Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 tíðindablaðið sostalurin Nr. 72 — 23. juni 1984 Feroysk menningarhjálp Tvey feløg i Føroyum arbeiða i løtuni við verkætlanum i menn- ingarlondum. Tad er Faromar, sum skal byggja eitt fiskavirki i afríkanska landinum Senegal, og síðani er tað marinplast, sum skal byggja eina báta- verksmiðju í indiska landspartinum, Tamil Nadu. Proiektið i Senegal er rættiliga umfatandi og fer at kosta oman- fyri 100 mill. kr. Um- framt at byggja eitt virki til at viðgera fisk og síðani selja hann víðari, so skulu føroysk skip eisini veiða við afrikonsku strondini og lata råvøruna til virkið. Hitt projektid — bátaverksmiðjan í India — er uppá nakrar fáar mill. kr. Her er ætlanin at byggja før- oyskar plastfipurbátar til indiskar útróðrar- menn fyri at á tann hátt at betra um um- steður teirra á hevinum og ekja um úrteku teirra. Sosialurin hevur fyrr skrivað um hesi proj- ektini. Undangongumaður- in í Faromar, Andreas Lava Olsen segði í apríl 1983, at Senegal kanska verður >spring- brettið< til fleiri onnur menningarlond og at heimsbankin hevur givið ætlanini í Senegal sera positiv ummmæli. Undangongumaður- in í Indiaprojektinum, Guttormur Djurhuus, hevur somuleiðis úttal- að seg til Sosialin um, at ætlaða bátaprojekt- ið er bert ein byrjan. Tá tað er komið í gongd eru meguleikar at byggja líknandi verksmiðjur aðrastaðni í India. Stórur tervur er á slíkum útróðrar- bátum. Fyri framman liggja eisini stórir meguleikar fyri útflutningi av bát- um til onnur lond eitt nú til Afrika, Arabisku Marinplast í India og Faromar i Afrika hålvoynna, Sri Lanka fyri bert at nevna nøkur lond. Heppin og óheppin hjálp Eitt er at lata menn- ingarhjálp, sum er ætlað sum hjálp til sjálvhjálp — eitt annað er at lata pening og út- gerð til menningarlond fyri bert sjálvur at vinna pening burtur úr. Nógv av teimum projektum, sum onnur lond, eitt nú Danmark og Noreg seta í menn- ingarlondunum, hava havt sera óhepnar fylgjur fyri júst tey fólk, sum ætlanin var at hjálpa. Oftani hevur hjálpin verið av so tekniskum slag, at fólkini í menn- ingarlondunum hava ikki dugað at brúkt hana, ella hevur hon bert gagnað nekrum fáum, sum framman- undan hava nóg mikið. Ætlan okkara her í Sosialinum er at fylgja við, hvussu fer at ganga við hesum báð- um projektunum — í hver sínum heimsparti. Hverjar avleiðingar — positivar sum negativ- ar fylgja við. Hvat afrikanarar og indarar fáa burtur úr! Hvat føroyingar fáa burtur úr samvinnu við hesi londinil I Men kanska fyrst skulu vit hyggja eitt sindur nærri at, hvussu gingið hevur hjá norðmonnum í India. Vit endurgeva her eina samrødu, ið varð send í norska útvarp- inum mánakveldið. Jan Norska hjálpin til India fær ein frammana Norðmenn hava síðani 1952 roynt at bygt upp ein nútímans trolaraflota í India. Nú fylgja tær óhepnu avleiðingarnar. Formaðurin í landsumfatandi útróðrar- felagnum i India, Saldahni, sum í hesum døgum vitjar í Noregi, sigur, at verður útbyggingin av trolaraflotanum ikki steðgað, fer tað at gerast ein vanlukka fyri indisku útróðrarmenninar. Hann heldur, at indarar hava ikki mest brúk fyri trol- arum, men fyri smærri fiskibátum, páhengsmotorum og føstum motorum og betri fiskireidskapi. Saldahna heldur, at upp- byggingin av einum trol- araflota í India bert hevur havt tær syndarligu fylgi- ur, at teir 1000 tals útróðrarmenninir, ið fiska við smærri bátum, eru komnir í trupulleikar. Norska útvarpið spurdi Saldahna, um norska hjálpin átti at verið steðg- að! Saldahna svarar: — Tað, sum er orsekin til, at hetta slagið av menn- ingarhjálp hevur skapt trupulleikar, er, at út- byggingin av trolaraflot- anum hevur gjørt teir fáu ríku indararnar enn ríkari, meðan grundarlagið hjá tí vanliga indiska fiski- manninum er tikið undan. Ríku ríkari — tey fåtøku fátækari Tey ríku gerast ríkari og tey fátæku fátækari. Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hví háteknologi hevur hesar avleiðingar við sær, sigur Saldahna! — Jú síðani norðmenn í 1952 fóru undir eitt proj- ekt í statinum Kerala, so er gingið niður á bakka hjá teimum fiskimonnun- um, sum eg umbodadi, kano- og kattamaran- fiskimonnunum. Teir búgva spjaddir kring alla strondina, fiska við smærri bátum, við ein- faldum fiskireiðskapi. Teir fáa onga gleði av teirri framkomnu teknologiini umborð á trolarunum. Tí verða bert fólk, sum frammanundan hava út- bugving, ið fáa tjans við hesum trolarunum. Hesi fólk hava eisini væl hægri inntøku enn meðalinntek- an hjá vanliga indiska fiskimanninum. Trolararnir, sum í veru- leikanum vórðu ætlaðir at fiska úti á víðum havi kring India, hava nú funnið fram til, at tað er munandi meira lenandi at Heldur hesa gongdina enn stórar og nútímans trolarar, sigur Saldahni. Her síggja vit eina roynd at útgera teir primitivu bátarnar við páhengara. Indisku útróðrarmenninir hava ikki bert terv á slíkum motorum men eisini á nýggjum útróðrarbátum