Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 7. juli 1984 Enn liggja viðabularnir á keiøkinum framman fyri sagverkið, men goymslupláss verður gjørt vestanfyri. um er so stór, at tað kundi nøktad feroyska brúkið. So langt upp rokna eigararnir tó ongan- tíð at koma. Men umbið- ingarnar higartil eru 2.500 kubikkmetrar. Hetta talið skal eisini til, um virkið skal svara hverjum sítt peningaliga — lenir, viðlíkahald, el- rokningar, rentur og avdráttir. Ein stór útreiðsla verð- ur el-orkan. Kostnaðurin fyri at framleiða ein kubikkmetur liggur um 50—60 kr. Fer sagverkið at framleiða 2.500 m', kemur el-rokningin upp á 150.000 kr. ella tilsamans ein góð árslen. Kommunan eigur bygningin Sagverk Feroya heldur til á sama stað sum silda- verksmiðjan í Lopra. Sumbiar kommuna eigur bygningin. Klædningurin er nýggjur, meðan stál- konstruktiónin er frá sildaverksmiðjuni. Kon- struktiónin varð ongatið tikin niður. Hinvegin eigur sag- verkið maskinútbúnaðin. Hetta eru brúktar maskin- ur, sum eru renoveraðar, ella endurnýggjaðar við t.d. nýggjum motorum. Kostnaðurin fyri alt hetta liggur um 3,2 mill. kr. Sagverkið er fíggjað við láni úr Menningargrunn- inum, bankaláni og egin- kapitali. Um nóg nógv verður at gera, kann roknast við arbeiði til einar 10 mans, so ílegan fyri hvert arb- eiðsplássið verður hildin at vera hampiliga bílig. jo-mo Sagblødini eru stór, og serligt rúm og amboð eru til at hvessa og spenna tey. Foroyskur ungdómur: Boðin til Dan markar at ballast — Fiskasølan, Smyril Line og Kattrup eru stuðlar Í fíggjarligum trongum viðurskiftum er tað vanligt, at fólk og fyritøkur taka samanum og royna at fáa sum best burturúr. Hóast tað ljóðar, at fíggjarviðurskiftini i Føroyum eru i aftur- gongd, so verður ikki spart, tá tað snýr seg um ungdóm okkara. Um tú ikki visti betur, so kundi tú hildið, at einasti peningabólkur, sum verdur er at fáa í talu, er ungdómurin. — Ikki tí nakað muna- gott verður gjert frá samfelagsins síðu, ella tí ungdómurin sum heild svimur í pengum, ið tey gjegnum arbeiði hava forvunnið sær. — Nei, er tað nakar bólkur, sum er raktur av arbeiðsloysi, og sum hevur torfert við at fáa lærupláss, so er tað ungdómurin. Hann sum skal fera samfelagið víðari eftir okkum. Tað skelkaði tí mang- an, at tveir havnarmenn: Páll Arge og Martin Moritzen, diskotek- stjórar, kundu bjóða ungdóminum lagaligar ferðaseðlar, at fara til Keypmannahavnar at dansa í stersta dansi- helinum í Norðurlondum — nevniliga Daddy's Dance Hall í eina viku. Í gjár klokkan 10 fyrrapartin fór Norrena til Hanstholm. Umborð vóru ungfólk og tónleikabólkar, sum skulu spæla og skemta sær og syngja í Keyp- mannahavn. Smyril Line, Fiskasel- an og Kattrup hava stuðla! Jóhan Isholm, stjóri á Smyril Line sigur við Sosialin, at teir høvdu ferðaseðlar eftir, og tí kundu geva ungdómi- num lagaligar ferða- seðlar. Ein vanligur ferðaseðil úr Tórshavn til Hanstholm kostar 2.200 krónur, aftur og fram. Dansandi og syngjandi ungdómurin henda dagin fekk ferða- seðil og tokferðaseðil til Keypmannahavnar, um- framt atgongumerki til Daddy's Dance Hall í fýra dagar, fyri 1970 krónur, aftur og fram! I Keypmannahavn verður ungdómurin bjóðaður vælkomin við einum durasnapsi, sum Kattrup ókeypis letur Harnæst fáa tey ein fiskarætt, sum Fiska- selan eisini letur ókeyp- is. A pallinum verður síðani føroyskur tónleik- ur og sangur, eins og føroyskir plátuvendarar. A Fiskaseluni sigur Birgir Danielsen, stjóri, at hann hevði skilt, at hetta tiltakið var ætlað sum ein feroysk vika i Keypmannahavn, og at pressan skuldi verða umboðað í stórum tali. — Slíkt tiltak stuðla vit altíð, tí vit á henda hátt fáa víst andlit og ans fyri verum okkara. Spurdur um tað ikki var ódámligt at stuðla føroyskum ungdómi í samstarvi við Kattrup, segði Birgir Danielsen , at hann ikki visti, at Kattrup var við og skoytti uppí: — Eg eri nærum avhaldsmaður sjálvur, tó ikki fanatisk- ur. Um tiltakið skal enda í druk og balladu, so er sjálvsagt ikki nógv vunnið hjá okkum! Spurdur um Fiska- selan stuðlaði føroyskan ungdóm á annan hátt, segði Birgir Danielsen, at teir lata eitt ella tvey hundrað túsund krónur árliga til ítróttafelegini 0.0. feløg her á landi, í Danmark og í Bretlandi. Um teir stuðlaðu eðrum samfelagsbólkum — eitt nú pensionistum, visti hann ikki rættuliga. Í núverandi steðu, tá landsins búskapur bæði her og í Danmark er merktur av ungdóms- arbeiðsloysi, er tað ótrú- ligt, at júst ungdómurin hevur so stóra ávirkan á handilsligar fyritekur. I Føroyum fær ungdómurin møguleika at siggja og hoyra eitt utlendskt orkestur fyri og annað eftir, alt árið á tamb, men nú er heldur ikki tað nóg mikið. Nú skulu tey eisini til Danmarkar at dansa. Hvat fer danski ung- dómurin at halda? Tey fáa kanska meguleika at hyggja inn gjegnum Síða 3 gluggarnar í Daddy's, har feroyingar verða uppvartaðir við mati og brennivíni. Er tað PR fyri Feroyar? — Tað er ikki at lasta feroyska ungdómin, at hann tekur av slíkum tilboði sum hesum. Men hvat hava feroyskar fyritøkur = annars at bjóða ungdóminum, t.d. arbeiði ella lærupláss? Ella snýr tað seg bert um at fáa ungdómin at tiga, skemta sær og læra at verða uttan fyrilit fyri framtíðini? Annar aldursbólkur í Feroyum hevur roynt annað í ungdómsins árum enn skemt og veitsluróma. Tað eru tey, sum í dag eru í pensionistaaldrinum! Hetta eru samstundis tey, sum hava bygt okkara samfealg upp, tó at einki tílíkt var latið teimum upp í hendurnar Kortini fingu vit ágóðan av teirra royndum. Iva- leyst hava tey kent gleði at byggja nakað upp og fáa semiligari kor gerandisdegnum. Í dag sita somu pensionistar við eini pensión, so tey neyvan hava pening at fylla oljutangan! Vónandi hugsa hesar fyritøkur um pension- istarnar næstu ferð, teir skulu gera reklamu- framstig á teirra ekjum — hver sær. Dagny Joensen