Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 1984síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 x týsdagur 3. juli 1984 57. årg. % kr. 5,-. Vit svumu 19.192,8 km Men ikki fyrr enn i desember vita vit, um tað er nóg mikið! Tað eydnaðist at svimja til Australiu, men tað var spennandi til tað síðsta. Lesið um Fólkalandskappingina 84 á síðu 5 Dømdur at viður- kenna at hann mistok seg — Vaktar- og bjargingartænastan fer helst víðari við málinum | Jéhan Ziskason, leidari å V&B, gjørdi eitt mistak, tå hann avgjørdi at koyra dekkara i land, hevur rætturin avgjørt. — Eg havi ikki sæd dómin, men eg rokni við, at vit fara at appellera, segði Jóhan Ziskason, leiðari á Vaktar- og bjargingar- tænastuni, fyrrapartin í gjár. Dómur er nú fallin í sakarmálinum, sum ein dekkari á Ólavi Halga legði móti V&B. Dekkarin vann, og V&B er dømt at viðurkenna, at hon hevði ikki rætt til uttan fyri- varni at koyra dekkaran í land eftir, at Ólavur Halgi sigldi á Hælin á Hesti í januar í fjør. Tá málið var fyri í sjó- rættinum, bjóðaði rætturin pørtunum at semjast, men Vaktar- og bjargingartænastan tók ikki av og bað um dóm í málinum. Hetta er tekin um, at VáB ætlar at appellera, tí uttan dóm hevði ikki borið til at farið víðari við málinum. Tað ber sjálvandi ikki til at skjóta eina semju inn fyri hægri rætt. Koyrdir í land Dekkarin var saman við 1. stýrimanni å vakt á brúnni, tá Ólavur Halgi sigldi á land. Báðir blivu stutt aftaná koyrdir í land. Dekkarin fekk í uppsegn sínari at vita, at hann bleiv koyrdur í land fyri »misrøkt í tænastuni, sum fordi til, at Ólavur Halgi fór á land á Hestoynni 18.1.1983, sambært paragr. 33 í sjómanslóg- ini.« Men dekkarin góðtók ikki uppsegnina og legði sak móti V&B og vann. Rætturin sigur í viðmerkingum sínum til dómin, at eftir at hava hoyrt partarnar má tað leggjast til grund, at dekkarin hevur rekt arbeiði sítt á brúgva- vaktini og fylgt teimum boðum, hann hevur fingið frá yvirmonnunum og, at hann var á brúnni alla tíðina teir fáu minuttirnar frá tí, fyrsti stýrimaður fór av brúnni at senda ein „Obs< (fráboðan um veður o.a. til Marinustødina, blm.) til skipið tók. Tá skiparin ikki er til staðar hevur vakthavandi stýrimaður ábyrgdina av navigatiónini. Við ellum hesum í huga, ber ikki til at siga, at dekkarin hevur framt grovt misbrot í tænastuni, sigur rætturin. Og tí kemur hann til ta nidurstødu , at V&B onga heimild hevði sambært grein 33 í sjómanslógini at koyra dekkaran. V&B sleppur tó undan at gjalda sakarmálskostn- aðin hjá dekkaranum, tí hann hevur fingið játtað tað, sum kallast >fri process«. Tað vil siga, at statskassin rindar sakar- málskostnaðin, sum er 5.000 kr. hd Veðranes-kanningin gongur eftir ætlan Kanningin av sonevnda Veðranes-projektinum gongur eftir ætlan, verður upplýst á Orkuráðnum. Sambært tí sum kom fram, tá Orkuráðið lat norsku fyritøkuna A.B. Berdal A/S gera eina kanning um Veðranes- ætlanina, skuldi kanningin verða liðug í fyrru helvt í juli mánað. Orkuráðið veit ikki við vissu, nær kanningin verður liðug. Men upplýst verður, at uttanveltaða norska fyritøkan, ið eisini kannaði Eids-ætlanina á sinni, er komin væl ávegis við kanningunum. Nakað er kortini eftir. Men ikki meira enn 30, at Orkuráðið roknar við at kunna geva landsstýri- num eina frágreiðing seinast í hesum mánað- inum. Veðranes-ætlanin er ikki nakað projekt sum soleiðis, men ein megulig ætlan við nekrum útrokn- ingum. Hesar vísa m.a., at ætlanin kann veita meira enn Eiðisætlanin, sum SEV ætlar í gongd við nú. Harafturat liggur hon ovarligari og hevur ikki nær til so stórt árin á náttúruna sum Eiðis- ætlanin. jo-mo Handgranat funnin millum set- húsagrundir Baksíðan Herverk i skúla og losju Um vikuskiftið hevur onkur verið inni í skúlanum á Tveroyri og temt fimm 6 kg. pulvur- eldslekkjarar á gongum og í skúlastovum. Eisini er ein vatneldslekkjari brúktur og borð og stólar koyrd um koll. Onki er tó brotið, heldur politiið Tað var tað hinvegin í losjuni á Tveroyri, har onkur hevur verið inni mánanáttina. Har eru eitt sofaborð, ein hurð, fimm lampur og stereo- tólini skedd eftir hesa náttarvitjan. hd Osannindi, falsan, útspilling Einki vápn er skitið, bara tað tænir endamálinum: at jarðleggja tey, sum hava eina aðra hugsan. Ein av fremstu álitis- monnum fólkafloksins talsmaður fyri Stalin og Hitler. Síða 2