Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 73 - 13. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 73 - 13. apríl 2000 Stór páska- sølustevna á Tvøroyri ÁKI BERTHOLDSEN Hesar næstu fýra dagarnar verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmurin um eina stóra páska-sølustevnu, við nógvum framsýnarum, undirhaldi og skemti. Tað eru Tvøroyrar Bólt- felag, Tvøroyrar Svimjifel- ag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum skipa fyri stevnuni. Umframt sølustevnuna, verður eisini eitt mini-tivoli í hinari høllini, sum er í sama húsi - sí greinina nið- anfyri. Á stevnuni fara einar 25 fyritøkur úr øllum landinum at vísa fram og tær hava alt møguligt at vísa fram. Eitt nú eru fýra bilasølur við. Men annars eru handlar við sum selja alt frá teldum og telduútgerð, klæðum, stereoútgerð, bilaútgerð, blomstur, fløgur og mangt annað. Umframt fyritøkurnar, sum sjálvandi hava nøkur serlig stevnutilboð, verður eisini mótasýningar og und- irhald av ymsum slag. Stevnan letur upp í dag klokkan 16 og hon er opin til kl. 22 í kvøld. Men klokkan 18 verður hon alment sett, og tað verð- ur Dan Nielsen, býráðsfor- maður, sum setir hana. Tá fer eisini Kirkjukórið Ljómur eisini at syngja. Í morgin, fríggjadagin, er stevnan opin frá kl. 16 til kl.22. Leygardagin er hon opin frá kl. 14 til kl. 22 og seinasta dagin, sunnudagin er hon opin frá kl.16 til klokkan 20. Sangur, spæl og und- irhald Allar dagarnar, stevnan er opin, verður ymiskt undir- hald, bæði fyri børn og vaksin. Klokkan 19 hóskvøldið, aftaná at stevnan er sett, fara Kristian Blak og dótt- urin, Rebecca, at spæla, hann spælir klaver, hon violin. Fríggjadagin klokkan 18 og leygardagin klokkan 15 fara Jessie og Sára úr Pork- eri at dansa Creamy. Fríggjakvøldið klokkan 20 og leygardagin kl. 19 Hesa vikuna hava arbeiðsdagarnir í ítróttarhøllini verið langir, men Jóan Petur Olgarsson, formaður í fyrireikingarnevndini, sigur, at tá ið stevnan letur upp, verður alt til reiðar Klokkan fýra í dag lata dyrnar upp á sølustevnuni í ítróttarhøllini á Tvøroyri verður mótasýning. Sunnudagin klokkan 17 fer bólkurin Shalder Geo hjá Kristian Blak, o.ø, at spæla. Og sum rosinan í pylsu- endanum fer Ragnar í Vík at syngja og spæla leygar- dagin kl. 17.30. Og klokkan 19 sunnu- kvøldið, áðrenn stevnan endar, verður gallashow við mótasýning og tónleiki. Eitt nú fara Rakul og Magni at syngja. Tá verður eisini kunn- gjørt, hvønn gestirnir hava valt til vakrasta básin. Tann, sum eigur básin, fær ein vinning. Við hvørjum atgongu- merki fylgir ein atkvøðu- seðil, har fólk kunnu velja, hvønn bás tey halda verða vakrast. Hvørt atgongumerki er samstundis ein lutaseðil og ein hálvan tíma, áðrenn stevnan letur aftur hvørt kvøld, verður burturluting, har vinningarnir eru ymsir lutir, sum fyritøkurnar, ið taka lut á stevnuni, hava latið. HØGNI MOHR Fleiri føroyskir handlar og krambúðir bjóða viðskifta- fólkum sínum eina serliga tænastu. Keypa fólk frá teimum, stendur teimum í boðið at fáa vøruna koyrda til hús. Fyri einki. Summar familjur, ið ikki eiga bil, brúka hesa tænastu meira ella minni fast. Soleiðis gjørdu eini hjún eisini ein dagin í farnu viku. Kjøtfjall í ganginum Konan í áðurnevnda hjún- arlagi hevði verið til handils hendan dagin. Hon hevði, sum vanligt, avtalað, at handilin skuldi koyra vør- una heim. Seinnapartin sama dagin, júst tá ið mað- urin er komin heim, kemur vørubilurin við vøruni. Konan er enn í býnum og ger ørindi. Tá ið maðurin kemur niður í gangin, har vøran stendur, er bilførarin í vørubilinum longu farin. Hann hevur úr at gera, og tað skal ganga skjótt fyri seg. Beinanvegin sær maður- in, at her ruggar ikki rætt. Vørunøgdin á gólvinum er nógv størri enn vanligt. Umframt fleiri beriposar, á tremur við vanligum húsar- haldsvørum, hevur konan eftir øllum at døma eisini keypt eina fulla erskju av kjøti. Fjáltur - Hon man hava fingið álv- arsom herindi av keypiøði, hugsar maðurin meðan hann í sveittabroti roynir at fáa kjøtið upp í køkina og í ta nærum fullu frystiboks- ina. Úrvalið av kjøti í eskj- uni er øgiligt: Neytamjó- ryggjasteik, medistarapyls- ur, várrullur, høsnarungar, royktur laksur, alskyns neytabúffar og eitt veldigt nýsælendskt lambstjógv. So hvørt, sum maðurin nærkast botninum á eskjuni, gerst hann meira og meira fjálturstungin. Túsund- krónuseðlar blaktra fyri eygum hansara, og hann hevur hug at øsa seg upp í skúm av hesum ótarnaða keypihuganum, sum konan eftir øllum at døma er ó- grøðiliga rakt av. Keypti bara fars - Tað var løgið. Eg havi ikki hoyrt, at vit skulu halda veitslu. Hví eri eg ikki boð- in, spyr hann konuna, spoyskur á málinum, tá ið hon kemur upp gjøgnum trappurnar, júst afturkomin úr býnum. Neyðars konan veit als ikki, hvat maðurin sipar til. Tá hann sigur frá um kjøt- fjallið í frystiboksini, svarar hon grunaleys: - Eg keypti bara eitt sind- ur av farsi...??? Nú klárnar. Tað skilst, at kjøtið er endað í skeivum húsum. Ringt verður til handilsmannin. Jú, hann skal bera so í bandi, at vøran verður avheintað. Dagur líður, men ongin kemur at taka rokan av matgoymsl- uni hjá hjúnunum. Vælgagnist Morgunin eftir hittust mað- urin og handilsmaðurin til- vildarligt á vegnum. - Forrestin, hattar kjøtið. Sært tú. Viðkomandi, sum hevði keypt kjøtið, hevði keypt tað sum »kølt kjøt«, ikki sum »fryst kjøt«. Men nú hevur tú fryst tað. So eg havi sent teimum eina nýggja sending. Tú skalt eiga hitt kjøtið, segði hand- ilsmaðurin. - Takk fyri, segði maðurin og sendi umberandi hugs- anir til konuna. - Vælgagnist, segði handilsmaðurin. Ein søga um mat og misskiljingar MISSKILJINGAR. Ein skeiv sending úr einum handli til eini hjún elvdi herfyri til mikið høvuðbrýggj. Men endin var kortini ikki av leið. Í hvussu so er gagnaðist hann hjúnunum væl Vanligar vørur, sum hesar á myndini, vóru tær, ið eini hjún væntaðu sær úr einum handli. Men tá av tornaði var gangurin full- ur av alskyns kjøtvørum, sum bilførarin í handilin- um hevði koyrt teimum heim… Ikki serliga bjartskygd Í gjár klokkan 14 sessaðust Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag aftur við samráðingarborðið - Vit eru ikki ser- liga bjartskygd. Vit vilja fegin koma til semju, men ikki fyri ein og hvønn prís, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna á Føroya Lærarafelag, sum er gingið við til at tosa um ársverk, fyri at fáa síni ynski við á samráðingarskránna DAGFINN OLSEN Arbeiðssteðgurin hjá sátt- málasettum lærarum hevur nú vart í meira enn 5 vikur. Men í gjár seinnapartin klokkan 14 sessaðust Før- oya Lærarafelag og Fíggj- armálastýrið aftur við sam- ráðingarborðið. Eftir tógvið stríð samdust partarnir um uppritið, sum semingsmenninir komu við og nakrar boytingar máttu eisini gerast í uppritinum. Um orsøkirnar sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, at tað var ymiskt úr semjuni frá 31. oktober 1999, sum fel- agið vildi hava við. Orsøkirnar - Í semjuni stóðu ymsu øk- ini við meira áløgdum ar- beiði. Tey vildu vit hava við undir teimum evnum, sum vit skulu taka upp, sigur Elsa Birgitta Petersen. - Vit fingu tey við eftir tógvið stríð. Fyri okkum tykist tað nærum, sum vil Fíggjarmálastýrið ikki ganga undir semjuna frá í fjør, sum báðir partar hava skrivað undir. Har stóð m.a., at samráðast skal um ar- beiðstíð hjá lærarum. Har sigur Fíggjarmálastýrið so, at so skal eisini takast við ársverk ella arbeiðstíðar- normur hjá lærarum. Hetta stóð ikki í semjuni, men vit hava givið okkum og eru gingin við til at taka ársverk við, men so skulu eisini øll punktini við, sum stóðu í semjuni um meira álagt ar- beiði, sigur Elsa Birgitta Petersen, ið fýlist á, at allan vegin hevur tað merkt gongdina í samráðingar- støðuni, at ársverkið hevur verið við, meðan, punkt hjá Lærarafelagnum hava verið tikin burtur. Ikki bjartskygd Elsa Birgitta Petersen sigur, at sjálvsagt vónar Føroya Lærarafelag semju. - Eins og øll onnur, so vóna vit sjálvsagt semju, men orsakað av, at tað gekk so harðliga fyri seg bert at fáa tey tingini við, sum báð- ir partar hava skrivað undir í semjuni frá 31. oktober, so eru vit ikki serliga bjart- skygd. Vit vita, at tað verður eitt stríð at fáa okkara ígjøgnum, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag. - Vit vilja fegin náa eitt úrslit og semju, men vit ætla ikki at gevast uttan víðari. Vit vilja semju, men ikki fyri ein og hvønn prís, sigur Elsa Birgitta Petersen. Páskafrítíðin vápn - Vit eru klár yvir, at Fíggj- armálastýrið hevur nýtt páskafríðina sum taktiskt vápn. Men vit hava sagt, at vit hava einki ímóti at streyka í páskafrítíðini, men so skulu tey bert gera sær greitt, at hava vit goldið lær- arum løn í páskafrítíðini, so Vit vóna sjálvsagt semju, men orsakað av, at tað gekk so harðliga fyri seg bert at fáa tey tingini við, sum báðir partar hava skrivað undir í semjuni frá 31. oktober, so eru vit ikki serliga bjartskygd, segði Elsa Birgitta Petersen undan samráðingunum í gjár savnsmynd Føddur optimistur DAGFINN OLSEN Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen hevur góð- ar vónir um at finna eina loysn, nú samráðingar aftur eru byrjaðar millum Fíggj- armálastýrið og Føroya Lærarafelag. - Vónirnar eru góðar um at finna semju. Vit fara við opnum sinni til samráðing- arborðið. Eg eri føddur opti- mistur og eg trúgvi uppá, at vit finna eina loysn. Karsten Hansen viðgong- ur, at tað eisini lættir um, at Lærarafelagið gongur við til at tosa um ársverk, sum Fíggjarmálastýrið hevur strongt á at fáa við. - Tað, at vit seta okkum saman, eftir so langan steðg, tað staðfestir álvaran í hes- um. Eg vænti, at samráð- ingarfundurin kann gerast drúgvur, men tað ger einki og vit kunnu hava matpakka við, leggur Karsten skemt- andi afturat. Ongar páskaspekulatiónir Karsten Hansen vísir aftur tí, sum Føroya Lærarafelag førir fram um, at Fíggjar- málastýrið hevur nýtt pásk- afrítíðina sum taktiskt vápn. - Tey eru farin í verkfall og tey vistu, at páskirnar komu. Vit hava ikki lagt páskirnar. Vit bóðu um at halda áfram, tá steðgur kom í, men felagið segði nei. Síðani hava semingsmenn gingið ímilum fleiri ferðir, men vit hava verið til reiðar alla tíðina, vísir Karsten Hansen á. - At siga, at vit spekulera í páskafrítíðini er burturvið. Eg vóni bert at fáa frið á páskum, tí tað fekk eg ikki í fjør og eisini vóni eg at fáa semju áðrenn, fyri allar partar og tryggleikan í tí. Sjálvsagt veit eg, at verður semja ikki fyrr enn 3. pásk- adag, so er tað bíligari fyri landskassan. Men fáa vit semju beinanveg, so fáa tey løn frá tí løtu skrivað verður undir og so gjalda vit pásk- irnar, sigur Karsten Hansen avgjørdur. Ganga eftir leistinum Karsten Hansen vil ikki tosa um smálutirnar í uppritinum hjá semingsmonnunum. Hann sigur, at semings- menninir hava gjørt ein leist, ið Fíggjarmálastýrið hevur góðtikið, og nú verð- ur arbeitt eftir hesum. - Vit fara til samráðing- arborðið við vón um semju. Nú hava vit roynt nógvar samráðingar og mangan hevur sæð svart út, men tað er altíð endað við semju og soleiðis verður óivað eisini nú. Tað trúgvi eg uppá, sig- ur Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri. fara vit ikki til arbeðis beint eftir frítíðina. Eg haldi, at tað fekk støðuna eitt sindur uppá pláss, metir Elsa Bir- gitta Petersen. Undir heilt Tá samráðingarnar byrjaðu í gjár klokkan 14, merkti tað eisini fyri partarnar í sam- ráðingunum, at teir fóru undir heilt. - Vit fara undir heilt og úttala okkum ikki, segði Elsa Birgitta Petersen und- an samráðingunum í gjár. Karsten Hansen vísir aftur tí, sum Føroya Lærarafelag førir fram um, at Fíggjarmálastýrið hevur nýtt páskafrítíðina sum taktiskt vápn. - Tey eru farin í verkfall og tey vistu, at páskirnar komu. Vit hava ikki lagt páskirnar, sigur Karsten Hansen Sostatt eru tað bert sem- ingsmenninir, sum nú kunnu koma við viðmerk- ingum um gongdina í sam- ráðingunum. Málið liggur enn einaferð í teirra hond- um. – Eg eri føddur optimistur og eg trúgvi uppá, at vit finna eina loysn, sigur Karsten Hansen