Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 10. juli 1984 Skaði fyri eina millión. Tryggingin vil ikki gjalda Enn er ikki greitt, hver kemur at gjalda ta lítlu milliónina, tað fer at kosta at umvæla skaðan, flakavirkið á Strondum fekk í landssynningsódn- ini í januar. Stjórin á > Båtafiski, Sandur Danielsen, sigur, at Brunatryggingin noktar at taka við, tí hon sigur, talan er um eina náttúruvanlukku. Og slíkar vanlukkur umfatar Flakavirkið á Strondum noyðist kanska sjålvt at gjalda umvælingina, og tað er virkið tryggingin ikki. P/f Bátafisk hevur sent málið til sakferara, men enn er ongin loysn funnin, sigur stjórin. Hann útihýsir ikki. meguleika- num fyri, at Bátafisk fer at stevna Brunatrygging- ini. Fyribils umvælt Skaðin hendi av illa fert fyri, sigur stjórin, Sandur Danielsen. Seinastu sýningar í Havnar Bio — Biografurin letur moguliga upp aftur, men fyribils er briminum, sum kom upp um grótkastið og hevði við sær grót úr tí. Verk- staðið, 1ýrrúmið og goymsla til pakkitilfarið fingu skaða. Skaðin er fyribils umvældur, og arbeiðið á virkinum er ikki tarnað Sandur Danielsen sigur, at Tryggingarsambandið hevur latið endurgjald fyri tveir trukkar, sum fingu skaða. hd bara ein avgerð: Havnar Bio stongir, tá filmarnir, tað nú hevur, eru sýndir Tað er ikki ein avgerð, sum knapliga er tikin nú, at Havnar Bio skal gev- ast. Longu seinasta heyst fingu fólkini, sum arbeiða í biografinum, at vita, at tey kundu vænta at verða uppsegd hvenn dag, tað skuldi vera, sigur formað- urin í Havnar Klubba, Sverri Egholm. Fyrst í juni avgjerdi nevndin at lata Havnar Bio koyra juni mánað út. Í samreðu við 14. Septemb- er leygardagin sigur stjórin í Havnar Bio, Jógvan Ki Jacobsen, at Havnar Bio — bara 10.000 fólk higartil í ár biografurin stongir fyrsta dagin. Hetta váttar Sverri Egholm. Sverri Egholm sigur, at ongin støda er tikin til, hvat gerast skal við bygn- ingin. Tað kann eisini vera, at biografurin byrjar aftur á onkran hátt. — Men fyribils gevast vit, sigur Sverri Egholm. Hall Orsekin til, at Havnar Bio stongir, er greið: ongir áskoðarar. Telini vísa tað. Í 1974 seldi Havnar Bio 131.200 atgongumerki. Í fjør, 1983, 27.000! Og fyrra hálvárið 1984 eru seld bert eini 10.000, upp- lýsir Jógvan Ki Jacobsen fyri 14. September. Telini vísa eisini, nær tað fer at ganga afturá. Í 1979, tá sjónvarpið kom av álvara. Tað gjerdist skjótt greitt, at biografarnir ikki megnaðu at vera við í kappingini við sjónvarpið og seinni eisini video. Fyrst varð roynt við ikki at sýna filmar sjónvarps- kveld. Tað var eisini ætlanin, . tað skuldi hjálpa biograf- unum, tá stuttleikaskatt- urin bleiv avtikin fyri nekrum árum síðani. Men hetta bleiv ikki so, ti umleið samstundis hækkaðu filmsleigararnir í Danmark leiguna so nógv, at tað, sum ikki fór í stuttleikaskatt, fór til leigu í staðin, upplýsir Sverri Egholm. So har var onki vunnið. Havnar Bio verður nú rikið við halli, sum nú er vorðið so stórt, at hildið verður ráðiligast at gev- ast. hd Stór skip á vitjan Í august koma tvey sovjettisk havrann- sóknarskip á Havnina fyri at taka vatn og skipsvistir og at hvíla fólkið eftir drúgvar kanningarferðir í Norðuratlantshavi. Fyrra skipið, Loenid Demin, kemur 30. guli og liggur til 3. august. Hetta er stórt skip, góð 9.000 tons og 469 fetur langt, 80 fetur longri enn Norrøna. Manningin telur 158, 24 yvirmenn, 20, sum eru í hertænastu og 114 sivilir. Hitt skipið, Adjaria, kemur 8. august og steðgar til 13. Hetta skip er eitt sindur minni, ella eini 7.000 tons og 409 fetur langt. 132 mans eru við, 24 yvirmenn, 21 sivilir og 87 í hertænastu. Bæði skipini hava tyrlupall og Adjaria hevur eisini tyrlu umborð. Longu nøkur tusund til Bolivia Tað eru longu nú komnar 6.100 kr. til hjálpararbeiðið, sum Egil Hoydal ger fyri Neyðhjálp fólkakirkj- unnar í Boliviu, upplýsir biskupurin, Ejvind Vilhelm, sum tekur móti peningagáv- um og sendir tær víðari. Talvan hevur gingið í nekrum kirkjum til frama fyri verkætlanin- a >Vatn til heimin« hjá Neyðhjálp fólkakirkj- unnar. Í tíggju kirkjum eru savnaðar tilsamans 9.962 kr. upplýsir biskupurin, sum sam- stundis takkar fyri stuðulin. BJÓÐA IKKI MÆR! RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD +