Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 73 - 13. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 73 - 13. apríl 2000 EDVARD JOENSEN Tann bletturin, sum annars hevur veitt skýli í nógv ár, orkaði ikki meira seinna- partin tysdagin. Tá reiv í Toftalíð í Vági. Sommer Joensen, sýslu- maður í Suðuroy, sigur, at øll yvirtromin í sunnaru síðu á einum húsum í Vági fór í luftina og gjørdi eitt sindur av skaða á onkur grannahús. Eitt petti fór nið- ur gjøgnum takið á einum øðrum húsum, meðan okk- urt smávegis feyk á tøkini í grannalagnum. Ættin var landnyrðingur norðan við rættiliga hørðum hvirlum, sigur sýslumaður- in. Upp í harðan storm. Og tað er ring ætt har, sum støð- an eisini vísir. Talan er um betonghús, sum eru stoypt heilt upp í tróðrið. Men timbri í erva helt altso ikki. Har fóru bæði tak og sperrur og tað heila, sigur Sommer Joensen. Bjargingarfelagið plagar í slíkum førum at leggja prosendingar oman yvir, men har var eingin sperra eftir at hefta í, so neyðugt var bara at leggja trol fyri at verja fyri, at tað skuldi fúka meira. Av øðrum var tíbetur einki hent í illveðrinum sig- ur sýslumaðurin. Hann leggur aftrat, at frá einum trolara, sum kom á Vág Skaðaveður í Vági Í Toftalíð í Vági kláraðu eini hús ikki at veita skýli móti landsnyrðingi norði týsdagin. Yvirtromin reiv og gjørdi eitt sindur av skaða á nøkur grannahús seinnapartin í týsdagin, hevði hann frætt, at teir ikki høvdu verið á sjógv í verri veðri enn tað sama. Okkurt smávegis ferðsuó- happ hevur verið orsakað av hálkuni og tí, at ikki hevur verið grivið og saltað. Í Vágum fóru tveir bilar út av vegnum mánakvøldið. Eingin skaði stóðst tó av. Í gjáramorgunin fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av vegnum vestan fyri berg- holsmunnan oman fyri Norðskála. Av politistøðini í Havn varð sagt, at bussurin hekk á búkinum í vegkanti- num, men øll ferðafólkini vóru farin úr honum í øllum góðum. Tað hendi ongum teirra nakað sum helst. Í aðrar mátar var rutu- koyringin óreglulig í gjár. Úr Vágum kom eingin buss- ur tann fyrsta túrin, og Leið 400 úr Leirvík var seinkað eina løtu, tí Ternan hevði trupulleikar við at leggja at. Annars varð sagt av politistøðini í Havn, at ein sjúkrabilur úr Vágum fekk hjálp frá eini maskinu hjá Landsverkfrøðinginum, so hann slapp til Havnar við einum sjúklingi, sum skuldi á Landssjúkrahúsið. Ódnarveðrið setti síni spor kring landið týsdagin. Í Vági reiv yvirtromin á einum set- húsum, sum standa í Toftalíð. Bjargingarfelagið plagar at leggja prosendingar oman yvir, men í hesum føri var einki at festa í, tí sperrur, tak og tað heila reiv, sigur sýslu- maður í oynni savnsmynd í dýrdarveðrið ÓLAVUR Í BEITI – Hetta løgtingslógarupp- skotið tryggjar, at avvarð- andi landsstýrismaður hvørki tilvitað ella av ó- sketni setir sítt egna fólk í viðkomandi nevndir. Og tað tryggjar stóra fakliga breidd. – Útvarp Føroya og Sjón- varp Føroya eru miðlar hjá øllum landsins borgarum. Tí verða eisini stór krøv um óheftni og fjølbroytni sett kringvørpunum og teirra nevndum. Tann fakliga breiddin verður tryggjað við tilmælum frá teimum 9 í lógaruppskotinum nevndu stovnum og feløgum. Pro- grammnevndirnar skulu vera politiskt óheftar. Tað má als ikki vera illgruni um politiska slagsíðu, tí so fer trúvirðið, sigur Dan R. Pet- ersen m.a. í viðmerkingun- um til uppskotið. Átjan tilmæla Í broytta lógartekstinum verður m.a. sagt, at landsstýrismaðurin í loft- miðlamálum setir eina 9 manna nevnd at ráðgeva Út- varpi Føroya og Sjónvarp Føroya viðvíkjandi pro- grammvirkseminum. Nið- anfyri nevndu stovnar til- mæla sum nevndarlimir ein mann og eina kvinnu, harav landsstýrismaðurin tilnevnir annan sum lim: Fróðskap- arsetur Føroya, Kristiligt hyggjara- og lurtarafelag, Føroya Ungdómsráð, 7 mannabólkurin av yrkisfel- øgum (Føroya Arbeiðara- felag, Starvsmannafelagið, Sjúkrasystrafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havn- ar Arbeiðsmannafelag, Handverkarafeløgini í Før- oyum og Fiskimannafelag- ið), Føroya Arbeiðsgevara- felag, Føroya Blaðmanna- felag, Føroya Musikkskúli, Rithøvundafelag Føroya, og ÍSF. Teir átjan tinglimirnir, sum tilmæla uppskotinum eru Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen, Sámal Petur í Grund, Hans Pauli Strøm, Marjus Dam, Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Jenis av Rana, Jákup Sverri Kass, Henrik Old, Jóanis Stór krøv um óheftni og fjøl- broytni sett kringvørpunum Tí taka átjan tingmenn undir við uppskotinum hjá Dan R. Petersen um at broyta løgtingslógina um kringvarp Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Bjarni Djurholm, Ingi Ol- sen, Rúna Sivertsen, Lis- beth L.Petersen, Flemming Mikkelsen og Jógvan við Keldu. ÓLAVUR Í BEITI Finnur Helmsdal hevur sett fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkj- andi økispsykiatri, og spyr Finnur Helmsdal, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál- um hevur ítøkiligar ætl- anir um at fáa økispsyki- atriina í Føroyum at virka, sum ætlað? Um so er, hvørjar? Og vil Finnur Helmsdal at enda hava at vita, hvør tíðarætlanin er hesum viðvíkjandi? Nógv liggur á láni Í drúgvu viðmerkingun- um, sigur Finnur Helms- dal m.a., at nógvar eru ábøturnar á arbeiði innan psykiatriina í Føroyum, sum enn liggja á láni. Og tað skal vera mín vón, at landsstýrismaðurin og onnur ábyrgdarfólk fara at vakna beinanvegin, so- leiðis at tey kunnu fara undir at loysa hesar stóru trupulleikar Og mælir Finnur Helmsdal til, at landsstýrismaðurin, so skjótt til ber, fer undir at endurskoða økispsykia- triina. Endurskoðað hesa skipan við tí fyri eyga, at hon skal virka eftir ætlan – Skal økispsykiatriin virka, er neyðugt, at skip- anin fevnir um annað, enn hon ger nú, nevniliga at yvirlækni saman við hjálparfólki fer regluliga út í ávís øki. Tað er neyð- ugt, at skipanin støðugt hevur fólk á staðnum. Tað vil siga, at vit skulu hava sokallað økispsykiatriskt team úti í nøkrum økjum kring landið. Eitt slíkt te- am er vanliga mannað við sjúkrasystur, sosialráð- geva og psykologi. – Men einki forðar fyri, at eisini ergoterapeutar, fysioterapeutar og onnur heilsustarvfólk eru við á liðnum, sigur Finnur Helmsdal Broyta hugburð – Undirritaði fer at enda at loyva sær at heita á landsstýrismannin um at taka stig til eitt breitt orð- askifti um viðurskiftini hjá sálarliga sjúkum í Før- oyum. Innan tinggátt sum uttanfyri. Hetta fyri at broyta og menna hug- burðin hjá øllum føroy- ingum, tá tað snýr seg um sálarliga sjúku. – Politikarar og embæt- isfólk teirra mugu broyta hugburð soleiðis, at tað fer at kennast sum ein sjálvfylgja at játta tað neyðuga. Samfelagið má broyta hugburð soleiðis, at sálarliga sjúk gerast ein sjálvsagdur partur av til- veruni. Við javnbjóðis umstøðum og teimum treytum, sum krevjast. – Tí loyvi eg mær enn eina ferð at vísa lands- stýrismanninum á álitið, sum varð tilevnað 1990/ 91, og sum ber heitið: Psykiatriætlan ár 2000. Hetta álit verður sostatt skjótt 10 ára gamalt, og tað hevur enn onga polit- iska viðgerð fingið. Við fáum nútíðargeringum er tað enn nýtiligt sum grundarlag undir einum skikkaðum orðaskifti um málið. Innan- sum uttan fyri tinggáttina, sigur Finnur Helmsdal m.a. í viðmerkingunum til fyri- spurningin. Økispsykiatriin fekst ongantíð at virka Tí loyvi eg mær enn eina ferð at vísa landsstýr- ismanninum á álitið, sum varð tilevnað 1990/ 91, og sum ber heitið: Psykiatriætlan ár 2000. Hetta álit hevur enn onga politiska viðgerð fingið, sigur Finnur Helmsdal m.a. í viðmerk- ingunum til fyrispurning um økispsykiatri Brillant seldur Ísfiskatrolarin Brillant er seldur úr Runavík til Leirvíkar EDVARD JOENSEN Ísfiskatrolarin Brillant er seldur úr Runavík til Leir- víkar. P/F Snaraløkur hevur selt Polarstjørnuni í Leirvík trol- aran. Reiðarin, Jónsvein Knudsen, vil ikki upplýsa søluprísin. Men hann sigur, at báðir partar eru nøgdir við prísin. Jónsvein Knudsen sigur, at tað er ikki tí, at teir hava nakað nýtt á borðinum, at skipið verður selt beint nú. Talan er bara um vanliga forrætning, sigur hann og leggur aftrat, at hann skal siga frá aftur um eini tvey ár, hvørt hetta var klókt ella ikki. Brillant er seldur við øll- um loyvum, sigur hann. Men samstarvið við Sma- ragd, sum Brillant hevur partrolað við, heldur tó fram. Tað vóru fimm mans við Brillant, og teir eru upp- sagdir, nú skipið er selt. Nýggju eigararnir høvdu aðra manning til skipið, sig- ur Jónsvein Knudsen. Tó er meistarin tann sami, sigur hann. Sisimiut fiskað fyri 16 milliónir JOHN JOHANNESSEN Grønlendski flakatrolarin, Sisimiut, er komin á Havn- ina at skipa veiðu sína upp til Skipafelagið Føroyar. Trolarin hevur verið til fiskiskap í norska partinum av Barentshavinum, og hev- ur hann fiskað 420 tons av flaki. Hetta hevur, við dags- ins prísum, eitt virðið á 16 milliónir krónur, verður sagt í tíðindaskrivi. Sisimiut skal eisini um- væla onkur smávegis brek á Tórshavnar Skipasmiðju, áðrenn hann páskaaftan fer aftur í Barentshavið at fiska. Grønlendski flakatrolarin Sisimiut liggur í løtuni á Havnini, har hann skipar upp veið- ina, sum er 420 tons. Hann fer av Havnini aftur páskaaftan Mynd: Jens Kristian Vang Skal umvælast á Tórshavnar Skipasmiðju áðrenn hann fer aftur í Barentshavið Fiskaídnaðurin hevur tvær rávørur - fisk og fólk – At leggja strategi fyri hvussu vit fáa fatur á aðrari rávøru enn tí føroysku, verður ein tann størsta avbjóðingin fyri føroysku fiskivinn- una framyvir. Tí má fiskiídnaðurin vera kappingarførur við útlendsku vinnuna, sigur Mainhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking Á heimasíðuni hjá Vinnu- húsinum og í tíðindaskrivi stendur grein eftir Main- hard Jacobsen, stjóra í Fiskavirking, og verður greinin endurgivin her í síni fullu longd. Mainhard Jacobsen skrivar: Føroysku myndugleikar- nir mugu tryggja, at veið- an undir Føroyum fer fram á ein burðardyggan hátt, soleiðis at rávørutilgongd- in til virkini verður so jøvn sum gjørligt. Krøv um burðardygga veiðu og um- siting, koma ikki bert frá føroysku vinnuni, men eis- ini frá keyparalondum - myndugleikunum og teim- um einstøku keypunum. Vinnan má duga at til- laga seg knappligar broyt- ingar í atgongdini eftir rá- vøru, sum koma orsaka av, at tilgongdin til fiskastovn- arnir er ymisk ár undan ári. Virkini mugu skjótt kunna leggja framleiðsluna um ella hvat tørvur nú er á, fyri at viga upp fyri náttúrufyri- brigdunum. Framtíðin Føroyski fiskiídnaðurin má leggja seg eftir at virka há- virðisvørur og rávøran má nýtast betri soleiðis, at størri partur av fiskinum verður gagnnýtur í fram- leiðsluni. Hetta kann ger- ast við at menna aðrar framleiðslur burturúr tí partinum av fiskinum, sum í dag hevur lægsta virðið. Í framtíðini hevur tað stóran týdning at leggja dent á góðskustýringa. Góðskustýringin skal tryggja, at tær vørur, ið verða virkaðar, hava tað góðsku, keyparin væntar og verða virkaðar undir tryggum umstøðum, so- leiðis at heilsan hjá brúkar- unum ikki kemur í vanda. Automatisering av ar- beiðum á virkjunum verð- ur ein neyðug gongd. Ar- beiði í fiskiídnaðinum er mangan tungt og einsháttað. Nýggj tøkni er komin og vil í framtíðini avloysa tunga arbeiðið í vinnuni. Virkini mugu í ein ávísan mun spesialisera seg. Spesi- aliseringin skal gerast uttan, at virkini missa liðiligheit og evnini til at umleggja fram- leiðsluna um neyðugt. Ein partur av fyritreytun- um fyri øllum hesum er sam- skifti. Neyðugt er at kunna samskifta skjótt við veitarar og keyparar. Ein partur av hesum arbeiðnum verður gjørdur við at vinnan í fram- tíðini eisini fer at brúka e- handil, sum eitt amboð fyri samskifti. Marknaðarføring av fisk- aúrdráttum sum reinar og heilsugóðar vørur, og vørur har vandin fyri heilsustøðuni hjá brúkaranun ikki er til staðar, er somuleiðis týdn- ingarmikið. Avbjóðingar til starvsfólkið Fiskaídnaðurin hevur tvær rávørur — fiskur og fólk. Tað er ofta at hoyra millum arbeiðsfólk í fiskiídnaðinum, at tey bara arbeiða á flaka- virki, og at tey verða har til annað arbeiðið er at fáa. Tað hevur sera stóran týdning, at fískivinnan í framtíðini ger íløgur í menn- inskjaligar eginleikar. Hetta skal gerast fyri at fáa fiski- ídnaðin til attraktivt arbeiðs- pláss, har starvsfólkinum er tryggjað góðar arbeiðsum- støður og lønarviðurskifti, sum kunnu kappast við onn- ur størv. Í framtíðini verða íløgur gjørdar í automatiser- ing, soleiðis at arbeiði broyt- ist frá at vera tungt kropps- ligt arbeiði, til at verða yvir- vøka av framleiðsluni. Til hesi arbeiði krevst útbúgvi fólk. Við at útbúgva fólki og skapa góðar umstøður hjá arbeiðsfólkinum, hevði bor- ið til at lyft fiskiídnaðin upp á hægri støði. Arbeiði hjá myndugleikunum Føroysku myndugleikarnir skulu tryggja vinnuni góð- ar arbeiðsumstøður. Hetta kann gerast við at virkini fáa betri tilgongd til rá- vøru. Myndugleikarnir skulu skapa markn-aðarat- gongd, soleiðis at føroysk- ar vørur kunnu seljast har besti prísurin fæst. Myndugleikarnir skulu somuleiðis syrgja fyri, at føroysk vinna fær tær tæn- astur, (orka, ravmagn sam- skifti o.tíl.) sum vinnan hevur brúk fyri, til kapp- ingarførar prísir. Framtíðin Soleiðis sum framtíðin sær út, kann ein vænta, at færri og færri fólk verða í fiski- vinnuni í framtíðini - færri sjómenn og færri fólk í fiskiídnaðinum. Arbeiðsplássini verða broytt til, at arbeiðsfólkini fylgja við hvussu fram- leiðslan gongur og arbeiði gerst minni kropsligt. Ar- beiðstíðirnar vera flekstíð- ir, har arbeiðsfólki í ávísan mun hevur ávirkan á, nær arbeitt verður. Tað vil eisini gerast alt meira vanligt, at fólk hava heimaskrivstovu og gera sítt arbeiði har frá. Keyp og søla og øll av- greiðsla av papíri verður avgreitt av elektronisku miðlunum. Rávøran verður gagn- nýtt betur og fiskaúrdráttir, virkaðir úr tí vit í dag kalla slógv, til pharmaseutiskan ídnað verður gerandis. Ein áhugaverður spurn- ingur at seta er: Hvør verð- ur okkara høvuðsvinna í framtíðini? Verður tað: Fiskivinnan, alivinnan, oljuvinnan, KT- vinnan ella ferðavinnan. Einki er at ivast í, at før- oyska høvuðsvinnan verð- ur fiski- og alivinnan. tveir rættir 145,- BÚFFKVØLD VIÐ SALATBARR áðrenn "aftur í 60'ini" Borð kann bíleggjast á tel. 31 75 00 Fríggja- kvøldið 14. & leygar- kvøldið 15. apríl frá kl. 18.00 Sosialurin - 311820