Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið. Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Hitaslag ella agurkutíð — DAGBLAÐIÐ á tremur við lygnum og møsni. ANTIN TAÐ nú er tann nógvi hitin eiia tað er trot á itøkiligum politiskum tilfar, agurkutíðin, sum ger tað, vita vit ikki. Sama ger, Dagblaðið hevur í summar sett met í møsni og heilaspuna. LATIÐ OKKUM bert taka tað seinasta Dagblaðið sum eitt lítið demi. Har eru tvær greinir, ein um Mitterand og ein um multination- alu feløgini. UM MITTERAND stendur tað vanliga møsnid, sum tú kanst lesa i National Review og øðrum nátthúsalesnaði, sum tykist at vera einasta andaliga fødi, sum blaðstjórin er førur fyri at taka til sín. HVOR ER so sannleikin um politikkin hjá Mitterandstjórnini? Hann er tann, at tað, hóast Frakland enn stríðist við leivd- irnar av tí vitleysa búskaparpoli- tikkinum hjá Giscard D'Estaing, so hevur ongantíð verið so liviligt hjá vanligum fólki har, sum nú. Pensiónsaldurin varð settur niður í 60 ár (tá er ein arbeiðsmaður uppslitin!), arbeidsvikan sett nidur i 35 timar uttan lønarmiss, fólka- og avlamispensiónirnar hækkaðar við 40% og roynt verður at skipa eitt skúla og eitt undirvisingarverk, har øll børn og ung hava somu møguleikar. VIT SKILJA væl, at alt hetta kann gera ein føroyskan fólkafloks- Bladfélk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 tíðindablaðið Argjavegur 26 Postsmoga 76. 3800 Tórshavn telefon 11820 r ; — oddagrein | He | mann gran, serliga í hesum hitanum og aftan á politiska rúsin á ungkonservativu stevnuni. HETTA ER jú alt tað, sum fólkaflokkurin stríðist ímóti av øllum alvi. Hann vil, at bert tey fáu skulu hava tað gott, at fjøldin skal pukla fyri at fólkaflokksins matadorar skulu kunna liva sum luksusdýr í allar ævir! TAÐ, SUM ein veruliga kann lasta Mitterand fyri, at hann heldur fram við tí grandi dubbing- arpolitikkinum hjá borgarligu stjórnini, nevnir Dagblaðið sjálv- sagt eingi um. Her er blaðstjórin jú samdur við Mitterand, tíverri! HETTA SO mikið verri sum búskaparligu trupulleikar Fraklands fyri ein part júst stava frá hesum dubbingarpolitikki. ANNAÐ DØMID um politiska hitaslagið á Dagblaðnum er skrivingin um tey multinationalu feløgini. Henda skriving avdúkar tað sanna trælalyndið í blaðstjór- anum: hetta altíð at krúpa fyri teimum ríku og stóru, sjálvt um tey skræða okkum úr skinninum, hevur eyðkent henda mann, síðan hann kom á Dagblaðið og meira er ikki at siga um tað! JÚ, KANSKA kundu vit lagt afturat, at virðingin hjá teimum stóru og ríku fyri Dagblaðs- stjóranum valla veksur í takt við, at hann krýpur, men tað viðkemur sjálvsagt ikki okkum. Levi Niclassen átti Nr. 79 — 10. juli 1984 Vegna tekniskt brek við leygardags- biaðnum prenta vit aftur í dag odda- greinina og hotel Tórshavn. Alternativ uttan álvara NÓGV Í hesum landi vóru fegin um hina fyrru samgonguna, og ikki færri vóru rættiliga væl nøgd, ti yvirhøvur gekk tað hampiliga væl i øllum samfelagsins lidum. ARBEIDID VAR til allar hendur, sosialmålini vóru í góðum hondum, skipini høvdu fiskileiðir alt árið, búskapurin var í stúttari og sunnari menning, vit skyldaðu ikki meira, enn at vit til eina og hverja tíð svaraðu hverjum sítt. Politiska arbeiðið varð tikid í størsta álvara og roynt varð alla tíðina at finna loysnir og útvegir fyri teimum trupulleikum, sum stungu seg upp. MEN IKKI øll vóru nøgd, tað vil so vera, og var henda misnøgd mest at finna i andstøduni hjå Paula Ellefsen og Hilmari Kass, id gjørdust alt meira desperatir yvir at vera uttan åvirkan. EISINI Í samgonguni vóru misnøgdar kreftir. Hesar kreftir vóru umboðaðar av blaðstjóra Dagblaðsins, av fráfarna formanni fólkafloksins og teirra fylgisneytum úti um landið. Tað, sum hesir vóru misnegdir um, var, at fólkaflokkurin ikki helt seg til sambandið í staðin fyri javnaðarflokk og tjóðveldið. Óttin fyri einum ov framskygdum og dynamiskum politikki paraði seg við misnøgdina við tey sosialu framstigini. HØGRAKREFTIRNAR fóru til verka. TEIMUM skortaði ikki viðhalds- fólk. Tveir manns sótu klárir úti í teimum politisku leiktjøldunum, og teir véru Pauli Ellefsen og Hilmar Kass. Annar drivin av einum næstan sjúkligum hatri til javnaðarflokkin og serstakliga hansara formann, hin drivin av ómettandi maktgirnd. lesarabrævið »Tøkk til L— = odda rein | o g > HENDA NOSSLIGA teggja fann skjótt saman. Samgonguslit og borgarligt alternativ var úrslitið. SÍÐAN — AFTAN á fyrsta sigurs- rúsin komu gerandisdagurin og trupulleikarnir. HÓAST BESTU fiskiár í manns minni, hava Feroyar ongantíð havt so stórar búskaparligar trupulleikar sum hesi fýra árini, og teir eru komnir við og av borgarliga politikkinum! TÁ TRUPULLEIKAR taka seg upp og hótta allan samfelags- búskapin, skuldi ein trúð, at teir ráðandi royndu at greiða hesar trupulleikar á ein ella annan hátt. Men so er ikki við teimum trimum flokkum, sum her ráða fyri borgum. Alt fær loyvi at passa seg sjálvt, alt flýtur, eingi måttiltøk verða gjørd. Tað verður snøggt sagt ikki gjørd ein tann einasta roynd til tess at venda gongdini. Tað einasta initiativ hesir borgarligu valdsharrar eru førir fyri at sýna, er, tá vinir og kenningár skulu lívgast! MEN ANNARS valdar líkasæla, atgerðarloysi og tað sum mest ger almenningin bilsnan: tað verður gjørt gjøldur burtur úr trupulleikunum. Alt verður sligið upp í glens og skemt: uttanlanda- skuldin upp á tríggjar milliardir, skattatrýstið, = inflatiónin og vinnulivstrupulleikarnir. OG HETTA er kanska tad mest ålvarsama av øllum: hetta at yvirhøvur einki álvara er í hesum borgarliga alternativi. PRÍSIN FYRI hetta tørvandi álvarsemi gjalda tey ungu, tey gomlu, låg- og midalinntøkurnar og øll tey, sum ikki hoyra til bólkin »Vinir og kenningar«! at skamma seg Í samband vid grein í Dagblaðnum hin 27. juni við ti løgnu vvirskriftini hjá Levi. >Politiskt ikki mergjaður — heldur enn brúnur í håri« Henda greinin eins og undanfarnu brøv Levis tykist mær so sjáldsom. odamlig og ópolitisk. Ég havi longu fingið eyguni upp fyri hesum merkiliga persóni. og hava kansk tit eisini Útspilling av ymsum slag Funnist verður dúgligani at m.a. trimum personum har Levi røynir at spilla teir ut við slagorðinum blokur (karakterlos person). Slíkar greinir havi eg ongantid hsið aður í ødrum forovskum bløðum, uttan bert Dagblaðnum Tað sama gjørdi Levi við Ivan Vang í Hvalba, tá bóltfelagið »Royn« skuldi velja nýggjan mann, og tað sama vil hann eisini gera við hini fólkini, sum ikki vilja bakka hann upp. Soleiðis roynir Levi, at kúga fólk niður í dýki, men alt uttan úrslit. Hann er ikki mergjaður til at spilla nakran út — heldur enn brundur á vári, so eg haldi, at Levi ivaleyst átti at funnist at sær sjálvum og skamma seg. Hetta var ikki nógv sagt, men ynski eg Levi góðan betring. Guðs bern batna. O.B. Hvønn tydning hotel Torshavn i Keypmanna- havn hevur, veit ein ikki fyrr enn tann dag, tå sjúkan vitjar, og tú noyðist at leita tær niður fyri heilsubót. Tá nústan skilur ein, hvussu gott hetta tiltak er, og ein dugir illa at fata, hvussu tolk hava klárað seg. áðrenn hetta frålika hotel kom. Hetta skal tí vera ein tekk til hotellið og fram um alt ein tekk til fyristoðukvinnuna Jonny og mann hennara Andre- as. Tey eru sum skapt til hetta starv, og útbúgving teirra er eisini væl hósk- andi. Blíð og hjálpsom eru tey bæði, og fyri mær sær tað út, sum um tey gera nógv meira, enn ein kann krevja av einum fyristeðu- pari. Altíð við tí góða orðinum, altíð til reiðar at veita troyst og hjálp. Hetta er týdningarmikið. Eingin, sum ikki hevur roynt hetta at sita einsa- Tekk til hotel Torshavn mallur burturi í fremm- andum landi við álvar- samari sjúku, kann til fullnar meta um, hvussu gott tað er, at vit hava júst tey bæði Jonny og Andreas at standa fyri Hotel Torshavn. Vit eru mong, sum vóna, at tey fáa stuðul og upp- bakking frá okkara myndugleikum í teirra dagliga virki, tí tað hava tey bæði so hjartaliga uppiborið. Sjúklingar