mikudagur 25. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 183 - 25. september 2002
Nr. 183 - 25. september 2002
11
Samgongan er eitt hús í split við seg sjálvt. Tað frættist
at kalla bert um klandur og um ósemjur, meðan púrt
einki konstruktivt kemur frá landsstýrinum. Hetta er
ein løgin støða, serstakliga tá hugsað verður um,
hvussu nógv orka varð løgd í at fáa júst hesa
samgongu upp á føtur. Samgonguskjalinum trýtur ikki
føgur orð og stór mál, men í politiska gerandisdegnum
sæst lítið og einki til hesi mál. Her druknar alt í
klandri, maktkampum millum flokkar og innanflokka.
Um nakrar dagar kemur fíggjarlógin á tingborð. Tá
verður spennandi at síggja, um samanhangur er
millum tey føgru orðini og tølini á fíggjarlógini. Eitt er
vist: skulu tey gyltu lyftini haldast, so má fíggjarlógin
hækka munandi longu frá 1. januar í 2003 og restina
av valskeiðinum. Tað verður ikki minni spennandi at
síggja, um minkaði blokkurin fer at ávirka alt hetta.
Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, at minkaði blokkur-
in als onga ávirkan hevur á komandi fíggjarlógina.
Tað verður áhugavert at síggja, hvussu hann loysir
tann knútin. Tí hvussu hann so vendir og snarar hesum
máli, so eru út við 400 milliónir úti av almenna
búskaparliga renslinum. Hesar skulu útvegast so ella
so, samstundis sum pláss skal vera fyri øllum teimum
gyltu lyftunum frá samgonguskjali og valstríði.
Fullveldið er lagt á hyllina fyri hetta valskeiðið, men
samstundis er boðað frá stórum yvirtøkum, nýggjum
ætlanum, stórum íløgum og skattalættum. Her hongur
ikki saman. Her kann ikki vera nóg mikið til allar
landsstýrismenn og teirra øki. Man tað ikki vera her, at
ein orsøkin til klandrið er at finna? Tá krubban er tóm,
býtast hestarnir sigur eitt gamalt orð.
Kemur fíggjarmálaráðharrin hinvegin við eini
fíggjarlóg, ið er økt samsvarandi lyftunum í sam-
gonguskjalinumn, so er tað møguligt, at gongd kemur
á politiska arbeiðið, ið higartil hevur ligið púra stilt.
Men við minkaðum blokki gerst hetta ikki uttan
skattahækkingar. Tað er torført at hugsa sær, at als
einki skal henda, og tí velur fíggjarmálaráðharrin
ivaleyst skattahækkingarnar í hesum umfari. Vit eru
fyrst í einum valskeiði, og hann kann vóna, at veljar-
arnir gloyma lyftini um skattalættar, móti at nakað
munagott hendir á øllum samfelagsøkjum her og nú.
Tørvurin er ómetaligur, tí so nógv hevur ligið á láni
hesi seinastu fýra árini, orsakað av hansara sera kon-
servativa fíggjarpolitikki.
Tað fíggjarmálaráðharrin ræðist mest er, at veljararnir
skulu fáa ta fatan, at politiska deyðavatnið stavar frá
minkanini í blokkinum. Tí má hann handla nú og
koma við eini nógv øktari fíggjarlóg, sjálvt um hetta er
í mótstríð við politikkin hjá sterkasta samgonguflokk-
inum, fólkaflokkinum. So kunnu vit kanska vænta
eina symbolska skattalækking móti vali aftur. Livst so
spyrst. Klandrið man tó fara at halda fram, tí
orsøkirnar eru nokk ikki bara tann tóma krubban. Her
eru onnur mál, sum skilja, og tað fara vit at venda aftur
til seinni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innanhýsis stríð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Útferð í Eysturoynna
Palli Dalsgaard
Sunnudagin 14. sept. gjørdi
Sandoyar Sýslu Ferðalag
útferð við bussi av Sandi
inn í Eysturoynna. Veðrið
var gott, dimmviðrað men
turt fyri tað mesta. Farið
var av Sandi til Skopunar,
har nøkur av ferðalagnum
komu við, síðan við Teist-
anum um fjørðin. Í Havn
var eisini onkur, sum hevði
áhugað fyri hesi útferð. Tá
alt fólkið var samlað, vit
vóru 21 í tali, var ikki
steðgað á fyrr enn í gamla
Próstagarðinum úti á Nesi.
Fyri okkum, sum ikki
høvdu verið har áður, tað
vóru tey allar flestu, var
hendan vitjan áhugaverd.
Hugsa sær til, at tá hesi
húsini vóru bygd, vóru tey
næststørstu hús í Føroyum,
einans
Amtmannsborgin
var størri. Inni har fingu vit
nógv at síggja og vita, blíð-
skapurin var góður, oman á
fingu vit kaffi, te og væl-
smakkandi køkur.
Av Nesi koyrdu vit til
Æðuvíkar. Tey, ið har
búgva, eru fyri ikki so lang-
ari tíð síðan heiðrað fyri
væl hildna bygd, tað er hon
eisini. Tá man sær alt tað
slættlendi, ið har er, er væl
hugsandi, at menn, ið hava
havt hug til at velta upp úr
nýggjum, hava búsett seg
har. Lendið hevur verið
dragandi á so mangan hátt.
Úr Æðuvík gekk leiðin til
Runavíkar, har fingu vit ein
góðan døgurða á John’s
Restaurant. Síðan til Leir-
víkar, har vit vitjaðu Báta-
og Málningasavnið. Savnið
er í einum stórum húsum
niðri á bryggjuni, ið hevur
verið pakkhús, og vísir seg
at vera væl egnað til enda-
málið. Har er nógv áhuga-
vert at síggja, eisini har var
fólk, ið greiddu frá tí, ið
inni var.
Við havnarlagið í Leirvík
var so reint og ruddiligt, at
tað kundi eingin gestur lata
vera at bíta merki í.
Seinasta savnið, vit vitj-
aðu, var í Fuglafirði, har
vóru vit inni í Piddasa
handli og Riberhúsi, har
eisini var áhugavert, eins
og í teim plássum, vit
høvdu verið í framman-
undan, og har fekk tú eisini
ta vitan, tú vildi hava.
Á loftinum í Riberhúsi
keyptu vit okkum kaffi og
køkur. Riberhús er pakk-
húsið, sum hoyrir til hand-
ilin. Navnið fekk pakk-
húsið av skipinum, sum
førdi vøru til handilin.
Skipið at »Riberhus«.
Úr Fuglafirði koyrdu vit
til Elduvíkar, so gekk leiðin
aftur til Havnar, har tey
fólkini, sum komin vóru
haðani, vórðu sett av, og so
á Gomlurætt. Eg fór úr
Skálavík kl. 7.00 á morgni
og var aftur við hús kl.
20.00, ein langur men væl
eydnaður dagur.
Hvør livir til næsta ár vita
vit ikki. Men at túrurin
næsta ár, um hann verður
gjørdur, verður vestur í
Vágar og ikki endar fyrr
enn í Gásadali er lítið at
ivast í.
Til Føroya Sílaveiðufelag og aðrar,
um so er at teir eru
Sólvit Simonsen
Eg sat á einum stóli og lurt-
aði eftir útvarpinum, kemur
ikki útvarpsmaðurin og for-
telur okkum, at sílaveiðu-
felagið hevur klagað um
aling á Sands vág. Eg ivist
stórliga í, um hetta eru
edrúir
menn,
ið
hava
klagað. Eg veit onki annað
um nú í nógv harrans ár,
enn at ymsar kanningar eru
gjørdar av Sands vatni, tí
ongi síl hava verið í
vatninum. Og nú skal tað
knappliga vera ein aliring-
ur, sum liggur langt úti á
Sands vág, ið forðar sílum í
at koma niðan í vatnið. Eg
kundi tonkt mær at vita,
hvat Sílaveiðufelagið og
maðurin, ið nevndur bleiv í
útvarpinum, hava at bjóða
okkum ístaðin fyri smolt-
alingina. Eitt felag søkti um
at fáa aling á Sands vág,
men tað kundi ikki lata seg
gera, tí landsstýrið hevði
lagt Sandoynna av til smolt
burturav. Hetta fekk komm-
unan á Sandi greið boð um,
og mátti hon tí taka av til-
boðnum, sum nú er, og tað
eiga teir at standa við. Í
turkinum í summar hendi
tað, at áin úr Sands vatni
var heil, so sum ofta hendir,
og tá sigur tað seg sjálvt, at
ikki er svimjandi hjá sílum
eftir sandinum. Tá stóðu
sílaveiðumenninir hendur í
lumma og søgdu »keðiligt«
ístaðin fyri at taka og grava
ánna, tá stóðu síl uttan fyri
og bíðaðu eftir at áin skuldi
renna; men tey apaðust ikki
upp á nakran aliring.
Síðan hendi tað, at tá ið
áin fór at renna, breyt hon
sær veg heilt yvir undir
bakkanum, og er har sera
grunt og hart lendi, so hetta
gevur
trupulleikar
hjá
sílum at sleppa niðan.
Annars er at siga, at í
mínum ungu árum bleiv áin
grivin av ungdóminum.
Hetta komst av, at spæli-
pláss var á sandinum oman
fyri Mølheygarnar, so tá ið
áin var heil, fleyt inn á
plenuna og so maður av
húsi við spaka at grava
ánna. Vit savnaðu pengar
saman at gera spæliplássið
í stand við, væl gekk, vit
áttu nógvan pening, men tá
ið skuldi farast til verka,
kom yvirfriðingarnevndin
úr Havn og noktaði okkum
at hava spæliplássið; men
at tað var nógvar ferðir
vakrari tá enn ruinurnar nú
eru, tað minnast sandingar
væl og eru sera skuffaðir.
Nú sær aftur út, sum at
nakrir rík menn úr Havn
aftur skulu koma her og
forða okkum vinnuvegin,
men her eiga tit at halda
fingrarnar vekk og lata
okkum fáa frið.
Fyrst í aliringurin kom
var tað grindin, ið skuldi
ræðast, grindin hevur verið,
og tað hevur ongin grinda-
rakstur verið betri enn tað
sama.
Annars
samanumtikið
eru tit sera væl komnir til
Sands, bæði at fiska og at
vitja; men soleiðis at taka
broddin av okkum, nei góð-
in, tað verður ikki.
SKÓTAHJÁLP
Tíðindaskriv
Skótahjálpin
læt
kr.
40.000,- til hvørja verkætl-
anina, har onnur fór til ljóð-
bókaarbeiðið, sum ljóð-
bókanevndin í Føroyum
skipar fyri.
Tað er ein mannarættur at
sleppa fram at bókmentum.
Tað er hesum mannarætti,
sum Skótahjálpin við tyg-
ara hjálp hevur stuðlað.
Endamálið hjá ljóðbóka-
nevndini er at røkka so
nógvum sjónar- og lesitarn-
aðum her á landi, sum til
ber. Tørvurin er alstórur;
talan er um øll í aldrinum
frá 1 til 100 ár. Tær
40.000,- krónurnar røkka
ikki so langt, men eru tó ein
bati, sum vit fegnast um.
Onnur
verkætlan
hjá
Skótahjálpini 2001 var í
Afrika. 40.000,- kr. vóru
latnar til eitt gentuheim,
sum Frelsunarherurin í
Noregi stuðlar. Genturnar,
sum annar verða illa við-
farnar í støðuni, hava eisini
peningaliga hjálp fyri neyð-
ini. Tær eru sera takksamar
fyri hjálpina úr Føroyum.
Ein slakur triðingur av
Skótahjálpini fór í ein
grunn, sum er tøkur til
brádliga íkomnar vanlukk-
ur, har børn verða rakt av
vanlukkuni.
Skótahjálpin 2002
Skótahjálpin bankar aftur á
dyrnar.
Neyðin er stór um allan
heimin, og Skótahjálpin fer
aftur í ár til verka í góðum
treysti.
Skótahjálpin kann einans
verða sum ein dropi í
havinum, men tað ber ikki
til bara at setast hendur í
favn og spyrja: »Hvat nytt-
ar tað sindri, sum Skóta-
hjálpin er før fyri, tá ið
hugsað verður um alla
neyðina, sum leikar á um
allan heim«.
Hóast henda kunnleika
um ta neyð, ið leikar um
allan heim, fer Skótahjálpin
til verka í tí treysti, at øll
hjálp er til bata.
Skótahjálpin veit eisini,
at um tygum ikki taka undir
við teimum tiltøkum, ið vit
kunnu hjálpa tygum við, so
verður eingin Skótahjálp.
Tí takka vit tygum, sum
taka ímóti okkara tilboði
um at hjálpa tygum við
einumhvørjum, hjartaliga
fyri vælvildina.
Um eitthvørt er áfatt hjá
tygum, so eru skótarnir fús-
ir at hjálpa tygum við tí.
Tað ræður um, at skótin
sleppur at gera eitthvørt,
sum viðkomandi fær eina
samsýning fyri.
Endamálið er, at frísk
børn hjálpa sjúkum børn-
um. Tað eru frísk og ferðug
børn, ið vilja stuðla og
hjálpa neyðstøddum, sjúk-
um annars illa støddum
børnum ungum bæði her á
landi og úti í heimi.
Skótahjálpin vil fegin
verða tann bøtandi hondin.
Hetta er 19. ferðin, at tær
fýra skótasamskipanirnar:
FH-skótarnir,
Føroya
Skótasamband, KFUK- og
KFUM-skótarnir, sum aftur
í ár skipa skótahjálpina.
Skótahjálpin í ár 2002 er
ætlað at fara til tvær verk-
ætlanir, eina heima á landi
og eina úti í heimi. Harum-
framt fer í mesta lagi ein
triðingur í grunn, sum
Skótahjálpin umsitur.
Verkætlanin
heima
á
landi er ætlað sum stuðul til
at útvega Leika- og Hug-
skotssavninum, ið er tengt
at Sernámsdeplinum, miðl-
ar, so at avvarðandi at brek-
aðum børnum og onnur
viðkomandi kunnu fáa at
komu at ymiskum miðlum,
sum kunnu menna tað brek-
aða barnið í gerandis-
degnum.
Leika- og Hugskotssavn-
ið er eitt neyðugt vitanar-
savn,
ætlað
brekaðum
børnum og viðkomandi,
sum eru um tey brekaðu
børnini, so at tey kunnu
kenna ein lætta í gerandis-
degnum.
Skótahjálpin hevur sam-
tykt at veita Leika- og Hug-
skotssavninum fíggjarligan
stuðul til tess at útvega
savninum
viðkomandi
miðlar.
Útlendska verkætlanin er
ætlað at stuðla Gøtubørn-
um í Kiev. Tað eru tíverri
nógv børn, sum mugu liva á
gøtuni bæði nátt og dag.
Foreldrini
hava
slept
ábyrgdini. Summi teirra
sleppa møguliga at sova
heima, men um dagin
mugu tey liva á gøtuni og
sjálvi finna sær eitthvørt til
matna.
Jórun Fonsdal, sum býr í
Kiev og gift manni haðani,
virkar millum gøtubørnini í
Kiev, Jórun og maðurin
royna eftir førimuni at
hjálpa hesum børnum, ið
vanliga eru 9-15 ára gomul.
Arbeiðið millum gøtu-
børnini krevur nógv av
teimum báðum. Tey hava
útvega børnunum eitt dag-
skýli, har tey kunnu verða
tríggjar dagar um vikuna.
Skótahjálpin hevur sam-
tykt at veita teimum báðum
fíggjarligan stuðul, so at tey
kunnu keypa undirvísing-
armiðlar til dagskýlið.
Í 1989 var eg í tí
sentimentala hjørninum
og yrkti ein sang um
beiggja mín, sum eg eri
errin av sum
fótbóltsspælara.
Hjartaliga tillukku við
runda degnum 22.9.
Vit í Fr. Petersensgøtu 5
Valdemar
Tú leikti so leikandi lætt á sandinum í meðaldeildini
og árini vóru bara 17 vetrar, men skjótt sást
at hegni og dirvi títt at spæla bólt vóru avbera góð,
og mundu teir sum vóru eldri vera stoltir av tær.
Ongantíð ein sá at reyv tú vendi ímóti nøkrum á vølli,
men beint fram tað gekk og har vóru stengurnar báðar,
mangur ein føroyingur tað sanna má í hesi 20 ár,
at hesin maður má væl passast uppá.
Har frammi tú spældi og væl tað gekk,
tú 17 mál tað eina árið fekk, hvar eru hesir garpar í dag.
Men tað sást at sterkur tú var og so í verjuna
tú koyrdur varð, men somu styrki tú har vísti.
Onkur heldur at tú harður var, men mangur málmaður tað
sanna má, at mongum manni og máli tú í síðstu løtu
mundi steðga, kanska okkurt straffi kom frá tær,
men ikki munnu tey vera so mong sum onkur heldur.
Nú tínir dagar á vøllinum fara at verða taldir,
tú einsamallur ert av teimum gomlu. Vit eru mong,
sum takka tær fyri tann trúskap og tað góða og sterka spæl
tú altíð vísti, gævi at maður kemur í mans stað.
J. E. á Løgmansbø
Filip G.D.Hansen
520 Leirvík
Táið vit taka ímóti gávu
Guds, ið er at vera frelstur
frá fordøming, ja tá ræður
um at vera tómhentur, og
taka ímóti hesi dýrabaru
gávu !
Men tá tað snýr seg um
Heilaggering teirra trúgv-
andi, so ræður um at hyggja
framm ímóti lønini ! tí ein
dag skulu øll, sum hava sett
sítt álit á Jesus Kristus,
koma fram fyri dómstól
Hansara, har skal koma
framm í ljósi alt tad sum
var dult - jú tað er satt, at
vit eru frelst frá fordøming,
tí skriftin sigur at eingin
fordøming er fyri tey sum í
Kristi Jesusi eru og at vit
ikki skullu koma til dóms,
men her er talan um at vit
ikki skullu vera dømd
saman við hesum heimi,
teimum sum hava vraka
frelsuna, tann dómin tók
Jesus á seg tá Hann doyði
fyri okkum, einaferð fyri
allar.
Men vit skullu vera
dømd og lønt eftir hvussu
vit hava hepnast við okkara
andaliga lívi !!
Guds orð talar nógv um
løn og verk eftir at vit eru
blivin frelst.
Rómbrævi 4:4-5 sigur:
Tann, ið virkar - honum
verður lønin rokna, ikki av
náði, men sum nakað, hann
eigur á.
Men tann, ið ikki virkar,
men trýr…..honum verður
trúgv hansara rokna til
rættvísi.
Vit eiga at minnast til, at
táið skriftin tosar um løn,
so er tað ikki frelsan, tí
frelsan er ikki løn, hon er
av náði einans, ein náði-
gáva, vunnin okkum við
Jesusar dýrabara blóði.
Men lønina fáa vit alt
eftir hvussu vit hava roynst
sum húshaldarar og tænarar
Guds, og eftir , um vit hava
gjørt tað sum okkum var
álagt! At vit eru ónyttugir
tænarar er so púra vist, og
tað eigur eisini at vera okk-
ara eymýkti holdningur, tí í
okkum sjálvum eru vit
einki ment at gera, Nei tað
er alt av Honum og við
Honum
Við tómum hondum
komi eg fram fyri Teg.
Tak meg, Harri,
nú, og fylg Tú við mær,
tí í mær sjálvum
eg einki kann,
men tá Tú leiðir meg,
tá kann eg tæna Tær!
Les eisini (1.Kor. 4:1-5)
og (2 Kor. 5:10)
Hetta er eitt umfatandi
evni, og eg havi sjálvur, fyri
kortum, fingið ljós yvir
mangt av hesum, og tað
sjálvt um eg havi veri ein
persónligur trúgvandi i
skjótt 30 ár. Eg vil upp-
muntra teg at lesa tað
nýggju bókina ”kreftir hins
komandi
heims”
eftir
Zacharias
Zachariassen,
sum forlagi Leirkerið gav
út fyrr í ár, hon kann geva
tær svær uppá nógv sum
kann vera torskilt fyri
mong trúgvandi. Hettar er
eitt evni sum hevur veri
undurvíst alt for líti í, í
okkara samkomum kring
landi.
Eg havi annars hoyrt
fleiri sagt hattar sama sum
tú sigur um akkurát handan
sangin, men eg haldi at tað
er tí at tey misskilja boð-
skapin. Tað eru mong, sum
hava fata sannleikan og
gleðina í Gleðiboðskapin-
um, men sum ikki hava fata
sannleikan,
gleðina
og
álvaran í at liva eitt virkið
lív, í tænastu fyri Harran,
og at vinna sálir fyri Hann.
”Sum tú sáar, skalt tú
heysta, minst til tað” sigur
ein annar sálmur. Jú vit
eiga at samla okkum skattir
/løn í Himli, tí ein dag
skullu vit øll vera lønt eftir
verkið, Bíblian sigur, ”har
sum skattur tín er, verður
hjarta títt við”. Lat okkum
tí hava skattin á røttum stað
!
Opinberingin
22:12
sigur:
Eg komi skjótt, og løn
Mín er við Mær til at lata
ein og hvønn fáa, eftir sum
verk hansara er.
So lat okkum koma til
Jesus
sum
tómhentir
syndarar, men vit eiga ikki
at vera tómhentir tænarar
og húshaldarar Guds. Má
Hann hjálpa okkum at gera
tað sum okkum er álagt !
”at vera íðin í verkið”.
VIÐMERKINGAR
Svar til ”Tómhentur syndari” Dimmalætting
11 sep. 02
17.08.2002 Leygardagur
Vanafull leiðin mín her
góðveðursmorgunin snimma
bakaradyrnar standa víðopnar nú
framm stundar sær móti fimm her
summarsins løtur á morgni ein sær
nú lýsir for degi og minni -
Fækkast á gøtuni - javnaldrar mín
hvør er hin næsti í rekkju
eingin er megnaður siga til tín
dagur er taldur - hygg eftir
útsjónd og aldur ei skobráði gav
við líggjanum kom hann hin sterki -
Vit sita eftir sum dumbur á ból
gálva og stæra í loftið
hvar fara Hanus- Janus og Pól
Anna - Jana - Cornetta
Takk fyri lívið og vinirnar her
skrivað tað stendur eftir!
Albert
Skótahjálpin takkar hjartaliga
fyri dygga stuðulin
C
M
Y
K
11
10