hósdagur 13. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 73 - 13. apríl 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Áhugavert orðaskifti
á tingi
Orðaskiftið á tingi um almennu roknskapirnar var
sera áhugavert og yvirhøvur rættiliga sakligt. Tað
var upplýsandi og kastaði ljós á nógvar ivaspurn-
ingar, men samstundis standa eftir nakrir sera álvars-
samir spurningar, sum almenningurin hevur krav at
fáa svar uppá. Orðaskiftið og fyri alt tað eisini tilfarið
frá løgtingsgrannskoðarunum avdúkaði, at næstan
allir landsstýrismenn hava havt meirnýtslur á sínum
økjum tey seinastu fimm árini.
Víðari vísti orðaskiftið, at als eingin munur er á máli-
num um Sjónvarp Føroya og tí um Strandferðsluna.
Hetta gongur jú beinleiðis fram av tilfarinum, og varð
lisið upp frá røðarapallinum. Hesin veruleiki reisir
spurningin, hví so stórur munur verður gjørdur á
hesum báðum málum. Er tað tí at sjónvarpið er ein
miðil, ið øll hava eina meining um og sum vekir
agressiónir hjá ávísum politikarum ella er tað tí, at
hetta passar pørtum av Tjóðveldisflokkinum væl?
Eitt er vist, leiklutur Tjóðveldisfloksins er meira enn
løgin í hesum máli. Eisini er tað sera løgið, at fíggjar-
málaráðharrin ikki tók lut í orðaskiftinum og greiddi
tinginum frá leikluti fíggjarmálastýrisins í málinum.
Hetta er løgið so mikið meira sum, at fíggjarmála-
stýrið samb. galdandi mannagongdir hevur verið
djúpt inni í hesum máli, hevur vegleitt Signar á Brúnni
og hevur avgreitt hetta mál saman við Signar á
Brúnni.
Tá hetta er sagt eigur tað eisini at verða víst á, at
orðaskiftið avdúkaði, at frágreiðingin frá løgtings-
grannskoðarunum ikki tykist geva eina heilt rætta
mynd av tí, ið er farið fram í málinum. Tann, ið lesur
frágreiðingina um Sjónvarpið, leggur til merkis, at
samanhang er ikki millum frágreiðing og niðurstøður.
Í frágreiðingini tykist tað sum, at landsstýrismaðurin
og umsiting hansara hava handlað eftir bókini td. við
alt fyri eitt at fara undir at útvega sjónvarpinum
eykajáttan. Hinvegin stendur í niðurstøðunum, at
landsstýrismaðurin fór ikki undir hetta arbeiði fyrr
enn í september. Í øðrum førum verður landsstýris-
maðurin í mentamálum í niðurstøðunum lastaður fyri
nakað, ið ikki hann, men landsstýrismaðurin í fíggjar-
málum hevur ábyrgdina av. Hetta er løgið, og almenn-
ingurin hevur rætt til at fáa eina frágreiðing um, hví
hetta ósamsvar er millum frágreiðing og niðurstøður.
Grannskoðarafrágreiðingin um SvF og orðalagið um
landsstýrismannin í mentamálum er óvanliga hvass-
orðað og atfinningarsom. Hví er frágreiðingin ikki
eins hvassorðað og atfinningarsom, tá talan er um
SL og landsstýrismannin í vinnumálum?
Fleiri tingmenn settu spurningin, hvat hevði hent,
um landsstýrismaðurin ikki útvegaði sjónvarpinum
gjaldføri 23. juli 99. Hetta er ein sera áhugaverdur
spurningur, og áhugavert er tað eisini, at fleiri ting-
menn vildu vera við, at atfinningarnar móti lands-
stýrismanninum í hesum føri vildu havt verið eins
harðar og tær eru nú. Hetta snýr seg um stóra
spurningin, ið løgmaður sjálvur hevur reist í samrøðu
við Sosialin, og sum fleiri tingmenn reistu: hevði
Signar á Brúnni nakað val? Kundi hann í roynd og
veru gera annað, enn at ganga eftir galdandi játtanar-
reglum og leggja peningin út, soleiðis sum umstøð-
urnar vóru? Men ivi er sáddur um hesa avgerð lands-
stýrismansins, og hann hevur sjálvsagt rætt til at fáa
henda spurning avkláraðan. Sama er galdandi fyri
aðrar landsstýrismenn, sum helst hava gjørt tað sama
sum Signar á Brúnni. Málið sjálvt tikist nú væl lýst,
og tí er ikki neyðugt við nakrari umfatandi kanning
av SvF ella av embætisførsluni hjá Signar á Brúnni
sum heild. Heldur eiga vit at fáa ein óheftan løgfrøð-
ing at gera eina løgfrøðiliga meting av tí avgerð,
sum ivi er sáddur um.
Allir flokkar eiga at duga at síggja, at ein hvør lands-
stýrismaður uttan mun til flokspolitiskan lit kann koma
í somu støðu sum Signar á Brúnni. Tí eiga tingmenn
at kunna semjast um at útvega Signari á Brúnni og
almenninginum eina løgfrøðiliga meting. Alternativið
er, at almenningurin má krevja eina víttfevnandi kann-
ing av øllum meirnýtslum, ið umtalaðar eru í frá-
greiðingunum, sum nú liggja á tingborði.
Rættleiðing til Dimmalætting
Ein gysari um eitt landsstadion
skiljing.
Tað, sum Dimmalætting
umtalar, snúi seg um møgu-
leikan at útvega SvF heim-
ild til at taka ein kassakre-
ditt. Hesin møguleiki varð
av Fíggjarmálastýrinum úti-
lokaður við brævinum frá
15. juli 1999.
Fíggjarmálastýrið stað-
festi
í
skrivi
dagfest
19.07.99 til Undirvísingar-
og Mentamálastýrið, at
landskassin var bundin av
halli sjónvarpsins 1998 og
av teimum bráfeingis skyld-
um, sum sjónvarpið hevði
pr. dags dato. Í sama skrivi
varð mælt Undirvísingar-
og Mentamálastýrinum til
at søkja um eykajáttan og
varð hetta gjørt sama dag.
Fíggjarmálastýrið segði ikki
nei, men ja til eykajáttan,
og tað sama gjørdi ein
samdur landsstýrisfundur
tann 19.juli 1999.
Men, sum kunnugt, varð
fíggjarnevndarskjalið (um-
sóknin um eykajáttan) uttan
viðgerð avvíst av fíggjar-
nevndini tann 21. juli 1999.
Nú var talan um neyðstøðu,
tí »landskassin var bundin
av teimum bráfeingis skyld-
um sum SvF hevði«. Lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um gav tí SvF atgongd til
gjaldføri
landskassans.
Hetta var gjørt við støði í
galdandi játtanarreglum.
Tórshavn 12. apríl 2000
Jóannes Dalsgaard
Mikudagin 12. apríl skrivar
Dimmalætting undir yvir-
skriftini »Fíggjarmálastýr-
ið segði nei til eykajáttan
til SvF« um spurningin um
eykajáttan til SvF. Greinin
byggir á eitt bræv frá Fíggj-
armálastýrinum, dagfest 15.
juli 1999 til Undirvísingar-
og Mentamálastýrið. Tí-
verri hevur greinskrivarin
misskilt hetta brævið.
Av greinini kann ein les-
ari, sum ikki kennir hetta
mál, fáa ta fatan, at Undir-
vísingar- og Mentamála-
stýrið fyrst í juli 1999 hevði
biðið Fíggjarmálastýrið um
loyvi at geva SvF atgongd
til gjaldføri landskassans og
fingið nei. Hetta er ein mis-
Og Fótbóltsáhugin vann
frama, mundið tað verða
hetta sum var ætlanin frá
býráðsins síðu? Var tað tí at
býráðið hevði valt ikki at
lata tann frælsa ítróttin
verða við í nevndini sum 5
maður?
Nevndin fekk sær ein sak-
førara sum slíkar nevndir nú
einarferð hava tørv á av og
á. Her valdi nevndin so at
takað sær tann sakførarin,
sum samstundis var for-
maður í stuðulsfelagnum
hjá tí áðurnevnda fótbólts-
felag.
Nú skuldi so fígging
skaffast. Har var søkt hjá
bæði land og býráð. Landið
játtaði við lóg ein ávísan
procentsats til gerð av fót-
bóltsvølli og rennibreyt.
Býráðið játtaði eisini ein
prosentsats av samlaða
kostnaðinum til hesa somu
ætlan. So var nakað skaffað
við sponsorum frá ymsum
stórum fyritøkum í landi-
num. Enn restaði nakað av
peningi í, og hesin skuldi
so lænast onkustaðni. Og
hvar fer man tá man mangl-
ar pening? Man valdi at
læna pening frá Stuðuls-
felagnum hjá tí nú fleiri
ferðir nevnda fótbótlsfelag
og har lænti man tað, ið
restaði í. Og so var farið í
gongd við arbeiðið. Men
enn var rennibreyt við í ætl-
anini, men hetta var ikki við
formansins góða vilja, tí
hann úttalar alment at hann
ikki dámdi at tað skuldi ger-
ast rennibreyt um fótbólts-
vøllin. Henda rennibreyt
sum sá út til ongan góðan
at eiga, á teimum støðum
har avgerðir vóru tiknar.
Tá ein tíð er liðin og fót-
bóltsvøllurin er gjørdur við
nøkrum »fyribils« áskoð-
araplássum og ongari renni-
breyt. Tá kemur brádliga
eitt tilmælið frá tí avvarandi
nevndini í býráðnum um at
taka rennibreytini úr ætlan-
ini, sambært formanninum,
tí at hann ikki heldur tað er
pláss fyri henni. Sum sagt
so gjørt. Men hvør er hesin
formaðurin? Jú hann er tann
maðurin sum hevur tikið
yvir sum formaður í tí lo-
kala fótbóltsfelagnum, eftir
tann mannin sum enn situr
sum formaður í tí nevndini
sum er við at gera vøllin.
Av tí at rennibreytin verð-
ur tikin úr ætlanini so vend-
ur landið sær til vøllin og
gerð vart við at peningurin
sum landið játtaði var játt-
aður til eitt stadion við bæði
rennibreyt og fótbóltsvølli,
og tá tað nú ikki er ætlanin
at gera rennibreyt longur, so
verður grunnurin biðin um
at gjalda hendan pening aft-
ur. Hetta førir við sær at
grunnurin fer á húsagang.
Býráðið vil ikki taka um
endan, tí at tað heldur at
nokk peningur er brúktur til
hetta endamál, tískil fær
tann sum hevur flest pengar
útistandandi vøllin til ognar,
og er hetta stuðulsfelagið
hjá tí lokala fótbótlsfelag-
num.
Heri Ziska
Tað var einaferð ætlanin at
gera eitt landsstadion í ein-
um lítlum landi.
Hetta skuldi verða flagg-
skipið innan ítróttarøki í
landinum og skuldi tískil
sjálvandi liggja í ítróttar-
miðdeplinum í høvuðsstað-
num. Har vóru planir lagd-
ur um hvussu hetta stásiliga
far skuldi síggja út. Har
skuldi sjálvandi vera ein
fótbóltsvøllur, og eins sjálv-
andi skuldi tað verða renni-
breyt við tí sum hartil
hoyrir.
Farið var í gongd við ar-
beiði og fyrsta stig var at
seta eina nevnd. Henda
nevnd var sett av býráðnum
í høvðusstaðnum. Í nevnd-
ina vóru 4 mans (ongin
kvinna) valdir. Og fyri at tað
ikki skuldi henda at tað stóð
á jøvnum um hesir menn
vóru ósamdir so var avgjørt
at um tað stóð á jøvnum so
skuldi formansins atkvøða
verða tann avgerðandi.
Hvør skuldi nú manna
hesa nevnd? Forsetin í
landinum slapp at velja ein
mann, ítróttarsambandið ein
mann, fótbóltsambandið í
landinum ein mann og
býráðið valdi so formannin.
Hvussu við tí frælsa ítrótti-
num?
Hví fekk hann ongan
sess? Nú var so at ein
stemma var til frama fyri
fótbóltin, tað var tí hann var
valdur at sita har. Men
hvønn valdi býráðið so at
umboða sínar borgarar? Teir
valdu formannin í tí størsta
fótbóltsfelagnum til henda
post. Sostatt høvdu hesir
báðir menn, formaðurin í
fotbóltsambandinum og for-
maðurin í tí lokala fótbólts-
felagnum
merilutan
í
nevndini óansæð hvat hinir
báðir mennirnir søgdu ella
gjørdu. Og tað vísti seg
skjótt at nevndin var tví-
deild, tveir ímóti tveimum.