Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 183 - 25. september 2002 Nr. 183 - 25. september 2002 13 Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur latið fíggjarlógarupp- skotið fyri 2003 úr hondum. – Fíggjar- lógin fer at geva yvirskot, og pláss verða eisini fyri skattalættum, sigur landsstýrismaðurin, sum annars ikki vil tosa um tøl, áðrenn uppskotið verður lagt fram alment mána- dagin FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt Karsten Hansen, landsstýr- ismaður í fíggjarmálum, hevur lagt síðstu hond á uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár. Uppskotið er farið til prentingar og skal leggj- ast fram fram á tíðinda- fundi mánadagin. Fíggjarlógin fyri 2003 er fyrsta fíggjarlóg hjá hesi samgonguni, sum sá dagsins ljós 6.juni í ár. Á búskaparliga økinum hava teir fýra flokkarnir sett sær fýra mál, sum eru feld niður í sjálvt samgongu- skjalið: • Búskaparliga skal mun- urin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum • Landsstýrið miðar eftir at gjalda niður skuld skjótari enn ætlað • Blokkstuðulin verður fastfrystur • Skatturin skal lækka Karsten Hansen sigur, at hóast stór mál vóru niður- feld í samgonguskjalið, so metir hann, at fíggjarlógin fyri 2003 fer at liva upp til samgonguskjalið. Fíggjar- lógin fyri í ár er tann fyrsta, síðan ríkisveitingin úr Dan- mark varð skerd, og 623 milliónir krónur verður eisini upphæddin, sum kemur úr Danmark næsta ár. - Málið er jú, at vit sum frálíður skulu fáa ein sjálv- berandi búskap. Vit kenna fortreytirnar, og tí noyðast vit at laga fíggjarlógina eftir hesum, sigur Karsten Hansen. Hann slær tó fast, at yvirskot verður á fíggjar- lógini fyri næsta ár. Verður pláss til íløgur Karsten Hansen vil ikki siga, hvussu nógv verður eftir til íløgur á fíggjar- lógini fyri næsta ár – hann vil bara siga, at rúmd verður at gera íløgur.Men tað er sumt, sum bendir á, at spurningurin um rað- festing av íløgum verður meira aktuellur nú enn fleiri av undanfarnu árum. Tí landskassin hevur longu bundið seg til fleiri íløgur, sum lættliga kunnu køva allan annan íløgutørv hjá tí almenna. Landskassin hevur bund- ið seg til at gjalda 102 milliónir krónur í avdrátt- um til nýggja Suðuroyar- skipið næsta ár, og harum- framt skulu íløgur gerast fyri 30-35 milliónir krónur í samferðsluhavnir í Suður- oynni. Harumframt skulu 30 milliónir gjaldast næsta ár til Norðoyatunnilin og 20 milliónir krónur til undir- sjóvartunnilin um Vest- mannasund. Í sínum lang- tíðarætlanum hevur lands- stýrið budgetterað við, at Landsverkfrøðingurin skal nýta 41 milliónir krónur til íløgur í landsvegir í 2003, 35 milliónir krónur skulu nýtast til nýbyggingina á Landssjúkrahúsinum og aðrar 8 milliónir skulu nýtast til íløgur í tól til Landssjúkrahúsið. Bara hesi fáu tøl, sum byggja á lógarbundnar útreiðslur til íløgur og langtíðarætlanir sambært fíggjarlógini fyri 2002, geva tilsamans yvir 250 milliónir krónur. Sosialurin hevur frá keldum fingið at vita, at samlaða íløguloftið á fíggjarlógini fyri 2003 fer at liggja um 250-260 milli- ónir krónur næsta ár. Karst- en Hansen vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til hetta tal, men sigur kortini, at síðstu árini hevur loftið ligið báðu megin hetta tal, og at talið tískil ikki er heilt við síðuna av. Pláss til skattalætta Nú arbeiðið at snikka sam- an eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2003 er liðugt, er Karsten Hansen sum heild væl nøgdur við úrslitið. Hann hevur so mikið stórt álit á fíggjarlógaruppskot- inum, at hann er sannførdur um, at tølini fara at halda tá saman um kemur. - Vit hava gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, har atlit eru tikin til samlaða búskapin og tað, sum er felt niður í samgonguskjalið, sigur Karsten Hansen. Hann leggur afturat, at pláss verður til íløgur, og eisini kann hann lova, at pláss verður til skattalætta á fíggjarlógini fyri næsta ár. Herfyri boðaði formað- urin í fíggjarnevndini, Óli Breckman, frá, at fíggj- arnevndin fer ikki at góðtaka, at uppskot um eykajáttanarlógir koma fyri løgtingið í heilum, og tí skuldi fíggjarlógin metast sum útgangsstøðið fyri øllum útreiðslum. Og Karsten Hansen er samdur við fíggjarnevndarfor- manninum. - Eg meti avgjørt, at tað er ein óvani, at eykajátt- anaruppskot í stórum tali verða løgd fyri løgtingið mitt í einum fíggjarári. Sjálvandi kunnu óvæntaða útreiðslur stinga seg upp, men útgangsstøðið eigur altíð at vera, at eykajáttanir eru ein óvani, sigur Karsten Hansen. Hann leggur afturat, at hann fer at leggja dent á, at tølini á fíggjar- lógini fara at halda, tá árið er av. Tí skulu allar eyka útreiðslur vera útreiðslu- neutralar, tvs. at peningurin til tær skal takast av játt- anini onkra aðra staðni. Fíggjarlógin fer at geva yvirskot Fíggjarlógin fyri næsta ár fer at geva yvirskot, og pláss verður eisini fyri skattalætta, sigur Karsten Hansen, sum fer at leggja fíggjarlógaruppskotið fram á tíðindafundi mánadagin Savnsmynd Komandi vikuskiftið skal bólkurin 200 leika í Íslandi. Farið verður til Íslands fríggjadagin og fleiri framførslur eru á skránni. Manningin í 200 hevur góð sambond til aðrar punk-bólkar har og eru ikki heilt ókendir í Íslandi. Møguliga skal 200 eisini til ein festival seinni TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Fríggjadagin heldur mann- ingin í punk/rock bólkinum 200 avstað til Íslands. Fleiri framførslur eru á skránni um vikuskiftið. Fríggja- kvøldið leikar 200 á barrini Sirkus. Leygarkvøldið er stóra kvøldið. Tá skal 200 á pall á Grand Rokk. Har leikar eisini ein bólkur, ið nevnist The Dudley Cor- poration. Niels Arge Galán úr 200 sigur, at Grand Rokk er kanska ikki eitt so stórt stað, men tað er eitt in-stað í Reykjavík. 200 skal eisini hava so- nevndar promotion kon- sertir. Hesar verða í handl- inum Hljómalind, ið Kiddi eigur. Kiddi hevur í longri tíð staðið fyri at fáa før- oyskar bólkar til Ísland og so er eisini hesaferð, har samstarv er við Tutl. Fløgan við 200 er sjálvsagt at fáa í Hljómalind, eins og fleiri aðrar fløgur við føroyskum bólkum, ið ríða á føroysku bylgjuni í Ís- landi. Um viðrar, so verður spælt uttanfyri Hljómalind, men annars verða fram- førslur inni í handlinum. Góðar vinir í Íslandi Niels Arge Galán sigur, at teir í 200 hava góð sam- bond til Íslands, har teir hava vitjað áður. 200 hevur samband við fleiri punk- bólkar í Íslandi, Forgarður Helvitis og aðrar, og teir hava góðar vinmenn har yviri. Teir hava sent teldu- brøv sínamillum og eins og fløgur. Og onkur hevur boðað frá, at teir koma at lurta á Grand Rokk leygar- kvøldið. Eins og føroyskir bólkar vitja Ísland, so hevur talan eisini verið um at fáa ís- lendskar bólkar hendaveg, men enn er einki fastlagt. Ætlanir eru um, at 200 skal luttaka á einum festi- vali í Íslandi í næstum, men enn vita teir í 200 einki nærri hesum viðvíkjandi, men vænta sær boð fyrsta dagin. 200 til Íslands UTTAN ÚR HEIMI Leiðslan í russiska Norðurflotanum sig- ur nú, at kavbáturin "Kursk" sakk, eftir at amerikanski kavbát- urin "Toledo" hevði siglt á hann "KURSK"- VANLUKKAN Árni Joensen Russar hava fyrr hildið uppá, at tað var ein ameri- kanskur kavbátur, sum sigldi á "Kursk", men hetta er fyrstu ferð, at russiska flotaleiðslan almannakunn- ger navnið á amerikanska kavbátinum. Alment hava myndug- leikarnir í Moskva fyrr staðfest, at "Kursk" sakk, tí ein torpedo sprongdist um- borð á bátinum, men tals- maðurin hjá Norðurflot- anum, Vladimir Navrotskij, sigur, at flotaleiðslan er sannførd um, at "Kursk" sakk eftir samanstoyt við tann kjarnorkuvápnaða amerikanska kavbátin "Toledo". Norðurflotin setti í síni tíð eina nevnd at kanna, hvat var varið fram, og hendan nevndin kom til eina heilt aðra niðurstøðu enn tann kanningarnevnd- in, sum stjórnin í Moskva setti. Russiskir flotaleiðarar hava onkuntíð róð upp- undir, at ein amerikanskur kavbátur var tann veruliga orsøkin til vanlukkuna, men hetta er fyrstu ferð, at flotaleiðslan er so avgjørd um hetta mál. Sambært russisku flota- leiðsluni var "Toledo" staddur millum fýra russ- iskar kjarnorkukavbátar ín Barentshavinum, tá ameri- kanskir skiparin varnaðist, at "Kursk" gjørdi seg til reiðar at skjóta eina tor- pedo sum lið í venjingini hjá russiska flotanum. Russar siga, at fjáltur kom á amerikansku kavbáta- manningina, og at "Toledo" rendi á "Kursk", sum sakk. Russar siga, at teir vistu av "Toledo" longu tríggjar dagar fyri vanlukkuna, og at teir høvdu fylgt kavbát- inum hesar dagarnar. Amerikanarar hava váttað, at "Toledo" og ein annar amerikanskur kavátur, "Memphis", vóru á leiðini, tá "Kursk" sakk. Russiska flotaleiðslan sigur, at "Memphis" fór upp í vatnsskorpuna stutt eftir vanlukkuna, meðan "Toledo" var verandi niðri í sjónum. Har lá hann í eitt samdøgur, áðrenn hann setti kós ímóti einari her- flotastøð í Skotlandi. Russar bóðu tá um at sleppa at kanna "Memphis" og "Toledo", men ameri- kanarar søgdu nei. Trygdarráðið hjá ST krevur, at Ísrael skal taka stríðsvognarnar burtur frá høvuðs- støðini hjá Yasser Arafat í Ramallah. USA atkvøddi ikki fyri kravinum MIÐEYSTUR Árni Joensen Aftan á eitt ellivu tímar langt orðaskifti samtykti trygdarráðið hjá ST gjára- náttina at krevja, at Ísrael skal taka seg burtur frá høvuðsstøðini hjá pale- stinska leiðaranum, Yasser Arafat, í býnum Ramallah. Síðani seinasta hósdag hava ísraelskir stríðsvognar kringsett støðina, og grav- kýr hava oyðilagt fleiri av bygningunum. 14 av teimum 15 lond- unum í trygdarráðnum at- kvøddu fyri kravinum. USA atkvøddi ikki. Ameri- kanski umboðsmaðurin, James Cunningham, segði, at amerikanska stjórnin kundi ikki taka undir við samtyktini, tí hon fordømdi ikki teir víðgongdu pale- stinsku bólkarnar Hamaz og Islamiskt Jihad, sum hava átikið sær ábyrgdina av teimum seinastu sjálv- morðsbumbuatsóknunum í Ísrael. Amerikansaki ST- sendiharrin, John Negro- ponte, segði tó, at USA tekur undir við, at Ísrael skal gevast við atsóknini at høvuðsstøðini hjá Arafat. Í samtyktini krevur trygdarráðið eisini, at Ísrael skal taka herin úr teimum býum og bygdum á Vestara Áarbakka, sum hann hevur hersett. Í Irak hevur Saddam Hussein, forseti givið herinum boð um at grava skotgravir kring høvuðsstaðin Bagdad. Samstundis hevur hann sjálvur tikið við leiðsluni í tjóðarhirðini IRAK-KREPPAN Árni Joensen Útlagni irakski andstøðu- bólkurin, sum heldur til í London, sigur seg hava fingið at vita, at 30.000 menn hjá iraksku tjóðar- hirðini hava tikið sær støð 30 kilometrar uttan fyri Bagdad. Uppgávan er at verja býin, skuldu ameri- kanarar lopið á. Eisini skal forsetin hava sett nakrar aðrar deildir hjá tjóðarhirðini at verja sjálv- an miðbýin í Bagdad. Hesir hermenninir skulu verja ymsar týðandi almennar stovnar og forsetan sjálvan. Samstundis sum irakar sostatt fyrireika seg til eitt amerikanskt álop, eru amerikanarar farnir at rokna út, hvat eitt álop á Irak kemur at kosta ameri- kanska ríkiskassanum. Og tað er ikki eiti á tøl, tí sambært einari frágreiðing hjá Kongressini fer álopið at kosta USA einar 1500 milliardir krónur. Kon- gressin sigur kortini, at eydnast álopið væl, kunnu útreiðslurnar haldast niðri á umleið 450 milliardum krónum. Júst útreiðslurnar av einum kríggi við Irak hava stóran politiskan áhuga í USA orsakað av teirri vánaligu gongdini í land- sins búskapi, og fleiri hava ávarað um, at dregur kríggið út, fer tað at gera búskaparviðurskiftini uppaftur verri, enn tey longu eru. Saddam grevur skotgravir Amerikanskur kavbátur sigldi á "Kursk" Krevja ísraelska afturtøku Nógvir danir, sum hava hildið summarfrí í teim- um ES-londunum, sum nýta evruna, halda, at felags gjaldoyrað eigur eisini at verða sett í gildi í Danmark. Ein kanning hjá Jyllandspostinum vísir, at 27 prosent av teimum, sum hava goldið við evruni í summarfrítíðini, hava fingið betri eygað á felags gjaldoyranum, enn tey høvdu undan summarfrítíðini. Sjey prosent eru farin hin- vegin. Samanumtikið vísir kanningin, at stórur meiriluti er fyri, at Danmark skal fáa sær evruna ístaðin fyri krónuna. 58 prosent eru fyri felags gjaldoyranum og bert 35 prosent ímóti. Danir vilja hava evruna Fyrrverandi ameri- kanski varaforsetin, Al Gore, ávarar nú Bush ímóti at leypa á Irak. Í einari røðu í San Fransisco segði Gore, at stjórnin hjá Bush hevur valt eina vandamikla kós, sum kann enda við kríggi við Irak, og sum hóttir við at sáða split millum USA og tess sameindu. Hann helt eisini, at krígsætlanin kann fáa óhepnar av- leiðingar fyri bardagan ímóti yvirgangi. Al Gore heldur, at USA eigur ístaðin at leggja størri dent á at gera enda á al- Qaeda. Fyrrverandi varafor- setin segði seg taka und- ir við, at Saddam Hus- sein er ein hóttan ímóti økinum við Persaflógv- an og ímóti USA, men hann helt kortini, at amerikanska stjórnin eigur at taka lut í ST- tiltøkum heldur enn at ganga sína egnu leið. Ávarar ímóti kríggi Russiska herflotaleiðsl- an vil nú vera við, at norska fregnartænastan órógvaði russar, tá teir bjargaðu vrakinum av kavbátinum "Kursk" í summar. Sambært leiðsluni hjá russiska norðurflotanum løgdu norðmenn út boy- ur, sum sendu óljóð av ymiskum slagi, og tað órógvaði bjargingarar- beiðið, sigur flotaleiðsl- an. Russiska stjórnin metir málið so mikið álvarssamt, at Sergej Ivanov, verjumálaráð- harri hevur borið tað upp á mál fyri norska starvsbróðuri sínum, Kristin Krohn Devold. Í Noregi vísa myndug- leikarnir russisku skuld- setingunum aftur, og norska verjuleiðslan sig- ur, at hon hevur als ikki ta útgerðina, sum russar sipa til. Russar siga, at óljóðið frá teimum norsku boyunum órógv- aði samskiftið millum kavararnar og bjarging- arskipini, og at hetta gjørdi arbeiðið hjá kavarunum sera trupult og harafturat vanda- mikið. Norðmenn órógvaðu Mánadagin kundu danir fara í handilin at keypa sær øl og sodavatn í dunkum, men hóast nógv hevur verið skriv- að og tosað um dunka- málið í fleiri ár, var áhugin ikki tann stóri, nú dunkarnir loksins komu í handlarnar. Teir flestu handlarnir siga, at fólk hava størri áhuga fyri fløskunum enn dunkunum, og bryggjaríini siga tað sama. Frágreiðingin sigst vera prísurin, tí orsakað av serligum avgjøldum á dunkunum eru teir dýrari enn fløskurnar. Tí vænta bryggjaríini ikki, at verulig gongd kemur á søluna, fyrr enn stjórnin ger av at seta avgjøldini niður, men tað hevur stjórnin ongar ætlanir um - ikki enn í hvussu er. Einki dunkarok Síðani seinasta hósdag hava ísraelskir stríðsvognar kringsett høvuðsstøðina hjá Yasser Arafat í Ramallah. Flestu bygningarnir eru lagdir í oyði. Mynd: Reuters C M Y K 13 12 Millum Gilja 157 · 188 Hoyvík ·Tlf. 319848 / 216848 · rcf@royal-consul.fo 2 lítið brúktar sólir til sølu 2 lítið brúktar sólir til sølu 2 lítið brúktar sólir til sølu 2 lítið brúktar sólir til sølu 2 lítið brúktar sólir til sølu 2 lítið brúktar sólir til sølu við góðum avsláttri Landsins størsta úrval av sólrørum til heimabrúk og sólsentur: Sunfit VRX vanl. prísur 137,- TILBOÐSprísur 105,- Dygdar sólrør: Bodysoft extreme vanl. prísur 155,- TILBOÐSprísur 110,- www.royal-consul.fo www.royal-consul.fo Eisini hava vit alla aðra útgerð til sólir, so sum: pappír vesku o.a.