sev.fo
Maskinmeistari
søkist
til Elfelagið SEV
Eitt starv sum maskinmeistari hjá SEV er leyst at
søkja til setan frá 1. januar 2003 í samandi við, at
ein av maskinmeistarum okkara fer úr starvi vegna
aldur.
Starvið:
Talan er um eitt starv sum maskinmeistari á Eiðis-
verkinum, sum er undir leiðslu av leiðaranum av
Fossáverkinum í Vestmanna.
Eiðiðsverkið umfatar í løtuni vatnorkustøðina á
Brimnesi við byrgingum og uml. 25 km av samli-
tunlum við tilhoyrandi áarinntøkum og luftholum
umframt rakstrartunlar v.m. Sjálv orkustøðin hev-
ur í løtuni tvær vatnturbinur upp á 6,3 MW hvør.
Eiðisverkið verður fjarstýrt frá Fossáverkinum í
Vestmanna, og er starvið tí undir vanligum um-
støðum dagarbeiði.
Harafturat skal tann,ið settur verður,vera til reiðar
at fáa álagt vaktgangandi maskinmeistaraarbeiði
á Fossáverkinum í ávísum førum, fyri meginpartin
sum avloysari í summarhálvárinum. Umframt
rakstur og stýring av vatnorkuverkunum snýr
hetta starvið seg eisini um m.a. stýring av øllum
háspenningskervinum í meginøkinum.
Eisini kann í serstøkum førum vera neyðugt at fara
til arbeiðis á Eiðisverkinum uttanfyri vanliga
dagarbeiðstíð.
Førleikakrøv:
Kravt verður, at viðkomandi hevur fulla maskin-
meistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistara-
prógv ella 3 ára maskinmeistarskúlaprógv ella
javnbjóðis útbúgving.
Harafturat er neyðugt, at viðkomandi hevur koyri-
kort til vanligan persónbil og er kroppsliga nóg
væl fyri at kunna ganga í fjøllunum í sambandi við
eftirlit við og arbeiði á áarinntøkum, byrgingum
v.m.
Lønin:
Starvið er lønt sambært avtalu millum SEV og
Maskinmeistarafelagið í 4.lønarflokki (tó so, at fyri
ta tíð, viðkomandi avloysir sum vaktmeistari á
Fossáverkinum, er talan um 5. lønarflokk).
Lønin verður ásett eftir starvsaldri.
Byrjunar- og endalønin í 4. lønarflokki er í løtuni
netto ávikavist kr.20.533,- og kr.22.104,- um mán-
aðin. Harafturat verður goldið í eftirlønargjaldi til-
samans ávikavist kr. 1.905,- og kr. 2.051,- um mán-
aðin.
Umsóknir:
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu-
ligum ummælum sendast til Elfelagið SEV, Box
319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í
seinasta lagi tann 28. oktober 2002.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Pól Joensen, verksmeistara á Fossáverkin-
um á tlf.424433 ella til Bjarka Hermansen,deildar-
leiðara á telefon 311366.
Elfelagið
Postboks 319, 110 Tórshavn
Teloefon (0298) 311366
Telefax (+298) 310366, E-mail sev@sev.fo
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!
Søkt verður við hesum eftir stjóra fyri Strandfara-
skipum Landsins.
Starvið
Stjórin hevur ábyrgdina av at leiða, reka og
menna Strandfaraskip Landsins.
Arbeitt hevur verið við at gera karmar fyri fram-
tíðar virkseminum hjá Strandfaraskipum Lands-
ins sum ein samferðslueind.
Strandfaraskip Landsins hevur ábyrgdina av øll-
um sáttmálum,ið landið ger við privatar um keyp
av flutningstænastum og hevur um hendi rakstur
av tænastum, ið ikki verða bjóðaðar út.
Ein av høvuðsuppgávum stjórans verður at
tryggja framhald av hesum arbeiði, umframt at
fremja týdningarmiklar verkætlanir, sum eru í
umbúna.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir m.a.
hava:
• Holla teoretiska útbúgving
• Leiðsluroyndir frá privata og/ ella almenna
arbeiðsmarknaðinum
• Góð samstarvsevnir og mennandi
leiðslustíl
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er Vinnumálaráðið og stovnar undir
tí. Starvið verður sett sambært serligari avtalu.
Umsókn
Umsóknin við prógvum o.ø. skal sendast til
Vinnumálaráðið, postrúm 377, 110 Tórshavn, ikki
seinni enn 18. oktober 2002.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Arna Poulsen, aðalstjóra, í Vinnumálaráðn-
um, tlf. 356060.
Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins er landsfyritøka undir
Vinnumálaráðnum og hevur til uppgávu at lúka
landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutn-
ingi og skal í so stóran mun sum gjørligt rekast á
handilsligum støði.
Á Strandfaraskipum Landsins starvast tilsamans
umleið 180 starvsfólk.
Tórshavn 23.09.2002
Vinnumálaráðið
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Stjóri fyri
Strandfaraskipum
Landsins
Nita Næs
Nes, Hvalba
Hví er tað so torført at fáa
tingvaldu menninir Johan
Dahl, Hendrik Old, Jóannes
Eidesgaard
og
Hergeir
Nielsen úr Suðuroy at
raðfesta
Øravík/Hov-
tunnilin fram um alla aðra
útbygging í oynni?
Sum fólkavaldir løgtings-
menn hava hesir menn, um
vilji og dirvi er til staðar,
møguleika at fáa hetta sera
týdningamikla arbeiði í
gongd. Allir sum ein lovaðu
á politiskum fundum, ið
vóru undan valinum, at
hesin tunnil skuldi gerðast
veruleiki, fingu teir velj-
arans álit. Álitið fingu tit,
so nú er at vísa ábyrgd og
føra framtíðar dreymir í
verki.
Politikkur er at vilja, hava
vit jú so mangan hoyrt.
Politikkur má eisini vera at
tora. Ein løgtingsmaður
eigur at tora at taka
avgerðir,
eisini
tá
ið
avgerðirnar
kunnu
fáa
fylgir, ið ikki eru so væl
sæddar í egna vældømi.
Tað var tí ørkymlandi og
skuffandi at frætta í Degi
og Viku, at okkara løg-
tingsmenn úr Suðuroy enn
einaferð hava arbeitt so
mikið eftir hali, at Lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um kemur til ta niðurstøðu
at eingin Øravík/Hov-tunnil
verður gjørdur í nærmastu
framtíð. Tað minti ikki sørt
um sum, tá ið smá børn
klandrast um sama bommi,
sama bilin og mamman so
má blanda seg uppí og tala
at. Høvdu t.d. Johan Dahl,
Hendrik
Old,
Hergeir
Nielsen
og
Jóannes
Eisesgaard havt visiónir
fyri vøkru oyggj okkara, og
visiónir
fyri
tingarbeiðinum, so høvdu
teir duga at hugsa langt og
stórt. Men tað duga teir ikki
og hetta er stórt spell! Tað
er at hugsa ov stutt, um
fólkavaldir løgtingsmenn
einans gera ein vørr, tá ið
Smyril ikki siglir á Vág,
ikki siglir á Tvøroyri, ella tá
ið Smyril er í verkfalli.
Visióninar mugu verða
okkurt annað enn sjálvur
gamli Smyril. Og um tit
fýra hugsa tykkum um, so
er tað sera láturligt at
Smyril hvørja viku skal
fara ein túr á Vág? Og enn
meira láturligari, at tit hava
lógarfest hetta. Í staðin
skuldu tit havt lógarfest og
samarbeitt
soleiðis,
at
Smyril einans siglur á
Tvøroyri og at vit hava/ fáa
eina góða farma/ferða-
flutningshavn á Tvøroyri.
Við slíkari mannagongd
høvdu tit víst á, hvussu
týdningarmikið tað er at fáa
ein góðan tunnil og eitt gott
vegasamband í alla oynna.
Havnin í Vági skuldi, júst
sum í dag, verið ein fiski-
vinnuna. Tær ábøtur, sum í
dag krevjast, skulu sjálv-
sagt gerast, so vit fáa eina
góða fiskivinnuhavn í Vági.
Alt annað tos um t.d. tvær
líka stórar og kostnaðar-
miklar havnir í Suðuroy er
skilaleyst og gevur onga
meining. Vágur og Tvør-
oyri skulu hava hvør sítt at
bjóða fram til brúkaran. Og
gamla mynstrið har alt
verður gjørt upp í krónum,
hvat
verður
gjørt
frá
almennari síðu á Tvøroyri,
mótvegis hvat verður gjørt í
Vági - skal burtur. Oyggin
skal formast eftir einum
mynstri, har ein hevur alla
Suðuroynna í huganum, tá
ið avgerðir verða tiknar og
ikki sum nú einans einstøk
valdømi. Hugsingarhátturin
hjá løgtingsmonnunum er
avoldaður. Helt at kreppan
hevði køvt slíkan hugburð.
Tey ungu í dag og flest fólk
hugsa ikki so sum politikk-
arir gera. Hetta er sera
løgið, tí tað eru vanlig fólk,
ið verða vald á løgting, tey
eru vanliga skilagóð og
vilja øllum so sera væl. Tá
so arbeiðsgongdin byrjar,
hendir alt ov ofta, at hesu
somu fólk, púrasta hava
mist hómingina av, hvat er
týdningarmikið, hvat hevur
skund, hvat kann broytast,
o.s.fr.
Hovsegg. Hetta orðið
hava vit fingið inn við
móðurmjólkini. Vegasam-
bandið millum Øravík og
Hov býtir ikki einans Suð-
uroynna fysiskt í tveir
partar, hetta strekkið býtir
okkum so sannuliga eisini
psykiskt í tveir partar. Ser-
liga vetrahálvuna. Er t. d.
eitt kvøldskúlaskeið í Vági
ella Porkeri ein vetur, ið
hvalbingar ella tvøramenn
eru áhugaðir í, eru tað við
vissu mong í setast aftur, tí
tey ikki hætta sær at koyra
um Hovsegg. Kom tunnilin
vóru ikki slíkar froðingar
og við tíðini var tað als
einki at tosa um, hvar á
oynni tey ymisku tiltøkini
vóru. Ein góður tunnil
millum Øravík og Hov
hevði havt eina savnandi
megi við sær, hetta hevði
verið allari oynni at gagni.
Eg eri púra samd við
Marneri Lisberg, har hann
skrivar um trygdina hjá
miðnámsskúlanæmingum.
Og við dulnevnda suðring-
inum, ið skrivar um júst
hetta sama. Flest fólk
(suðringar sum norðingar)
hava hesa áskoðan, tí er tað
neyðugt, at løgtingsmenn-
inir gera nakað við hetta
mál.
Øravík/Hov-tunnilin er neyðugur!
VIÐMERKINGAR
Johan Dahl
løgtingsmaður
Við útgangsstøði í ivaleyst
bestu vinnuligu tíðum í
Føroyum nakrantíð, síðan
vit fóru frá bóndasam-
felagnum til fiskivinnu-
samfelag, valdi samgongu-
skútan undan hesari at
skerja ríkisveitingina við
366 mió krónum.
Útgangstøðið er, at vit
framhaldandi
koma
at
spinna gull av fiskivinnun
og eini alivinnu, sum í
løtuni er í sera tungari aldu,
eins og ein komandi olju-
vinna skuldi verða komandi
hornasteinur í inntøkum
okkara framyvir.
Hesi seinastu tvey kunnu
ikki sigast annað enn at
verða ivasamar inntøkur í
løtuni.
Eisini frættist, at bú-
skaparvøksturin er steðgað-
ur, og m.a. Strandferðslan
hevur gjørt greitt, at teir
ikki rokna við nøkrum
vøkstri í komandi ári.
Tað sær út til, at einans
eitt evarska lítið yvirskot
verður á fíggjarlógini fyri
2002, - kanska eitt stað
millum 70 og 100 mio - og
er hetta áðrenn avdráttir
eru goldnir av skuld.
Samgonguskútan hevur
ikki havt tann byr, sum ein
skuldi væntað hóast bæði
adoptivbarnið
og
Mið-
flokkurin
hava
svorðið
fullveldiseiðin, so sær tó
longu út til, at vátt er komið
í reiðrið, og stór ósemja er
innanborða um trý sera
viðkomandi evnir sum eru:
• Yvirtøkan
av
fólka-
kirkjuni
• Lógina
um
skrásett
parlag/arvarættin
• Hvussu teir skulu fáa
komandi fíggjarlóg at
hanga saman.
Eg haldi, at tað er lítið
hugsað
um
vælferðar-
samfelagið Føroyar, - tann
vanliga føroyingin, mannin
og kvinnuna á gøtuni og
komandi ættarlið og teirra
sosialu trygd framyvir, - tá
ríkisveitingin verður skerd
uttan himpr og uttan arða
inntøku at seta ístaðin.
Hvat verður t.d. gjørt fyri
at skapa nýggjar vinnur ella
vinnumøguleikar?
Er nøkur ítøkilig ætlan
um, hvar tær mistu inn-
tøkurnar skulu koma frá
framyvir?
Um ikki, so eru bert
tvinnar arðar loysnir, og tað
verða skerjingar av al-
menna sektorinum ella
skattur og avgjøld koma at
hækka.
Hvat siga fólkafloks-
menn til støðuna, jú tað
skal eg siga tær - teir tosa
Gud hjálpi mær framvegis
um
skattalætta,
hóast
framtíðarútlitini eru alt
annað en ljós.
Samgongumenn siga, at
um vit høvdu havt tær
skerdu 366 milliónirnar - ja
so høvdu tær bara blivið
brúktar álíkavæl!
Tað høvdu tær ivaleyst, tí
tað eru sera nógv økir, sum
liggja á láni og istaðin fyri
at skerja blokkin við kr. 366
mio. pr. ár - kundu nevnda
upphæddin verið partvís
gjald til at :
• Tryggja øllum føringum
eina rímiliga eftirløn -
við at latið tær 366 mio
pr. ár farið til at hækka
t.d. støðisfæið í sam-
haldsfasta
eftirlønar-
grunninum.
Innan 4 ár vildi hendan
upphædd fyriuttan rentu-
inntøkur verið vaksin til
kr. 1.464 mio - altso
næstan 1,5 milliard.
Rentan av hesi upphædd,
um hon var sett í útlendsk
lánsbrøv hevði verið uml.
6% p.a. og hevði hetta
givið ca. 310 mio afturat
teimum 1.464 mio - ella
uml. 1,8 milliard í 4
ár!!!!!!
Eisini kundi einans eit tára
niðurskurður verið nýttur
til at:
• Goldið nýggju suður-
oyarferjuna og stóran
part av havnaútbygg-
ingunum til somu.
• Goldið komandi Norð-
oyartunnilin kontant
• Goldið 2-3 nýggj Ellis-og
Røktarheim .
• Givið
okkara
heilsu-
verkið neyðugu ábøtur-
nar og útbyggingar, sum
sigast at krevja yvir
milliardina.
• Goldið uttanlandsskuld .
Tað er sera ringt at fáa eyga
á tað skilagóða í hesum
politikki.
Ein sera illa umhugsað
gerð eftir mínum tykki - har
ikki sær út til at verða tikin
hædd fyri fylgjunum.
Fullveldi fyri einhvønn
prís – rokningina gera vit
upp aftaná – er felagssang-
urin hjá sitandi samgongu.
Var skerjingin av blokkinum skilagóður vælbjargisbolitikkur ella?
C
M
Y
K
35
34
Miðbýurin
Miðbýurin
Miðbýurin