Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 183 - 25. september 2002 Nr. 183 - 25. september 2002 7 Kaja Nemuel fór til Nigeria sum trúboð- ari fyri fyrstu ferð í 1969. Síðani tá er nógv hent, hon giftist einum nigerianara, tey eiga trý børn og í dag búgva tey í norð- ur-eystara partinum av landinum, har maðurin er erka- bispur SAMRØÐA Solby A. Eliasen Kaja sigur, at trúboðara- yrkið altíð hevur ligið henni nær at hjarta. Hon hevur altíð viljað verðið trúboðari – heilt frá barnsbeini av. Og meðan hon sum 22 ára gomul var í Danmark á Háskúla, sá hon eina lýsing í einum donskum blaði at Dansk Sudan Mission søkti eftir einum læknaskrivara at arbeiða á einum sjúkrahúsi. Hon søkti hetta starvið og fekk tað. Men hetta var ikki eitt starv sum læknaskriv- ari, sum vit kenna tað her heima. Tað var eitt starv innan umsitingina av sjúkrahúsinum. Hon var einans 23 ára gomul, fyrstu ferð hon kom til Nigeria. Kaja sigur, at tað var ómetaliga torført at ímynda sær, hvussu tað fór at verða at koma hagar fyri fyrstu ferð. Hon samanber tað so við at koma aftur til Nigeria í dag, tá hon hevur verið burtur. - Nú er tað sum at koma heim, og tað hevur tað eis- ini verið í mong, mong ár nú. Kirkjan, sum Sudan- missiónin hoyrir til er tann kristiliga lutherska kirkjan. Hon hevur umleið eina millión limir í Nigeria. - Eg veit, at tað kanska ikki ljóðar av nógvum, tá ein hugsar um, at tað búgva 115 milliónir her, men vit skulu hava í huga, at tann fyrsti trúboðarin kom til Nigeria í 1913, sigur Kaja Nemuel, erkabispafrúa í Nigeria. Hon leggur aftur at, at 52 % av fólkinum eru kristin, 46 % eru muslimar. Øll árini Kaja hevur verið í Nigeria, hevur hon arbeitt nógv. Sjúkrahúsið, sum hon arbeiddi á, bleiv yvirtikið av landinum í 1972. Hon hevur arbeitt nógv innan umsitingina av kirkjuni hjá Sudan missiónini, sum er at kalla líka sum heimamissi- ónin er her í Føroyum. Hon hevur eisini starvast saman við presti, og ferðast út til smáar bygdir at undirvísa, meðan presturin so hevur havt bíbliutímar. Eisini hevur Kaja havt heilsuskeið og eitt sindur av hand- arbeiði í teimum bygdun- um, sum hon hevur vitjað. Maðurin bleiv bispur í 1996 í Todistift, og tá byrj- aði Kaja at taka sær av tí fíggjarliga har. Og tað ger hon enn, hóast maðurin í februar í ár, bleiv erka- bispur og er fluttur. - Tey hava ikki funnið nakran annan fyri meg enn, so fyribils er i eg enn í sama starvi, sigur Kaja, sum heldur ikki veit at siga, um tað er ætlanin, at nakar annar skal setast í hennara starv. Umframt hetta, er hon eisini nógv við í kvinnuarbeiði, sum hon sigur, er sera vælvirkandi og sterkt. Spurd um, hvussu tað er at liva sum erkabispafrúa, svarar Kaja, at tey eru altíð til arbeiðis. - Tað koma altíð fólk á gátt hjá okkum – líka mikið nær á samdøgrinum. Í Nigeria bankar ein ikki uppá. Tey standa uttanfyri og rópa ” Saloma ” til vit koma út, sigur Kaja. Salama er nakað tað sama sum Shalom er á hebraiskum, og tað merkir: Eg komi við friði. Fólkini, sum koma á gátt koma til alt. Summi til at fáa góð ráð og hjálp, meðan onnur bert koma fyri at heilsa uppá. Kaja sigur, at tað er bara ein partur av teirra lívi. Sosialt fólkaslag Kaja greiðir frá, at tað nigerianska fólki sum heild er eitt sera sosialt fólkaslag. Tey eru blíð og sera fyri- komandi fólk. - Nigerianska fólkið ar- beiðir sera nógv og hart, men tá tey so ikki arbeiða, tá duga tey sera væl at sita saman og hugna sær til eina sosiala samveru. Og børn- ini verða borin á rygginum til tey eru um tvey ára ald- ur, so tað er eitt annað slag av sambandi ímillum fólk- ini har enn vit kenna tað her í Føroyum, sigur Kaja. Hon greiðir eisini frá, at Nigeria er eitt sera stórt land. Tað búgva 115 milli- ónir fólk í landinum, og tað eru 270 ymisk mál og stammur. Eisini er landið sera fjølbroytt. Alt frá tí hartarbeiðandi manninum ella kvinnuni úti á landin- um til ta meiri vestur- lendsku stórbýarmentanina í Lagos ella øðrum kendum býum í Nigeria. Tá tað eru so mong ym- isk mál og stammur, so eru eisini stórir og sjónligir munir á mentanum ymsa- staðni í landinum. Onkra- staðni er tað kvinnan, sum arbeiðir hart og skal breyð- føða familjuna, meðan tað aðrastaðni er maðurin, sum ger tað. Summa staðni er tað eisini vanligt, at menn- inir hava fleiri konur. Men tað er ymiskt frá stammu til stammu ella staði til stað. Kaja og maðurin eiga tríggjar synir sum eru 15, 18 og 19 ára gamlir. Tey búgva í einum býi, sum eitur Numan, og har kann hitin lættliga koma upp á 46 gradir í skugganum. Og av tí at býurin liggur tætt við Benue ánna, so er tað sera fuktigt har um leiðir. Nakað sum er sera ósunt. So Missiónin hevur eitt heim í einum øðrum býi, sum eitur Jos, har limir kunnu fara at halda til, meðan tað er so heitt, har tey búgva. Hesin býurin liggur á hálandinum, og er hann mest sum at sammeta við ein vesturlendskan stór- bý við sølumiðstøðum og øllum sum hartil hoyrir. Heim annaðhvørt ár Í starvsáttmálanum hjá Kaju er tað krav, at hon skal fara til sítt heimland annað- hvørt ár. Og meðan hon er heima, skal hon greiða frá sínum arbeiði í Nigeria. Og tað hevur hon so gjørt, meðan hon hevur verið heima. Hon skal avstað aftur til Nigeria í dag. Tað eru nú 33 ár síðani Kaja fór úr Føroyum, og í hesum tíðarskeiðið hevur hon verið heima og búð í eitt ár. Og so búði hon eitt ár í USA. - Tað var meðan maður mín las í USA. Hann var har frá 1987 til 1989, og tá var eg heima í eitt heilt ár, men annars havi eg ikki búð her síðani eg flutti sum 23 ára gomul. Kaja og maðurin eiga sum sagt tríggjar synir. Ein teirra er staddur í Nigeria beint nú, har hann gongur í skúla, meðan hinir báðir eru í Danmark og lesa. Kaja greiðir frá, at dreingirnir fóru heimanífrá sum sjey ára gamlir at ganga í skúla. Hesin skúlin liggur í Jos, býnum, har Missiónin hevur frítíðar- heimið til familjuna. Men hann liggur 500 kilometrar frá heimstaðnum hjá Kaju og teimum. - Tað er sjálvandi ikki lætt at vera frá sínum børn- um, men um teir skuldu fáa ta bestu skúlagongdina yvirhøvur og tann besta skúlan, so var tað neyðugt, at teir fluttu til Jos, sigur Kaja. Tá vit at enda spyrja Kaju, um hon hevði kunnað komið aftur til Føroyar at búgva, svarar hon ivaleys á málinum: - Um øll kundu komið við mær, so hevði eg væl kunnað búð her aftur. Erkabispafrúa og trúboðari í Nigeria Kaja Nemuel var einans 23 ára gomul, tá hon fór úr Føroyum fyrstu ferð til Nigeria at arbeiða Næstan 80 ára gamal á floti - Tað er so vælsignað at sleppa á flot ein góðan dag sum hend- an, sigur Hans Jakku á Gadd ÚTRÓÐUR Vilmund Jacobsen Leygardagin var Hans Jakku á Gadd á Nesi á floti saman við einum av systir- synunum við 25-fóts báti- num, Norðkapp, ið systur- sonurin eigur. Teir fóru avstað fyri kl. 8.00 á morgni og vóru ikki aftur fyrr enn í skýmingini, 12 tímar seinni. Teir royndu við snøri um grynnurnar á leiðini við Høgnaboða. Veiðan vá umleið 250 pund, meginparturin gráur fiskur. Nakað høvdu teir eisini av hýsu, so teir hava onkustaðni rikið framvið bleytum botni. Sosialurin var framvið, tá ið teir komu aftur. So vælsignað... Tað var ein vælnøgdur Hans Jakku, sum steig upp úr bátinum. Sjálvur hevur hann havt bát, sum hann seldi fyri nøkrum árum síðan. Hans Jakka dámar ógvu- liga væl at vera á floti, og hann er ágrýtin við snøri- num, men síðan hann seldi bátin, eru túrarnir vorðnir færri og færri. Tó fer hann ein túr við systursoninum av og á, og hann er glaður fyri hvørja løtu, tað rullar undir fótum. Hans Jakku sigur, at lítið var at fáa hendan dagin, men slagið var hampiliga gott. - Tað er so vælsignað at sleppa á flot ein góðan dag sum hendan. Tá ið vit fóru í morgun, var eitt sindur tvassut á Eystnesi, men dagurin royndist væl , og vit høvdu fínasta veður all- an dagin, sigur hann. Stuttligt at verið ungur Hans Jakku hevur ofta havt á munni, nú hann er komin nakað uppí árini, at tað hevði verið stuttligt at verið ungur og raskur í dag, nú bátarnir og útgerðin eru so góð, og nógvur fiskur hev- ur verið at fingið. Heilsan er hampiliga góð, og hugurin er ógvuliga góður. So, hetta verður neyvan seinasti túrurin saman við systursoninum hjá tí skjótt áttatiára gamla nesmanninum. Nú Hans Jakku ongan bát hevur sjálvur, eru túrarnir ikki so nógvir. - Tað hevði verið stuttligt at verið ungur í dag, nú bátarnir og útgerðin eru so góð- og nógvur fiskur hevur verið at fingið. Mynd: Vilmund Jacobsen Ein vælnøgdur Hans Jakku á Gadd, júst komin upp úr bátinum. - Tað er so vælsignað at flóta ein góðan dag. Mynd: Vilmund Jacobsen Pinnamatur av Svangaskarði og ein betri døgurði Á sjálvum stovning- ardegnum hjá Fiska- marknaði Føroya bjóðaði felagið til móttøku í gjár. Hálvt ár eftir stovningar- dagin, byrjaði felagið sítt virksemi við upp- boðssølu av fiski. MÓTTØKA Vilmund Jacobsen Í gjár, 24. september, bjóð- aði Fiskamarknaður Føroya til móttøku í samband við, at 10 ár vóru liðin, síðan felagið varð stovnað. Mót- tøkan var í hølunum á Toft- um, har felagið hevur størsta partin av sínum virksemi. Borðreitt varð við pinnamati og onkrum at leska sær við. Maturin kom av Svangaskarði, og tað var Verner Olsen, sum tók sær av hesum partinum. Tá ið Sosialurin frætti av Fiskamarknaðinum gjára- morgunin, sum móttøkan skuldi vera frá kl. 15-17, væntaðu tey fyrst og fremst vitjan av stovnarum, við- skiftafólki og øðrum, sum vildu støkka inn á gólvið og heilsa felagnum. - Vit lata ikki aftur í sam- band við dagin, tí tað letur seg ikki gera, men allar søl- urnar hava verið í morgun. Væntast kann, at onkur út- róðrarbátur kemur við fiski seinni í dag ella í kvøld. Vit hava tó valt at hava ein steðg í virkseminum, með- an móttøkan verður, søgdu tey á Fiskamarknaðinum fyrrapartin í gjár. Í gjárkvøldið bjóðaði fel- agið øllum starvsfólkum til ein betri døgurða í hølunum hjá Tofta Ítróttarfelag á Svanga- skarði. Læt upp árið eftir Hálvt ár eftir, at Fiska- marknaður Føroya varð stovnaður, byrjaði felagið sítt virksemi við uppboðs- sølu av fiski. Hetta var seinnapartin í mars í 1993. So, sjálvt søluvirksemið hevur ikki 10 ár á baki fyrr komandi vár. Í síðstu viku hevði Sosi- alurin samrøðu við Olaf Olsen, sum er nevndarfor- maður í Fiskamarknaði Føroya og var ein av stig- takarunum til uppboðssøl- una. Í samrøðuni segði hann, at virksemið hjá felagnum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri søluna av fiski og fiskiídnaðin á landi, sum hevur kunnað lagt seg eftir at fáa mest møguligt burtur úr ymisku fiskasløg- unum. - Við uppboðssøluni av fiski kom marknaðarprís- urin eisini til skipini, segði Olaf Olsen, nevndarfor- maður. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Einasta fiskavirki í landi- num, sum ikki kann ringj- ast til á vanligan hátt og spyrja, um skip hava land- að, á er Kósini í Klaksvík. Líka síðan 1979 havi eg altíð havt góð viðurskifti við teir, sum vita um vekt- ina, eisini á Kósini. Men einaferð í vár vísti tað seg, at alt skuldi ganga um stjóran, og tá ber tíverri ikki altíð so væl til at siga ítøkiliga, hvat skipini hava. Á Kósini hava tey "vektamann", sum vit plagdu at kunna spyrja um landingartøl, men tað ber ikki til longur. Ein stjóri veit nógv, men tað er ikki altíð, hann veit ítøkiliga at siga okkum, hvat skipini hava inni, og tað er minni enn so, at ein stjóri altíð er at hitta. Hann skal jú fundast og annars verða upptikin av øðrum arbeiði av og á. Hinvegin er "vektamaðurin" oftast at hitta - og hann situr eisini við tølunum, men haðani kunnu vit einki fáa at vita longur. - Vit hava so ringar royndir av tíðindafólki, siga tey - tó uttan at siga ítøki- liga, hvørjar hesar ringu royndir eru. Spell er tað, at stóra flakavirki í Klaksvík, sum eg altíð havi havt tokka til, ikki vil siga landingartøl, sum allir aðrir kunnu. Og tað er eisini spell fyri heildarmyndina, tá ið flestu av hinum virkjunum, vit tosa við, eru undir sama hatti. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at heitt á Kós- ina um at sent okkum land- ingartøl sum e-post... Kósin eitt "lukkað land" C M Y K 7 6