Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SU Nr. 75 — 30. jum 1984 Útbúgvingarpolitikkurin hevur verið ein stremban eftir likheit Tey, sum í dag seta útbúgvingarligu kósina, eru tikin av ráðaloysi og ótta, førdi Jóannes Dalsgaard fram í reðu síni, tá tær 24 HF-pisurnar fingu prógvini handað á samkomu í skúla- num í Trongisvági fríggjakveldið í síðstu viku. Reðan var soljóðandi: Góðu pisur - Góða samkoma! Eftirsum tað í ár eru liðin 10 ár síðan, Suduroyar H.F.-skeið varð sett á stovn, fari eg at loyva mær at koma við nøkrum spjaddum hugleiðingum um útbúgvingarsteðuna — og útbúgvingarmegu- leikarnar. Tað sum hevur verið hevuðsmálið í norður- lendskum útbúgvingar- politikki aftaná 2. ver- aldarbardaga, hevur verið ein stremban eftir líkheit — ein áhaldandi roynd at geva ellum somu megu- leikar í lívinum. Hugsanin var tann, at vitan og útbúgving var lykilin til andaliga og tímiliga væl- ferð. Út frá hesum varð alt útbúgvingarverkið bygt út við nýggjum lærustovnum og nýggjum útbúgvingum t.d. EFG og HF. Ein almennur grunnur — Statens Ud- dannelsesfond — skuldi tryggja. at ell skuldu hava høvi til at søkja tey mongu útbúgvingartilboð uttan mun til peningaligu vidurskiftini hjå foreldr- um. Eitt annað eyðkenni við ti tidarskeidi, sum vit her hugsa um, var tann upp- fatan, at ein víðari út- búgving av sær sjálvum ferdi til eitt áhugavert og vællent arbeiði. Soleiðis var steðan í t.d. Danmark og nakað soleiðis sá myndin út her hjá okkum við. Hetta var alt í seksti- árunum. Ein fylgjan av samfelagsmenningini í 60 árunum var tann. at sterkar miðsavnandi kreftir fóru at gera seg galdandi — eisini her í Feroyum. Fólk fluttu í hópatali til stórplássini — serstakliga til Havnar og Klaksvíkar. Samstundis var ein víttfevnandi mið- savnan (centralisering) framd í føroyska fólka- skúlanum og framhalds- deildunum. Henda gongd var ikki bert til tað góða, og henda gongd var illa dámd av mongum. og tí var tað ikki so logið. at aðrar kreftir fóru at virka Urslitið var eitt vaksandi krav um, at bygdirnar í nógv sterri mun fingu lut i samfelagsins tilboðum innan heilsuverk. undir vising og alment virksemi sum heild Tann skúli. sum í ár fyllir 10 ár. var eitt úrslit av ti nýggju áskoðan. samstundis var hann eitt úrslit av ti stremban eftir likheit. sum eg nevndi i áðni Hvønn týdning hann hevur havt fyri samfelagið og ungdómin her í oynni, fari eg at lata tykkum sjálv meta um Hesin skúli kom kanska nakað knappliga. og hann kom á ein hátt. sum setti sera stór krev til lesandi og lærarar. Men hann skapti samstundis eitt slag av slóðbrótaraanda millum næmingar og lær- arar, sum gjørdi, at tað fyri ell var eitt upplivilsi at vera við. Helst hevði hann ongantið komið. um hann ikki kom júst tá Seinri gjørdist alt meira gerandisligt — til rutinu — og tað var sum tað átti at vera. Lat meg eitt lítið bil venda aftur til tað samfelags- og útbúgving- armynstur, sum eg tosaði um í byrjanini. Hetta útbúgvingarmynstur., varð skapað í einari tíð. hvar alt bert tóktist ganga framfeftir. Fáur grunaði. at heimurin aftur kundi verða tveittur út í eina kreppu sum 1 tríati- árunum. Men kreppan kom — og hevur alt meira vundið upp á seg. — Tey seinastu telini frá mynd- ugleikunum tala um 200.000 arbeiðsleys við hægri ella víðari útbúgv- ingum í 1992 í Danmark. Sostatt eru fortreytirnar hjá ungdóminum — hjá teimum útbúgvingarsekj- andi broyttar. Vissan um. at ein góð útbúgving var einstýðandi = við eina trygga og lutvíst fyri- slóðaða lívsleið. er í stóran mun avloyst av ótrygg- leika — og ótta hjá mongum fyri framtíðini. — Ikki minst politikkarar — og tey sum seta ta út- búgvingarligu kósina eru tikin av ráðalovsi og ótta. Hetta hevur so aftur fort til illa umhugsaðar av- gerðir í undirvísingar- spurningum og ein vingl- andi útbúgvingarpolitikk. har tað kann vera torfort at hóma nakað mið og nakað mál. Tær politisku og sosialu avleiðingarnar av tí heimsumfatandi kreppuni kenna tit vaksandi spenningur millum stór- veldini, våpnakappdubb ing, fåtækadømi og hop- skerjingar og vernsandi andaligt og politiskt vedurlag. Oman å alt ein hottandi global náttúrutýning Sam- stundis tykist tað. sum um teknologi. automa tikkur og tekniskar broyt- ingar seta so sterkan dåm á framkomnu samfelogini. at ikki verður pláss til tann. sum alt átti at snúð seg um. nevnliga tað einstaka menniskjað Men góðu pisur' Hetta er nú tykkara dagur! Tað vildi tí verið ófólkaligt móti tykkum. at hildið hesa depru talu fyri tykkum um íkki eisini nakrir glottar vóru. So var alt betur ósagt, tí einki er so kevandi sum svartskygni á einum gleð- is- og hátíðardegi. Hverjir eru so hesir glottar. sum í roynd og veru ikki eru so heilt fáir? Kring um heimin eru broytingar á veg — bæði fyri eystan og fyri vestan. Fólk fara at kvaklast við alt fleiri siga nei til framhaldandi krigsesing. nei til at skula liva í ævigum ótta fyri einum altoyðandi atombardaga og nei til framhaldandi náttúrutýning. Alt fleiri fólk krevja sum Jesajas profetur fyri skjótt 2700 árum síðan. at úr sverðum skulu smíðast plógjern og vingarðsknivar skulu smíðast úr spjótum. Ella við eðrum orðum: kravið um. at samfelagsins øko- nomisku. teknologisku og náttúrugivnu tilfeingi — recoursir — skulu verða nýtt til arbeiði, mat og bústaðir. harðnar í hvørj- um. Alt fleiri krevja solidaritet við triðja heim- inum. Hetta eru krøv frå vaksandi folkarørslum — og ofta hava fólkarerslur broytt heimin. Eisini hjá okkum eru glottar. Vit standa yvir fyri ómetaliga stórum og týðandi vinnuligum broytingum og teimum harav fylgjandi brovting- um í samfelagsmynstri- num. Hesar broytingar fara. um skilagott verður atborið. at geva moguleik- ar fyri nýggjum útbúgv- ingum og nýggjum arbeiðsplássum. Hetta krevur helst av tykkum. at tit noyðast at hugsa og ikki minst velja ótradion- elt. tå og um tit velja tykkum víðari útbúgving. Tit noyðast helst eisini at innstilla tykkum upp á. at valmeguleikarnir = verða arbeiðsloysi. avmarkaðir. í hvussu so er til tær gomlu kendu útbúgvingarnar. Hin veg- in skuldu meguleikarnir vaksið innan tær meira ótraditionellu. ella nýggju útbúgvingarnar. sum vónandi fara at standast av nýggju vinnuvegu- num. — Alt framvegis treytað av, at her verður stílað fyri við framskygni og skili. Ti mugu tit ungu ikki missa mótið og ikki missa trúnna á, at eisini fyri tykkum verður pláss. Tit eru ung — og ungdómurin hevur tann framihjårætt at vera bjartskygdur, at trúgva at Verðin fram- vegis er ung. Orðini hjá Wergeland, sum Nordahl Grieg setti sum motto fyri síni bók »Ung må Verden endnu være« — um eina tíð. sum líktist okkara eru framvegis galdandi: Ung má Verden ennu være slægtens sagas lange lære ennu kun dens vuggesang og dens barndoms eventyr Eisini tað land, sum tit skulu byggja. er enn ungt. Hetta land — Førovar — er enn ikki utbygt — vit eru illa nokk byrjað. Fyri framman liggja stórar uppgávur og bíða. Virksemi við at troyta og ikki minst rekja okkara náttúrurikidemi á sjógvi og landi fer at krevja fólk við virkishuga og fjel- broyttum útbúgvingum um annars vit umsita alt hetta við hógv og skili. Tað er í hesum saman- hangi. at vit skulu meta um ungdómsins framtið- armeguleikar og síggja útbúgvingarmynstrið i næstu framtið. Leingi — ja alt síðan HF varð stovnað hevur verið hugs- að um, hvussu útbúgv- ingartilboðið kann verða økt og gjørt meira fjøl- broytt. Ti kemur um heilt stutta tíð fram uppskot um at útbyggja eitt nú Suðuroyar HF við vinnu- lívsútbúgvingum., so HF í framtíðini kann gerast ramman um eina nógv breiðari útbúgvingarskip- an enn í dag. Sostatt liggja eisini í hesum nýggir arbeiðs- møguleikar í undirvising- arlagnum uttan fyri fólka- og framhaldsskúlan. So- statt kunnu vit, sum eru eitt sindur eldri enn tit, við góðari samvitsku mæla tykkum til at fara í holt við eina útbúgving. Hugsið tykkum væl um! Tað sum eg havi víst á bendir á, at sterstu meguleikarnir liggja inn- an vinnulivs- og tekniskar útbúgvingar av Bellum møguligum sløgum. Hett- a sigur okkum, at vit eiga at styrkja tey musisku og humanistisku fakini i HF og líknandi skúlum, so vit ikki verða tikin av fótum av teknologisku menning- ini og teknisku yvirvágini í tí samfelag, vit hóma fyri framman. Tit. góðu pisur, hava júst lokið prógv og fullfert eina strævna grundút- búgving. Henda útbúgv- ing hevur ikki bert givið tykkum holla vitan, men eisini lært tykkum eitt åvist akademiskt arbeiðs- lag og gjørt tykkum betri før fyri at meta um tykkara egnu evni og førleika, og somuleiðis til at standa ímóti ti ódám- liga ráki, sum nú er uppi og sum bert sær heimin í svertum og hvítum — sum bjóðar seg fram við einføldum loysnum. Farið tí út við góðum treysti! Hjartaliga til- lukku og alt tað besta í framtíðini!