Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 10. juli 1984 Born vinna lutir í Tivoli: Porno spælikort og ónærisligar dukkur Hesi spælikort líkjast so nágreiniliga pornomynd- unum i Rapport, at her er okkurt komið skeivt fyrr. Um tað ikki er loyut at selja t.d. Rapport í Foroyum, hvussu er tað so møguligt, at småbørn fáa slíkar myndir sum vinning í Tivoli? Á stevnum kring landið, er vanligt, at Tivoli verður sett upp, meðan stevnu- haldið er. Á jóanseku var eisini eitt Tivoli í Vági, og småbørn og ungfólk saman við foreldrum, ommum og abbum, vitjaðu og royndu eydnu- na í ymsum spelum. Ein mamma hevur skrivað til Sosialin. Hon ógvast við, hverjar Jutir børn kunnu fáa, tá tey spæla við ymsu tólini í Tivoli. Mamman hevur eisini sent okkum »vinn- ingin«, sum er ein dukka og nekur spælikort. Dukkan er ikki av vanliga slagnum. Ein smágenta vann hana og gekk so fridarligt spåkandi við dukkuni, saman vid ommu síni. Nøkur hálvvaksin bern komu framvið, og bóðu smágentuna trýsta á hevdið á dukkuni. — Jú, hon so gjerdi, men hvat hendi? Mannligi kyns- ] limurin sprakk út. Unga” fólkið fekk sær ein tíðindablaðið góðan látur, men omman og smágentan vóru illa við. Ein smádrongur hevdi verið i Tivoli nú á joan- søku. Drongurin hevði vunnið nøkur spælikort, heldur ikki tey vóru av vanliga slagnum A hverjum korti sær er av- myndað ein kvinna, so sum vanligt er at síggja í porno-blaðnum Rapport! Mamman spyr: Tá tað ikki er loyvt at Rapport í Feroyum selja — og Endiliga okkurt »up-to-date«-interview! Í dag, leygardagin 07.07.84, hevði Sosialurin eina samreðu við býar- arkitektin Gunnar Hoydal um býarplan og umsiting- ina av honum tey tólv árini, hann hevur verið í gildi. Tað var stuttligt at lesa greinina fyri tað fyrsta tí, at tað er sjáldsamt, at føroyskir embætismenn tora at úttala seg og siga sína meining. Vanliga eru nógvir av teimum nakrir ræðuskítar, og fyri tað annað tí at tað var nakað, sum hoyrir nútíðini til. Hetta skal ikki takast sum ein lastan av tí gamla og siðseguliga, tit á Sosi- alinum borðreiða við, men eftir mínum tykki hoyrir tað heldur heima í einum tíðarriti enn í eini avís, men tá tit, og onnur bleð við, hava valt at hava slíkt gamalt tilfar, sum feroy- ingar eru heilt sjúkir eftir, so má javnvág vera í millum gamalt og nýtt. Tá sagt verður nýtt, so verður ikki hugsað um vanlig tíðindi, men sam- reður og annað meira fyllandi tilfar um sam- felagið, sum vit í dag liva í. Henda samreðan var júst um tann býin, vit í dag liva í. Fólk hava altíð lætt við at brúka seg, og manga lortapesina hevur býar- arkitekturin fingið yvir seg, okkurt sjálvandi uppiborið, tryðugt so, men hyggja vit at býnum í dag, og hugsa um gongdina tey seinastu átta-tíggju árini, so kunnu vit ikki annað enn ásanna, at her er farin fram ein so stórur bati, sum vit ikki kunnu lata vera við at fegnast um. Men tíverri er tað so, at fólk hugsa vanliga ikki um heildina, men heingja seg í smáputli, sum t.d. hatta við svertu tekjunum hjá G.H. Latum okkum heldur fegnast um alt tað posi- tiva, ið er gjørt, og latið okkum stuðla upp undu til framhaldandi lív, trivn a og menning i høvuds- staðnum fyri øll. javnaðarmaður heldur ikki at lýsa við lýsingum fyri hetta blað, hví so lata smábern og ungdóm slíkar lutir upp í hendur? Ikki bert er tað leidiligt, at bernini koma heim við slíkum lutum, men hver kannar vinningarnar, sum »Tivoli« ferðast kring oyggjarnar við í hesum stevnudøgum? Sosialurin hevur spurt å Futaskrivstovuni, um tað er loyvt at slikar . geva vinningar, men vit kundu bert fåa upplyst, at tå skipad verdur fyri Bingo, so eru fastar reglur at ganga eftir, hvat er loyvt at lata i vinningi. Orsakad av summarfrítíð, var ikki gjørligt at fáa nærri upp- lýsingar, áðrenn blaðið fór til prentingar. Meira um hetta í næsta blað Dag. Rættleiðing til Dagblaðið Á forsíðuni ónsdagin 4. juli skrivar Dagblaðið (sitat): „Fyri fyrstu ferð í seguni eru Feroyar á politiskum plani viðurkendar sum ein sjálvsteðug tjóð. Hetta hendi, tá Ungmannafelag Fólkafloksins varð upptikið sum sjálvsteðug- ur limur í Nordisk Ung- konservativ Union, umboðandi eina serstaka tjóð. Hetta er ikki hent á politiskum plani áður, og má tí metast sum stórt framstig.« Men, hetta er ikki rætt, ti tíðliga í 1981 gjørdist Sosialistiskt Ungmanna- felag limur i FNSU (Sosialistisk Ungmannafe- leg í Norðurlondum), og kunnu Dagblaðið og Viljin sostatt ikki reypa av hesum heldur. Martin S. Eidesgaard fyrrv. nevndarlimur í SU Ein spurningur um reinar linjur undir yvirflatuni Sparið olju - fáið skipið reinsað, AN medan lastad og lossad verdur PARTAFELAGID KAVARATÆNASTAN