Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ber til hjá løgtingsmonnum at fáa innlit í samskiftið, sum hevur verið millum Føroya Landsstýri og PLO, spyr Jenis av Rana m.a. í fyrispurningi til løgmann Neyvan gerandiskostur hjá Arafat og hansara líkum Radiografar krevja ískoyti Felagið hjá Radiografum í Føroyum fór gjármorgunin í arbeiðs- steðg. Felagið krevur somu lønarhækkan, sum sjúkrasystrarnar JOHN JOHANNESSEN Tað er í veruleikanum eitt stríð um fakbólkar, ið liggur aftan fyri verkfallið hjá fel- agnum fyri føroyskar radio- grafar. Radiografarnir fóru fyrra- dagin í 24 tíma langan ar- beiðssteðg, tí teir ynskja at fáa løn sína upp á sama støði, sum tað hjá sjúkra- sytrunum, ið eisini starvast á røntgendeildunum. Eisini ynskja radiografarnir at fáa setanarpolitikk sín upp á sama støði hjá sjúkrasystr- unum. Felagið hjá radiografun- um sigur, at upprunaliga ætlanin við verkfallinum var at fáa hækkað lønina, eins og teirri hjá sjúkrasystr- unum. Men nú Sjúkrasytra- felagið hevur meldað út, at tað ikki kann góðtaka, at onnur feløg krevja vunnin rættindi hjá Sjúkrasytrafel- agnum, kenna radiografar- nir seg eisini noyddar at gera vart við, at teir eru ó- nøgdir við, at sjúkrasytrar starvast á teirra øki fyri hægri løn, enn radiografar- nir fáa. – Vit undrast yvir, at Sjúkrasystrafelagið metir krøv okkara vera teirra vunnu rættindi. Tey hava nevniliga einki við teirra rættindi at gera, men harft- urímóti snýr tað seg um at vinna rættindi, ið svara til okkara útbúgving, sigur Jóna Hentze, forkvinna hjá radiografunum. Forkvinna í felagnum hjá radiografunum, vísir á, at munurin millum radiograf- arnir á røntgendeildunum og sjúkrasytrarnar á rønt- gendeildunum er, at radio- grafarnir hava eina útbúgv- ing, ið er skraddaraseymað til starvið, meðan sjúkra- systrarnar bert hava tikið stutt skeið um, hvussu tær skulu starvast á røntgen- deildini. Radiografarnar siga trup- ulleikan hjá sær vera, at tær hava avtalu við Fíggjarmál- astýrið um, at tær skulu fylgja sáttmálanum hjá sjúkrasystrunum. Orsøkin til hetta er, at Fíggjarmála- stýrið ikki vil samráðast við tey smáu feløgni. Vegna tess hava radiografarnir fylgt grundsáttmálanum hjá sjúkrasytrunum. Men av tí, at yrkini eru ymisk, krevjast ávísir ískoytissátmálar fyri smáu feløgini. ÓLAVUR Í BEITI Í 8 spurningum vil Jenis av Rana hava at vita frá løg- manni um handilssáttmálan við PLO. Jenis av Rana spyr, um til ber hjá løgtings- monnum at fáa innlit í sam- skiftið, sum hevur verið millum Føroya Landsstýri og PLO? Hvørjar metingar gjørdi landsstýrið sær, áðr- enn fyrsta stigið varð tikið til at knýta samband við PLO? Hvussu metir Føroya Landsstýri sokallaða PLO statin statsrættarliga? Hvussu umfatandi er sam- starv Føroya við PLO vorð- ið, og hvørjar ætlanir fyri- liggja ? Og Jenis av Rana vil eis- ini hava at vita, um Føroya Landsstýrið hevur knýtt ella roynt at knýtt samband við onnur ódemokratisk stýri lík PLO? Hevur Føroya Landsstýri ætlanir um hand- ilssambond við onnur ill- grunaverd stýri ( t.d. Mil- osevic o.o )? Nær svaraði Ísrael áheitan landsstýrisins - áðrenn ella aftaná at sam- band var knýtt millum Før- oyar og PLO? Hvør var grundgeving ísraelsmanna fyri manglandi áhuga fyri samvinnu við Føroya Landsstýri? Svar Ísraels Í viðmerkingunum til spurningarnar, sigur Jenis av Rana, at undir viðgerðini av uttanlandsfrágreiðing løgmans fyrr í vár varð Løg- tingið munnliga kunnað um royndir, sum landsstýrið hevði gjørt at fáa í lag hand- ilssáttmálar við ávís onnur lond. Fram kom tá, at m.a. Ísrael og PLO vóru spurd um møguliga áhuga teirra fyri sáttmála, at Ísrael ongan áhuga hevði, meðan PLO fegin vildi hava slíkan. – Neyvan er tað gerand- iskostur hjá Arafat og hans- ara líkum at fáa slíka áheit- an, so áhugi teirra er skilj- andi, meðan nærri upplýs- ingar um svar Ísrael - sum jú longu í nógv ár á bygda- og býráðsstøði hevur havt vinabýarsamstarv við Før- oyar - eru ynskiligar. – Ikki skuldi verið neyð- ugt at mint landsstýrið á, at vit her viðgera tvær dia- metralt mótsattar fatanir av mannarættindum, tí meðan Ísrael er millum heimsins fremstu demokratisku tjóð- ir, so er PLO jú, saman við øllum grannum Íraels, á odda ímóti sjálvt mest eyð- sýndu og vanligastu manna- rættindum, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum. EDVARD JOENSEN Treytað av góðkenning frá Føroya Landsstýri fer Maersk Air at bjóða før- oyingum at flúgva millum Vágar og Kastrup um páskirnar fyri 1.060,- krónur umframt tey av- gjøld, sum løgd verða om- aná. Á tíðindafundi á Hotel Hafnia mikudagin segði rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Mosgaard Christensen, at felagið fer at seta tvey søluátøk í verk. Eitt sum fer at galda fyri tíðina 14. til 23. apríl, og eitt sum fer at galda frá 28. apríl til 19. juni. Talan verður um at selja ferðaseðlar á rutuni mill- um Vágar og Kastrup - ella hinvegin - fyri 1.060,- umframt avgjøld fyri hvønn vaksnan persón, sum ferðast. Avsláttur upp á 50% verður latin børn- um í aldrinum 2 til 11 ár. Tó verður ikki møguligt at broyta umbidnan ferða- seðil, eins og tað ikki fer at bera til at fáa goldnan pening aftur. Borðið fang- ar. Eisini fer Maersk Air í hesum tíðarskeiðnum at bjóða ferðaseðlar til eina- hvørja danska provins- lufthavn fyri 1.760,- kr. umframt avgjøld. Somu reglur sum fyri ferðing til Kastrup eru eisini gald- andi her. Í tíðarskeiðnum frá 28. apríl til 19, juni - báðir dagar íroknaðir - fer Ma- ersk Air at bjóða ferða- seðlar til Kastrup ella Maersk Air bjóðar bíligar ferðaseðlar Stendur tað upp til Maersk Air, sleppa føroyingar at ferðast bíliga millum Føroyar og Danmark hetta fram til 19. juni Billund fyri 1.250,- krónur umframt avgjøld fyri hvønn vaksnan persón. Hetta søl- uátakið verður nevnt »Ferð- ist tvey og gjaldi fyri ein«. Eisini her verða latin 50% í avslátti fyri børn í aldrinum 2 til 11 ár. Her verða reglurnar ann- ars, at keypast skal í minsta lagi 7 dagar undan fráferð. Tað fer heldur ikki her at bera til at broyta ferðaseð- ilin ella at fáa goldnar peng- ar aftur. Treytað verður eis- ini, at tann, sum ferðast skal vera burtur náttina millum leygardag og sunnudag. Og tað skulu í minsta lagi tvey vaksin ferðast saman fyri at fáa hendan avsláttur. Rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Mosgaard Christ- ensen, váttar, at tað er sera stutt skotbrá at koma við einum søluátaki, sum byrjar á summarmála, nú bert tveir dagar undan byrjan. Og hann vónar, at Landsstýrið fer at handla skjótt og játta teimum loyvi at selja før- oyingum bíligar ferðaseðlar. Tað er soleiðis, at allir ferðaseðlaprísir skulu góð- kennast av Ferðslumálaráð- num. Umframt at Ferðslu- málaráðið sendir teir til Føroya Landsstýri at við- mæla. Hetta er gjørt. Ferðslumálaráðið sendi Landsstýrinum umsókn- ina frá Maersk Air sama dag, hon var latin Ráðn- um. Tí vónar rutustjórin hjá Maersk Air eisini, at Landsstýrið fer at handla skjótt. Í aðrar mátar er Keld Mosgaard Christensen ikki nøgdur við, at Ferðslumálaráðið skal avgera prísirnar á flogrut- unum til Føroya. Tað átti fríi marknaðurin at gjørt, sigur hann. Og hann met- ir, at tá kundi tað verðið bíligari at ferðast millum londini. Av tí, at talan er um ferðing millum Føroyar, sum eru uttan fyri ES, og floghavnir í ES, metir Maersk Air, at tað ikki skal vera danska Ferðsl- umálaráðið, sum skal av- gera hetta. Keld Mosga- ard Christensen sigur, at teir vilja hava hetta undir Rom Sáttmálan. Og so væntar hann, at tað verð- ur bíligari at ferðast alt árið. 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 73 - 13. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 73 - 13. apríl 2000 Ferðsluruðulleiki í Eysturoynni Hóast nøgdin av kava ikki var tann stóra, sum kom niður týskvøldið og mikunáttina, so var tað ríkiligt til at gera ferðsl- una í Eysturoynni til ein stóran ruðulleika. Ein trailaraførari hjá Óla Christian Danielsen í Runavík var heppin, at hann slapp við lívinum, tá trailarin koppaði omanav vegnum, meðan maðurin var í holt við at seta ketur á hann SVEINUR TRÓNDARSON Ferðslan í Eysturoynni var í undantaksstøðu týskvøldið og í gjáramorgunin. Kavin, sum ikki verður ruddaður, tí ósemja er millum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag, broyttist fyrst til krapa og síðani til ís, og tað var snøgt sagt ikki koyrandi hjá bil- um, sum ikki vóru væl »skøddir«. Harafturat gjørdi vindurin tað beinleiðis lívshættisligt at ferðast har um vegir. Vindur og gler Fyri eysturoyingar er tað ikki ókent, at nógvur kavi altíð legst við báðar munn- arnar á Eysturoyartunnlin- um og týsdagurin var einki undantak í so máta. Higartil hevur kortini bor- ið til at koyra, tí kavarudd- ararnir hjá landinum hava verið skjótir úti, men so- leiðis skuldi so ikki vera hesaferð. Kavaruddararnir hjá Landsverkfrøðinginum liggja í arbeiðsósemju við arbeiðsgevaran og tí verður ikki grivið, sum er. Og hóast nøgdin av kava, sum fall hesaferð, ikki var tann øgiliga, so hava veður- umstøðurnar annars gjørt tað mest sum ógjørligt at koyra sumstaðni og tað fekk ein lastbilførari frá Óla Christian Danielsem eisini at kenna týskvøldið. Mundi ligið undir Hann var á veg niðan móti Eysturoygartunnlinum, tá hann var noyddur at steðga í krapanum. Ógjørligt var at halda fram og tí gjørdi bilførarin av at fara út at seta ketur á trailaran. Og tá var um reppið, at tað kostaði honum lívið. Umframt kavan var ikki sørt av vindi har um vegir, og frá fyritøkuni hava vit skilt, at hvirlurnar vóru øgi- ligar. Tað var eisini ein øgilig hvirla, sum skræddi trail- aranum um koll, tí ein slíkur vigar ikki minni enn 17 tons. Tá trailarin koppaði, var maðurin, sum sagt, í holt við at seta ketur á, og var hann ikki so skjótur á bein- unum, so lá hann undir. – Hann kláraði akkurát at sleppa sær til rýmingar, upp um eitt hegn, tá hann sá at bilurin var á veg niður yvir hann. Tað var ikki hugsingur um at taka allan trailaran uppaftur týskvøldið, men kortini tóku fólk frá fyri- tøkuni fremsta partin upp. Restin sleppur so at liggja til veðrið er vorðið betri Leið 400 fór sama veg Týsmorgunin var so aftur um reppið, at tað endaði ruddiliga galið. Leið 400, sum var á veg úr Fuglafirði til Havnar, fór á glið í hálkuni, og tók í fyrsta umfari í ein trailara, sum stóð í niðara borðið. Bussførarin kláraði eftir øllum at døma at rætta buss- in uppaftur, eftir at hann hevði tikið í trailaran, men stutt eftir skræddi ein hvirla í bussin so ógvusliga, at hann enn einaferð fór á glið. Og hesaferð bar ikki bøt- ur. Við gronini fyri gleið bussurin oman av vegnum, har hann steðgaði, beint áðr- enn hann fór á rull. Hart royndu ferðafólkini í bussinum sluppu tíbetur óskalað frá óhappinum, sum illa vildi til hevði havt stórskaða við sær. Samanstoytur millum Fjarða Annars hendi eisini eitt triðja ferðsluóhapp har um vegir. Týsdagin stóðu tveir bilar millum Fjarða, stutt frá frá- koyringini til Funnings- fjarðar. Hvussu óhappið er hent, er ilt at siga, men eftir olju- blettinum at døma, ber til at gita, at bilarnir eru komn- ir ov langt inn á vegin og eru síðani brostnir saman. Tíbetur stóðst eingin mansskaði av óhappunum, men bilarnir báðir fingu stóran skaða. Løgreglan í Eysturoynni letur illa at skilinum, sum hevur verið, tí umframt hesi óhappini, hava fleiri smærri verið. – Men tað er ótrúligt at fólk fer í illa skøddar bilar í slíkum veðrið. Eg beindi fleiri bilar til hús aftur, sum koyrdu á summardekkum, sigur vakthavandi á støðini í Runavík, sum leggur aft- urat, at nú er vegurin opin aftur. Bresturin hevur verið harður, tá hesir báðir bilarnir eru stoyttir saman, Skal ein vera heppin, so var henda løtan ikki illa vald. Lítið vantaði í, áðr- enn hann fór runt Tað valdaði fullkomin ferðsluruðulleiki í Eystur- oynni týsmorgunin. Bilar sløgdir allastaðni og ein sjúkrabilurin sum er í ferð við at sleipa ein buss burt- ur Myndir: Sveinur Tróndarson CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar 3 ára garanti/100.000 km. garanti Dupult airbag, ABS, servostýring, sentrallás, startsperra, elrútar í fram- hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl, miðsetur, sum kunnu vendast og flytast aftur og fram við borðum, koyrisetrið kann setast í 8 ymiskar støður, rattið kann flytast upp og niður, nakkastuðlar, sum kunnu stillast og takast burtur, lesiljós framman, kúfangarar í sama liti sum bilurin, skinnarar á takinum v.m. Rætti bilurin til mong endamál. –Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Fæst eisini við aut. gearum. J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn Tlf. 310600 Sosialurin - 311820 Multibilurin til einhvørja loysn Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Familju - camping - firmabilur- og "mini- bussur" EINANS 225.800,- Fæst eisini sum vøruvognur 187.800,- EINANS