hósdagur 5. juli 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 77 — 5. juli 1984 tíðindablaðið EN É I | | | | Síða 3
Alitid um privatisering
av reydu bilunum
er gjørt
Landsstyrid fær tad ein av fyrstu døgunum
Landsstýrið ætlar at
privatisera »reydu«
låstbilarnar hjå Strand-
ferðsluni. Nú hevur
samferðsluneundin, ið
er ráðgevandi, sagt
sína hugsan.
Samferåslunevnd løg-
tingsins hevur gjørt álitið
um meguliga umlegging
— privatisering — av
sokallaðu reyðu lastbil-
unum hjá Strandferðsluni.
Samferåslunevndin hev-
ur viðgjert málið og latið
ymiskar kanningar gera.
Úrslitið er niðurfelt í eitt
álit. Hetta verður nú rein-
skrivað og skal sendast
landsstýrinum í næstum.
Tí ber enn ikki til at fáa
nakað at vita, um hverja
stødu samferåslunevndin
er komin til, upplysir
formaðurin í nevndini,
Atli Jensen, leiðari á Bil-
eftirlitinum í gjár.
Tó sigur hann so mikið,
at álitið hjá samferðslu-
nevndini er í tráð við tað,
nevndin svaraði lands-
stýrinum, tá landsstýrið
fyrstu ferð bað samferðsl-
unevndina gera eitt
uppskot til eina privati-
sering av lastbilunum.
Tá svaraði samferðslu-
nevndin, at hon hevði ikki
tíð at gera eitt slíkt upp-
skot tá, og at hon helt seg
ikki síggja nakað gott í
Virkisbygningurin, ið
MH-Betong í Havn letur
byggja, varð reistur í
síðstu viku.
Nýggja virkið, ið skal
gera byggielement úr
eini slíkari umlegging.
Síðan lat landsstýris-
maðurin í strandferðslu-
málum — ikki samferðslu-
málum — Annfinn
Kalsberg, eitt uppskot til
eina privatisering gera.
Fyri Sosialinum hevur
landsstýrismaðurin áður
upplýst, at landsstýrið
hevur tikið undir við tí
skitsu og uppleggi, hann
legði fyri landsstýrið.
Hetta tilfarið varð síðan
lagt fyri samferåslunevnd-
ina einaferð í vár. Hon
hevur nú latið ymiskar
útrokningar gera, sum
fylgja við álitinum sum
hjáupplýsingar.
betongi, liggur úti við
Velbastaðvegin — úti
móti Krossinum.
Bygningurin
gjerdur úr
mentum
verður
betongele-
og verður
Annars hevur stovnurin,
sum bilarnir í dag eru
skipaðir undir, Strand-
faraskip Landsins, ella
Strandferðslan, einki
ítekiligt fingið at vita frá
landsstýrinum um ætlanir
tess.
Heldur ikki er mann-
ingin í pakkhúsinum hjá
Strandferðsluni ella teir
bilferarar, sum ikki hava
havt nakað beinleiðis við
ynski um privatiseringina,
eftirspurdir ella hava
fingið nakað at vita um
ætlanina.
Sambært tí, ið fram er
komið, skal pakkhúsið
eftir ætlaðu skipanini
Betongvirkið er reist
liðugt innilokaður í hesi
vikuni.
MH-betong verður eitt
nýmótans virki við tí
mest framkomnu tekno-
logisku útgerðini. Eftir
ætlan skal
undir
seinri á árinum.
virka sum nú.
Út frá tí, formaðurin í
samferåslunevndini sigur,
má haldast, at samferðsl-
unevndin ikki kann mæla
til eina umlegging.
Men samferåslunevndin
er bert ein ráðgevandi
nevnd, so landsstýrið
hevur onga skyldu at
fylgja áliti hennara. Og
landsstýrið hevur jú í
prinsippinum samtykt at
privatisera >reyðu< last-
bilarnar.
Samferðsluneyvndin skal
meguliga halda seinasta
fundin um álitið síðst í
hesi vikuni.
jo-mo
virkið fara
framleiðsluna
Brugv er gjørd um Tormansá
Breiðka nú
vegin sudurå
Núp
Vegurin úr Vági til
Lopra verður = nú
breiðkaður. Um
Tormansá, ið liggur
nakað sunnan fyri Vág,
er ein brúgv gjerd.
Haðan verður so vegur-
in gjerdur.
Hjá landsverkfreð-
inginum verður
upplýst, at projektið er
gjert fyri vegin úr Vági
suður á Núp. Restin er
ikki gjerd enn.
Tá ætlanin var at
gera vegin fyri fleiri
árum síðan, mótmæltu
eigararnir vegferingini,
og vegagerðin helt
uppat.
Hetta málið er ikki
heilt greitt enn, men
væntandi verður veg-
linjan helst nekulunda
tann saman, sum hon
er í dag.
Arbeiðið at gera
vegin úr Vági suður til
Lopra er mett at kosta
einar átta-tíggju
milliónir kr. Ætlanin er
at halda fram, til
arbeiðið er liðugt, um
árligu játtanirnar
annars rekka. Í ár eru
settar tvær milliónir
kr. av.
Eitt annað stórt
vegaarbeiði er eisini i
gongd í Suðuroy. Tað
er nýggi vegurin
igjøgnum Øravikarlid,
úr Trongisvågi og út á
Gálgan. Hetta arbeiðið
er komið rættuliga væl
áleiðis. Rokna verður
við, at tað verður lið-
ugt komandi ár.
Tá hesir vegirnir eru
gjørdir, er ein hampi-
ligur partur av vegu-
num í Suðuroy breiðk-
aður. Men enn eru long
vegastrekkið fram-
vegis við bert einari
koyribreyt. Vegurin úr
Øravik til Hovs er
framvegis smalur og í
steðum kunnu neyvan
tveir bilar koyra fram-
við hverjum eðrum.
Vegurin úr Lopra til
Sumbiar er eisini smal-
ur, men hann verður
neyvan breiðkaður, tí
væntandi verður tunnil
gjørdur millum hesar
báðar bygdirnar.
Vegurin til Fåmjins
hevur eisini eina koyri-
breyt.
Vegurin og brúgvin liggja nidan fyri verandi veg