mikudagur 25. september 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • mikudagur • 25. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Formaðurin í
felagnum sigur einki
vera avgjørt, men
B36-VENJARIN
Jákup Mørk
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at HB eftir øllum at
døma hevur loyst venjara-
spurningin fyri komandi ár,
og nú tykist eisini sannlíkt,
at grannarnir úr B36 hava
fingið sín venjara upp á
pláss.
Talan skal í so fall vera
um Ion Geolgau, sum frá
1998 til 12. umfar í ár
hevur verið venjari hjá HB.
Eftir 12. umfar – sum var
móti júst B36 – gjørdi
leiðslan í HB av at koyra
rumenan úr venjarastarv-
inum.
Onga viðmerking
Formaðurin í B36, Kristian
á Neystabø, hevur ongan
hug at gera nakrar við-
merkingar til tíðindini, og
til venjaraspurningin yvir-
høvur.
- Hatta havi eg onga
viðmerking til. Støðan hjá
okkum er óbroytt. Tað vil
siga, at venjaraspurning-
urin ikki er avkláraður, eru
einastu viðmerkingarnir,
sum formaðurin hevur til
tíðindini.
Sosialurin hevur tó frá
væl vitandi keldum fingið
at vita, at B36 og rumenski
venjarin eru komin meira
enn væl áleiðis í einari
bindandi avtalu, og hetta er
eisini væl í tráð við tað,
sum Ion áður hevur sagt.
Bara tríggir
møguleikar
Í viðtali við Sosialin tann
20.
august
segði
Ion
Geolgau fyrst og fremst, at
hann og konan í sínari
høvdu gjørt av, at tey
skuldu dvølja í Føroyum í
nøkur ár, og at hetta fram-
vegis var ætlanin.
Víðari segði venjarin tá
eisini, at tað fyri seg hevði
nógv at siga, at um hann
skuldi verið venjari hjá
øðrum føroyskum felagi, so
var tað av avgerðandi
týdningi fyri seg, at talan
var um eitt felag við stórari
ungdómsdeild, og hetta
gevur helst í veruleikanum
bara tríggjar møguleikar.
Nevnliga NSÍ, KÍ og B36.
Eisini hóast tað helst er so,
at mest sum øll feløgini í
bestu føroysku deildini
hava spurt seg fyri hjá
rumenanum.
Runavíkingar hava fram-
vegis Jógvan Martin Olsen
sum
venjara
komandi
kappingarárið, og sum sæst
aðra staðni í blaðnum, so
verður tað neyvan til KÍ, at
Ion fer, og so er helst bara
ein møguleiki eftir.
Ein annar møguleiki er
so sjálvandi eisini, at Ion
verður verandi í Føroyum,
uttan at hava nakað venj-
arastarv, men at ein slíkur
maður skal kunna ganga
leysur í Føroyum, tykist
vera sera lítið sannlíkt.
Ion helst til B36
Væl vitandi keldur siga seg
vita, Ion Geolgau er væl
áleiðis at skriva sáttmála við
B36
15
14
Nr. 183 - 25. september 2002
Føroyskir granskarar
og altjóða hav- og
umvørvisserfrøðingar
sita í løtuni á náms-
skeiði í Havn fyri
betur at skilja alla
vistskipanina kring
Føroyar. Úrslitið av
arbeiðinum skal
kunna gagna bæði
fiskivinnu og olju-
vinnu og
myndugleikum
HAVIÐ OG
GRANSKING
Jan Müller
Í hesum døgum verrður eitt
sera áhugavert og týdning-
armikið námsskeið »work-
shop« um havumhvørvið
kring Føroyar hildið í Havn
við luttøku av nøkrum av
teimum fremstu granskar-
unum í heiminum. Heitið er
»Workshop on Ecosystem
Modelling
of
Faroese
Waters«.
Námsskeiðið varð sett á
sjómansskúlanum í gjár og
heldur fram í dag og hós-
dagin við fyrilestrum og
orðaskifti.
Hjalti
í
Jákupsstovu,
stjóri á Fiskirannsóknar-
stovuni setti tiltakið, sum
verður fíggjað av FOIB, ið
er áhugafelagið hjá oljufel-
øgunum, ið eru við í leit-
ingini á landgrunninum.
Hjalti í Jákupsstovu er
sera fegin um, at hetta
námsskeiðið er vorðið til
veruleika og at tað hevur
eydnast at fáa fleiri fram-
standandi granskarar henda
vegin, sigur við Sosialin, at
ætlanin er, at føroysku
granskararnir saman við
útlendsku serfrøðingunum,
skulu royna at gera ein veg-
leiðing til, hvussu man
byggir ein frimil, modell
upp um, hvussu umhvørvið
ávirkar framleiðsluna av
fiski og lívfrøði og fiski-
skapin undir Føroyum.
Í mong ár hevur Fiski-
rannsóknarstovan útvegað
data og upplýsingar um
havumhvørvið við Føroyar
og kom eisini meiri gongd
á hetta arbeiðið, tá oljufel-
øgini fóru at vísa áhuga fyri
okkara landgrunni. Hjalti í
Jákupsstovu sigur, at man
hevur roynt at fáa oljufel-
øgini at skilja, at tað mest
týdningarmikla við slíkum
kanningum er at skilja alla
skipanina heldur enn bara
at hyggja eftir nøkrum ser-
støkum viðurskiftum fyri
seg.
Endamálið við náms-
skeiðinum er tí at finna út
av, hvar man kann seta inn
við meiri gransking fyri at
skilja alt havumhvørvið
betur,
eitt
nú
hvussu
streymur og vindur ávirka
framleiðsluna av æti og
fiski. Og her koma bæði
fiskivinna og oljuvinna inn
í myndina.
– Alt hetta verður gjørt
fyri at skilja, hvussu tann
føroyska vistskipanin (øko-
skipan) virkar og við tí
vitanini betur at kunna ráð-
geva eitt nú oljufeløgum í
teirra virksemi og mynd-
ugleikunum í stýring av
fiskiskapinum.
Sjálvur hevur stjórin á
Fiskirannsóknarstovuni
stórar vónir til tað arbeiðið,
sum er í gongd og til tað,
sum henda workshoppin
kann hava við sær. – Hetta
hevur stóran týdning. Vit
fáa ment okkara arbeiði, vit
fáa íblástur og vegleiðing
til tað, sum vit víðari skulu
gera. Vit kunnu við hesum
tiltaki hyggja nærri at,
hvussu tingini hanga saman
og víðari hvussu man
matematiskt kann model-
era.
At
oljufeløgini
hava
fíggjað námsskeiðið heldur
Hjalti vera bæði skilagott,
tí oljuvinnan eigur eisini at
vera við til at skilja, hvussu
havið virkar rundan um
Føroyar, soleiðis at hon
verður betri før fyri at taka
støðu til, hvussu ein møgu-
lig ávirkan frá oljuvinnuni
ávirkar skipanina.
– Nú er so nógv kannað
og vit hava livað av havin-
um so leingi. Kenna vit ikki
havið og umhvørvið til lítar
ella hava vit tørv á at vita
nógv meira?
– Vit hava brúk fyri at
vita, hvussu tingini hanga
saman fyri at kunna siga
nakað um útlitini. Summi
ár er nógvur gróður, onnur
ár minni – hví er tað so?
Ráðgeving um fiska-
stovnar
Hjálti í Jákupsstovu váttar,
at hetta eisini hevur stóran
týdning fyri ta ráðgeving og
tey tilmæli, sum fiskifrøð-
ingar skulu koma við til
politikararnar í framtíðini.
– Havumhvørvið ella øll
vistskipanin kring Føroyar
er ein sera komplex skipan
og hava vit brúk fyri at
skilja hana betri. Tað vil so
aftur geva okkum eitt
amboð til at troyta hana
skilabest og fyri eina
nýggja vinnu sum oljuvinn-
una vil eitt betri forstáilsi
av samspælinum í náttúruni
við Føroyar eisini vera sera
hent.
Hjalti í Jákupsstovu ivast
ikki í, at eisini onnur øki í
heiminum kunnu fáa stórt
gagn av tí gransking, sum
vit gera í Føroyum, tí her
hevur tú eitt avmarkað og
lítið øki, sum tað ber til at
kanna, um ikki 100% men
so kortini út í æsir. Miðjað
verður tí eisini móti at fáa
útlendskar granskarar og
fremstu
serfrøðingar
á
økinum við í arbeiðið, ið tá
bæði kann gagna okkum
her búgva og øðrum økjum
í heiminum.
Millum
evnini,
sum
verða tikin upp til viðgerð-
ar á námsskeiðnum eru t.d.:
»Faroese waters in a global
perspective«, »The Hydro-
graphy on the Faroe shelf«,
»Validation of a 3-D model
for the Faroe area«, »Krill-
biology in the Faroe-Shet-
land Channel«, »Plankton
on
the
Faroe
shelf«,
»Relationship between pri-
mary
production,
food
abundance and fish pro-
duction on Faroe plateau«,
»Pelagic stocks in and
migrating through the Faro-
ese area«, »Seabirds and
ecosystem modelling of
Faroese waters«, »Marine
Mammals
in
Faroese
waters«, »Climate, climate
change and the marine
ecosystem in the Atlantic-
Artic region«, »Possible
environmental influences
on the cod stock at the
Faroe Islands and a com-
parison with other North
Atlantic Stocks« oa.
Millum fyrilestrarhald-
arnar kunnu nevnast: Bogi
Hansen, Karin M. Larsen,
Hjálmar
Hátún,
Knud
Simonsen, Høgni Debes,
Eilif Gaard, Jákup Reinert,
Petur
Steingrund,
Jan
Sørensen, Bergur Olsen,
Dorete
Block,
Bjarni
Mikkelsen, Ken Dring-
water, Egil Sakshaug, Fran-
cois Carlotti, Wolfgang
Fennel,
Helge
Drange,
Villie Christensen og Jake
Rice.
Vit skulu skilja umhvørvið betur
Bogi Hansen, havfrøðingur helt fyrilestur um havið kring oyggjarnar. Mynd Jens K Vang.
Frá námsskeiðnum um
gransking av føroyska
havumhvørvinum á
Sjómansskúlanum.
Mynd Jens K. Vang
C
M
Y
K
14