Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 183 - 25. september 2002 Nr. 183 - 25. september 2002 3 Orðatøkini 17.17: Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð. Tá ið telefonin ringdi sunnudagin 15. septemb- er, var tað síðsta eg vænt- aði, at fáa boð um at tú vart farin. Tú hevði verið sjúk leingi, men tað gekk so væl og tú skuldi koma heim um 4 vikur. Eg var so smátt byrjað at hugsa, hvat ein skuldi fyrireika av móttøku til tín, Dánjal og dreingirnar. Eg skilji ikki enn, at eg ikki skal hoyra tín látur og síggja títt smíl aftur her á fold. Eg fari at sakna teg so nógv, tú hevði eitt so stórt pláss í mínum hjarta, og beint nú kennist tað sum eitt stórt hol er í hjart- anum, og tað pínir so nógv, at tað kann ikki sigast við orðum. Eg hevði tó ikki viljað verið tíðina, eg fekk saman við tær, fyriuttan, og eg gleði meg til at síggja teg aftur hinu megin sýnina. Tú hevur tað endiliga gott. Tú gongur á gullgøt- um, har ongin pína ella sorg er, men mest av øll- um ert tú saman við Jesusi, Frelsaranum, sum tú komst at kenna á ung- um árum. Hevði tú ikki havt Hann við tína lið gjøgnum alla tína sjúkra- legu, so hevði tú ikki verið komin so langt sum tú kom. Eg royni at hugsa um okkara minnir saman. Hvussu tú, uttan at kenna meg rættiliga, kom til mín fyri at tosa um nakað, sum nívdi teg, tí tú mátti tosa við onkran, og hvussu vit tosaðu í fleiri tímar, og var hetta byrjanin til eitt vinalag, sum eg komi at dýrmeta restina av mínum lívi. Vit kundu tosa í tele- fon í langar løtur um bæði leyst og fast, men vit kundu eisini bara sita yvir einum drekkamunni og ikki siga tað stóra, vit vóru bara saman, tað nýttust ikki tey stóru orð til at for- klára, hvat vit hugsaðu um, tí vit vóru so líka og skiltu so væl hvørja aðra, at orð vóru als ikki neyð- ug. Tá okkurt var, sum nívdi meg, kom eg altíð til tín at finna eitt oyra sum vildi hoyra. Hetta er tað eg sakni beint nú, tí eg eri so kedd, men eg kann ikki koma til tín, tí tað er teg eg syrgi. Eitt eg minnist væl, var tá eg skuldi giftast, tá búði tú í Danmark. Dagin fyri brúdleypi var tað ódnar- veður, so Smyril sigldi ikki, so tað sá út til at familja og vinir ikki fóru at koma, og eg var so kedd. Eg fór út í post- kassan, har lá eitt bræv frá tær, har tú segði at tú komst til brúdleypið hóast alt. Eg var so glað, at eg stórgræt, tí at tú kundi koma til brúdleypið. Fyrstu ferð tú tosaði um at tú vart sjúk, var tá eg hevði fingið Marna. Tú ringdi út á sjúkrahúsið at ynskja mær tillukku, og fortaldi mær, at tú hevði tílíkan skriða um kroppin. Eingin av okkum hevði varhugan av, at hetta var byrjanin til sjúkuna, sum nú til síðst eftir næstan 9 árum vann á tær. Eitt, sum eyðkendi teg, og sum fer at vera títt minni millum familju og vinir, er tað, at hóast títt lív hevur verið merkt av sjúku, so gramdi tú teg ongantíð. Tað var einki, sum skuldi sláa teg út. Um tú setti tær nakað fyri, so gjørdi tú tað, hóast vit onkuntíð høvdu hug at mótmæla. Tú vart so dugnalig við hondunum og dámdi so væl at hugna um og hava alt ordiligt rundan um teg. Hetta var eitt umráði, har vit ikki líktust. Eg hevði hug til at skammast av, at hóast tú kundi vera sjúk, so var alt sum blást inni hjá tær, men tá plagdi tú at siga: »Eg hevði ynskt at hava eitt sindur av tær, tí tað er so deiliga avslapp- andi at koma inn til tín.« Vit plagdu at skemtast, at kanska skuldu vit biðið fyri hvørji aðrari, at tú skuldi fáa eitt sindur av mær, og eg eitt sindur av tær. Tú vart altíð klár til at hjálpa, tá á stóð. Til føð- ingardagar hjá børnum, vart tú altíð klár við eini kaku. Serliga takksom eri eg fyri kjólan, ið tú banst til Martu, tá hon skuldi barnavælsignast. Vit vóru báðar so stoltar, eg av barninum og tú av kjólan- um. Ein tann størsta løtan í tínum og Dánjalsa lívi varð tá tit fingu Sámuel, Lyftis sonin. Tit ynsktu tykkum so nógv eitt barn, og Gud gav tykkum eitt lyfti um, at tit skuldu fáa ein son. At tit so stutta tíð eftir eisini fingu lítla Sigurd, var ein líka stór gleði. Vit standa spyrjandi hví tú skuldi fáa so stutta tíð saman við teimum, men vit fáa ikki nakað svar, tí vit kenna bara í brotum, men tá vit øll koma heim kenna vit til fulnar. Tá tú bleiv sjúk hesa- ferð, vart tú eitt sindur øðrvísi. Tú vart ikki tann Tove, sum ikki kundi sláast út. Tað, sum var øðrvísi var, at tú nú vart mamma. Tankin um at skula fara frá børnunum var ov tungur at bera. Ikki tí tú hugsaði um teg, men um Dánjal og dreingirnar. Tova góða, hvíl í friði, vit skulu taka okkum av teim- um til tit øll hittast heima í Himli. Teir fara ongantíð at gloyma teg. Eingin, sum nakrantíð hevur hitt teg, fer at gloyma teg. Góði Dánjal. Tað eru eingi orð, sum kunnu geva tær troyst í hesu sváru tíð, men troystin liggur í vón- ini um at tit síggjast skjótt aftur hinumegin sýnina. Jesus gevið tær styrki og vísdóm til at uppala dreingirnar í tí trúgv, gleði og friði, sum eyðkendi Tove. Góðu Sámuel og Sig- urd. Tit eru enn ov lítlir til at skilja, hvat tað er tit hava mist, men eitt skulu tit vita, tit vóru tann størsta gleðin í lívinum hjá mammu tykkara. Góðu foreldur, systkin, omma, abbi, familja og vinir hjá Tove. Saknurin er so stórur júst nú, og sorgin er so nýggj, at ringt er at finna troyst, men haldi fast í teimum minnum, sum tit hava um Tove, og lat hennara lív verða eitt fyridømi fyri okkum. Tove hevði sína trúgv á Jesus og var tað tað, sum helt henni uppi í teimum sváru tíðum, og tað var eisini tað, sum gav henni gleði í góðum tíðum. Hetta er vitnisburðurin eftir Tove. Tove, tú kemur altíð at hava eitt stórt pláss í mín- um hjarta. Eg fari ongan- tíð at gloyma teg og tað tú vart fyri meg, ta tíð eg fekk loyvi til at kenna teg. Eg gleði meg at síggja teg aftur í Himli, har eingin grátur og pína er. Nú havi eg eina enn størri orsøk til at síggja fram til at koma til Himmals, tí tú ert har. Vit síggjast! Æra veri minnið um vinkonu mína Tove Sig- urdsdóttir Tausen. Elin N.W. Tausen Minningarorð um Tove S. Tausen Ættarbandið fer nú til verka Almennur fundur verður í Fuglafirði leygardagin, har tosað verður um ættarbond millum Fuglafjørð og Oyndarfjørð ÆTTARGRANSKING Tíðindaskriv Nú veturin nærkast við sín- um aktivitetum, fer eisini ættargranskingarfelagið Ættarbandið at byrja sítt virksemi. Farandi árið var soleiðis, at aðalfundur var í Havn hin 9. mars, har møtt vóru eini 35 fólk. Har vóru ymisk mál umrødd og eisini var nevndarval, har Katrin Mørkøre, Elin Mid- jord og Maria Jacobsen vórðu afturvaldar, hinir limirnir eru Jóna Linden- skov og Andras Joensen. Hin 16. mars vóru vit til hugnakvøld á Johns Restaurant í Saltangará, har Petur Martin Petersen í Fuglafirði og Jógvan I. Olsen av Toftum greiddu frá. Eitt stak hugnaligt kvøld. Ein almennur fundur var norðuri í EB-húsinum á Eiði hin 11. mai, har Petur Martin Rasmussen greiddi frá um fólkatelkjing og kirkjubøkur og annars fólk við tilknýti til Skála. Ein nevndarfundur var 31. mai. Nú fara vit so aftur at hava ein almennan fund saman við Eldrafelagnum í Fuglafirði. Hesin fundur verður í Lonini í Fuglafirði leygardagin 28. sept. kl. 16.00. Tað verður Freydis Poulsen, sum fer at tosa um ættarbond millum Fugla- fjørð og Oyndarfjørð. Øll eru hjartaliga væl- komin. Alternativ íbúðarbygging skal trýsta sethúsaprísirnar niður Bill Justinussen, landsstýrismaður í íbúðarmálum, vil hava gongd á alterna- tivu íbúðarbygging- ingina, serliga í høv- uðsstaðnum. Hann hugsar sær, at Húsa- lánsgrunnurin skal spæla ein virknan leiklut í byggingini. ÍBÚÐARNEYÐ Jón Brian Hvidtfeldt Landsstýrismaðurin í íbúð- armálum, Bill Justinussen, ásannar, at høgu sethúsa- prísirnir í høvuðsstaðnum, har sethús í meðal verða seld fyri tað dupulta, sam- mett við á bygd, er ein stór- ur trupulleiki í dag. - Tað er ein trupulleiki, at fólk ikki hava møguleika at seta seg í búgv, har tey hava hug. Sjálvandi er tað spurn- ingurin um útboð og eftir- spurning, sum ásetur húsa- prísin, men í dag er als ikki javnvág millum hesi bæði, sigur Bill Justinussen og leggur afturat, at alneyðugt er at koma í gongd við al- ternativari íbúðarbygging, so útboðið økist. Tað vil eisini gera, at prísurin á set- húsum fer at falla, vísir landsstýrismaðurin á. Í dag er tað ein sann- roynd, at flestu fólk vilja helst búseta seg í Havn, har nógv arbeiði er at fáa,og tí er stórt trýst á høvuðsstað- in. Landsstýrismaðurin heldur, at tað kundi verið ein loysn at roynt at mið- spjaða almenna sektorin, tvs. flyta almenn arbeiðs- pláss úr høvuðsstaðnum, og eisini kundi ein loysn verið at differentiera onkrar al- mennar veitingar, so tær eru hægri, velja fólk at bú- seta seg uttanfyri høvuðs- staðin. Men Bill Justinus- sen leggur dent á, at hetta eru bara tankar, og harum- framt ikki nakað, hann hev- ur myndugleika til at fremja í verki einsamællur. Bill Justinussen greiðir frá, at í løtuni situr ein arb- eiðsbólkur og viðger íbúð- artrupulleikan. Bólkurin skal millum annað fáa greiðu á, hvussu ber til at javnstilla øll, sum seta búgv. Sum er er trupult at koma í gongd við alterna- tiva íbúðarbygging, eitt nú tí at í dag eru sjálvsognar- stovnar bæði skatt- og MVG-skyldigir, og tí hava tílíkir stovnar ov ringar møguleikar at byggja bílig- ar íbúðir, vísir landsstýris- maðurin á. - Í dag eru fleiri íbúðar- ætlanir, sum liggja og bíða eftir at reglurnar fyri sjálvs- ognarstovnar verða broytt- ar. Og tá eg tíðliga í heyst havi fingið tilmælið frá arbeiðsbólkinum fari eg at royna at fáa framt broyting- arnar, so til ber at koma í gongd, sigur Bill Justinus- sen. Hann vísir samtíðis á, at hann ikki hevur allar heimildirnar einsamællur, tí summi viðurskifti hoyra til málsøkini hjá øðrum landsstýrismonnum. Hann fer tí at leggja málið fyri á landsstýrisfundi, so skjótt hann hevur fingið niður- støðuna frá arbeiðsbólki- num. - Tað stendur jú í sam- gonguskjalinum, at vit skulu fremja alternativa íbúðarbygging, so tað eigur at bera til at fáa ætlaninar framdar í verki, vísir Bill Justinussen á. Í samgongu- skjalinum stendur eisini, at lógin um Húsalánsgrunnin skal broytast, so hann eisini kann taka lut í hesum. Og júst Húsalánsgrunnin sær landsstýrismaðurin sum eitt gott amboð at røkka máli- num. - Eftir míni fatan eigur Húsalánsgrunnurin at hava ein virknan leiklut í bústað- arspurninginum, serliga í alternativu íbúðarbygging- ini, sigur Bill Justinussen. Herfyri var eitt uppskot frammi um at selja Húsa- lánsgrunnin, so landskassin á tann hátt kann fáa sínar pengar burturúr grunni- num. Bill Justinussen vil ikki frammanundan skúgva eitt tílíkt uppskoti til viks, men treytin verður so, at peningurin, sum fæst fyri Húsalánsgrunnin, verður nýttur til at fíggja alterna- tiva íbúðarbygging, slær landsstýrismaðurin fast. Venja okkum við øðr- vísi bústaðarmynstur Bill Justinussen heldur, at føroyingar í framtíðini mugu venja seg við eitt annað bústaðarmynstur. - Eg haldi, at fólk eigur at venja seg við, at mynstrið broytist, og eisini leggja seg eftir at byggja bíligari. Eis- ini vóni eg, at alternativar íbúðir kunnu gera tað áhugavert hjá eldri fólki, sum sita í stórum sethúsum, at flyta í smærri íbúðir, og soleiðis geva pláss fyri t.d. ungum barnafamiljum at keypa sethúsini, sigur landsstýrismaðurin í íbúð- armálum. Tað er av alstórum týdningi, at gongd kemur á alternativu íbúðarbyggingina, heldur Bill Justinussen, landsstýrismaður í íbúðarmálum. Savnsmynd C M Y K 3 2 Vaktarskifti Í samband við at Ole. R. Lauritsen eftir 30 árum, fer frá sum Bureau Veritas sýnsmaður og Tummas Eli Høj Joensen tekur yvir sum Bureau Veritas sýnsmaður, verða øll viðskiftafólk, fyrrverandi, verandi og komandi bjóðaði til móttøku á Hotel Hafnia fríggjadagin 27. september kl. 14.30 - 17.00 Ole R. Lauritsen og Tummas Eli Høj Joensen