Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 10. juli 1984 Síða 11 Týsdagin 10. juli. kl. 21.20 sjónvarp Týsdagin 10. juli 19.30 Sjónvarp fyri teg Land og synir Arbeiðarar á vigvelli Tað var við stórum áhuga, eg setti meg tilrættis at hyggja eftir samreðuni við Willy Brandt, fyrrverandi ríkiskanslara í Týsklandi, sum fekk Nobel-friðarheiðurslenina fyri arbeiði sítt at skapa linna og avvápna millum stórveldini. Hann hevur rættiliga barst á politiska vígvellinum. Hóast 71 ára gamal og við 50 árum á baki innan politikk, so var kortini nógv áhugavert sagt um viðurskifti, sum politikarin gjøgnum eitt langt liv hevur havt við at gera. Willy Brandt skuldi eisini svara fyri altjóða sosialistarerslunum, felags- marknaðarviðurskifti, dunultavtaluna um uppseting av rakettum, græsrótrersluna 0.a., sum hann eftir -nurningunum svaraði so gott, sum gjørligt. Eitt sindur vónsvikin verður tú, tá slíkur persónur sum Willy Brandt ikki fær meira spennandi spurningar enn hesar. Hann hevur virkað eitt langt lív og er kendur sum ógvuliga aktivur og gleggur persónur. Vandin hjá slíkum almennum persónum er tó altíð til staðar, tí vit ikki kunnu góðtaka, at teir bert eru vanlig menniskju, sum aldurin eisini setir síni merki á. Stríðið millum mann og kvinnu er neyvan áður myndað so skemtiligt sum í filminum undir hesum heitinum. Hóast tað í lýsingini framman- undan segðist, at filmurin kanska ikki var so stuttligur kortini, so haldi eg, at hann lýsti hesi menniskjansligu viðurskifti, sum bert ein skemtari kann gera tað. Sendingina >Tað er leygarkvøld«, så eg á fyrsta sinni hesaferð, og hóast nógv hevur verið at lisið í donsku bleðunum, so veit eg ikki rættuliga, um føroyingar halda, at hetta er gott leygardags- undirhald. Góðskan í sendingini er helst, at undirhaldið er ætlað til áskoðarar í ellum aldri, og sum soleiðis var væl valt. At danir hava umsteður at gera slíkt undirhald, sum varar í fleiri tímar, eina ferð um vikuna, er í sjálvum sær áhugavert! Fyri denum er sendingin kanska meira viðkomandi, tí hon sigur frá hendingum, sum vóru í vikuni, tá sendingin varð gjørd. Henda var gjørd i mai mánaða, og tann sum ikki lesur donsk bleð, veit ikki, hvat sipað verður til. Tað fer helst inn gjøgnum eyga og oyra og út aftur. Tað er bara skemt fyri skemtið skyld, og tað er kanska eisini nóg mikið? Sunnukveldið sóu vit sendingina um Henrik, prins, sum kongaligur vígvallararbeiðari. Henda fråsøgnin, sum hevur verið gjørd gjøgnum nógvar mánaðir, lýsti á sín hátt, hvat tað hevur at siga, at slíkir persónar geva fyritøkum og stovnum ans í útlandinum. Tað lættir um handils- sambandið. Danmark skal seljast, sum prinsurin tók til. Hann metti, at hetta arbeiðið hansara var PR á hægsta stigi. Kortini fær hann ikki nakran peningaligan vinning av hesum arbeiði, men noyðist at fáa burturav tí, sum Margretha, drotning, fær frá danska statinum. Alice Westergaard, journalistur, spurdi nógvar næskar spurningar, men eftir sum Henrik, prinsur, er fyrrverandi diplomatur, so dugdi hann eisini at svara aftur, so hann kortini ikki hevði sagt ov nógv, tá avtornadi! Margretha og synirnir vóru eisini við í sendingini, og ikki kann tað tigast burtur, at Henrik, prinsur, ikki fekk eitt bein til jørdina, so leingi sum konan var á skerminun:. Hon hevur sera sterka persónliga styrki at senda út. Nærleikin millum hjúnini merktist rættuliga, og um tað hevur verið til frama fyri sjónvarps- upptekuna, so eru tey eisini góðir sjónleikarar. „Deyði læknans< enska krimisendireðin er ógvuliga spennandi. Vanliga eru tað týskar ella amerikanskir filmar vit síggja av slíkum slag, og tað er ikki altíð ein dygd! Bretar duga sera væl at gera filmar, og teir gera ikki brúk av larmandi bilhornum, skotum og ódámligum fylgjitónleiki. Í sjálvum sær áhugavert, at ein krimi sendireð kann gerast so lagalig, uttan at spenningurin fellur burtur. Dagny Joenstn „Land og synir« er is- lendskur filmur frá 1980. Hetta er fyrsti filmur, sum er gjørdu” í Íslandi. vid uilendskum leik>rum og leikstjóra. fotografum 0. s. fr Havuðsleikarin er ung- Á bóndi, Einar, sum i váraligum tíðum í 30 unum arvar ein skulda- bundnan garð eftir gamla faðir sín. Hesin hevur eftir aldragomlum bóndasiði í strid og strev vunnið sær til dagliga breyðið. Tið- irnar eru nú so nógv brovttar. buskaparligu umstødurnar versnadar, og tå seyðurin fær sjuku, verða møguleikarnir við bóndahaldinum enn meira ótrvgg. Tap slepst tí ikki undan. at Einar noyðist at flyta frá garðinum og um- hvørvinum har Hetta verður ikki gjørt við góðum. Eisini Einar er merktur an elligamla bóndamentanini og nær- leikan til dýr og náttúr- unar. har hann hevur búð alla sína tíð Einasti møguleiki hans- ara er at selja bóndagarðin og flyta til nærmasta býin Spurningurin er bert. um vakra gentan i grannahusinum vil flyta vid honum »Land og synir« er ein innilig frágreiðing og myndan av einum um- hvervi. um Einar og hverjar meguleikra hann hevur. tá hann skal velja. hvussu hann skal koma sær undan Filmurin er kensluliga stjórnaður og gevur inni- 19.55 SV-aktuelt 20.40 Skapa tær 21.20 Land og synir — isl. filmur 22.55 Lagnusøgur 23.20 Lidugt Gydna Ragnarsdóttir hevur leiklutin sum vakra gentan í grannahúsinum, vist í myndunum fyri vekru islendsku náttúr- uni. Týsdagur 10. juli kl. 19.55 Handilsflotin i mótvindi Fleiri donsk skipafelog hava í seinastuni alment Týsdagur 10. juli kl. 22.55 Lagnusegur Sendireðin »Lagnusøgur« hevur hesaferð kendu sjónleikarakvinnuna Joan (Brewster Mason). Hon heldur, at Herbert íkki leggur í, at hon hevur kunngjert roknskapin, har víst er á eitt stórt yvirskot. Samstundis siga onnur felog, at tey hava minst líka so stórt undirskot. Við hesum verður víst á, at danski handilsflotin sum heild e í trongsteðu, siga reiðararnir. Telini vísa eisini, at handilsflotin minkar. TV-aktuelt í Danmark hevur kannað viðskiftini hjá handilsflotanum. Collins sum hevuðsleikar- aðrar, men her ger a. Tad er sami persónur, eitt mistak sum spælir Alexis í Í sendingini »Dollars«. I »Lagnusøgum« er Joan Collins fåtæk sjonleikara- kvinna Suzi Starr. Hon sendireðini »Herskab ger seg til fyri leikstudl- tjenestefolk«. aranum Herbert Collins, sum er kend luttekur eisini onnur kend sjónleik arakvinna. Tað er Paulina