Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 183 - 25. september 2002 Nr. 183 - 25. september 2002 5 Fara at syngja í kóri í norðaru helvt í Suðuroy Kórið er fyri fólk, sum hava hug at syngja, men sum ikki eru von at syngja í kóri Suðuroyar norðara helvt: Fólk, í norðaru helvt í Suðuroy, sum hava hug at syngja í kóri, skulu nú halda seg framat. Tí í kvøld- skúlanum í Hvalba verður nevniliga kór- sangur á skránni í vetur. Í Suðuroynni eru frammanundan tvey kór, eitt gospelkór og kirkjukórið Ljómur. Men hetta nýggja kórið er ætlað teimum sangglaðu í Suðuroyar Norðaru helvt, sum hava hug at syngja, men sum kanska ikki eru so von at syngja í kóri Tað er Jens Mortan Mortensen í Nesi í Hvalba, sum stendur fyri kórinum. Hann sigur, at ætl- anin er at syngja gamlan og nýggjan føroyskan kórtónleik, sálmar, kingoløg, sangir, tættir, vísur umframt útlendskan tónleik. Farið verður undir venjingina í Hvalbiar skúla mikudagin 23. oktober frá klokkan 19.30 til 22.00. Hetta er fyrsti mikudagur eftir heystfrítíðina hjá skúlunum. Jens Mortan Mort- ensen vónar, at bæði kvinnu- og mann- fólkarøddir fara at tekna seg til kórsangin. Sjálvur hevur hann áður royndir at venja kór bæði í Føroyum, í Danmark og í Grøn- landi, har hann vandi blandaða kórið, Inuu- suit Nip-pat, í Mannit- sooq í Miðgrønlandi. Hann sigur, at tað var sera spennandi og áhugavert at fáa innlit í grønlendsku sang- mentanina á hendan hátt. – Eg haldi, at tað manglar eitt kór í norðaru helvt í Suð- uroynni. Hetta er eitt gott høvi hjá fólki at koma saman um nakað positivt og eitt er so vist: Tað er stuttligt at syngja, sigur kórleið- arin. Tað ber til at melda seg til kórsang- in á tlf.: 37 59 17. Formaðurin í før- oyska javnaðarflokk- inum fer á landsfund hjá Labour í Ong- landi í næstu viku, har hann fer at fáa íblástur og at knýta samband við politik- arar úr stóra granna- landinum fyri sunnan POLITIKKUR Áki Bertholdsen – Tað verður ein stór løta at hoyra Bill Clinton og Tony Blair tala. Jóannes Eidesgaard, fer í morgin til Onglands, har hann skal á landsfund hjá enska javnaðarflokkinum Labour. Har verður nógv ymiskt á skránni, men formaðurin í føroyska javnaðarflokk- inum dylir ikki fyri, at eitt, hann gleðir seg mest til á ferðini, verður at hoyra enska forsætisráðharran, Tony Blair og gamla ameri- kanska forsetan, Bill Clin- ton, halda røðu. Tony Blair heldur røður tí at hann er forsætisráðharri úr Labour flokkinum og Bill Clinton stendur fremst í einum úrvalsliðið av fremmandum gestarøð- arum. – Tað er altíð ein stór løta at hoyra stórar statsmenn, sum hartil eru góðir røð- arar, sigur Jóannes Eides- gaard. Saman við Jens Johan Dam, sum er skrivari hjá tingmanning javnaðarflok- sins, fer Jóannes Eides- gaard á landsfundin hjá Labour, sum hesuferð er í Blackpool. Hetta er aðru ferð, at for- maðurin í føroyska javn- aðarflokkinum er á lands- fundi hjá Labour. – Hetta er eitt samstarv, sum er sjálvur royndi at taka stig til fyri trimum árum síðani og eitt av úrslitunum er, at vit verða bodnir við á landsfundin hjá teimum, sigur føroyski javnaðarformaðurin. Landsfundurin byrjar sunnukvøldið og endar næsta hósdag. Men av tí, at beinleiðis flogsamband er við Aber- deen hósdag, verður farið av landinum longu í morg- in. Dagarnar til landsfundin er ætlanin at at brúka til ymiskt upplýsandi virk- semi í Aberdeen og har um leiðir. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at longu hóskvøldið eru teir bodnir til árliga døg- verða hjá Labour í Aber- deen, har tingmaður teirra er vertur. – Fríggjamorgunin fara vit til Peterhead, har ein av størstu fiskamarknaðum í Evropa er, og tað verður forvitnisligt at síggja, hvussu virksemið er á ein- um slíkum. Seinnapartin frígjadagin fara teir á Graham Gordon University í Aberdeen, har teir verða kunnaðir um tey útbúgvingartilboð, sum eru har. – Tað, sum er sermerkt við hesum skúlanum er, at hann er miðvíst skipaður eftir at fyrireika næmingar- nar at arbeiða í vinnulívin- um. Eitt loyndarmál Jóannes Eidesgaard sigur, at av trygdarávum er skráin fyri landsfundin hjá Labour ikki kunngjørd enn. – Tað einasta, vit vita, er, at Tony Blair skal halda røðu týsdagin. Í fjør var landsfundurin týðiliga merktur av yvir- ganginum í New Yorkk 11. september og hann ivast ikki í, at yvirgangur aftur verður eitt høvuðsevni hesuferð, kanska serliga støðan í miðeystri, støðan ímillum Irak og ST, støðan ímillum og Irak og USA og støðan ímillum USA og ST. Jóannes Eidesgaard sigur at ein stórur fundur, sum hesin, kann geva nógvan íblástur til ein javnaðar- politikara úr Føroyum. – Hetta er ikki sum ein politiskur landsfundur í Føroyum. Hetta er eitt veldugt tiltak, við nógvum hallum, á seinasta lands- fundinum tók høllin, har høvuðsrøðurnar vóru, 10.000 áhoyrarar. Harafturat eru nógvar smærri hallir, har ráðharrar, aðrir politikarar og onnur halda røðu og har tað ber til at seta spurningar og at kjakast um ymisk viður- skifti. Tað eru somuleiðis ser- ligar skráir fyri útlendsku gestirnar. Men talan er eis- ini um eina stóra vøru- framsýning, har nýggjasti telduútbúnaðurin, nýggj- asta útgerðin til heilsu- verkið og annað, verður víst fram. Men Jóannes Eidesgaard sigur, at tað avgjørt eisini hevur av týdningi at knýta samband til politikarar úr Onglandi og Skotlandi, tí vit hava nógv felags áhuga- mál, bæði í samferðsluni og ikki minst í oljuvinnuni- og tað skerst heldur ikki burtur, at Skotland er okkara næsti granni so tað er onki minni enn natúrligt at hava samband tann vegin. Kommunan fer nú at kanna eftir, hvat kann gerast fyri at fáa drápini at ganga betri GRINDADRÁP Áki Bertholdsen Hvalba: Nú skulu umstøð- urnar at drepa grind í Hvalba, gerast betri. Tað er í hvussu so er ætlanin hjá Hvalbiar Kom- munu. Á bygdaráðsfundi hós- kvøldið reisti borgarstjórin, Levi Niclasen, spurningin um, hvat kommunan kundi gera, fyri at gera umstøð- urnar fyri grindadrápi betri í Halba. Hann reisti málið í kjalarvørrinum á seinasta grindadrápinum í Hvalba, har grindin ikki fekst at gera landgongd. Men tað eru eisini aðrir trupulleikar við grinda- drápi í Hvalba, og tað er, at tá ið grind veðrur hildin til, ella skorin upp um kvøldið og um náttina, er tað bøla myrkt, tí ongi ljós eru og tað kann skjótt skaði stand- ast av at slíkum arbeiði í myrki. Levio Niclasen skeyt upp, at kommunan setir ljós upp á sandin, sum skal lýsa, tá ið grind verður hildin til, ella skorin upp í myrkri. Hann segði, at finnast matti fram til, um tað var nóg mikið við einum lyktapela, ella um fleiri skulu til. Kommunustýrislimir tóku sum heild undir við uppskotinum um at gera umstøðurnar fyri grind- drápið og -upptøku betri. Men teir mettu, at trupulleikin við, at grind- irnar ikki longur fáast so væl at gera landgongd verður kanska verri at loysa. Ein grynna gongur eftir fjørðinum og fyrr varð sagt, at grindin skuldi rekast sunnanfyri grynnuna, so fekst hon at gera land- gongd. Summir bygdaráðslimir meintu, at seinasta grindin varð rikin ov norðaliga, tí fekst hon ikki at gera land- gongd. Men aðrir vístu á, at síðani havnabygginging- arnar í Hvalba, var fjørð- urin broyttur rættiliga nógv, so at hann nú varð blivin nógv grynri enn hann var og teir ivaðust í, um nøkur grynna yvirhøvur var long- ur, um ikki tað var blivið javnt grunt allan vegin. Tað varð eisini nevnt, at helst varð neyðugt, at grabba sand av botninum fyri at gera tað djúpari, men bygdaráðsmenn vóru eisini greiðir yvir, at tað bleiv dýrt og ivasamt er, um ikki sandur legst í aftur beinan- vegin Eitt uppskot var at seta ein lyktapela við ljósum upp soleiðis, at hann kundi brúkast til ýti, so at bátar- nir, sum vóru í grind, altíð vistu, at grindin skuldi rekast sunnanfyri lyktina- um so er at grynnan er enn og at tað er djúpari sunn- anfyri hana. Bygdaráðið samtykti síðani at taka málið upp í samráð við sýslumann og grindaformenn at vita, hvat kundi gerast fyri at bøta um umstøðurnar. Jóannes Eidesgaard fer at lurta eftir Blair og Clinton Betri umstøður at drepa grind í Hvalba Í morgin fer Jóannes Eidesgaard á landsfund hjá Labour í Onglandi, hann har væntar atfáa góð hugskot og at knýta tættari samband við politikarar úr Skotlandi Fjørðurin í Hvalba er nógv broyttur seinastu árini, men ætlanin er nú at royna at gera umstøðurnar til grindadráp betri Tunlarnir eru tryggir Føroysku tunlarnir eru tryggir at ferðast í, staðfestir leiðarin á Brunaumsjón Land- sins. Men hann ger samstundis greitt, at um eitthvørt hendir, kann tað skjótt gerast til eina stóra van- lukku, tí trygdarút- gerð og venjing er lítil TUNNILSTRYGD Edvard Joensen Tað er líka trygt at ferðast gjøgnum føroysku tunlar- nar, sum tað er at ferðast í útlendskum tunlum, sigur Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins. Hóast tað vísir hann á, at trygdarútgerð manglar alla- staðni. Eingin neyðtelefon er nakrastaðni. Eingin eld- sløkkjari ella vatnveiting er nakrastaðni. Einki video- kamera, sum vísir einum bjargingarliðið, hvar á leið ein møgulig vanlukka er, finst í nøkrum tunli. Og seinast, men ikki minst, manglar útbúgving og venj- ing av bjargingarliðunum, sum skulu fara inn í ein tunnil, um einhvør van- lukka rakar. Sammett við aðrar euro- peiskar tunlar liggja vit ikki serliga væl fyri, vísir ein kanning, sum danska blað- ið Motor hjá FDM hevur kunngjørt. Tó er at siga, at føroyskir tunlar vóru ikki við í teirri kanningini, sum Motor vísir til. Kanningin, sum týskarar hava gjørt, fevnir um seks tunlar úr Nordkap í Noreg suður til Slovenia. Og úrslitið vísir, at tryggasti tunnilin í Europa í løtuni er Mont Blanc tunnilin, sum er nýístandsettur eftir van- lukkuna herfyri. Taparin í hesi kanningini er ein marknatunnil millum Eysturríki og Slovenia, sum kortini er betri útgjørdur enn allir teir føroysku. Hó- ast alt, ið har manglar eftir teimum krøvum, kanning- in setir, hevur hesin tunnil- in í minsta lagi videoeftir- lit, tá eldsløkkjari ella neyðtelefon verða nýtt. Í Føroyum er einki av hesum. Aðrir tunlar hava eitt nú rýmingarvegir og ella rúm at fara í, um vanlukkur eru. Avmerking er allastaðni, eins og telefonir og eld- sløkkjarar eru við ávisari fjarstøðu, sum vanliga er stutt. Niður í 88 metrar millum eldsløkkjararnar er ikki óvanligt. Ymiskt tryggari Hóast trygdarútgerðin aðrastaðni er væl betri enn í Føroyum, eru vit tó á summum økjum betri fyri enn eitt nú norðmenn, vísir Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjónini, á. Í Noreg eru nógvir tunlar fóðraðir innan við polyety- leni, sum er vandamikið. Her hjá okkum varð so mikið seint farið í gongd við at klæða tunlarnar, at komið var fram, at hetta evnið er vandamikið, og tí er heilt lítið brúkt av hes- um, vísir hann á. Eisini verður gjørt burtur úr trygdini í aðrar mátar her hjá okkum. Eitt nú at gera veggir og innkoyringar í tunlunum meira avvísandi fyri bilum, ið av einihvørj- ari orsøk ikki raka sjálva innkoyringina, men enda við síðuna av, eins og slík- um, sum koyra inn í veggin. Jú slættari veggirnir eru, minni er vandin fyri álvars- ligum skaða, um tú koyrir í veggin. Men tosa vit um bjarg- ingar, eru vit ikki væl fyri í Føroyum, vísir Petur á Lava Olsen á. Venjingar eru ikki, og útgerðin at gera venjing- arnar við, manglar í stóran mun. Sløkkiliðini hava lítla vitan um, hvat tey skulu gera, og helst um, hvørjum tey skulu halda fingrarnar frá, um tey skuldu komið soleiðis fyri, at tey noyðast inn í ein tunnil til eina bjarging, sigur hann. Ein onnur orsøk til at vandamarkið er lágt her hjá okkum er, at vit hava ikki ta tungu ídnaðarferðsluna, sum stóru londini hava. Eitt nú stórir bilar við kemikali- um koyra ikki á føroyskum vegunum. Tosað hevur verið um, hvussu verður í Vágatunli- num, tá hann verður tikin í brúk. Men her vísir leiðarin á brunaumsjónini á, at har er talan um ein bensinbil um vikuna ella so, sum ferðast um Vestmannasund, og saktans kann hann koyra uttan fyri ta tíð, tá mest ferðsla er. Góð ráð So alt í alt eru bæði leiðarin á Brunaumsjón Landsins og týska kanningin, sum Motor kunnger, samd um at tunlar eru als ikki vanda- miklir at ferðast ígjøgnum. Størsti vandin liggur ikki í verandi ella manglandi út- gerð, men avgjørt hjá hon- um, sum koyrir bilin, ið fer gjøgnum tunnilin. Ráðini til bilføraran kunnu vera so mong, men tey vanligastu eru eitt nú at syrgja fyri at hava nóg mik- ið brennievni á bilinum, so tú ikki steðgar upp inni í tunlinum av teirri orsøk. Ikki at vera í sólbrillum, og altíð at hava ljós tendr- að, tá tú koyrir í tunli. Fylg teimum fyriskipan- um, sum skeltini siga, og koyr ongantíð nærri enn einar 50 metrar frá tí bili- num, sum koyrir undan tær. Kemur tú fyri eini van- lukku, verður rátt til at seta bilin heilt inni við veggin høgrumegin og rýma frá honum. Men lat lykilin standa í, so bjargingar- manningin kann flyta hann seinni, um tað gerst neyð- ugt. Hóast føroysku tunlarnir ikki eru fóðraðir innan, er tað júst ein av grundunum til, at teir í ávísan mun eru tryggari enn aðrir, sum eru fóðraðir við vandamiklum tilfari C M Y K 5 4