týsdagur 26. juni 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin'
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múlter
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76.
3800 Tórshavn
telefon 11820
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Loyaliteturin
er treytin
FREMSTA eydkenni fyri ta sam-
gongu, sum varð skipað eftir løg-
tingsvalið í 1980, hevur verið
klandur og stríð. Ongin sam-
gonga hevur nakrantíð sýnt slík-
an atburð sum hendan samgong-
an hevur gjørt.
Í NÆRUM fýra år er hvør einasti
løgtingsfundur gjørdur til ein
:amgongufund har menn og
flokkar hava gjørt upp við hvgnn
annan. Tá tingseturnar hava verið
lidnar hevur orðaleikurin hildið
fram í samgongublødunum. So-
leiðis hevur verið øll hini árini og
soleiðis er aftur í ár.
TÁ EIN samgonga verður gjørd
millum fleiri flokkar er ætlanin
tann at hesir flokkar skulu ar-
beiða saman. At teir í felag átaka
sær ábyrgdina og býta rós og rís
javnt. Men hetta krevur at allir
partar í eini samgongu eru loyalir
yvir fyri hverjum ødrum. Í tí marg-
háttligu samgongu, sum vit hava
livað undir í nærum fýra ár, tykist
ongin at vera loyalur yvir fyri
nøkrum.
HEVUR GINGID hampuliga væl å
einum øki, so eru allir triggir sam-
gonguflokkarnir til reiða: at taka
sær æruna, men har, sum alt hev-
oddagrein |
ur gingið sína skeivu gongd, hava
hinir báðir samgonguflokkarnir
og andstødan skuldina. Hetta
niðurlag kveður sambandsflokk-
urin. Fólkaflokkurin og sjålv-
styrisflokkurin kvøda sama nidur-
lag. Hesin atburdur er bædi 6-
sømiligur og émansligur.
GAMALT ER, at onki er so ringt,
at tad ikki tænir onkrum enda-
måli til gagns. Henda samgonga
man fara at standa sum eitt tal-
andi dømi um, hvussu politiskar
samgongur ikki eiga at virka, og
sum eitt talandi dømi um, hvussu
politikkur ikki eigur at verða ríkin.
Loyalitetur er, megintreytin um
talan skal verða um gróðrarríkt
politiskt samstarv. Hesa treyt
eigur sitandi samgonga ikki.
TAÐ ER torført at meta um, hvørj-
ir flokkar fara at skipa samgongu
eftir komandi val, men verður
javnaðarflokkurin ein av hesum,
so verður kravið at loyaliteturin
aftur verður settur í hásæti, tá
hetta er treytin fyri skilagóðum
og gróðrarríkum samarbeiði.
VIT HAVA altíð verið loyalir yvir
fyri teimum flokkum vit hava ar-
beitt saman við. Javnaðarflokkur-
in setir eina æru í at vera loyalur.
Ung í útbugving
gjalda 50% í skatti
Tað hevur verið eitt aðal-
mál hjá einihverju sam-
gongu at ringast stillaðu
bólkarnir í samfelagnum
skulu verða stuðlaðir í
sterri mun enn teir væl-
stillaðu.
Hetta er í hvussu er tað,
sum sagt hevur verið. Tó
kunnu vit við góðari
grund seta spurnartekin
við sitandi samgongu
hesum viðvíkjandi. Tey
ungu í útbúgving fingu
fyrst bókatoll síðan ein
skattasmekk upp 40 mill.
Men ikki nokk við ti.
Nú skal tann parturin
av teimum ungu, sum
nema sær kunnleika utt-
anlands, gjalda 50% í
skatti aftaná frádrátt kr.
15.000. Áðrenn keldu-
skattaskipanin varð sett í
gildi, var skattaprosentið
hjá sama bólki 40%. Tað
vil siga ein hækking uppá
10%. Kann tað vera rætt,
at ein samfelagsbólkur
vegna samtíðarskattin og
Feroya Landsstýri skal
verða fyri hesum órætti!
Og skulu vit enn einaferð
uppliva, at Landsstýrið
kemur sum ketta úr
hevdatroði — eins og í 40
milliónamálinum! Tí teir
kunnu ikki vita, hvat
gongur fyri seg. At hækka
skattin hjá einum sam-
felagsbólki, sum er illa
fyri við 10 prosentum!
Siga vit, at arbeitt
verður i 3 mánaðir í
summarfritidini og inn-
tøkan er kr. 30.000, so
verður munurin á gomlu
og núverandi skipanini kr.
1.500,-. Peningur, sum
annars skuldi verðið nýtt-
ur til húsaleigu, mat og
bøkur!
Samanumtikid kann
sigast, at ungdómurin frå
samgonguni hevur fingið:
bókatoll, 40 milliónir í
eykaskatti og nú eisini 50
prosent í skatti. Eg vil ti
heita á Foroya Landsstýri
um at fáa broytt hesi 50
prosentini til tey upp-
runaligu 40 sum í gomlu
skipanini. Kann hetta ikki
lata seg gera so í hvussu
er kunngera, at lesandi,
sum koma heim at ar-
beiða, skulu gjalda 50
prosent í skatti (eins og
millióningarnir, ið hava
hug at gjalda skatt).
G.E.
Nr. 73 — 26. juni 1984
Hvar er logikkurin, harra
harra løgmadur?
Dimmalætting hevði nú
um dagarnar oddagrein
har sagt verður frá, at
uttanlandsskuldin, sum
hetta landsstýrið hevur
økt munandi, kemur av,
at teir, sambandsflokkur
in hevur sett inn á
vinnulig tiltøk
Kanska nakað er um
hetta, men hvat geva so
hesi vinnuligi tiltøkini av
sær, og hvussu eru tey
arbeiðsskapandi tiltøkini
fordeild um landið. Mær
tykist, at tað er sum
sjálvstýrisflokkurin
mangan hevur fert fram,
at tað ræður um, hverjum
báti tú er í politiskt, ella
hvat grannskoðaravirki,
tú brúkar.
Men sjálvt við hesum
má ein siga, at mark má
vera fyri, hvussu tað
verður farið um almennar
pengar.
Hetta landsstýrið hevur
ikki vandað um, ti hyggur
tú at. hverji tiltøk, sun
teir kalla vinnulig tiltøk,
so sær tú, at flestu eru av
slíkum karakteri, at tey
hava eina stóra slangu
niður í landskassan, og
hetta áðrenn tað veruliga
er greitt, hvat vinnan
gevur.
Fyrst verður studning-
ur latin til byggjan og so
aftaná tað tað vísir seg, at
tað ikki gongur, so er bara
at taka burtur av kvotuni
hjá rækjubátunum og so
gongur myllan.
Skiparin á Reynsatindi
segði í samreðu í út-
varpinum, at svartkjafta-
vinnan var ikki lenandi,
og tí var tað gott, at teir
fingu rækjuloyvi. Og
sjálvt um landsstýrið er
vitandi um hesi viður-
skifti, so himprast teir
ikki fyri at geva loyvi at
byggja fleiri skip av sama
slagi. Hvar er logikkurin
harra løgmadur!
Viðvíkjandi umbyggjan
av Leivi Øssursyni har er
steðan og avgerðin greið,
tit kunna fiska skittfisk.
Kanska kundi Dimma-
lætting gjørt okkum tann
beina og sagt okkum frá,
hverji vinnulig tiltek
hetta landsstýrið hevur
framt uttan slangu í
landskassan.
Harra løgmadur! Fræ-
ið. sum tú og flokkur tin
sáddi, hevur nú vaksið seg
til ein ringan svull.
Sverre Midjord
A —T————
Teir borgarligu og vit
Eftir at hava hoyrt okkara
ærað legmann í eini
endursending í útvarpin-
um í morgun, má eg koma
við nekrum viðmerking-
um til hetta.
Vit minnast hvussu tað
sonevnda »borgarliga al-
ternativið< undan sein
asta vali manaði fram
spekilsir og undirgang,
um teir ikki sluppu framat
í landsstýrinum at bjarga
okkum frá at fara útav
eggini
Vit minnast tey fogru
orðini um, at nú skuldi tað
privata og almenna for
brúkið »tålmast«. At nú
skuldi undirskotið á figgj-
arlógini (sum tá var ein
góð milliard) vendast, so
at javnvág kundi fáast
har, og at tað so skuldi
minka so hvert sum teir
fingu sínar hugsjónir i-
gjøgnum í legtinginum.
Og vit minnast eisini ta
beinleiðis orsekina til, at
hetta landsstýrið kom
framat. Jú, tað var keypið
av einum skipi, sum
nevndist Lassa II.
Men veljarin, hann
gloymir skjótt. Ti, hóast
at tað ongantíð verða
keyptir so nógvir bilar,
keliskáp, sjónvarp og
videotól og onnur brúks-
ting sum nú, so skora teir
borgarligu stemmur á
hverjum vali (vit sóu
hetta t.d. undir seinasta
fólkatingsvali). Og hóast
at tað almenna sum
ongantið fyrr oysir út
pening til óproduktiv pro-
jektir so sum kirkjur, í-
tróttarhallir, berghol,
stovnar og fyrisetingar —
at undirskotið á figgjar-
lógini nú er trifaldad — so
skora teir álíkavæl
stemmur. Og hvat bleiv
av Lasse II? Jú, hann var
til geykaungan Norrøna,
ið undir ti borgarliga
veingjafeinginum fær
loyvi at koyra við sterri og
sum tað
almenna — tú og eg
skal gjalda. Men hvat
bara teir skora stemmur,
so gongur tað. Og leg
maður var so frekur, at
hann útvarpinum í
morgun omaná allar hesar
feilinvesteringar segði, at
um bara veljarin vildi lata
teir koma
sterri undirskoti
framat eisini
aftana næsta væli so
skuldi vend koma í. Og
hetta sigur ein maður,
sumhevur sitið við buktini
og báðum endunum í
samfull fýra ár.
Og hvat ger veljarin.
Hugsar hann um undir-
skot á fíggjarlógini og vis-
mansrapportir! Ne. Hann
hyggur eftir EM-fótbólti
og russiskum njósnarum í
Hoyvíkini í sjónvarpin-
um. Ti, hvat skal hann
annað gera, tá vit hava
eina andsteðu í løgtingin-
um, ið ikki orkar at fera
ein konstruktivan and-
stødupolitikk, men letur
seg lokka út í óviðkom-
andi tjak um bagatellir,
ístaðin fyri at berjast
fyri egnum sjónarmiðum
Vit síggja eisini hetta
fyribrigdið í Danmark
har andstaðan við Anker
Jørgensen á odda sita sum
flongdir hundar, meðan
Schliiter skorar fleiri og
fleiri stemmur. Og í
Feroyum síggja vit sama
bílætið. Eina andstødu við
Sosialinum og 14. Sep
tember á odda í ivrigum
blaðtjaki, har skrivað
verður síða upp og niður
um. hvussu forferdiligir
Óli Breckmann og Pauli
Ellefsen eru, og hverjar
ræðuligar skaðar fyri Før-
oya fólk teir hava verið
atvoldin til. Ikki eitt orð
um, hvat, ið andsteðan vil
seta ístaðin. Hvat skal so
veljarin halda um hetta.
Og ímeðan sita teir báðir
feðgarnir og gníggja sam-
an hendur, tí teir vita,
hvat ið pøbilin vil hava:
Hann vil hava eitt show
— og tað fær hann eisini
fyri allar pengarnar.