Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Nr. 75 — 30. juní 1984 Um Skopun, Álv og Finnbogarímu Leið, at hesi megnarorð um Skopunar bygd ikki eru komin å prent fyri langari tid sidan, sigur ein lesari bladsins um | reðuna, Jóhan Hendrik | Winther Poulsen helt, tå | 150 åra dagurin fyri | búsetingina í Skopun | | varð hildin í fjør summar. | Sosialurin hevur fingið eitt eintak av henni og | | | : 1 , | takkar høvundanum fyri | loyvi at prenta hana. J Góða samkoma, skopunarfólk og bygdagestir! Hetta er ein Á stórur dagur fyr Skopunar bygd og tað fólk her býr, ja, fyri land okkara alt. Vit eru komin til stórfingið hátíðarhald at fagna ti, at um hetta mundið fyri hålvari aðru old síðan setti fólk búgv her á staðnum Skopunar bygd var stovnað - ella rættari sagt: stovnað av nýggjum Bygdarráð og tann serliga hátíðar- nevndin eiga tekk uppiborna fyri, at alt er so væl fyrireikað og tilætlað. Tað er bæði gott og gleðiligt at bygdarfólkið í dagsins strevi fyri tilveruni steðgar á eina letu og rindar meðina í minninum um øll tey mongu, sum hesi hálvtannað- hundrað árini hava gingið undan og slóðað fyri teimum rúmligu lívskorum, ið vit nú njóta. Her hevur búð eitt knátt og raskt fólk, bæði kallar og konur, sum við sínum beru hondum og teim arbeiðs- evnum, tey hava fingið frá skaparans hond, lagt steði undir hesa blómandi bygd. Tann staður, sum vit her eru samankonin á, er av sonnum væl valdur til ein fólkafund í sambandi við bygdar- hátíðina, tí her eru komnar fram í ljós leivdir av fornari búseting, sum tíðliga í tíðini er útafturkólnað, hví, vita vit einki um, tó at ein kann royna at gita um tað. Tá ið Eisenberg bóndi á sinni velti her í Álvabe, sum hesin staður eitur, kom hann niður á laðað grót og annað, sum bar vitni um, at her hevði fólk einaferð búð. Petur í Mattalág í Havn, sum ferðaðist her um við posti, sigst at hava fingið við sær ymsar lutir, eitt nú brot av einum málmpotti, men tí verri hevur mær ikki eydnast at fáa hesar lutir at siggja, tó at eg havi gjørt royndir til tess. Tað er at vóna, at tað fer at eydnast fornminnissavninum at fáa fatur á teimum. Seint í 1950-árunum, tá ið vegur varð lagdur norður á Berg, saman komu menn aftur niður á grótlaðing Fornfreðingar gróvu undan eina toft við eldstaði og millum leysar lutir, ið funnir vórðu, var eitt málmpottabrot, kanska av sama potti sum áðurnevnda brot var av. Tílíkir pottar hava í grannalondum verið í nýtslu frá um ár 1300 til fram um 1500. Tí kunnu vit siga við vissu, at her hevur fólk búð seint í miðeldini, men évåvitad kann Kønir menn bustadurin hava verið nógv eldri ætla, at partur av toftini væl kann vera nógv eldri, ja Hví hann so spurn kundi verið úr víkingaeld er burturdeyður seta okkum við undran, t Kann vera eir sum vit t sum her eru uppvaksin vita, at her er vigt Henda gáta verður seint 1tin, men sagnir eru um 1t Nervillgar 'psóttir hava herjað landið í forðun bvgdir í ovdi. og so kann eisir væl hava verið her. Tá ið so dýrmætur 1 | ikki burturflutt á naturiigan hatt ne ist men okkurt óvanligt kann hava verið á vási. Vit kundu ynskt okkum, at hesir steinar vildu latið frá sær tei Men so fólk loyndardómar, teir bela mikið siga teir okkum, at her hevur einaferð livað og virkað, til vanlagnan vildi tað so, at staðurin skuldi doyggja út. Ahugamål um jarðarviðurskifti kunnu hava atvoldin í, at eingin settist her aftur. Tað, at hetta pláss lá væl fyri til útróður, hevur neyvan gjørt tann mun í eini tíð, tá ið jørdin var fremsta livbjarginin - tað sum verið ein sjógvurin gav, var virðismikið, men tó ikki annað enn eitt iskoyti. Men ógvuliga uttanhanda hevur tað verið, at tað skuldi vera mannleyst her við hetta týdningarmikla farsund millum syðra og norðara helming landsins. Tað gav eisini heimasandsmonnum og kirkjubømonnum tvifalt stríð, tå ið onkur skuldi hava flutning — bædi at flyta vid båt um fjørdin og fylgja til gongu millum Sands og Skopunar. Henda toftin, sum er minni um gamlan mannabústað her, átti at verið betur umgingin, enn verið hevur, og tað er at vóna, at hetta hátíðarhald kann minna teir, sum ábyrgdina hava, at ganga frá hesum fornminni á semiliga hátt, so hetta kann vera ein friðhalgaður blettur. Eins og flestum man vera kunnugt, er tað bert eitt av teimum gomlu kvæðum okkara, sum hevur evni úr Feroyum - her verður sjálvandi ikki hugsa um kvæðini, ið yrkt vórðu í fyrru eld og hesi. Hetta kvæði er Sigmundar kvæði eldra. Men tað gamla kvæðið, sum ber navnið Finnboga ríma, er at vísa seg um menn og hendingar í Feroyum. Tað er varðveitt í 7 ymiskum uppskriftum, og í tveimum teirra ljóðar fyrsta erindi Í Skopun býr ein soleiðis: Í menskur mann, Alvur bóndi eitur hann Segan í kvæðinum er í stuttum henda Finnbogi, sum býr i Sikiloyggj, sum man Nólsoy, biður Al eyðsæð er ferjumaður, flyta seg, tí hann skal sekja sær moyggj. Teir ætla sær til Sands, men vinna ikki um Høvdasund vera sum noyðast at halda undan til Skopunar har teir draga bátin. Teir fara inn til Alv sum tvkist búgva einsamallur í húsi, og skál. Tað kki ófridligt. og endin drekka mjeð av setast at verður heldur enn verður. at ketilin stoytist niður í eldir S( i koina An er eftir it meðan |} DO rov it fáa eldi i loga aftt lla gongst brenn viði 1 € KK ur | i10 1 Kt 1 K 1 OK t Ti PI ð vegg SKA t ) ætla I S í 1 4 riu 11 LE Í ) irnast s 1 + Í Qí Báð r Al pg grte 1 Grikkjula bogi fer síðan til Sands, har hann hittir meðgur tvær skemmu lær grát sárliga. helst av sorg um Alv, ið deyður er. Finnbogi fer síðan til Hákun jall Noregi, men Alvur hevur verið jalsins maður. Jallurin er reiður, tí Finnbogi hevur dripið Alv og letur hann sum hevnd berjast við ein blámann, sum hann kortini basir og síðan royna seg á sundi, te. svimjandi móti eini hvitabjørn, sum hann eisini fær lívið av. Tá blíðkast jallurin og tekur Finnboga í sína tænastu. Eg segði í áðni, at segan í kvæðinum bert at vísa seg fer fram í Feroyum. At so er, síggja vit av íslendskari fornsegu, Finnboga sega hins ramma, har vit finna seguna í Finnboga rímu okkara aftur. I seguni býr Alvur í eini oyggj, sum eitur Sandoy og liggur úti fyri norsku strondini. Feroyingum dámdi væl at yrkja kvæði eftir íslendskum segum, og her hevur kvæðayrkjarin funnið frálíkt yrkisevni. Hann fírir ikki fyri at flyta seguna heim til Feroya - hugskotið hevur hann kanska fingið av, at í seguni býr Alvur í Sandoy - hví so ikki lata hann búgva her í oynni, meira at siga í Skopun, sum helst tá longu hevur verið avtoftað, men húsatoftir hava kanska verið sjónligar her í Alvabe. Hetta staðarnavnið kann eisini hava gjert sítt til, at kvæðayrkjarin hevur sett Alv niður her. Men hetta navnið Alvabeur kann ikki vera komið av mansnavninum Álvur, tí so hevði tað verið Alvsbeur, men man heldur vera komið av teimum yvirnatúrligu verum, sum vóru kallaðar álvar, eitt slag av huldufólki. Í Feroyum eru ikki so fá staðanevn nevnd eftir álvum, t.d. allir Alvheygarnir, sum tey hava trúð, at álvar búðu í. Alvabeur hevur tá merkt: bústaður hjá álvum. Tann niðurvallaða toftin her kann hava elvt til navnið. Væl hevur kvæðayrkjarin dugað at laga seguna eftir umsteðum her á landi, serliga í Skopun. So okkum er kortini ogn í, at Skopun er nevnd við navni í hesum forna kvæði, hóast Alvur var norðmaður og Finnbogi íslendingur. Annars er eingin missur í hesum Álvi fyri okkum, tí hann var satt illmenni, ið legði á gest sín við tí í hyggju at drepa hann og ræna frá honum fæ hansara Soleiðis dámar okkum ikki at hugsa um Skopunarmenn. Ti er tað nakað, sum Skennir teir, so er tað tað, at teir eru r og blíðir við øll, ið higar koma. 1 er merkiligt navn. Ikki er full ri, hvat tað merkir. Seinni av navninum -un er helst tting av høvn, ið er gamal formur av eftir Jóhan Hendrik Winther-Poulsen rðinun havn eit E bygdarnavninum Saksur Jákup doktari Jakobsen helt, at fyrri partur av orðið skopa, gamalt orð fyri eyskar, ið kundu sipa til skerini bæði, Stóra og Lítla Sker, ið kundu verið lík einum holvdum eyskari. Í Noregi er ikki óvanligt, at sovorðin sker fáa navn eftir árundaðum íletum. At menn hava roknað Skopun fyri havn, skilst av einum erindi í uppskrift Jåkups Nolsøe handilsforvaltara av Finnbogarímu, sum eg umreddi í áðni. Tað ljóðar soleiðis: »Kastadu akker fram um stavn tóku land í Skopunar havn.« Tá sá alt eðrvísi út her við strondina enn í dag - eingin verkfreðingur uttan Várharra sjálvur hevði sett spor eftir seg. Og enn er spurningurin um Skopunar havn brennandi, og tað er at vóna, at hann verður loystur so væl, sum tað á nakran hátt er gjerligt við teim snildarráðum, sum í dag eru til taks, tí havnin er lívæðrin hjá hesi bygd, sum meir enn flestar aðrar hevur hjall sín á sjónum. Hetta fríða pláss, sum var so týðandi fyri samferðsluna, lá so óbygt til fyri hálvtannað hundrað árum síðan. Um tað mundið var ein nýggj landnámstíð her í Feroyum. Folkatalið var farið at kvinka uppeftir, og umráðandi var at fáa nýggjar bygdir á fetur, har lendi var til, og Skopun var eitt av teimum steðum, sum landsins ráðandi menn høvdu áhuga fyri at fáa fólk at búgva - fyrst og fremst við tí í huga, at lætta um hjá ferðafólki og teimum, sum tey skuldu flyta. Tí fingu teir, ið her settust fyrstir, álagda skyldu til at hýsa ferðafólki fyri ávísa samsýning. Sum tíðin leið fór fólk so smátt at flyta higar, tí her royndist liviligt. Hvussu bygdin vaks, og hverji tey fólk vóru, ið higar komu, skal eg ikki gera nakað burturúr her, men kann í tí sambandi vísa til tann forvitnisliga bók- lingin eftir Olav Clementsen. Eitt, sum treytaði tilflutningin, var, at nú vóru yngri bóndasynir og -detur farin at hugsa um at flyta burtur av gerðunum, og í bygd sum Skopun eygndu tey eina framtíð, helst í smáum korum, men kortini fræls í egnum búgvi. Soleiðis er ein stórur partur av Skopunarfólki ættaður frá Koltursfólki, ið flutti higar - undarligt at hugsa sær, at henda bygd nú telur um 600 fólk, men í teirri oyggj, sum læt so nógv av fólki higar, og sum fyrr var eitt valapláss, er nú bert eitt fáment húski eftir. Hetta er ein vanlig gongd nú á døgum, at gamlar hevuðs-