Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hitt ljós a gøtu mini v/ Johs. A. Næs. »Ur fangi morgunrodans kemur til tin ungdoms tíns døgg« (SI. 110,3). Tað er óivað rætt, at orðið ovfarakæti einki hevur við sannan kristindóm at gera. Í ovfarakæti liggur ov mikið av menniskja- lyndi. Men tað er frálíkt við menniskjum, sum í stórari gleði verða hugtikin fyri eini góðari sak. Betri var, vit um okkara kristindóm kundu sagt, at vit eru eldhugað. Hetta brennandi sinnalagið fyri Krists sigurferð um heimin má kykna til loga í okkum í dag. Orðið úr sálminum í dag talar um tey ungu. Hver hevur hetta orðið ikki kynt eld í ungar sálir í gomlum degum. Hetta má eisini vera millum okkara í dag. Líka sum vit í ungdómi okkara vóru hugtikin av Kristi evangelium og fingu hug at vera við í Guds fylgi, soleiðis sum sagt verður í hesum orðinum: <Á herstevnudegi kemur viligt títt fólk til funda á heilagum fjøllum; úr fangi morgunroðans kemur til tín ungdóms tíns døgg,« soleiðis vænta vit at síggja núverandi ungdóm i dag koma í Guds fylgi við andans eldhuga fyri at fáa onnur eisini at veruleika. uppliva kristnilívsins stóra At ungdómur kann ganga fram í halgum prýði, er ikki nakað, sum menniskju inna, men tað verður okkum givið úr erva. Halganin, sum umgyrðir ungdómin, er tilroknað okkum fyri Jesu skyld. Henda halganin vil umgyrða ein og hvenn, bæði yngri og eldri. Ber teg ikki undan henni, men tak við henni og gakk treystliga fram í stríðnum. O, hevði tað kunnað verið eyðkenni í okkara tíð, at ungdómurin í londunum víða um fylktist fyri at bera krossmerkið til framgongd og sigur á jerð hjá Jesu Kristi æviga ríki. Framhald av síðu 11 frið. Men tað bar til, og vit vóru á tí, hverja ferð okkurt var skrætt upp ella heglað niður. Hetta var tað fyrsta, og eg eri púra vísur í, at hetta eina arbeiði gav stórar avleið- ingar bæði fyri kommunana og fyri vanligar borgarar i bynum. Eg var heldur ikki lítið errin av jarnrekk- verkinum, sum eg teknaði til trappuna her. Kanska er tað tað, sum mær dámar best av tí, eg havi verið uppi i, nýggja svimjihellin íroknað. Einaferð var hugni i tí ogjørda — Men kann øll henda pyntingin ikki bliva ov nógu av ti góða? — Eg veit ikki. Skrivadi einaferð eina yrking um Havnina — um hugnan í ellum tí ógjerda, tí klodduta og merkiliga. Men sjálvandi, tá ið vanligt fólk kunnu sita sjálvt á trappuni við Ebenezer og drekka eina øl í frið og náðum, so eru stór framstig gjerd. Hin vegin kann vælnegdin eisini blíva eitt sindur vamlislig. Í góðveðrinum í seinastuni — býurin hevur verið hvíttklæddur — fólk hava ligið á Tinghúsvell- inum millum summardáar, nekur við guitar, summi sovnað, tey nógvu hava ligið og blunkað móti sólini og ansað eftir at blíva skoldað líka nógv á báðum kjálkum. Fólk hava smílst upp á hvenn annan, ein deymur av sólsmyrsli Í samband við tínar við- merkingar til Um nevn Provtøka Å Københavns Maskin- mesterskole hava hesir lokið víðkaða maskin- meistaraprógvið: Poul Øregaard Jacobsen, Norðagetu, Herieif Clementsen, Sandur og Jógvan J. Isaksen, Klaks- vík. Eyðfinn Jacobsen, Ser- vági, hevur lokið løgfrødis- ligt embætisprógv á Uni- versitetinum i Keypmannahavn. 60 år 6. juli fylti Sofia Jacobsen, Grønlandsvegur 19, 60 år. Brudleyp Í dag giftast i Fåmjins kirkju Anne Marie Nielsen og Heðin Tórarson Hammer, bæði úr Fámjin. Í dag giftast í Set. Andreas kirkju í Charlott- enlund Elin Nolsee, advokatskrivar, ættað av Marknoyri í Vági, og Edward James O'Hara, økonomur, ættaður úr Co. Mayo, Írlandi. Br. adr.: Restaurant Jægerhuset, Dronninggaard Allé 126, 2840 Holte. Progv Emily Næs, Strendur, hevur å Jydsk Fritids- pædagogseminarium i Aarhus tikið prógv sum frítíðarpedagogur. hevur hingið uppi yvir ellum, ell vælhýrd og í góðum lag, tá hugsaði eg knappliga: — Nei, pínadoyð, er hetta tað, sum er komið burturúr? Ein danskur provinshugni, reklamu- deymurin í donsku vikublødunum, er hetta úrslitið av arbeiðinum? Og knappliga longdist mær aftur í køstin og óruddið og tað illa fyriskipaða og hugsaði nei, nú er tíð at steðga á, at fara burtur frá eina letu. Gongur av sær sjálvum — Tú fert altso ikki, tí tú ert ónegdur við arbeids- umstødurnar? — Tad gongur meira av sær sjålvum nú. Tað er ungdómssendingina í útvarpinum, hevði eg verið ógvuliga takk- samur, um tú kundi sagt mær, nær friðar- rørslurnar — fólka- opiónin — fer at steðga russisku hópdrápunum av børnum og vaksnum í Afghanistan. P.s. Hevði tað íkki verið eitt gott hugskot, um friðargongan gekk oman á molan næstu ferð eitt russiskt skip kemur á Havnina, og víst sína samkenslu við teimum neyðast hjálparleysu skapning- unum, sum noyðast at Til Janus Kamban tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. rýma undan teimum russisku mordarunum. Við heilsu friðarelskandi ——— 2—————B———— Framhald av síðu 6 Óli góðin, munnu teir vera stórvegis legnari enn fólk flest — sum td. OB. sjálvur? Hvat veit hesin O.B! annars um melamenn? — Neyvan annað enn tað sleyg, hann bestillir frá manni sínum á Sandi. — Tykkara maður í Havana. Fyri tó at finna uppá okkurt, so slettir O.B. burtur úr penni sínum, at melamenn eru eitt serligt slag av javnaðarmonnum, ið hevur so ómetaliga lætt við at gerast sambands- menn. Fyri tað fyrsta, O.B., nevn mær onkran. Fyri tað næsta, Ó.B., so munnu melamenn eftir forimuni hava fjálgað meira um feroyskt mál og føroyska mentan, enn heil ættarlið av brekk- monnum. Okkum nýtist bert at kveita at tí dreiv- lorkuta hálvdanska máli, sum blómar í Dagblað- num. ikki longur tað sama stríðið. Men eg havi yvir- hevur onga grund til at vera ónegdur. Havi sæð arbeiðsúrslit nóg mikið fyri fleiri mannalív hjá teknikkarum sum mær. Góðar umsteður havi'eg havt, tað er vist. Men tað er nógv annað, eg kundi hugsað mær at fingist við. Ætli mær at royna okkurt av tí nú eina tíð. jo-mo Er miðvis uppspar:ng gevur størr lanmoguleikar Setið t: sparipeningin í NORÐOYA SPARIKASSA Annars sigi eg sum havnarmaðurin á sinni — »Kasta ikki við bommum, tá tú sjálvur býr í kramar- husi«. Ti, tå umræður at skifta skjótt úr knappatroyggju og í sambandsstúku, liggj- a fólkafloksmenn, og tå serliga brekkmannsmenn, klárt á odda, og fremstur av ellum Ó.B. sjálvur. Tað eru bert vikur síðan hann — á sjálvum próv- tøkudegnum — slepti skúlaflokki sínum upp á fjall og fleyg til flatlanda fyri at bjarga danastjórn frá deyða og undirgangi. Hetta hevði neyvan nakar sambandsmaður gjørt honum eftir. Og mikil man løn hansara fara at vera. Hann stendur óivað ovast á listanum millum teirra, ið gerast Ridder af Danne- brog, tá danadrotning aftur leggur at landi í Feroyum. R.D. (mølamadur) Nr. 78 — 7. juli 1984 25. juni fingu Frid- gerð og Kristian Tav- sen, Servágur, ein son. 26. juni fingu Magna og Meinhard Lam- hauge, Rituvík, eina dóttur. 26. juni fingu Joan og Regin Kristiansen, Skála, ein son. 27. juni fingu Annika Joensen og Jógvan Elias Jakobsen, Kollafjerður, ein son. 27. juni fingu Olina Skorá og Johan Kristian Højgaard, Tórshavn, ein son. 27. juni fingu Asta Jacobsen og Fróði Olsen, Argir, ein son. 27. juni fingu Johild og Regin Hansen, Havn, ein son. 27. juni fingu Amy og Uni Simonsen, Vest- manna, eina dóttur. 29. juni fingu Jóna og Óli Hans Johanne- sen, Norðdepli, eina dóttur. 28. juni fingu Tordis og Símun F. Abra- hamsen, Strendur, eina dóttur. Syndin er goldin Kæri vinur, er tað tær greitt, at syndin tín er útstrikað og pláss er tær bereitt. Tú fært hesa vissu, um tú vendir til Hann, sum frið og sælu tær veita kann. Tokk Jesus, at tú fulla vissu mær gav — at synd mín er sokkin ígloymskunnar hav. J.J. í Gerði