hósdagur 13. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 73 - 13. apríl 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 73 - 13. apríl 2000
JAN MÜLLER
Nú tað nærkast eini kom-
andi oljuleiting á land-
grunninum skulu eisini før-
oyingar hava fleiri viður-
skifti uppá pláss - viður-
skifti, sum eru av stórum
týdningi fyri bæði føroyskar
myndugleikar og oljufeløg-
ini. Eitt av hesum viður-
skiftum er ein tilbúgving-
arætlan, og hana hevur tað
eisini verið arbeitt við nú í
eina tíð.
Og eins og í øðrum spurn-
ingum í sambandi við til-
rættalegging og fyrireiking
av komandi oljuleiting, so
hevur eisini verður hugt at,
hvussu tilbúgving virkar og
riggar í okkara grannalond-
um, har olja leingi hevur
verið ein týðandi táttur í
samfelagnum.
Nú um dagarnar vórðu
umboð fyri føroysku til-
búgvingarverkætlanina á
vitjan í Skotlandi, har olju-
felagið Texaco setti tey í
samband við fólk og pláss,
sum hava týdning fyri til-
búgvingina.
Ein av luttakarunum var
Alex Buvik, sum starvast
hjá Oljumálastýrinum við
nettupp tilbúgvingarspurn-
ingum. Hann er so eisini
formaður í tí partinum av
tilbúgvingarbólkinum, sum
tekur sær av oljuni.
Myndugleikar og
oljufeløg
Alex Buvik sigur, at eitt av
endamálunum við túrinum
var at síggja, hvussu sam-
starvið/samskiftið (inter-
action“ er millum oljufeløg
og myndugleikar í eini
neyðstøðu. Á túrinum fingu
teir høvi at tosa við umboð
fyri coastguard og fingu
eina fatan av, hvussu teir
arbeiða saman við eitt olju-
feløg í sambandi við bjarg-
ingartiltøk. Eisini fingu teir
eitt gott innlit í, hvussu poli-
tiið samstarvar við oljufeløg
og onnur, tá ein bjarging fer
fram. Høvi var so eisini at
síggja, hvørji tiltøk verða
sett í verk fyri at forða og
avmarka
oljudálking.
Steðgað varð í einum av
firðunum at síggja, hvussu
man á staðnum hevur bygt
upp eina skipan móti olju-
dálking. Leiðin gekk eisini
til Invernes, har ferðalagið
fekk at síggja, hvussu ein
býur uppá 60.000 íbúgvar
er skipaður og fyrireikaður
til eina tilbúgvingarstøðu.
Eisini varð kunnað um,
hvørji feløg oljuídnaðurin
hevur knýtt at sær í sam-
bandi við at fáa bilbukt við
oljudálking á havinum. Har
hevur framkomin útgerð al-
stóran týdning.
Til seinast fingu luttak-
arnir innlit í, hvussu sjúkra-
hús- og heilsutænastan virk-
ar í Skotlandi í sambandi
við eina tilbúgvingarstøðu
í oljuvinnuni.
Fingu nógv burturúr
-Eg haldi vit fingu eina
rímuliga góða gjøgnum-
gongd av bretskari tilbúgv-
ing sæð í relatión til olju-
virksemi. Allir partar fingu
nakað gott burtur úr, og
ætlanin er so at gera brúk
av royndunum og innlit-
inum frá túrinum í tí arbeiði,
sum tilbúgvingarbólkurin
stendur fyri tvs. at fáa felt
niður á blað og lagt til rættis
ein politikk, sum skal vera
grundarlag undir eini tjóð-
artilbúgving í Føroyum.
Alex Buvik heldur sjálv-
ur, at tað er nógv teir kunnu
brúka frá vitjanini, og her
eru tær avtalur og kontaktir
gjørdar vórðu á túrinum
sera týdningarmiklar. Og
her er tað ikki minst ta týð-
andi sambandið, sum skal
vera millum Vaktar og
Bjargingartænastuna
og
Costguard.
Uppá fyrispurning hvussu
langt er á mál, til vit før-
oyingar hava ein veruliga
landsumfatandi tilbúgving-
arskipan at bjóða bæði okk-
um sjálvum og oljufeløg-
unum, sum koma her at
arbeiða, sigur Alex Buvik,
at enn liggur nakað arbeiði
eftir at gera. -Enn eru við-
urskifti, sum greiða ikki er
fingin heilt á. Her m.a. sam-
bandið millum V&B og
donsku sjóverjuna. Tað
verður arbeitt við hesum.
-Verður tilbúgvingin
klár, tá oljufeløg skulu
byrja at bora her í 2001?
-Eg vóni vit verða klárir.
Alex Buvik nevnir í hes-
um sambandi, at tað hevur
alt at siga at fáa sjálva á-
varingarskipanina í eini
neyðstøðu uppá pláss: tvs.
hvar skal man fyrst ringja.
Í dag er støðan tann, at Ís-
Alex Buvik um tilbúgvingina í sambandi við komandi oljuleiting á landgrunninum:
Ikki komnir á mál enn men
gera alt fyri at vera klárir
-Vit fara at seta allar kreftir inn á at fáa tilbúgvingina klára til oljuletitting í ár 2001. Boribyrjanin fer ikki at verða
seinkað, men tað kunnu koma broytingar í tí máta, sum tilbúgving verður praktiserað uppá sigur Alex Buvik, sum
stendur fyri tilbúgvingini í Oljumálastýrinum. Vit mugu gera okkum greitt, hvussu vit vilja skipa bjargingartænastuna
og hvør skal hava høvuðsábyrgdina at taka ímóti eini neyðstøðufráboðan og seta skipanina í verk, um tað verður úr
Føroyum ella sum nú úr Íslandi ella Skotlandi
land ella Skotland hava
ábyrgdina av havinum kring
Føroyar, tá talan er um
maritimar bjargingaropera-
tiónir.
-Vit mugu fáa avklárað
hetta og fáa eina avtalu við
lutvíst Ísland og Skotland,
soleiðis at vit kunnu hava
okkara egnu bjargingartæn-
astu og samspæl við Ísland
og Skotland, og her má man
so avtala, hvør skal taka
ímóti fyrstu boðunum.
Alex Buvik sigur, at tað
fer at verða gjørd ein avtala
um hetta, men tað er so
nakað, sum Kai Mortensen,
stjóri fyri vaktartænastuni
og hansara landssstýrismað-
ur mugu semjast um,
hvussu man skal fyrihalda
seg til tað.
-Kann ein manglandi
ella ikki fult út nøktandi
ella útbygd tilbúgvingar-
skipan gera, at fyrsta
oljuboringin verður ikki
fyrr enn í ár 2002?
-Vit ynskja og fara at seta
allar kreftir inn á at fáa alt
hetta klárt. Boribyrjanin fer
ikki at verða seinkað, men
tað kann skapa broytingar í
tí máta, sum tilbúgving
verður praktiserað uppá.
Alex Buvik sigur, at vit
mugu gera okkum greitt,
hvussu vit vilja skipa hesa
bjargingartænastuna. Skal
hon vera undir einum mari-
timum bjargingar- og sam-
skipanarsentri í Havn, sum
hevur fingið álagt ábyrgd at
standa fyri operatiónum á
landgrunninum ella skulu
tað vera Skotland ella Ís-
land, ið fáa eini neyðboð
fyrst og harvið hava høv-
uðsábyrgdina. Hetta er nak-
að, sum greiða má fáast á.
Alex Buvik ber sostatt
ikki ótta fyri, at alt ikki skal
vera klárt til oljuleitingina,
men hann ásannar tó, at vit
enn ikki eru komin á mál. -
Eg vóni vit klára tað.
Tey, ið vóru við á túrinum
í Skotlandi, vóru Regin Jes-
persen frá løgregluni, Hjør-
dis Gaard frá Vinnumála-
stýrinum, sum eisini er sam-
skipari í tilbúgvingarbólk-
inum, Hákun Steingrímson
frá Vinnumálastýrinum, Jó-
hannes
Johannesen
frá
sjúkrabilatænastuni, Djóni
Weihe frá V&B og Alex
Buvik frá Oljumálastýrin-
um.
Alex Buvik ber ikki ótta
fyri, at øll tilbúgvingin
ikki skal vera klárt til
oljuleitingina, men hann
ásannar tó, at vit enn ikki
eru komin á mál. -Eg vóni
vit klára tað.
Tað er sera umráðandi
fyri ikki at siga
altavgerandi at hava eina
trygga tilbúgvingarskipan,
áðrenn farið verður undir
at leita eftir olju á
landgrunninum.
Ein góð tyrlutænasta á
sjónum eins og ein góð
sjúkrabilatænasta á landi
eru sera týðandi partar av
eini tilbúgving
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
v/ Øssur Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um Kvívík
og Kollafjørð, tá fráboð-
an fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 19.
00 – 23.
30
Fríggjadag
kl. 17.00 – 03.30
Leygardag
kl. 19.00 – 03.30
Sunnudag
kl. 17.00 – 23.30
Long drinks
Café
Við gongugøtuna
Eysturoy
Nor›oyggjar
Sosialurin - 311820
EIVØR
PÁLSDÓTTIR
KVARTETT
spælir
Hóskvøldið
Livandi
tónleikur
Mat-
seðilin
Hósdagin 13. apríl
Hakkibúffur
Fríggjadagin 14. apríl
Hamburgarryggur
Leygardagin 15. apríl
Rullusteik
Mánadagin 17. apríl
Milliónbúffur
Týsdagin 18. apríl
Knettir
Mikudagin 19. apríl
Grýturættur
Kostnaður 30.- kr.
•••
Seinnaparts-tilboð
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Kaggin
MOON
MOON -
SHOT
SHOT
MOON-
SHOT
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja- og
leygarkvøldið
spælir
Sosialurin - 311820
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Leygarkvøldið
15. apríl spælir
"Ólavur Øster
Band"
til dans
í klubbanum
Fríggjakvøldið
spæla teir til
dans í Lognbrá
Sosialurin - 311820
í dansistovuni
í Vestmanna
24/4 kl. 23.00
Øll eru
vælkomin
Berg og
Jacobsens
dansi-
orkestur
spælir
UNGTEMPLARA-
FELAGIÐ HEYGUR
UNGTEMPLARA-
FELAGIÐ HEYGUR
GÓÐUR
DANSUR
GÓÐUR
DANSUR