mikudagur 25. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 183 - 25. september 2002
Nr. 183 - 25. september 2002
9
Hugni pensionistafelag útferð til Havnar
Hósdagin 19. septem-
bur var Hugni, pens-
ionistafelagið í Klaks-
vík útferð til Havnar.
Ein frágera góður túr-
ur siga tey, har tey
millum annað fingu
høvi at vitja Norður-
landahúsið og Forn-
minnissavnið
ÚTFERÐ
Solby A. Eliasen
Tá ferðalagið kom til høv-
uðsstaðin, var fyrst av øll-
um farið inn á gólvið í Til-
haldinum. Karin Poulsen
var ein av teimum, sum var
við í ferðalagnum. Hon
greiðir frá, at tey vóru so
sera blíð og vinarlig í Til-
haldinum.
- Har bjóðaðu tey temunn
og lekra ananaskøku aftur
við, umframt deiligar smá-
køkur, sigur Karin.
Ferðalagið fekk eisini
høvi til at síggja húsið, sum
Tilhaldið húsast í.
Klokkan tólv var farið
við bussinum hjá Sámal
Bláhamar frá Tilhaldinum
og niðan til Hoyvíkar, har
tey sluppu at síggja Kirkju-
bøstólarnar. Karin Poulsen
sigur, at hetta hildu tey vera
avbera áhugavert.
Harfrá gekk leiðin oman
í Tinghúsið, har ein kvinna
tók
ímóti
teimum
og
greiddi bæði væl og virði-
liga frá.
At enda fór ferðalagið
við bussinum niðan í Norð-
urlandahúsið.
- Tað er eitt hús, sum vit
føroyingar skula vera glað-
ar fyri, heldur Karin Poul-
sen.
Tey fingu ein bita at eta,
áðrenn tey fóru at lurta eftir
Karin Kjølbro, formanni-
num
í
húsinum.
Hon
greiddi frá virkseminum í
húsinum, og hon segði, at
hon var glað fyri at síggja
so nógvar klaksvíkingar
har.
Tá klokkan var farin av
17, koyrdi Sámal Bláhamar
ferðalagið aftur til Leirvík-
ar, hann greiddi teimum frá
ymiskum á vegnum.
Karin Poulsen sigur, at
hetta var ein avbera góður
túrur, og tey ynskja øll
somul at takka Sámal Blá-
hamar fyri ein avbera góð-
an túr.
Tey, ið vóru við hendan túrin, vóru: Jonhild Henriksen, Billa Høgnesen, Judith Lydersen, Karin
Poulsen, Hanna Johannesen, Nancy Mikkelsen, Saloma
Poulsen, Mathilda Poulsen, Anna Olsen, Maria Mellemgaard, Lydia Jensen, Elna Dahl, Amanda Hansen, Ingibjørg Thomassen, Sunneva Thomassen, Elinborg
Thomsen, Petra Hansen, Ruth Gregersen, Hjalmar Gregeren, Elken Petersen, Tórhild Sólheygg, Kitty Samuelsen, Elin Joensen
Mynd: Jens K. Vang
Náttarvakt verður oddamaður í Týr
24 ára gamli Allan
Streymoy er nýggjur
sangari í einum av
best umtóktu før-
oysku bólkunum í
løtuni. Men hvør er
maðurin, og hvat
hevur hann tikist við
innan tónleik. Fá
svarið her
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Í farnu viku boðaði Týr frá,
at teir hava fingið ein
nýggjan sangara, eftir at
tann dugnaligi Pól Arni
Holm hevði tikið seg úr
bólkinum. Orsøkin var, at
Týr ger støðugt nógv við
tónleikin, og hetta hevur
Pól Arni ikki stundir til.
Nýggjur sangari í bólki-
num er 24 ára gamli Allan
Streymoy, sum er beiggi
trummusláaran í Týr. Allan
kemur av Glyvrum, men er
búsitandi í Keypmanna-
havn, har hann starvast sum
náttarvaktur á einum av
gistingarhúsunum í miðbý-
num.
Ikki í bólki áður
Men hvat hevur Allan
Streymoy so tikist við inn-
an tónleik.
– Um eg skal fara heilt
aftur í tíðina, so spældi eg
klaver eina tíð fyri tíggju
árum síðani. Eg royndi eis-
ini at læra meg at spæla
kornett, men tað gekk
minni væl. Eg havi eisini
gingið nógv til gittarfrá-
læru, og bróður hevur eisini
lært meg onkrar taktir á
trummur, greiðir Allan frá.
– Tá tað snýr seg um
sang, havi eg ongantíð fyrr
roynt meg sum forsangara,
men eg havi sungið við í
ymiskum kórum á Skála-
fjørðinum, men seinastu
fýra árini havi eg havt ein
steðg, so fólk hava ikki sæð
meg í nøkrum bólki áður,
sigur hann.
Nú snýr tað seg
um tónleik
Allan helt, at tað ljóðaði
spennandi, tá teir í Týr
spurdu hann, um hann
hevði hug at gerast sangari
hjá teimum.
– Pól Arni verður sera
torførur at loysa av, og hann
hevur havt stóra ávirkan á
meg sum sangari. Eg ætli
mær ikki at lata meg í hans-
ara skógvar, men royna at
hava mínar egnu skógvar
uppi á, og eg trúgvi, at við
miðvísum arbeiði fæst eitt
gott úrslit.
Týr ætlar veruliga at
leggja seg eftir at spæla
tónleik næstu mánaðirnar.
Teir venja fleiri tímar um
dagin, og fleiri spennandi
uppgávur eru fyri framman.
– Tá eg var ungur drong-
ur, var eg vísur í, at eg
skuldi liva av at spæla fót-
bólt, men hesum forðaði
ein ryggskaði fyri. Síðani
havi eg fingið nýggjar
dreymar, og nú verður tað
tónleikur, sum eg fari at
satsa uppá, sigur Allan
Streymoy.
Fyrsta almenna uppgáv-
an hjá Allani sum sangari í
Týr verður í Sumpinum á
Oyrasundi tann 12. oktob-
er.
– Tá eg var ungur drongur,
var eg vísur í, at eg skuldi
liva av at spæla fótbólt, men
hesum forðaði ein ryggskaði
fyri. Síðani havi eg fingið
nýggjar dreymar, og nú
verður tað tónleikur, sum eg
fari at satsa uppá, sigur
Allan Streymoy
398 fólk keyptu
atgongumerki til
stóru mynt- og
telefonkortsavnara
stevnuna, ið varð
hildin í Norðurlanda-
húsinum um viku-
skiftið
STEVNA
Heri á Rógvi
Síðsta vikuskiftið varð stór
mynt- og telefonkortsavn-
ara stevna hildin í Norður-
landahúsinum í Havn.
Tað var Føroya Tele, ið
skipaði fyri stevnuni í sam-
starvi við Myntsavnarafel-
ag Føroya.
Jens Pauli Nolsøe, leiðari
á Teleforlagnum hjá Føroya
Tele, ið stendur fyri útgáv-
um av telefonkortum í Før-
oyum, sigur, at stevnan
eydnaðist sera væl.
–Vit sóu tað sum um, at
vit náddu okkara málið,
sigur Jens Pauli Nolsøe.
Leiðarin á Teleforlagnum
sigur, at teir mettu seg eftir
at fáa eini 350 niðan í
Norðurlandahúsið, og tað
málið rukku teir so.
Sjálv stevnan varð sett
leygardagin klokkan 11.
Stevnan var opin leygar-
dagin til kl. 17, og sunnu-
dagin var stevnan opin frá
kl. 14 til 17.30. Tað var for-
maðurin í Mentanarnevnd-
ini hjá løgtinginum, Annita
á Fríðriksmørk, ið setti
stevnuna.
– At samla uppá myntir
ella telefonkort, hevur ikki
bara týdning fyri tykkum,
sum samla. Tað hevur eisini
ein søguligan samfelags-
týdning.
Fert tú inn á eitt forn-
minnissavn her í Hoyvík
ella aðrastaðni í verðini, so
finnur tú sum oftast eitt
pláss við myntum. Hví tað?
Tí
hesir
vísa,
hvussu
gongdin hevur verið fyri
hetta so specifikka økið.
Og myntir – ella pengar –
er nú heldur ikki, hvat sum
helst í tilveru okkara í dag,
og er ikki nakað nýtt fyri-
brigdi heldur, segði Annita
á Fríðriksmørk millum ann-
að. Setanarrøðan kann les-
ast í fullum líki á blaðsíðu
25 í blaðnum í dag.
Báðar dagarnar kundu
fólk fáa virðismett penga-
seðlar, myntir ella telefon-
kort. Ole Sembach frá
Sembach’s í Keypmanna-
havn og Jan T. Sørensen frá
Filatelistisk & Numisma-
tisk Forlag í Keypmanna-
havn virðismettu.
Ole Sembach er víðagitin
í savnara høpi. Hann hevur
egnan handil í Keypmanna-
havn og við sær til Føroya
hevði hann fleiri forkunn-
ugar myntir. Eisini føroysk-
ar pengaseðlar og myntir
eigur hann. Tann eina
myntin – frá 1769 – hevði
eitt virðið áljóðandi 38.000
kr.
Valdimar Tómasson helt
eisini tveir fyrilestrar á
stevnuni.
Stevnan var í høvuðs-
heitum ætla føroyingum.
Auktión
Leygardagin kundi stevnan
borðreiða
við
einari
auktión. Myntir, pengaseðl-
ar og telefonkort verða seld
fyri hægsta boð. Eini 120
fólk vóru til staðar til
auktiónina. Lutirnir høvdu
eitt katalogvirði og nevnt
var eitt lægsta/byrjunarboð.
48 lutir vórðu seldir á
auktiónini.
Millum lutirnar vóru tvey
feilprentaði føroysk tele-
fonkort. Tey vóru ávíkavíst
við veðrinum og dúgvuni
sum mynd. Undir fram-
leiðsluni varð skeivur dagur
skrivaður á fyri nær kortið
skuldi ganga út. Dagurin á
kortinum var 31. februar,
og hetta ger kortini serliga
virðismikil. Føroya Tele,
ella Telefonverkið, sum tað
kallaðist tá, hevur roynt at
burturbeint øll hesi kortini,
men onkri eru enn at finna
millum manna. Bæði kort-
ini eru frá 1994.
Kortið við dúgvuni fór
fyri 660 kr., og kortið við
feilprenti og mynd av eyð-
kenda veðrinum varð selt
fyri 1.260 kr.
Hesi kortini eru ógvuliga
sjáldsom, og kunnu tey
valla verða gjørd av nýggj-
um. Jens Pauli Nolsøe sig-
ur, at teir hava áhuga fyri
hesum sløgum av kortum
eisini sjálvir.
Føroya Tele byrjaði at
framleiða
telefonkort
í
1993. Higartil eru 38 kort
framleid. Tað er tó rættiliga
skiftandi, hvussu ofta nýggj
kort verða framleidd. í
2001 vórðu 10 kort fram-
leidd, men bert tvey í ár, og
einki nýtt kort er í stoypi-
skeiðini.
Jens Pauli Nolsøe greiðir
frá, at við fartelefonum og
øðrum er áhugin fyri tele-
fonkortunum
minkaður
nakað, men kortini verða
framvegis keypt.
Telefonkortini geva ikki
tað stóra útslagið í rokn-
skapinum hjá Føroya Tele.
Jens Pauli Nolsøe sigur, at
teir meta hetta meira sum
ein tænasta fyri kundarnar,
enn nakað annað.
Umvegis eitt danskt um-
boð er Føroya Tele í sam-
band við einar 400 samlarar
kring allan heim. Hesir
liggja allir framvið at ogna
sær føroysk telefonkort.
Jens Pauli Nolsøe sigur, at
tað eru fleiri føroyingar í
eiga øll kortini hjá teimum.
Týdningarmikið fyri virðið
er, at kortini eru í góðum
standi, og tí fáast tey eisini
í serligum mappum við
fleiri telefonkortum í hvørj-
ari mappu.
Minni format
Savnarastevnan varð hildin
í
Norðurlandahúsinum
hesaferð, men sambært
Jens Paula Nolsøe skulu vit
ikki rokna við, at stevnan
verður at síggja aftur næsta
ár í sama líki.
– Roknast kann við, at vit
kunnu luttaka á einari savn-
arastevnu hjá Myntsavnara-
felagnum, men talan verður
nokk ikki um nakra líkn-
andi stevnu aftur næsta ár,
sigur Jens Pauli Nolsøe.
Tað var Føroya Tele, sum
skaffaði stevnuni innivíst í
Norðurlandahúsinum,
í
sambandi leiklutin sum
Listastevnuvinur.
Hevur tú vunnið?
Tey 398 fólkini, ið keyptu
atgongumerki til savnara-
stevnuna um vikuskiftið,
fingu eisini ein lutaseðil
fyri sínar 20 kr.
Millum øll seld atgongu-
merki varð drigin lut um
ein vinning. Vinningurin er
ein fartelefon – ein Nokia
3410. Trupulleikin er bert
tann, at vinnarin enn ikki
hevur gjørt vart við seg.
Atgongumerki
nummar
0211 vann fartelefonina,
men hvør viðkomandi, eru
dreingirnir hjá Føroya Tele
enn óvitandi um. Rennur tú
teg á nummar 0211, kanst
tú seta teg í samband við
Jens Pauli Nolsøe hjá Før-
oya Tele hjá Teleforlagnum
á telefonnummar 303030.
Inntil víðari liggur telefon
still.
Savnarar savnaðust
Ole Sembach frá Sembach’s í
Keypmannahavn veit nógv
um og eigur nógvar myntir.
Dýrasta myntin, hann hevði
við sær, hevði eitt virði
áljóðandi 38.000 kr, frá
1769. Hann var eisini við til
at virðismeta myntir hjá
føroyingum
Mynd: Jens Kristian Vang.
Samráðingarnar um
Bussleiðina í Havn
eru lidnar, og sátt-
málin vantar bert at
verða góðkendur og
undirskrivaður
BUSSLEIÐIN
Heri á Rógvi
Tað er nú komið so langt
ávegis við samráðingunum
um Bussleiðina í Havn, at
endaliga avtalan verður
væntandi undirskrivað í
vikuni.
Hetta sigur Bogi Harald-
sen, sum starvast hjá Tekn-
iskudeild hjá Tórshavnar
býráð.
Hann greiðir frá, at sam-
ráðingarnar sum so eru
lidnar, og nú vanta bert
undirskriftirnar. Sáttmálin
liggur í løtuni á borðinum
hjá
tekniskastjóranum,
Marius Müller, sum skal
góðkenda sáttmálan. Hann
skal eisini saman við borg-
arstjóranum, Jan Christ-
iansen, undirskriva sáttmál-
an. Eisini skal Mourits
Mouritsen, stjóri og eigari
av Mourtitsens bussum,
skrivað undir. Hann er í løt-
uni burturstaddur, og hann
kann seinka endaliga undir-
skrivingini.
At sáttmálin nú er til
reiðar til at verða skrivaður
undir merkir, at kommunan
er sannførd, at veitarin, í
hesum førinum Mouritsens
bussar og Gundur bussar,
kann standa við tað, hann
hevur sagt og skrivað í til-
boðnum í sambandi við út-
bjóðingina.
Bogi Haraldsen greiðir
frá, at ein fittur partur av
samráðingunum hevur snúð
seg um, hvussu index
reguleringin skal fara fram,
t.e. talan er um ein sjey ára
sáttmála, har leggjast skal
uppfyri øktar útreiðslur.
Mourtitsens bussar og
Gundurs bussar hava boðið
at røkja Bussleiðina í Tórs-
havnar kommunu fyri í alt
10.710.843 kr. Talan er um
leiðirnar 1,2 og 3 í Havn og
4/4x í Kollafirði og Kald-
bak.
Verandi
sáttmáli
við
busseigararnar, sum í løtuni
røkja Bussleiðina, gongur
út 1. februar, sambært Boga
Haraldsen. Eftir hetta verða
tað Mourits og Gundur, ið
fara at koyra.
Bussleiðin avgreidd í vikuni
Sambært umsitingini hjá Tórshavnar kommunu er alt so gott
sum leyst og liðugt í sambandi við útbjóðingina av Bussleiðini.
Sáttmálin verður væntandi undirskrivaður í vikuni
C
M
Y
K
9
8